týsdagur 5. apríl 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 63 - 5. apríl 2005
Moralurin er í toppi
ÍF liðformaðurin
heldur hetta vera
heilt hugaligt, men
hann vil hava allar
armarnar niður
aftur sum skjótast, tí
annars fer einki at
spyrjast burturúr á
Skála
ÍF SPÆLARIN
Jóannes Hansen
Eyðolvur R. Petersen er
liðformaður í Fuglafirði.
Um hann skal taka ímóti
FM steypinum eina ferð í
oktober vil hann einki tosa
um.
- Árið er langt. Tað eru
75 stig eftir at spæla um,
og tað er týdningarmikið
hjá okkum at hava fokus á
næstu uppgávuni. Tað
verður á Skála nú sunnu-
dagin. Tá fara vit eftir
sigrinum, men tað er heilt
víst, at vit fara einki at fáa,
um vit ikki fáa armarnar
upp á pláss aftur nú bein-
anvegin. Sjálvandi kennist
tað ógvuliga hugaligt, at
vit hava fingið seks stig
eftir tvey tey fyrstu umfør-
ini, og vit skulu taka góðu
royndirnar við okkum,
men einki kemur av sær
sjálvum, og vit skulu
stríðast fyri søkini.
Hvussu ert tú nøgdur við
tykkara avrik?
- Eina løtu fyrsta partin
av 2. hálvleiki sparkaðu
vit ov nógv og spældu ov
lítið. Men annars haldi eg,
at tað var á góðari leið.
Hvussu ber tað til, at tað
gongur betri nú, enn tað
gjørdi í fjør?
- Eg haldi fleiri orsøkir
eru til tað. Í fjør var tað
sera órudduligt. Vit skiftu
venjara, og nógvar broyt-
ingar vóru á liðnum, tí vit
fingu nýtt fólk mitt í árin-
um. Nú hava vit eitt gott
lið. Tað hevur havt týdn-
ing, at Poul Ennigarð er
komin í verjuna. Símun
Eliasen
fyllir
væl
á
miðvøllinum, og vit kenna
teir báðar álopsspælarar-
nar betri, enn vit gjørdu í
fjør. Teir eru sera stinnir,
heldur Eyðolvur R. Peter-
sen.
Tú gjørdi sjálvmál?
- Ja, eitt flott mál! Eg
helt satt at siga, at eg var
longri úti, enn eg var.
Ætlanin var við høvdinum
at leggja aftur til Allan
Joensen í málinum, men í
staðin fór bólturin í bleyt-
um boga upp um hann og í
málið. Tað var gott, at
hatta ikki kostaði sigurin!
At royna afturlegging í
so trongdari støðu boðar
frá sjálvsáliti?
- Ja, hatta var kanska
ikki so skilagott, tí har
vóru nógvir kring meg, og
onkrir róptu, at tað var
rangstøða. Men vit hava
sjálvsálit, og venjarin vísir
okkum álit. Moralurin er
góður, og tað er gott
grundarlag at byggja á.
Hóast tað als ikki var
nóg gott, so halda
teir í Gøtu, at avrikið
hesa ferð var frægari,
enn tað var í fyrsta
umfarinum, og teir
siga seg ikki hava
mist mótið
GÍ SPÆLARIN
Jóannes Hansen
Tað stendur einki til í
Gøtu. Eftir tvey tey fyrstu
umførini eru teir einsa-
mallir á aftasta plássinum.
GÍ hevur einki stig. Undan
kappingarbyrjan hevði tað
kanska ikki verið mett at
vera av leið at rokna við,
at teir fóru at hava fulla
úrtøku eftir tvey tey fyrstu
umførini.
- Nei, tað hevur ikki ver-
ið nóg gott. Í fjør hilnaðist
tað illa. Vit hava roknað
við og væntað, at tað fór at
ganga væl betri í ár, og tað
gera vit framvegis. Men
higartil hava vit tapt tvær
ferðir.
Tað sigur Áslakur R.
Petersen, sum er fuglfirð-
ingur og býr í Fuglafirði. Í
fleiri ár hevur hann verið á
GÍ liðnum.
Hví er úrtøkan so lítil?
- Tað er tí, at tað hesa
ferð fóru ov nógv mál
ígjøgnum hjá okkum. At
fáa trý mál á útivølli átti at
havt verið nóg mikið til at
fáa stig burturúr, men tað
var tað ikki hesa ferð. Eg
haldi, at avgerandi løtan
var, tá ið teir fingu triðja
málið. Vit høvdu akkurát
javnað til 2-2, og vit trúðu
upp á tað. So kom framm-
legging við kós ímóti
okkara máli. Hans Pauli
var óheppin, tá ið hann
royndi at stýra bóltinum
við høvdinum. Hann bara
snittaði bóltin, og so varð
Magni á Lakjuni púra
leysur.
Beiggi tín hjálpti tær?
- Ja, Eyðovur skoraði
sjálvmál, og í útvarpinum
søgdu teir, at tað var eg,
sum hevði gjørt málið! Eg
hugsaði ikki so nógv um
tað, men nú tú spyrt, so
haldi eg, at Eyðolvur
spældi væl. Hann hekk í
hvussu so er væl uppi í
Popczynski.
Kundi tú ikki hugsað tær
at verið partur av ÍF og
harvið verið á toppinum í
staðin fyri í botninum?
- Eg havi í fleiri ár verið
í Gøtu. Har dámar mær
væl, og vit rokna allir við,
at stigini fara at koma, og
at botnplássið harvið fer at
verða skift út. Avrikið hesa
ferð var betri enn ímóti
EB/Streymi. Nú eiga vit
heimavøll ímóti KÍ. Tað
verður torført, men vit
hava avgjørt møguleikan,
heldur GÍ spælarin Ás-
lakur R. Petersen.
