Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 5. apríl 2005 23 fyrsta oddadystin á árinum Mynd: Sofus D. Johannesen i HB-NSÍ 2-1 (1-1) 1-0: John Heri Dam, 21. 1-1: Andy Olsen, 45. 2-1: Rúni Nolsøe, 90. HB: Bárður Johannesen - Hans á Lag, Jóhannus Jo- ensen, Rasmus Nolsøe, Janus M. Joensen – Rókur Jespersen (Páll M. Joensen, 82.), Rúni Nolsøe, Kári Nielsen, John Heri Dam – Jákup á Borg, Tór-Ingar Akselsen GK: Janus M. Joensen, 41., Jákup á Borg, 85. NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjálvur Nielsen, Óli Hansen, Viggo Johannesen, Sjúrður Jacobsen – Andy Olsen, Kári Hansen (Áki L. Hansen, 82.), Dánjal Hansen, Jónstein Petersen (Jan Nónklett, 64.) – Ikechukwu Onyema (Jústinus R. Hansen, 71.), Christian Høgni Jacobsen Dómari: Páll Augustinussen: Hevði ikki alla tíðina nóg gott tamarhald á, og tað dróg niður, at samskiftið við hjálpardómararnar ikki alla tíðina var nóg gott. FAKTA UM DYSTIN 1-0: John Heri Dam, 21. John Heri, sum nú aftur er í HB, fær bóltin í brots- teigarhorninum. NSI-verjan bíðar, og so fær nýggi maðurin stundir at smekka til flatt í handara horn, har Jens Martin einans fær hondina á. 1-1: Andy Olsen, 45 Tey flestu – og eisini Bárður Johannesen – bíða helst eftir, at Sjúrður Jacobsen skal royna seg við frí- sparki. Ístaðin smekkar Andy Olsen, sum ikki tykist ætla sær nakað, til. Bólturin strýkur upp í málhorni, og so er 1-1. 2-1: Rúni Nolsøe, 90. Rúni samlar upp, tá Brynjálvur ikki fær stútað nóg væl burtur. Hann sker diagonalt inn í vøllin, og tá NSÍ-verjan áhaldandi bakkar, fær liðskiparin stund- ur at smekka til, og so eru stigini vís hjá HB. MÁLINI dystur, har tað er trupult at fáa eyga á nakað flótandi spæl. Kanska vóru skála- menn við yvirlutan ein part av dystinum, men alt í alt mundi ein málleysur javn- leikur verða eitt ógvuliga rættvíst úrslit av einum ógvuliga tamum dysti. Jens Martin Knudsen stóð í heilan hálvleik sum einsamallur skansi hjá runavíking- um, men eftir 93 minuttir mátti eisini hann geva seg, tá Rúni Nolsøe høgdi avger- andi bóltin í tríkantin FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talvan við tennisvøllin víst 92.20, tá Rúni Nolsøe fekk bóltin miðskeiðis á NSÍ- hálvuni. Staddur nakað til vinstru dróg hann inn í vøllin, og mitt fyri brots- teigin hjá NSÍ langaði hann til. Bólturin ferðaðist beina leið í hornið, og so var dysturin avgjørdur. Trý stig til meistararnar, sum so- leiðis fingu vaskað tapið í premierudystinum av sær. Kanska er tað upp á sítt pláss at tosa í ævintýrakend- um formi í hesum døgum, og tað er púrasta rætt. At HB-áskoðararnir máttu ígjøgnum øgiliga nógv, áðr- enn stigini vóru í HB-hús- inum. Og fyri tað heilt nógva av fyrra hálvleiki, so var eisini líkt til, at HB als ikki skuldi hava nakað sum helst eftir. Bara góð 20 sekund vóru farin, áðrenn Ike fyrstu ferð varð leiktur ígjøgnum HB- verjuna, men hann kipti bóltin sentimetrar framvið málinum. Tað sama var skilið, tá Dánjal Hansen løtu seinni drønstútaði frí- sparksinnlegg skeivu meg- in stólparótina, og yvirhøv- ur var HB um ein háls. NSÍ var í útgangsstøðn- um í eini 4-4-2 skipan, men við einum sera offensivum Jónstein Petersen á vinstra miðvølli broyttist hetta í tíð og ótíð til 4-3-3, har HB verjan ferð eftir ferð varð leikt púrasta tunn. Og hóast HB legði seg á odda, so var NSÍ framvegis klárt betra liðið fyri steðg- in. Einasta hóttanin frá HB var, tá Tór-Ingar setti ferð á, men hann var aloftast ov einsamallur. Men eftir steðgin var alt viðvent. Frá fyrsta sekundi setti heimaliðið nú ferð á, og runavíkingar bakkaðu, bakkaðu og bakkaðu. Onkra tíð mundi vandi vera fyri, at alt liðið skuldi standa á Niðara vølli, men lukkutíð fyri teir høvdu teir Jens Martin í málinum. Landsliðsmálverjin sýndi stóran klassa, tá hann ferð eftir ferð vardi fyri nær- gangandi HB-atsóknum. Rókur og Tór-Ingar høvdu gyltar møguleikar, men líka mikið, hvussu stórir kjans- irnir vóru, so vildi bólturin altso ikki inn. Soleiðis vóru HB-áskoð- ararnir hildnir á pínubeink- inum heilt fram til evstu løtuna. Tá var tað, at Rúni Nolsøe traðkaði fram. Átók sær leiklutin sum match- vinnari, og uttan iva eisini sum dagsins HB’ari. HB-NSÍ 2-1 (1-1): Ein perla bjargaði HB Einki er at taka seg aftur í, at