Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 5. apríl 2005 27 strongt, og tá ið mótstøðumenninir so fáa mál, kennist heimabrekkan uppaftur brattari og møðsamari. Í fjør heil og hálvkiksaði tað seks ferðir á heimavølli hjá KÍ, og tað kostaði pláss í oddastríðnum, og tað eru fleiri dømi um, at fleiri javnleikir á heimavølli hava kostað KÍ meistaraskapin. Henda sjúkan spøkti sunnudagin fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Um tað hevði havt eydnast KÍ at fingið mál, tá ið teir fyrstu løtuna høvdu tveir risa møguleikar, so hevði tað ivaleyst havt tikið seg heilt øðrvísi upp. Eftir tríggjar minuttir og aftur eftir eitt korter var Hjalgrím Elttør leysur á málteigar markinum, men báðu ferðirnar sendi hann við síðuna av málinum, og so var linjan løgd. Saman við álopsspælarunum báðum hava miðvallararnir báðir í borðunum ógvuliga stóra ferð, men økið at renna á var lítið, og tað tóktist bera illa til við neyva og stutta samanspælinum og dragingunum og sneiðingunum, sum tað er neyðugt at duga í sovornum førum. Fyri at skapa størri tyngd í vórðu báðir álopsmenninir skiftir út, men tað var kanska at rokna við ov nógvum frá ungu monnunum, Juliani Samuelsen og Kristoffuri Jacobsen, at teir skuldu loysa álopsknútin, sum var vorðin so fastur. Tá ið fimm minuttir vóru eftir, veitti VB málverjin klaksvíkingum ta hjálpina, sum skuldi til. Kristoffur Jacobsen tóktist ætla at verja bóltin út til hornaspark, tá ið VB málverjin rendi hann um koll á baklinjuni og úti við brotsteigar markið. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og Atli Danielsen, sum ofta hevur sæð betri dagar enn hesa ferð, var tryggur úr ellivu metrum. Síðstu løtuna kappaðist KÍ við klokkuna. Vágbingar megnaðu at halda tørn, og tað fegnaðust teir yvir, hóast teir kundu havt fingið alt, tá ið heimaliðið hvørki sýndi hugin, viljan ella styrkina, sum hevði nógv at siga, tá ið teir í fyrsta umfarinum fingu fult ímóti HB. Myndatxt Síðstu løtuna kappaðist KÍ við klokkuna. Vágbingar megnaðu at halda tørn, og tað fegnaðust teir yvir Mynd: Bárður Lydersen ka kyknað upp aftur KÍ hugburðurin ikki nóg góður KÍ vongverjin roknar við, at tað fara at verða fleiri uppgávur á heimavølli av tí slagnum, sum teir høvdu á skránni ímóti vágbingum KÍ SPÆLARIN Jóannes Hansen Eyðun Klakstein hevur alla sína tíð verið millum framrættaðu KÍ spælarar- nar. Í tveimum teimum fyrstu umførunum í hesum kappingarárinum hevur hann verið vongverji í vinstru, og hann hevur staðið seg væl — bæði ímóti Jákupi á Borg hjá HB og ímóti Poul N. Poul- sen hjá VB. - Tað er venjarin, sum ger av, hvør skal spæla á hvørjum plássinum, og fyri meg kennist tað ikki sum trupulleiki at vera vongverji. Saknar tú ikki at vera við í álopunum? - Tað ber til at fara fram- við onkra ferðina, men álopsparturin er ikki tann primeri hjá vongverjunum. Í verjuni haldi eg, at vit høvdu hampuliga gott tak á tí, men vágbingar vóru vandamiklir onkra ferðina. Tað var ikki meiri, enn at tit fingu mál og harvið eitt stig? - Nei, og eg minnist nógvar dystir, sum hava tikið seg soleiðis upp, sum hesin gjørdi tað. Fyrri parturin av fyrra umfarin- um er sera avgerandi. Um vit ikki fáa mál lutfalsliga skjótt, so fer tíðin at arbeiða ímóti okkum. Hvat heldur tú um tykk- ara