týsdagur 5. apríl 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 63 - 5. apríl 2005
– Hægri skattur og
verri tænasta er av-
leiðingin av minkandi
heildarveitingini,
sigur Sambandsflokk-
urin, sum hevur felt á
blað nakrar niður-
støður
LANDSFUNDUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á landsfundinum í Leirvík,
1. og 2. apríl, gjørdi Sam-
bandsflokkurin sær nakrar
niðurstøður.
Flokkurin fegnast um úr-
slitini, sum rokkin eru hig-
artil í valskeiðnum og
heldur, at einki veruligt al-
ternativ er til sitandi sam-
gongu. Fullveldispolitikk-
urin er lagdur á hillina, og
grundarlagið undir landsins
politikki á ríkisrættarliga
økinum er nýskipanarupp-
skot
Sambandsfloksins.
Flokkurin fegnast um góða
og uppbyggjandi samskifti,
sum aftur er millum ríkis-
partarnar.
Sambandsflokkurin sigur
seg vilja streingja á at fáa
gongd á einskiljingar fyri at
minka um almenna leik-
lutin í vinnulívinum. Ein-
staklingurin eigur at fáa
høvi at vísa, hvat hann
dugir, og góða úrslitið hjá
einstaklinginum
fer
at
koma
samfelagnum
til
góðar.
Flokkurin fegnast um, at
ótálmaði vøksturin, sum
verið hevur í rakstrarút-
reiðslunum á løgtingsfíggj-
arlógini seinastu árini, er
steðgaður, og somuleiðis
eru
eykajáttanarlógirnar
nógv tálmaðar.
Sambandsflokkurin held-
ur tað vera eitt politiskt
mistak, tá ið fullveldissam-
gongan minkaði heildar-
veitingina úr ríkiskassanum
og vísir á, at tað er føroyski
skattgjaldarin, sum noyðist
at rinda fyri hetta við hægri
skatti og verri tænastu.
Almanna-og
heilsumál
Flokkurin vísir á, at bíði-
tíðin fyri at fáa viðgerð á
sjúkrahúsunum, eitt nú hjá
eygnalækna, er alt ov long,
og eigur at verða stytt.
Sjúklingar skulu kunna fáa
viðgerð antin innan- ella
uttanfyri ríkisfelagsskapin
– privat ella alment – og
peningurin skal fylgja sjúk-
linginum.
Eingin føroyingur skal
noyðast út á arbeiðsmarkn-
aðin, tá ið hann er farin um
tey 67. Tann einstaki skal
sjálvur hava møguleika at
velja, um hann heldur fram
ella velir at gevast.
Í niðurstøðu síni, sigur
Sambandsflokkurin
seg
vilja virka fyri, at væferðin
verður ment – at vinnulívið
verður styrkt, og at Føroya
fólk fær fjøltáttaðar møgu-
leikar í altjóða høpi.
–
Marknaðarkreftirnar
skulu fáast at virka betur,
eins og einkarættir eiga at
verða avtiknir, sigur Sam-
bandsflokkurin í niður-
støðu síni á landsfundi
floksins.
– Tær kreppuloysnir,
sum vórðu framdar í
nítiárunum, skulu
takast av, tí spurn-
ingurin er, um hesar
ikki eru við til at seta
okkara vinnulív í
undantaksstøðu,
segði Kaj Leo Jo-
hannesen, formaður í
Sambandsflokkinum
á landsfundi í Leirvík
LANDSFUNDUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
– Tann politiska uppgávan
skal flytast. Í staðin fyri at
vera ein partur av vinnulív-
inum, skal orkan brúkast til
at skapa nøktandi karmar.
Vinnuligu kreppuloysnir-
nar, sum framdar vórðu í
nítiárunum, skulu takast av,
tí spurningurin er, um hesar
ikki eru við til at seta okk-
ara vinnulív í undantaks-
støðu.
Hetta segði formaður
Sambandsfloksins, Kaj Leo
Johannesen, á landsfundi
floksins í vikuskiftinum.
Hann vísti á, at ein heild-
arætlan eigur at gerast, sum
hevur til endamáls at ein-
skilja allar almennar fyri-
tøkur og allar almennar
grunnar, sum eru í bein-
leiðis kapping til privata
vinnulívið, og sum virka í
einum
marknaðarum-
hvørvi.
- Tað, sum vit uppliva, tá
ið talan er um einskiljingar,
er ein alt ov ógreið út-
melding frá landsins mynd-
ugleikum. Hetta er ein
orsøkin til, at tey fólk, sum
varða av hesum arbeiðs-
plássum, stundum kenna
seg ótrygg, segði formaður
Sambandsfloksins.
Altjóðagerð
Ein stóran part av formans-
røðu síni tosaði Kaj Leo um
altjóðagerð, og hann legði
dent á, at framtíðin er ikki
ein hóttan, men ein "fan-
tastiskur møguleiki fyri
menning av tí einstaka
menniskjanum", sum hann
tók til.
