týsdagur 5. apríl 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 63 - 5. apríl 2005
Grannarnir hjá teim-
um eru teir einastu,
sum eftir tvey umfør
hava fulla úrtøku, og
nú er spurningurin,
um ÍF fer at endur-
taka Skála avrikið frá
í fjør. Tað fer ábend-
ing at fáast um í topp-
dystinum á Skála
næsta vikuskifti
2. UMFAR SAMANUM
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað er torført at spáa og
serliga
um
framtíðina.
Snilda
vendingin
hjá
heimskenda danskaranum
kemur til sín rætt, tá ið tað
skal takast saman um tvey
tey fyrstu umførini í longu
og longdu landskappingini.
Tað mundi undan 2.
páskadegi vera torført at
finna tann, sum segði seg
rokna við, at einasta liðið,
sum eftir tvey tey fyrstu
umførini fór at hava fult
stigatal, fór at vera ÍF, og at
einasta liðið, sum einki stig
fór at hava fingið eftir tvey
tey fyrstu umførini, fór at
vera GÍ.
Men soleiðis er veruleik-
in. GÍ, sum í níti árunum
vann fýra FM heiti á rað,
hevur higartil tapt á heima-
vølli ímóti EB/Streymi og á
útivølli ímóti ÍF. Sunnu-
dagin fara teir at fáa vitjan
av KÍ. Úrslitini hjá GÍ í
tveimum teimum fyrstu um-
førunum fara ikki at gera
uppgávuna hjá KÍ lættari.
Fuglfirðingar stórfegnast
sjálvandi. Í eina fjórðings
øld hava teir fótbóltsliga
verið í skugganum av GÍ,
B68, NSÍ, Skála og EB/-
Streymi og í áttati árunum
var LÍF eisini væl betri enn
ÍF. Nú er tað brádliga ÍF,
sum myndar dagsskránna. Í
tveimu teimum fyrstu um-
førunum hevur ÍF fingið
seks stig. Í fjør var úrtøkan
burturúr átjan umførum
tólv stig!
Eisini í triðja umfarinum
fer avbjóðingini hjá ÍF at
verða ein tann mest áhuga-
verda av øllum, og tað er
einki at siga til, at fótbólts-
lagið er gott í Fuglafirði.
Bilstreymurin um Varma-
keldueið og Gøtueið og út á
Skála fer at verða stórur
sunnudagin!
Spurningurin er, hvussu
leingi fuglfirðingar fara at
verða í barónaseingini.
Eingin kann taka frá teim-
um tað, sum teir hava fing-
ið, og hugburðurin er fram-
vegis eyðmjúkur, men kort-
ini ikki soleiðis, at teir ikki
ætla sær meiri. Teir siga seg
ætla at taka eina uppgerð í
senn, og so fer tað at vísa
seg, hvat fer at spyrjast
burturúr.
Fleiri dømi
Tað er hugaligt og kveikj-
andi fyri landskappingina,
at feløg, sum tað ikki hevur
verið roknað við skulu
finnast millum tey bestu,
óvæntað stinga seg upp
ímillum. Í fjør var tað
Skála, sum gjørdi nógv um
seg. Teir hildu tørn um
oddasessin
fram
ímóti
summarsteðginum, og teir
vóru á bronsuplássinum, tá
ið kapppingin var liðug.
Tað verður altíð roknað
við, at havnarfeløgini skulu
sláa tónan ann saman við
øðrum stórum feløgum -
eitt nú KÍ og NSÍ. Men
royndirnar siga, at ofta er
tað - á sama hátt sum Skála
í fjør - eitt annað felag, sum
stingur seg fram.
Í 2000 var tað VB, sum
stóð fyri tí óvæntaða, og teir
hildu heilt á mál. Í 1993 var
tað GÍ, í 1992 var tað B68,
og í 1989 var tað B71, sum
stóð fyri mest óvæntaða
avrikinum og úrslitinum
higartil í føroysku lands-
kappingini. Tað var eisini
óvæntað, tá ið ÍF í 1979
legði seg framum hini og
vann fyrsta meistaraheitið
til Eysturoynna. Nú fáa vit
at síggja, hvussu tað verður,
tá ið ÍF sunnudagin á Skála
fer at spæla toppdyst.
