týsdagur 5. apríl 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 63 - 5. apríl 2005
Tá trol ella gørn
skrædna, verða tey
bøtt. Sama er við
sendinetinum hjá
Útvarpinum og
Sjónvarpinum, sum
er í vánaligum standi.
Har má bøtast skjótt
SENDINET
Edvard Joensen
Sendinetið hjá føroysku
loftmiðlunum er ikki í nóg
góðum standi. Tað vita
føroyingar. Og tað hevur
Netnevndin undir Vinnu-
málaráðnum so alment
staðfest í frágreiðingini um
útvarps- og sjón-varps-
sendinetið, sum latið varð
Vinnumálaráðnum herfyri.
Umframt at Netnevndin
mælir til at leggja alt málið
undir Mentamálaráðið, og
at raksturin verður boðin
út, eru ikki tær stóru
kolveltingarnar at hóma í
frágreiðingini.
»Netnevndin mælir til, at
rakstrarstaðið fyr útvarps-
og
sjónvarpssendinetið
verður flutt frá landsstýris-
manninum í vinnumálum
til
lansstýrismannin
í
mentamálum, og at Kring-
varpslógin
samsvarandi
hesum verður broytt, so
veitingarskyldan
verður
løgd til landsstýrismannin í
mentamálum. Hetta ber í
sær, at játtanin verður flutt
til Mentamálaráðið, og at
skipað verður eitt rakstrar-
stað (deild, almennur stovn-
ur, partafelag e.a.). Rakstr-
arstaðið skal yvirtaka allar
ognir í samband við sendi-
netið,
t.v.s.
samognir,
mastrar, sendiútgerð og
MB støðina í Akrabergi«,
stendur í frágreiðingini frá
Netnevndini.
Men hóast Netnevndin
heldur, at tað almenna skal
eiga sendinetið, heldur hon
ikki, at tað er so alneyðugt,
at tað almenna eisini rekur
netið. Sagt verður soleiðis í
frágreiðingini:
»Mælt verður til, at
raksturin verður boðin út til
tess at tryggja skynsamilig-
ar íløgur og bíligan rakstur.
Raksturin eigur at verða
boðin út við hóskandi
millumbili.«
Hóligar orðingar
Nevndin mælir í hóligum
orðingum til, at sendinetið
verður dagført, soleiðis at
vit ikki knappliga ein dag
aftur standa við tí trupul-
leikanum,
at
sendarin
knappliga tagnar.
Eisini mælir nevndin til,
at sendinetið verður útbygt
soleiðis, at tað hoyrist um
alt landið.
Staðfest verður fleiri
ferðir í frágreiðingini, at
sendinetið
røkkur
ikki
øllum bygdum, og langt frá
øllum
vegastrekkjum
í
landinum. Tann, sum uttan
annan kunnleika til støð-
una, lesur frágreiðingina,
kann bara koma til ta niður-
støðu, at hetta hevur verið
ov lágt raðfest seinnu árini.
Sagt verður soleiðis í
samandrátitnum av brotin-
um um sendinet Útvarps-
ins:
»Hesi seinastu 20 árini
eru bert smávegis útbygg-
ingar gjørdar fyri at dekka
einstakar smáar bygdir við
FM signali. Framvegis eru
fleiri bústaðarøki og serliga
partar av samferðslukervin-
um, sum ikki hava nøktandi
FM dekning.
Tí verður mælt til, at far-
ið verður undir eina verk-
ætlan, sum hevur til enda-
máls at dagføra og útbyggja
FM-netið, so tað lýkur nú-
tíðar krøv.«
Netnevndin sigur víðari í
frágreiðingini, at hon mælir
til at útbyggja netið, so tað
dekkar øll íbúðarøki og
meginpartin av vegakervin-
um í landinum.
Men tað eru ikki bara FM
viðurskiftini, sum verða
umrødd.
Millumbylgju-
støðin í Akrabyrgi fær eis-
ini sín part. Og har stendur
einki til soleiðis, skilst á
frágreiðingini.
Sagt verður í frágreiðing-
ini at Føroya Tele:
»…hevur boðað frá, at
felagið ikki longur kann
veita trygd fyri, rakstrinum
av MB-støðini (millum-
bylgjustøðini
blðm.)
