Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 5. apríl 2005 17 Høgni Hoydal er spentur – Nýggja avtalan við danir kann gerast ótrúliga áhugaverd fyri føroyingar, held- ur Høgni Hoydal, sum á middegi mánadagin ikki kendist smálutirnar í avtaluni, men bíðaði spentur eftir at frætta meira YVIRTØKA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo – Um prinsippið verður tað, at vit kunnu yvirtaka stór málsøki uttan at binda okkum føst í danska ríkið, so kann tann nýggja avtalan við dansir gerast ótrúliga áhugaverd fyri føroying- ar. Tað sigur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, eftir at tað kom fram, at løgmaður og danski forsætisráð- harrin mánadagin skriv- aðu undir eina yvirlýsing um at leggja ein yvir- tøkulóg fyri fólkatingið og løgtingið. – Fyri okkum er tað av- gerandi, um hendan lógin peikar frameftir og gevur føroyingum rættin til sjálvir at taka frælsi í hesum landinum, sigur Høgni Hoydal. Tað vóru forðingar Tann nýggja yvirtøkulóg- in skal víðka munandi um heimildirnar at yvir- taka málsøki, samstundis við at tilgongdin verður munandi lættari. Við yvirtøkulógini kunnu føroyingar taka yvir mál og málsøki, tá ið - og um - føroyingar ynskja tað. – Vit settu gongd í hetta arbeiðið, tá ið vit sótu í landsstýrinum, men tá vóru forðingar fyri, at ein yvirtøkulóg kundi gerast. Um hesar forðingar eru ruddaðar á vegnum, so er hetta ein góð avtala, heldur Høgni Hoydal. Hann vísir eisini á, at um danir við avtaluni góðkenna føroyingar sum eitt fólk við sjálvsavgerð- arrætti, so er tað eisini ein stórur sigur fyri før- oyingar. – Hetta er nakað, sum vit hava stríðst fyri í langa tíð, og eg havi eis- ini júst sett ein fyri- spurning á fólkatingi um hetta. Um so er, at nýggja avtalan góðkennir føroy- ingar sum eitt fólk við sjálvsavgerðarrætti, so er tað gleðiligt, sigur Høgni Hoydal. – Hetta er tað størsta stigið, føroyingar hava tikið at fremja størri sjálvbjargni síðani 1948, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum mána- dagin var í Keyp- mannahavn og skriv- aði undir ein yvir- lýsing um seta eina yvirtøkulóg í gildi YVIRTØKA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tíðliga mánamorgunin setti Jóannes Eidesgaard, løg- maður, seg í eitt av flogfør- unum hjá Atlantsflogi við kós ímóti Keypmannahavn. Nakrar tímar seinni hevði hann skrivað undir eina yvirlýsing, sum hann kallar størsta frambrotið fyri før- oyskum sjálvbjargni síðani 1948. – Tann nýggja yvirtøku- lógin ger, at føroyingar sjálvir – og einsamallir – gera av, um vit vilja yvir- taka málsøki frá dønum. Í nøkrum førum skulu samráðingar um treytirnar til, men eingin ósemja kann longur steðga einari yvir- tøku, sigur Jóannes Eides- gaard. Løgmaður og Anders Fogh Rasmussen, forsætis- ráðharri, skrivaðu mána- dagin undir yvirlýsingina um at leggja uppskot fyri løgtingið og fólkatingið at seta yvirtøkulóg í gildi. – Hetta er tað størsta stigið, føroyingar hava tikið at fremja størri sjálvbjargni síðani 1948, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Lættari yvirtøkur Tann nýggja yvirtøkulógin skal víðka munandi um heimildirnar at yvirtaka málsøki, samstundis við at tilgongdin verður munandi lættari. Við yvirtøkulógini kunnu føroyingar taka yvir mál og málsøki, tá ið - og um - føroyingar ynskja tað. Týdningamiklasta broyt- ingin við yvirtøkulógini er, at føroyingar nú einans skulu samráðast við danir um ávís málsøki, men tað verður ikki neyðugt longur at bíða eftir semju. Tað merkir, at føroyingar kunnu velja at yvirtaka, sjálvt um tað hendir, at partarnir ikki eru samdir. – Vit kenna til nógvar truplar yvirtøkur. Tað tók 17 ár at yvirtaka undir- grundina, tí partarnir kundu ikki semjast. Nú kunnu vit yvirtaka tey flestu málsøkini við bara at boða frá tí, sigur Jóannes Eidesgaard. Alt uttan fullveldi Dómsvald, revsirættur, per- sóns-, familju- og arvarætt- ur, fíggjarrættur og útlend- ingamál eru dømi um stór og týdningamikil mál, ið ikki eru nevnd í heima- stýrislógini, men sum før- oyingar eftir nýggju lógini kunnu velja at gera til føroysk málsøki. Øll mál kunnu sostatt yvirtakast, uttan tey, ið beinleiðis eru tengd at ríkisfelagsskapinum – eitt nú Hægstirættur, ríkisborg- araskapur og uttanríkis- politikkur. – Yvirtøkulógin verður tað nýggja amboðið í sam- bandi við allar yvirtøkur hereftir. Vit hava upplivað nøkur málsøki, sum tað næstan hevur verið ógjør- ligt at yvirtaka, men tann nýggja lógin fer at geva okkum heilt nýggjar møgu- leikar at yvirtaka, sigur løgmaður. Yvirtaka avgerðina um at yvirtaka Ein serfrøðinganevnd við føroyskum og donskum limum skal fyrireika eina dagfør- ing av flogvøllinum í Vágum. Pengarnir til útbyggingina skulu koma úr tí danska Íleggingargrunninum YVIRTØKA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nú skal flogvøllurin á Vágum á føroyskar hendur. Tað eru løgmaður og danski forsætisráðharrin blivnir samdir um. Samstundis verður ein serfrøðinganevnd sett, sum skal fyrireika eina dagfør- ing av flogvøllinum í Vágum. – Vit eru blivnir samdir um, at føroyingar yvirtaka tær donsku ognirnar á flog- vøllinum, og samstundis tryggja vit okkum, at flog- vøllurin verður dagførdur, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. – Eitt kritikkpunkt hjá okkum hevur verið, at flog- vøllurin í Vágum hevur ikki fylgt við tíðini, men nú verður ein serlig nevnd sett at fyrireika eina útbygging, og fíggingin til arbeiðið skal finnast í tí danska Íleggingargrunninum. Har- við skulu vit ikki finna upphæddina til útbygging- ina á føroysku fíggjarlóg- ini, sigur løgmaður. Flogvøllurin á føroyskar hendur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, skrivaðu mánadagin undir eina yvirlýsing um at leggja ein yvirtøkulóg fyri fólkatingið og løgtingið Myndir: Símun J. Hansen – Yvirtøkulógin verður tað nýggja amboðið í sambandi við allar yvirtøkur hereftir. Vit hava upplivað nøkur málsøki, sum tað næstan hevur verið ógjørligt at yvirtaka, men tann nýggja lógin fer at geva okkum heilt nýggjar møguleikar at yvirtaka, sigur løgmaður