- Føroyar eru í løtuni í
ferð við at leggja spíran til
altjóðagerðina, og hetta
hevur eins stóran týdning
fyri okkum í dag, sum
veganetið hevði í fimti-
árunum.
Hann segði, at tey lond
og teir politikarar, sum
megna at geva borgarum og
vinnulívi bestu treytir og
besta umhvørvið, vinna
altjóða
kappingina
um
arbeiðspláss.
– Einstaklingar og vinnu-
lív skulu hava somu møgu-
leikar sum okkara kapp-
ingarneytar at virka í einum
frælsum umhvørvi. Neyð-
ugt er, at vørur, kapitalur,
arbeiðsmegi og tænastur
kunnu flytast frítt um
landamørk uttan forðingar.
Føroyar og ES
Formaður Sambandsflok-
sins segði, at sum samfelag
skulu vit sleppa okkum av
við allar marknaðarforð-
ingar og fáa lut í teimum
fýra frælsunum hjá ES.
– Men eg vil leggja dent
á, at hetta saktans kann lata
seg gera uttan fullan lima-
skap í ES, segði Kaj Leo
Johannesen, sum vísti á, at
eitt nú Áland hevur eina
skipan, sum hann helt, at
vit eisini kundu fingið, um
rætt verður atborið.
Seta okkum í undantaksstøðu
Kaj Leo
fær stuðul
LANDSFUNDUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Landsfundur
Sam-
bandsfloksins,
sum
hesaferð varð hildin í
Leirvík, er annað hvørt
ár í Havn og annaðhvørt
ár í ymisku valdømun-
um kring landið. Tó
verður fundurin vanliga
eisini hildin í Havn í
einum valári.
Kaj stuðlaður
Helgi
Abrahamsen,
floksskrivari hjá Sam-
bandsflokkinum, sigur,
at landsfundurin gav
formanni floksins og
formanninum í ting-
bólkinum, Kaj Leo Jo-
hannesen, sín fulla stuð-
ul.
- Jú, eg haldi, vit í
stuttum kunnu siga, at
Kaj Leo fekk herða-
klapp fyri sítt arbeiði
sum formaður. Nakrar
rembingar vóru eftir
fólkatingsvalið, men eg
haldi ikki, at øll vóru so
fegin um alt, sum sagt
varð.
Helgi sigur, at fólk
sum heild vóru positiv á
landsfundinum og vístu
góðan vilja til at standa
saman um flokkin og
floksformannin.
- Einki mótvalevni var
til formanssessin, ei
heldur til sessin sum
næstformaður. Tí halda
Kaj Leo Johannesen og
Alfred Olsen fram í
sínum álitisstørvum fyri
flokkin sum ávikavist
formaður og næstfor-
maður, bæði í flokkin-
um og fyri tingmann-
ingina.
Úrslitið eftirmett
Helgi sigur, at sjálvt
úrslitið av fólkatingsval-
inum var ikki so nógv
frammi á landsfundin-
um, tí hetta hevur fingið
sína eftirmeting, eitt nú í
landsnevndini.
- Landsfundurin vísti,
at fólk vilja standa sam-
an við tí endamáli at fáa
sum best burtur úr –
flokkinum og fólkinum
at gagni, sigur floks-
skrivarin, Helgi Abra-
hamsen.
Eftir landsfundin, har
seinasti røðarin var Lars
Løkke, sum er danskur
innanríkis- og heilsu-
málaráðharri, varð skip-
að fyri veitslu, har eini
120 fólk sótu til borðs.
Við á veitsluni vóru
eisini hjúni, Lars og
konan, Sólrun, sum er
føroysk.
Eygleiðara-
støðan hjá
blaðstjóran-
um er nú
strikað
LANDSFUNDUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á landsfundi Sam-
bandsfloksins
varð
samtykt ein broyting í
reglugerðini
fyri
flokkin. Talan er um
regluna, sum segði, at
blaðstjórin
á
Dimmalætting hevði
eygleiðarastøðu
í
landsnevnd floksins.
Henda reglan er nú
strikað.
Helgi Abrahamsen,
floksskrivari, sigur, at
hetta var ein leivd frá
teirri tíðini, tá ið
Dimmalætting
varð
roknað sum málgagn
Sambandsfloksins.
Lítlan týdning
- Í praktis fær henda
broyting ikki so stóran
týdning, tí verandi
blaðstjóri á Dimma-
lætting, Ingi Samuel-
sen, hevur ta støðu, at
hann møtir ikki á
hesum fundum kortini,
sigur floksskrivarin,
sum eisini er skrivari
hjá tingmanning Sam-
bandsfloksins.
Ríkisrættarligi politikkurin
eftir Sambandsfloksins leisti
Gestarøðari á landsfundi Sambandsfloksins var Lars Løkke, sum er danskur innanríkisráðharri.
Á myndini eru eisini kona hansara, Sólrun og Lisbeth L. Petersen
- Føroyar eru í løtuni í ferð við at leggja spíran til altjóðagerðina, og hetta hevur eins stóran
týdning fyri okkum í dag, sum veganetið hevði í fimtiárunum, segði Kaj Leo Johannesen