Trý mál á útivølli áttu
at verið nóg mikið
Við uppleggi og máli
gjørdist innskifti
Magni á Lakjuni at
enda høvuðsmaðurin
millum óføru fugl-
firðingarnar, tá ið tað
fyri fyrstu ferð í seytj-
an ár eydnaðist at
senda gøtumenn
tómhentar út um
Eiðið
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað man vera langt síðani,
at fótbóltshugaðu fuglfirð-
ingarnir eru farnir av plen-
uni og til hús at fáa sær
seinnapartskaffi við so
góðari kenslu, sum teir
høvdu orsøk at hava sunnu-
dagin.
Fyri fyrstu ferð í seytjan
ár hevði ÍF vunnið á grann-
unum fyri uttan Eiðið, og
fyri fyrstu ferð í eina fjórð-
ings øld er ÍF einsamalt
oddalið í bestu deildini. Og
harafturat høvdu ÍF við-
haldsfólkini verið eygna-
vitni til uppgerð, sum hevði
verið rættuliga undirhald-
andi.
Á sentrala ÍF miðvøllin-
um høvdu Høgni Zachari-
assen og Símun Eliasen
verið oman á mótstøðu-
monnunum, og útlending-
arnir í ÍF álopinum strídd-
ust, dugdu væl við bóltin-
um og sýndu gott hugflog.
Fyrstu løtuna í seinna
umfarinum, eftir at ÍF verj-
an hevði verið rættuliga gá-
loysin, og Súni Olsen við
brotssparki hevði javnað
fyri gestirnar, var tað eitt
sindur órudduligt. Men so
gjørdist undirhaldsvirðið so
høgt, sum tað sjáldan er.
Fyrst og fremst tí tað varð
so stutt millum málini, og tí
møguleikarnir vóru nógvir.
Serliga ÍF var vandamikið,
tí GÍ noyddist at sleppa alt
meiri í verjupartinum í
royndini at fáa fyrsta stigið
á árinum.
Tað eydnaðist ikki. GÍ
hugflogið var einki serligt,
og heimaliðið stóð seg
manniliga í verjuni, har
gøtumaðurin og fyrrver-
andi GÍ liðformaðurin,
Poul Ennigarð, var millum
teir stinnastu.
Úrslitið var 4-3, men tá
ið ÍF liðformaðurin, Eyð-
olvur R. Petersen, hevði
verið í gávuhýri og við
høvdinum hevði stýrt bólt-
inum í sítt egna mál, var
bara ein minuttur eftir av
tíðini, sum Eiler Rasmus-
sen hevði lagt afturat. Ta
løtuna vísti Magni á Lakj-
uni, hvussu stóran týdning
hann hevur fyri sítt lið. Tá
ið ÍF hevði givið bóltin
upp, fór Magni við honum
fram í vinstru. Ætlanin hjá
honum var at varðveita
hann har, so eingin skaði
spurdist burturúr í hinum
endanum, og tað eydnaðist,
hóast tríggir mótstøðumenn
vóru kring hann.
Góð ÍF mál
Bara eitt mál kom undan
steðginum. Tað stútaði ÍF
miðvallarin í høgru, Hanus
Eliasen, eftir gott horna úr
vinstru frá Gunnari Niel-
sen, sum saman við Sylla
var sera væl upplagdur á
toppinum.
Uppløgdu møguleikarnir
vóru ikki so nógvir í 1.
hálvleiki. ÍF legði gramm-
ari fyri, men sum hálvleik-
urin leið hevði GÍ hug at
taka betri partar fyri seg.
Popczynski var í 1. hálv-
leiki ofta afturi á miðvøll-
inum fyri at fáa skil á sam-
anspælið, sum tað annars
knípti hjá GÍ at fáa skil á.
Súni Olsen var á toppinum,
og viðhvørt tóktist tað sum
um, at ÍF verjan ikki hevði
hann í nóg stuttum tjóðri,
men hann gjørdist ongantíð
vandamikil undan hvíldini.
Tríggjar minuttir eftir
steðgin var ÍF tjóðrið ov
langt. Eftir GÍ framlegg úr
høgru gjørdist Súni Olsen
blankur
frammanfyri
tríggjar reyðar, og tá ið
hann skuldi skjóta, varð
hann trýstur niður.
Hjá fuglfirðingum, sum
so ofta hava verið snýttir av
GÍ, mundi hetta kennast
sum vátur vøttur, men ÍF
fótari sær. Magni á Lakjuni
varð settur á miðvøllin í
vinstru, og hann setti ikki
fótin skeivan eina tí einastu
ferðina. Hann legði fram til
Sylla, sum í vinstru sneiddi
seg leysan og smekkaði til.
Hallur Hansen hálvbjarg-
aði, og so var Gunnar Niel-
sen fyrstur á returinum.
Popczynski syrgdi fyri, at
vónin hjá GÍ helt eina løtu
afturat. Eftir álop í høgru
og eitt sindur av trýsti,
smekkaði hann til úr seytj-
an metum. Bólturin tók í
ein av verjuspælarunum og
snýtti Allan Joensen, og so
var tað aftur javnt.
So var Magni á Lakjuni
ÍF-GÍ 4-3 (1-0):
Tað sum vendi niður
Fuglfirðingar eru í óvandari støðu. Teir eru einasta liðið, sum enn hevur fu
grannarnir úr Gøtu