Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 5. apríl 2005 21 Atljóða ratinglistin TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen 1. apríl varð feskasti al- tjóða ratinglistin kunn- gjørdur. Eins og seinastu umleið tjúgu árini, er Kasparov ovastur á styrki- listan. Fyri sigurin í Lin- ares herfyri vann hann sær átta ratingstig og hev- ur nú 2812. Kasparov valdi tó sera yvirraskandi beint eftir Linares at gevast á tindin- um og eiga vit tí at venja okkum við, at Anand er sterkasti aktivi telvari í heiminum. Anand, við sínum 2785, hevur mist eitt (1) ratingstig orsakað av heldur soltna úrslitin- um í Linares, sum endaði miðskeiðis í mars. Rat- inglistin verður á hvørjum ári dagførdur í januar, apríl, juli og oktobur. Mest spennandi telvarin í løtuni er 30 ára gamli Veselin Topalov. Hann hevur seinasta árið vunnið seg heilt fram í oddin og hevur nú heili 2778 rat- ingstig. Í bæði Wijk aan Zee fyrr í ár og Linares myndaði hann topp- plássini. Topalov er ein kompromileysur álops- telvari og við hesum stíli hevur hann eisini nógvar fjepparar. Peter Leko hevur eftir sigurin í Wijk aan Zee yvirtikið fjórða plássið frá Vladimir Kramnik. Kramnik hevur havt trý minni góð ár og niður- gongdin tykist ikki at steðga. T.d var Kramnik í januar 2002 skrásettur við heili 2811, men síðani hevur tað bert gingið skeiva vegin og hevur hann nú 2753. Vassily Ivanchuk hevur barst seg fram í toppin aftur og er á einum sætta plássi við 2739. Judit Polgar er framvegis í topp 10, nevnliga á 8. plássi við 2732. Viktor Korchnoi, sum 23. mars fylti 74 ár, er á 96. plássi við 2619. Kor- chnoi er ein søga fyri seg. Hann telvar framvegis sera nógv kring allan heimin og í mun til januar listan, hevur livandi leg- endan vunnið sær tvey ratingstig. Fyri stuttum var hann niðri og vendi á 2568, men seinasta árið hevur hilnast væl hjá hon- um og "Viktor the Terr- ible" er væl omanfyri 2600-markinum aftur. Føroyski toppurin á altjóða listanum 42 føroyingar finnast á altjóða ratinglistanum. FM varð telvað aftaná evstamark fyri apríl listan og verður fyrst tikið við í juli-listanum. Helst verða tað eisini fleiri føroyingar sum tá fáa eitt altjóða ratingtal. Og danska skakligan, sum nógvir føroyingar tóku lut í, verður eisini fyrst tikin við í juli. Til ta tíð er føroyski toppurin helst broyttir nakað. Nevn- ast kann tó, at John Arni Nilssen (2372) nærum við vissu hevur hægsta altjóða tal, eisini í juli. Heini er skrásettur við 2342 og Flóvin Tór Næs sum stríðist fyri at náa 2400 - kravið fyri at fáa IM-heitið — hevur saman við John Rødgaard 2331. Heimselitan — topp 25 1 Kasparov, Garry g RUS 2812 1963-04-13 2 Anand, Viswanathan g IND 2785 1969-12-11 3 Topalov, Veselin g BUL 2778 1975-03-15 4 Leko, Peter g HUN 2763 1979-09-08 5 Kramnik, Vladimir g RUS 2753 1975-06-25 6 Ivanchuk, Vassily g UKR 2739 1969-03-18 7 Adams, Michael g ENG 2737 1971-11-17 8 Polgar, Judit