avrik hesa ferð? - Vit livdu ikki upp til avrikið ímóti HB. Hug- burðurin var ikki so sann- førandi hesa ferð. Tað rest- aðu tey 10-15 prosentini, sum skulu til, um vit skulu hava yvirskotið, ið skal til. Vágbingar vóru knáir? - Teir fingu eitt stig, og tað rokni eg við, at teir vóru nøgdir við. Men eg má siga, at tað er alt annað enn hugaligt at spæla, tá ið mótstøðuliðið nýtir taktikk- in, sum VB brúkti í Klaks- vík. At pakka seg og dúva upp á langar sendingar og upp á at tíðin skal dragast út við øllum hugsandi lótum, vil eg kalla anti fótbólt. Úrslitið boðar frá, at teir nýttu effektivt vápn? - Tað mugu vit bara staðfesta, og eg rokni við, at vit fara at fáa fleiri avbjóðingar á heimavølli, sum fara at líkjast hesari. Michael í Lágabø sig- ur seg rokna við, at teir høvdu havt fingið øll stigini, um teir ikki høvdu gjørt óneyðugt brotsspark, og hann hevur gott mót undan HB vitjanini VB SPÆLARIN Jóannes Hansen Hevði eitt stig staðið vágb- ingum í boði undan ferðini til Klaksvíkar, so høvdu teir tikið av. Eftir vitjanina í Klaksvík vóru vágbingar vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at fáa øll stigini. - Vit høvdu takið á teim- um, og eg dugi illa at ímynda mær, at teir høvdu havt fingið mál, um vit ikki høvdu havt givið teimum púra óneyðugt brotsspark. Tí harmast vit um, at tað ikki eydnaðist at fáa øll stigini. Vit høvdu eisini onkran annan málmøgu- leika enn brotssparkið. Tá ið Símun Samuelsen sendi framvið málverjanum, ivaðist eg ikki í, at bólturin fór í málið, men tíverri bjargaðu teir á strikuni, sig- ur VB miðverjin Michael í Lágabø. Hvussu ert tú nøgdur við tykkara avrik? - Talan var um uppstill- ing ímillum 4-3-3 og 4-5-1. Tað riggaði væl í álopspart- inum. Eg havi spælt ofta í Klaksvík, og eg dugi ikki at minnast, at teir hava verið so tamir har norðuri, sum teir vóru tað hesa ferð. At teir hava skorað fýra mál ímóti HB, tað dugi eg illa at skilja, og tað átti at givið okkum mót undan HB vitjanini næsta sunnudag, heldur Michael í Lágabø, sum kortini vísir á, at tað ivaleyst hevði myndast heilt øðrvísi, um teir báðir góðu møguleikarnir, sum KÍ fekk beinanvegin, høvdu borið mál við sær: - Tað eru ikki so nógvir møguleikar í bestu deild- ini, so tað er neyðugt at fáa nyttu burturúr, tá ið teir koma. At Hjalgrím tvær ferðir úr rættuliga góðum støðum sendi við síðuna av málinum var lukkan hjá okkum. Um hann hevði havt fingið mál, hevði tað ivaleyst myndast heilt øðr- vísi. Hesa ferð var avrikið hjá okkum heilt øðrvísi, enn tað var tær báðar ferð- irnar ímóti ÍF, og tað skulu vit byggja uppá, heldur Michael í Lágabø. Vágbingarnir vóru vónbrotnir KÍ-VB 1-1 (0-0) 0-1: Milan Kuljic (br), 62. 1-1: Atli Danielsen (br), 85. Dómari: Dagfinn Olsen KÍ: Mattias Samuelsen - Leon Bjartalíð, Niclas Niclasen, Jan Andreasen, Eyðun Klakstein - Arn- hold Joensen, Høgni Madsen, Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni - Erling Fles (Kristoffur Jacobsen, 69.), Hjalgrím Elttør (Julian Samuelsen, 77.) Gult kort: Mattias Samuelsen VB: Bjarni Johansen - Mortan úr Hørg, Anders Sør- ensen, Michael í Lágabø, Kári í Lágabø - Poul N. Poulsen, Evrad Ble, Milan Culic, Símun Samuelsen (Jón K. Poulsen, 86.) - Nenad Zivanovic, Dan Djur- huus Gult kort: Mortan úr Hørg FAKTA UM DYSTIN