Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 63 - 5. apríl 2005 Pætur Dam Jacobsen, Skála: - Eitt rættvíst úrslit Ein av nýggju monnunum á liðn- um hjá Skála er ungi havnarmað- urin Pætur Dam Jacobsen, sum sunnudagin var í miðverjuni FÓTBÓLTSPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Pætur segði eftir dystin á Mølini sunnudagin, at eftir hansara tykki var javnleikur eitt rættvíst úrslit. - Tað var ein javnur dystur, men tað vóru ikki nógvir málmøgu- leikar í dystinum, segði hann. Ungi havnarmaðurin er komin inn á Skála úr AB saman við Bjarna Jørg- ensen, og hann dylur ikki fyri, at tað er fitt av muni at spæla í 1. deild í mun til 2. deild. - Tempoið er væl hægri, og markeringar- nar eru nógv tættari, og tú fært sjáldan frið til at hava bóltin, segði Pætur sunnudagin. Sunnudagin var Pætur, sum áðurnevnt, í mið- verjuni, men tað er eing- in loyna, at hann trívist best á miðvøllinum. - Ja, sjálvsagt vildi eg helst verið á miðvøllin- um, men vit mangla fleiri mans í løtuni, og tí var eg í miðverjuni. Eg vil eisini nógv heldur verða har, enn sita úti á beinkinum, segði ein avgjørdur Pætur Dam Jacobsen. - Tempoið er væl hægri, og markeringarnar eru nógv tættari, og tú fært sjáldan frið til at hava bóltin, sigur Pætur um tað at spæla í bestu deildini Mynd: Sofus Fyrsti oddadysturin á árinum var á Eiði sunnudagin, tá ið sundalagsmenn høvdu vitjan av skála- monnum, men á vøll- inum gjørdist tað ong- antíð talan um nakað oddabrak FORMULADEILDIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Bæði heimaliðið EB/- Streymur og gestirnir av Skála høvdu fingið fult í fyrsta umfarinum av For- muladeildini, og tí var talan um ársins fyrsta toppdyst, tá ið hesi bæði lið hittust á Mølini á Eiði sunnudagin. Rættuliga fitt av fólki var eisini komið saman til dystin, men tey fingu ikki serliga nógv fyri pengarnar. Lítið skipað spæl Tað var lítið av tí poleraða fótbóltsspælinum at síggja á Mølini. Serliga í fyrra hálv- leiki var bólturin fyri tað mesta á miðvøllinum, og tað var sjáldan, at nakar vandi var á ferð framman fyri málinum hjá annaðhvørt EB/Streymi ella Skála. Sundalagsmenn vóru rættuliga skerdir til dystin, tí fleiri mans vóru ikki tøk- ir. Eitt nú var toppskjúttin í 1. deild í fjør, Sonni L. Pet- ersen, ikki við, tí hann var sjúkur, og harumframt vóru hvørki Fróði Clementsen, Andrej Pacek ella Hallur Jacobsen við. Eisini Skála manglaði onkrar leikarar. Pappírini hjá nýggju útlendsku spæl- arunum eru enn ikki komin í rættlag, so teir vóru ikki við, og Alexandur Johansen hevur heldur ikki verið at sæð á vøllinum enn í ár. Hvørgin parturin megnaði at fáa gongd á nakað veru- ligt skipað spæl í fyrra hálv- leiki, og teir fáu møguleik- arnir, ið vóru, spurdust aloftast burtur úr tilvildar- ligum hendingum. Naskastu royndini hjá Skála syrgdi liðskiparin, Pauli G. Han- sen, fyri, tá ið hann um miðjan fyrra hálvleik royndi seg við einum góðum skoti, sum Gunnar á Steig í aðru atløgu tó fekk fatur á. Tað var tó heimaliðið, ið hevði størsta møguleikan, og hann fingu teir beint fyri steðgin. Ein bóltur bleiv sparkaður burtur úr verjuni hjá EB/Streymi og uppi í hinum endanum datt bóltur- in fyri føturnar á Hans Paula Samuelsen, sum gjørdist rættuliga leysur áraka brots- teigarmarkið nakað úti í vinstru síðu. Hans Pauli var knappur og royndi seg við skoti, sum brast í stongina og út