Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-05, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 5. apríl 2005 25 Jón Rosenblad setti: Nýtt persónligt met Eisini róðrarkempan og jyllandsmeistarin, Jón Rosenblad, var komin heim at lut- taka í Fish Fairkapp- ingini. Hann megnaði at sláa gamla metið við nærum tveimum sekundum RÓGVING Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Myndir: Havnar Róðrarfelag – Hetta hevur verið ein góð kapping og tað tekniska hevur verið minst líka gott ella betri enn støði á kapp- ingunum niðri, segði Jón Rosenblad eftir kappingina. – Men, legði hann afturat, – eg sakni fleiri áskoðarar. Nógv venjing Jón Rosenblad, sum er jyl- landsmeistari og fimtbestur í øllum Danmark, var um vikuskiftið bert komin heim at rógva í Runavík. Fish Fare stuðlaði honum við eini ferð, og tað má sigast at verða væl nýttir pengar, tí Jón megnaði at sláa persónliga metið, sum hann setti í kappingini í Havn. Tá var tíðin 6.11.1, og tíðin hann hevði í Runa- vík var 6.09.5. – Vit venja hart og mið- víst niðri nú. Ætlanin er at fara í bátarnar í mei, men enn er ikki avgjørt hvørjum báti eg skal rógva við. Bát- arnir niðri kunnu jú ikki samanberast við føroysku bátarnar, so eg má taka mær tíð at læra alt frá grundini aftur, greiðir Jón frá. Tey, sum høvdu glett seg at sæð Jón kappast í einum donskum báti, mugu geva tol. – Eg ætli mær slett ikki at kappast í ár, men bert at læra meg teknikkin, og byggja alt upp. Men hóast eg ikki fari at gera nakað um meg komandi tíðina, so fari eg ikki at gevast enn, men tvørturímóti at venja hart. Málið er at koma á ein single-scullara, sigur Jón. Føroyingar bangnir Spurdur um innandura- kappingarnar, sum hava verið í Havn, heldur Jón, at tær hava ógvuliga stóran týdning fyri føroyska kapp- róðurin. – Hesar kappingarnar eru alt avgerandi, tí tær gera kappróðurin til ein heilárs ítrótt. Og eg eri als ikki samdur við tey, ið siga, at maskinurnar og føroyski báturin eru hvør sín ítróttur, heldur Jón. Hann heldur tó, at fleiri rógvarar áttu at hildið seg fram at. – Alt ov nógvir rógvarir vilja ikki melda seg til slík- ar kappingar, tí teir eru bangnir at vísa seg fram, soleiðis at øll koma at síggja júst hvat teir megna, heldur Jón. Til munin á kappingini í Havn og kappingini í Runa- vík heldur Jón, at báðar kappingarnar hava sína styrki. – Tað ger einki um kapp- ingarnar ikki verða skipaðar á sama hátt. T.d. róu allar manningarnar ímóti øllum í stafettini í Havn, meðan tað her var býtt upp í 5- mannafør gentur, 5-manna- før dreingir o.s.fr. Men av tí at kappingin í Havn liggur í januar mánað, so ger tað einki, at tað kanska verður eitt sindur stuttligt og øðrvísi. Í apríl eiga bátarnir at verða mannaðir, og eg haldi tað vera gott, at enda- bresturin av innandura- rógvingini, fær aktuellu manningarnar at kappast, sigur Jón at enda. Eingin ivi var um, hvør gjørdist vinnarin av 2000 metra kappingini hjá monnum. Jón Rosenblad var nógv fremstur, og hann sló eisini sítt egna met. Tíðin var 6.26.03. Í kappingini í Havn róði hann 6.11.01, og í DM róði hann 6.11.02 Nógv flestir luttakarar høvdu meldað seg til 2000 metra kappingina fyri menn, sum eisini varð róð í 6 umførum. Fyrireikararnir royndu at bólka umførini eftir styrki, soleiðis, at tey skuldu gerast so jøvn sum gjørligt Havnarbáturin gjørdist nr 2 í stafettini fyri 10-mannafør