g HUN 2732 1976-07-23 9 Bacrot, Etienne g FRA 2731 1983-01-22 10 Svidler, Peter g RUS 2725 1976-06-17 11 Grischuk, Alex. g RUS 2724 1983-10-31 12 Morozevich, Alex. g RUS 2717 1977-07-18 13 Shirov, Alexei g ESP 2714 1972-07-04 14 Gelfand, Boris g ISR 2713 1968-06-24 15 Bareev, Evgeny g RUS 2709 1966-11-21 16 Dreev, Alexey g RUS 2705 1969-01-30 17 Akopian, Vladimir g ARM 2703 1971-12-07 18 Bologan, Viktor g MDA 2700 1971-12-14 19 Kamsky, Gata g USA 2700 1974-06-02 20 Ponomariov, Ruslan g UKR 2695 1983-10-11 21 Aronian, Levon g ARM 2693 1982-10-06 22 Van Wely, Loek g NED 2687 1972-10-07 23 Motylev, Alexander g RUS 2680 1979-06-17 24 Volokitin, Andrei g UKR 2679 1986-06-11 25 Lautier, Joel g FRA 2678 1973-04-12 Hóskvøldið leiktu kvinn- urnar hjá Neistanum og StÍF ein framskundaðan dyst á Hálsi, og hann gjørd- ist óvæntað spennandi. Gamaní hevði Neistin leiðsluna ein stóran part av dystinum, men í seinna hálvleiki tóku stranda- kvinnur seg inn á Neistan og komu eisini upp á javn- leik. Men tá ið teir 60 minuttirnir vóru leiktir, hevði Neistin vunnið við tí eina málinum, hóast tað stóð á jøvnum minni ein minutt fyri leiklok. Simona Petersen skeyt avgerandi málið hjá Neistanum. Neistin-StÍF 26-25 Neistin: Simona Petersen 7(2), Ása á Neystabø 4, Marjun Tróndarson 4, Annika Thomsen 3, Unn Kragesteen 3, Mildrið Jacobsen 2, Lív Sørensen 1, Jórun Ludvík 1, Mia Káradóttir 1 StÍF: Paula Olsen 9, Rebekka Justinussen 6, Súnfríð B. Jacobsen 6(5), Rósa Johansen 2, Paula Høgnesen 2 Brotskøst: Neistin 3(2), StÍF 8(5) Útvísingar: Neistin 2, StÍF 1 Dómarar: Eyðun Samuel- sen og Andreas F. Hansen Klaksvíkskvinnur fingu enn ein sigur á kontoina, tá ið VÍF sunnudagin var á vitjan í KÍ-høllini. Úrslitið var ein greiður 31-15 sigur til heimaliðið, men av tí at VB vann ein næstan líka stóran sigur í Vestmanna dagin fyri, munaði stór- sigurin hjá Stjørnuni lítið í stríðnum í at fáa málmunin hjá VB aftur. Bestu málskjúttar hjá Stjørnuni vóru Annika Ljósstein og Joan M. Djor- djevic, meðan Ioana Rapa sum vant var besti mál- skjútti hjá VÍF. Vit hava tíverri ikki fingið nakran dómaraseðil úr Klaksvík, so vit fáa ikki gjørt nakað hagtalsyvirlit frá dystinum. tn Neistin-StÍF 26-25: Tepur Neistasigur Stjørnan-VÍF 31-15: Greiður sigur til Stjørnuna Stjørnan vann greiðan sigur, tá VÍF vitjaði um vikuskiftið Mynd: Bárður Lydersen Vágakvinnur tryggjaðu sær sunnudagin ein stórsigur, tá ið Kyndil var og vitjaði á Giljanesi. At Søljan er við í ovara hálvu av kappingini, meðan Kyndil stríðist í niðara endanum, sást eisini aftur á vøllinum, har greið- ur munur var á liðunum báðum. Serliga vóru tað tær báðar Nicoleta Radu Han- sen og Lina Andriulyte hjá Søljuni, ið gjørdu vart við seg og langaðu bóltin í meskarnar hjá Kyndli. Vit hava tíverri ikki fingið nakran dómaraseðil úr Vágum, og tí fáa vit ikki gjørt eitt hagtalsyvirlit um dystin. tn Søljan-Kyndil 30-13 Stórsigur til Søljuna