í
Akrabyrgi. Støðin er 15 ára
gomul, og hava hvørki
bygningar ella sendiútgerð-
in fingið neyðuga viðlíka-
haldið. Tá støðin varð sett
upp, varð ein rímilig íløga
gjørd í eykalutagoymslu,
men í dag eru sambært FT (
Føroya Tele, blðm.) eingir
eykalutir eftir á goymslu.«
Sama skilið
Sama skilið er við sjón-
varpsendinetinum. Klagur
koma frá hyggjarum, sum
ikki halda seg fáa nóg gott
signal frá Sjónvarpinum.
Og summastaðni er tað so
veikt, at tektsvarpið ikki
riggar. Býlingar eru í ávís-
um bygdum, ið als ikki
síggja Sjónvarp ella síggja
sera illa, sigur Netnevndin í
frágreiðingini.
Og so kemur dómurin
yvir sendaran:
»Høvuðssendarin
á
Húsareyni er 24 ára gamal.
Netið er bygt sum stjørnu-
net, og tað merkir, at sløkn-
ar høvuðssendarin, so ligg-
ur alt netið lamið. FT metir
leysliga, at samlaði kostn-
aðurin av at endurnýggja
høvuðssendaran og umset-
ararnar er millum 8 og 9
mió. kr.«
Hóast Netnevndin mælir
til at útbyggja verandi
sendinet, er ymiskt, sum
bendir á, at hon einki
serligt álit hevur á hesum
gamla, analoga sendinetin-
um og mælir til, at alt verð-
ur digitalt. Tað merkir fyri
vanliga brúkaran millum
annað, at hann verður
noyddur at ogna sær eina
móttøkuboks, sum umsetir
digitala signalið. Ein slík
boks varð í 2004 mett at
kosta umleið 750,- krónur.
Tó eitt er, sum Netnevnd-
in metir vera í lagi. Tað er
tænastan, Útvarpið hevur
til útisetar, sum kunnu
hoyra Útvarp Føroya um
Netvarpið og aðrar tænast-
ur.
Skirvisligt sendinet
skal bøtast
Frágreiðingin, sum Netnevndin hevur latið Vinnumálaráðnum, heldur ikki nógv um sendinetið, sum skal tryggja føroyingum
loftvegis tíðindi. Tað er gamaly og slitið og eigur at verða dagført ella helst skift út, heldur Netnevndin
Øking
í ferða-
fólka-
talinum
Talið av ferðandi
um Flogvøllin
øktist yvir 20% í
mars mánaði, um
sammett verður
verið sama mánað
í fjør
FLOGFERÐSLA
tíðindaskriv
Í mars mánaða í ár
hava tilsamans 12.337
fólk ferðast um flog-
havnina. Hetta er heili
20,7% fleiri enn mars í
fjør,
tá
talið
var
10.219.
Nakað
av
vøkstrinum
stavar
helst frá, at páskini
vóru lutfalsliga tíðliga
í ár, nevniliga í mars,
meðan tey i fjør vóru í
apríl mánaða.
Samlaða ferðafólka-
talið higartil í ár er
30.400 móti 27.525
sama tíðarskeið í fjør.
Hetta svarar til ein
vøkstur uppá 10,4%.
Operatiónirnar, tvs.
fráferðir og komur, í
mars í ár hava verið
347 móti 299 í mars í
fjør. Hetta svarar til
16,1% fleiri enn sama
tíðarskeið í fjør. Hig-
artil
í
ár
hava
operatiónirnar verið
1.032 móti 1.006 í
fjør, ella ein øking
svarandi til 2,6%.
Sambært
upplýs-
ingum, ið floghavnin
hevur fingið frá At-
lantsflog er farmurin
higartil í ár framvegis
væl minni enn sama
tíðarskeið í fjør. Flog-
posturin er farin úr
151.487 kg til 129.139
kg svarandi til eina
minking uppá 14,8%
Annar flogfarmur er
farin úr 106.603 kg til
80.886 kg svarandi til
eina minking uppá
24,1%.
Útgreinaði
hagtøl
finnast
annars
á
heimasíðuni hjá Vága
F l o g h a v n
www.slv.dk/vagar.
Lesið Sosialin - so eru tit við