Skálamenn hava eftir
tvey tey fyrstu umførini
hildið fram við tí, sum teir
stóðu fyri í fjør. Bæði teir
og EB/Streymur eru ósigr-
aðir. Í fjør tóktist tað fram
ímóti
summarsteðginum
sum um, at Skála hevði
trupulleikar við fólkinum,
tá ið skaðar og leikbann
fóru at gera um seg. Hesa
ferð hava teir eisini trupul-
leikar við fólkinum, men
tað eru heilt aðrir trupul-
leikar enn teir, sum góvu
seg til kennar í fjør. Nú
hava teir staðið seg væl,
hóast fleiri av teimum, sum
tað hevur verið roknað við,
ikki eru tøkir. Her verður
hugsað um teir tríggjar út-
lendingarnar,
ið
vórðu
nevndir í upptaktini leygar-
dagin, og so um Alexandur
Johansen, sum ikki hevur
verið at sæð enn, men sum
er veteranur, sum tað verð-
ur roknað við.
Tey gomlu og kendu
Ein annar partur av veru-
leikanum er tann, at klaks-
víkingar enn eina ferð
mistu tvey stig á heima-
vølli. Tá ið KÍ var upp á tað
besta í fimmti og seksti ár-
unum, kom tað so at siga
ikki fyri, at teir mistu í
Klaksvík. Tey seinnu árini
er áður so stinna borgin
vorðin meiri svikalig. Hetta
var fjórða árið á rað, at VB
fekk eitt stig við úr Klaks-
vík, og tað er einki at ivast
í, at tey næstu, sum fara til
Klaksvíkar, fara at halla
meiri til VB konseptið, enn
tey fara at halla til tað, sum
HB vísti í Klaksvík 2.
páskadag. HB leyp treyta-
leyst á og tapti. VB var
meiri varðið og fekk eitt
stig burturúr.
HB var í rætta lagnum í
Gundadali. Felagi og liði
við vinnara hugburði so
átókt, so fingu teir alt.
Sigursmálið skoraðu teir, tá
ið tíðin, sum dómarin hevði
lagt afturat, var mest sum
farin. Sunnudagin skal HB
til Vágs, har tað sum oftast
hevur verið torført hjá
teimum. Úrslitið hesa ferð
verður rættuliga týdningar-
mikið bæði fyri VB og HB.
Tað er lætt at skilja, at teir í
NSÍ iðra seg so miriliga
um, at teir skuldu missa á
stokkinum ímóti HB. Fýra
stig eftir tvær vitjanir í høv-
uðsstaðnum hevði verið
frálíkt, men tað eigur at
bera til hjá NSÍ at liva við
trimum stigum eftir havnar-
ferðirnar.
B36 var á Sevmýri, og
teir fingu bara eitt stig
norður aftur við sær. Tvørá-
menn stríddust sum úlvar á
skóg, og teir tóktust ikki
misnøgdir við, at tað hevði
eydnast teimum at fáa mál-
leysan javnleik ímóti silv-
urvinnarunum frá í fjør.
TB er komið á stigatalv-
una, og tað er B36 eisini.
Men nøgdsemið yvir fyrsta
stigið er neyvan tað sama í
B36 húsinum, sum tað er á
Sevmýri.
Kappingin er tvey umfør
gomul, og tað eru framveg-
is 75 stig at spæla um.
Veðrið hevur verið fínt tey
bæði fyrstu umførini, men
undan vikuskiftinum hótti
veðurmaðurin við kava mitt
í hesi vikuni.
Veðrið ber tað ikki til at
gera nakað við. Um nýggir
spælarar fara at daga fram
tær næstu vikurnar fæst at
síggja.
Ein annar veruleiki, sum
royndirnar undanfarnu ár-
ini siga fer at taka seg upp,
er útskiftingar á beinkinum.
Nú er føroyskur fótbóltur
vorðin partur av vedding-
ini. Okkum er ókent, um
spurningurin, hvør fyrsti
venjarin at fáa sekkin fer at
verða, er komin fram í
nøkrum
veddingarfelag.
Men ivaleyst er hetta ein
spurningur, sum næstu vik-
urnar fer at verða við-
gjørdur millum fótbólts-
hugaðar føroyingar. Í løtuni
bendir yvirhøvur einki á, at
tað fer at verða Petur Sim-
onsen hjá ÍF!
Í triðja umfarinum sær
skráin soleiðis út: VB-HB,
GÍ-KÍ,
Skála-ÍF,
B36-
EB/Streymur og NSÍ-TB.
Gøtumenn eru framvegis sørir
Eftir tvey umfør er ÍF einasta
liðið, sum hevur fult stigatal,
so einki er at siga til, at
fótbóltslagið er gott í
Fuglafirði
Mynd: Jonhard Hammer