Rúni Nolsøe var í sjeynda himli, tá vit eftir dystin fingu orðið á hann. Við einum dreymamáli í seinastu sekundunum var hann maðurin, sum vissaði HB sigurin, og sjálvur tóktist hann eisini hava ilt við at seta orð á kenslurnar, tá bólturin streyk inn. - Halt kjaft hatta var deiligt. Tú hevur líka sum vant teg við tankan um, at vit bara skuldu hava eitt stig, so at fáa eitt mál so- mikið seint, er bara heilt fantastiskt, segði fegni lið- skiparin. men hóast tað so- leiðis var hann, sum gjørd- ist match-vinnari, so tóktist hann ikki leggja so øgiliga stórt í sín egna leiklut. - Tað er líkamikið við málskjúttunum. Men hasi trý stigini vóru sera týdn- ingarmikil hjá okkum. Ikki minst eftir at vit bara fingu eitt stig í Klaksvík. Um sjálvt málið sigur Rúni, at hann rakti bóltin klokkureint, men at hann tó als ikki var vísur í, at hann streyk í meskarnar. - Jens Martin var heilt nær við at fáa hann, men skotið líkasum skrúvaði út- eftir, og tí gjørdist hann akkurát ov stuttur. Hann hevði jú eisini tikið eina rúgvu av royndum undan hesum, so tað kundi væl verið, at hann eisini skuldi taka hatta skotið. Komu ikki ígongd Um sjálvan dystin helt Rúni annars, at tað tók sína tíð, áðrenn hann og liðfel- agarnir komu ígongd. - Fyrstu løtuna er heilt galið, og vit gera eina rúgvu av persónligum mis- tøkum. Tað var kanska heppið, at teir ikki skora tá, men spakuliga koma vit so inn í dystin. Og sjálvt um tað var sera tungt at fáa eitt mál ímóti beint fyri steðg- in, so haldi eg, at vit sita á øllum øðrum hálvleiki. Var nakað serligt, sum tit broyttu í steðginum? - Nei, slettis ikki. Vit tos- aðu um tingini, og tað vísti seg bara, at menn nú vóru klárir. Vit koma eisini fram til nakrar fúlar kjansir, men Jens Martin sá bara út til at taka alt, sum vit skutu eftir honum, staðfesti Rúni Nolsøe at enda – Uttan at nevna, at tað seinasta skot- ið fekk landsliðsmálverjin altso ikki fatur á. -jm Fantasiskt Trygvi Mortensen er aftur í ár venjari hjá NSÍ, og tó at hann sjálvandi harmaðist seina HB-málið sunnudag- in, so var hann nóg veru- leikanærur til at staðfesta, at sigurin var uppiborin. - Tað er sjávlandi eitt vónbrot at tapa upp á hatta tíðspunktið. Men hyggur tú at dystinum, so var tað nokk í lagi. Vit høvdu so í øllum førum ikki uppiborið at vinna! Fyrstu løtuna var tað annars NSÍ, sum setti dags- skránna, og venjarin sigur eisini, at hann var sera væl nøgdur um avrikið fyri steðgin. - Eg haldi, at vit hava gott tamarhald á dystinum ta løtuna. Og vit kunnu eisini væl skora bæði eitt og tvey mál ta løtuna. Og eisini eft- ir at teir skora, megna vit at reisa okkum. Og tá vit so fáa eitt mál beint fyri hálv- leik, skuldu vit av álvara verið við. Men tað var júst tað, sum ikki hendi. Frá fyrsta bríksli av seinna hálvleiki vórðu runavíkingarnir trýstir í botn, og venjarin helt eisini, at teir ikki stóðu nóg væl eftir steðgin. - Vit tosa annars um, hvat vit skulu halda fast um í seinna hálvleiki, men vit detta bara alt ov langt aftur á vøllin. Teir eru tá væl betri enn vit, og teir høvdu so sanniliga eisini møgu- leika at avgera dystin. Jens Martin heldur okkum tó inni, men tað er keðiligt, at vit soleiðis bakka undan Rúna hatta seinasta álopið. Vit vit, at hann hevur eitt gott skot, og tað fingu vit so eisini at síggja. Nøgdur um trý stig Men hóast tapið sunnudag- in, so staðfestir Trygvi Mortensen, at hann er væl nøgdur um byrjanina, sum runavíkingarnir hava havt í landskappingini. - Vit fingu tveir sera truplar dystir at byrja við, og trý stig móti nummar eitt og tvey frá í fjør er ikki heilt burturvið. Var talan um fýra seg, so var eg sera fegin, men trý stig er so sanniliga eisini í lagi, stað- festir hann, áðrenn hann at enda kemur við eini lítlari ávaring. - Men vit skulu so sanni- liga ansa eftir, at vit ikki detta í nakra grøv nú. TB kemur á vitjan, og tað er als ikki víst, at tann dysturin verður so lættur, sum fleiri vilja gera hann til. Tað ræður um at taka hvørja uppgávu í álvara, staðfestir NSÍ-venjarin. -jm Nøgdur hóast alt men á heimavølli skulu vit helst hava trý stig. Eg haldi annars ikki, at dysturin í dag var serliga væl leiktur. Vit høvdu tó møguleikarnar til at fáa eitt avgerandi mál, men tað var ikki nóg mikið, segði Egil á Bø.