Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 63 - 5. apríl 2005 Hetta verður gjørt aftur Vektin avger- andi Fish Fairkappingin varð skipað soleiðis, at bert vektin og tíð- in vóru avgerandi fyri endaliga úrslit- ið. Aldurin hevði einki at siga, og av tí at mannfólk og konufólk ongantíð róðu ímóti hvørjum øðrum, hevði kyni heldur einki at siga fyri endaligu tíðina RÓGVING Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Myndir: Havnar Róðrarfelag Frá kl 8-10 vórðu allir luttakandi rógvarar vig- aðir. Eftir at teir høvdu róð, var tíðin faldað við einum sonevndum »vektjusteringsfaktori«, ið hevur til endamáls at líkastilla tungu og løttu rógvararnar. Hetta er ein aljóða skipan, ið er ógvu- liga gjølla roknað út. Tað var gjørt, tí, sum fyrireikararnir søgdu, – Á fjørðinum skal ein tungur rógvari toga nógv meiri í árina enn ein lættur, fyri at rógva sína egnu vekt innaftur. Í bátinum hevur aldurin einki at siga, og vit valdu at gera kapping- ina so trúgva ímóti van- liga kappróðrinum, sum gjørligt. Av tí, at róðrarfólki fyrst róðu, og tíðin síðani varð faldað við vektju- steringsfaktorinum, broyttust endaligu plaser- ingarnar ofta nógv. Fyrst vóru reellu tíðirnar kunn- gjørdar, men tá vektin síðani kom inn í myndina, hendi tað meiri enn so, at tungir rógvarar, ið komu fyrstir á mál, endaðu nógv longri afturi, tá vektin varð tikin við. Og eisini umvent, at lættir rógvarar ofta endaðu afta- liga í fyrsta umfari, men komu nógv pláss fram, tá fyrimunurin av at verða lættur varð tikin við. Í Runavík høvdu Eyðun Jensen, Ingvard Hansen og Sølvi Reinert Hansen til uppgávu at rokna vektjusteringsfaktorin út. Teir høvdu samstundis ábyrgdina av, at alt tað tekniska gekk sum tað skuldi. – Kappingin eydnað- ist sera væl, og tað er heilt víst, at vit, um somu tíð í komandi ári, fara at skipa fyri eini innandura rógvi- kapping afturat, søgdu fyrireikararnir, beint eftir at kapp- ingin var liðug KAPPRÓÐUR Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Myndir: Havnar Róðrarfelag Sámal Hansen og Hilmar Sam Lamhauge, sum eru høvuðsfyrireikararnir av kappingini, søgdu seg hava prátað leingi um at skipa fyri eini slíkari kapping, men at tað ongantíð varð blivið til nakað. – Vit hava hugsað um at skipa fyri eini slíkari kapp- ing leingi, og beint eftir kappingina í Havn kunn- gjørdu vit eisini, at vit fóru at taka um endan. Síðani tað hava vit arbeitt við hesi kappingini, og burtursæð frá tveimum smáum tekn- iskum brekum í byrjanini, hevur alt gingið upp á stás, søgdu teir, beint eftir at kappingin var liðug. 170 luttakarar Í mun til kappingina í Havn, vóru nærum dupult so nógvir luttakarar í Runa- vík. Umleið 170 ymiskir rógvarar róðu, og flestu teirra róðu fleiri ferðir. – At luttøkan gjørdist so stór er heilt víst av tí, at kappingin í Havn eydnaðist so væl. Tað var fyrstu ferð í nýggjari tíð, og fólk skuldu líkasum kanna hvat tað var fyri nakað, áðrenn tey tordu at melda til. Og eg vænti, at luttakaratalið bert fer at økjast fyri hvørja ferð, ein slík kapping verður hildin, sigur Sámal Hansen. Sámal og Hilmar Sam halda, at tað er ov leingi hjá kappróðrarfólki at bíða eftir kapping heilt frá ólavsøku til norðoyastevnu. – Allar størsti parturin av róðrarfólkinum byrjar at venja einaferð beint eftir jól. Og tey ordiliga seriøsu byrja kanska í november. Tá er tað alt ov leingi at skula bíða eftir norðoyastevnuni í juni, staðfesta teir. Og teir halda, at kapping- arnar, sum hava verið higartil í ár, hava ligið sera væl. Í januar er venjingin byrjað hjá teimum flestu, og í apríl áttu bátarnir at verið mannaðir, og verið væl fyri kroppsliga. Eftir ólavsøku vilja tey flestu hava ein steðg frá venjingini, og tí er tað ov skjótt at hava slíkar kappingar fyri jól. Gott samstarv Men at fáa alt at glíða, tá 170 luttakarar skulu rógva er ikki heilt ómakaleyst, og teir báðir siga, at teir hava fingið sera góða hjálp frá hinum róðrarfeløgunum. – Til eina slíka kapping skulu vit nýta einar 40 maskinur. 10 at kappast á og einar 30 at hita upp í, og tað er givið, at einki felag eigur so nógvar maskinur. Var einki samarbeiði, ja, so var heldur eingin kapping, sláa teir fast. Og teir fegn- ast um, at øll kappróðrar- feløgini taka so væl undir við kappingunum, og stuðla so væl. Umframt maskinurnar, siga teir, at tað kostar at skipa fyri eini so stórari kapping. Kappingin í Runavík hevði heitið »North Atlantic Fishfare«, sum eisini var høvuðsstuð- ul av kappingini. – Tað er ókeypis at lut- taka, og vit hava tikið 20 kr frá hvørjum áskoðara, so fíggingin til kappingina má koma onkra staðni frá. Tí var tað gott at fáa ein so góðan stuðul. Men teir vóna, at tað ikki verður neyðugt at vera bundin av stuðlum leingi afturat. – Um Róðrarsambandið fær borið so í bandi, at innandurakappingarnar í rógving verða FM-kapp- ingar, so koma vit undir ÍSF. Og so hava vit rætt til ein ávísan stuðul frá teim- um. Tað hevði sjálvandi verið tað besta, tí hetta kostar nógv, siga teir. At enda sláa teir fast, at tað heilt víst verður innan- durakapping í rógving í Runavík komandi ár eisini. Sámal Hansen, fyrireikari, vann kappingina fyri veter- anar menn, og kona hansara Oydis Hansen vann veteran- kappingina hjá kvinnum Fish Fair kappingin í Runavík Bert tvær kvinnur róðu 2000 m. Vinnarin gjørdist Súsanna Skylv frá Róðrarfelagnum Knørri. Stafettirnar vóru sera spennandi, og fingu veruliga áskoðararnar upp úr stólinum. Tað varð rópt, sum undir einum veruligum kappróðri. Í stafettini fyri 6-mannafør við monnum gjørdist Gongurólvur vinnarin Allar maskinurnar vóru settar til eina teldu, sum varpaði róðurin upp á ein stórskíggja. Á henda hátt bar væl til hjá áskoðarunum at fylgja við ymisku »bátunum«. Eisini sást meðaltíðin pr. 500 metrar hjá hvørjum rógvara á skíggjanum