av vøllinum. Vandamiklir deyðbóltar Eftir steðgin kom eitt sindur meiri bit í liðini bæði, og eina løtu tóktist tað sum um, at skálamenn høvdu hug at taka leiðsluna. Skála hevði yvirvág í spæli fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men teir høvdu ógvuliga ilt við at spæla seg til nakrar opnar málmøguleikar. Ein av or- søkunum til tað vóru væl- leikandi miðverjarnir hjá heimaliðnum, Egil á Bø og Gert Hansen, sum høvdu sera gott tak á einsamalla framherjanum hjá Skála, Jonhard Frederiksberg, ið ongantíð av álvara fekk víst sínar dygdir. Tær ferðirnar, ið vandi var á ferð framman fyri mál- inum hjá Gunnari á Steig, var, tá ið Skála hevði antin hornaspark ella fríspark langt frammi á vøllinum. Tá legði rumenin Iulian Flor- escu bóltarnar heilt inn í sjálvan málteigin, har tjúkt var í fólki, og burtur úr hes- um spurdust fleiri vanda- miklar støður. Tí einu ferð- ina beint eftir steðgin var um reppið, at hetta gav úrslit. Florescu sendi eitt horna- spark úr høgra borði heilt inn í málteigin. Gunnar fekk ikki rættuliga fatur á bóltinum, og ein skála- maður beindi bóltin á kós inn í málið, men á sjálvari málstrikuni fekk Gert Hansen sparkað burtur av vandaleið. Men so hvørt sum seinni hálvleikur leið, kom EB/- Streymur meiri við aftur í dystin. Heimaliðið tóktist vinna yvirtakið á miðvøll- inum, har teir báðir hart ar- beiðandi Knút Vesturtún og Marni Djurhuus stríddust, men hinvegin gekk tað sera striltið at nærkast málinum hjá Skála. EB/Streymur hevði bóltin nógv, men teir megnaðu ongantíð av álvara at leggja trýst á Skála, hóast Hans Pauli Samuelsen sprellaði nakrar ferðir og fekk strítt seg til onkrar hálvar møgu- leikar, sum tó ikki góvu nakað. Samanumtikið kann sigast, at bæði liðini sýndu vantandi hugflog, og dyst- urin var ein ógvuliga typ- iskur "tíðliga í kappingini" EB/Streymur-Skála 0-0: Tamur oddadystur Talan var um ein sera tættan dyst, har málmøguleikarnir vóru fáir í tali, tá EB/Streymur og Skála spældu f FÓTBÓLTSPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Liðskiparin hjá EB/- Streymi, Egil á Bø, var ikki heilt nøgdur við úrslitið sunnudagin. - Tað er ikki nóg gott at fáa javnleik, tá ið vit eru á heimavølli. Hinvegin haldi eg, at sum dysturin var, so er javnleikurin eitt rættvíst úrslit, segði Egil á Bø beint eftir dystin. Spurdur, um tað ikki er ein góð byrjan upp á kapp- ingarárið hjá EB/Streymi at hava fýra stig eftir tveir dystir, sigur Egil á Bø. - Samanlagda úrslitið higartil hevur verið í lagi, Egil á Bø, EB/Streymur: – Ikki nóg gott á heimavølli EB/Streymur-Skála 0-0 EB/Streymur: Gunnar á Steig - Esmar Eiðisgarð, Gert Hansen, Egil á Bø liðsk., Ólavur Poulsen - Hans Pauli Samuelsen, Knút Vesturtún, Marni Djurhuus, Bárður Olsen(Brian Olsen 59.) - Sorin Anghel, Leif Niclasen(Johan á Stongum 79.) Gult kort: Knút Vesturtún 67, Skála: Eugen Voda - Iulian Florescu, Rúni Ras- mussen, Pætur Dam Jacobsen, Bárður Danielsen - Bogi Gregersen(Johannus Mikkelsen 82.), Hanus Thorleifsson, Nenad Stankovic, Pauli G. Hansen liðsk., Bjarni Jørgensen - Jonhard Frederiksberg (Rói Jacobsen 90.) Gult kort: Nenad Stankovic 62, Bárður Danielsen 72. Dómari: Georg Rasmussen Linjuverjar: Jónleif Frederiksen og Regin Egholm FAKTA UM DYSTIN - Samanlagda úrslitið higartil hevur verið í lagi, men á heimavølli skulu vit helst hava trý stig, staðfesti Egil á Bø Mynd: Sofus