Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 5. apríl 2005 29 aftur upp á spæl. Eftir inn- legg úr høgru, sum snittaði skallan á GÍ verjuspælara, heilfluktaði veteranurin við handara stólpan og í málið. Rómurin var stórur, og hann fekk eina tonn afturat, tá ið Hanus Eliasen, sum var væl upplagdur í 2. hálv- leiki, sneiddi tveir av, fór til baklinjuna í høgru og legði til handara stólpan, har Sylla tveitti seg fram og stútaði til 4-2. ÍF sjálvmálið pyntaði um støðuna hjá GÍ, men tað gjørdist ikki til meiri enn pynt. Gøtumenn fóru til hús við ongum, og fuglfirðingar sólaðu sær í, at teirra lið eftir tvær tær fyrstu royndirnar hevur fult stigatal. vendir nú upp ult, og í øllum førum eru teir – sum myndin vísir – væl hægri enn Mynd: Jonhard ÍF-GÍ 4-3 (1-0) 1-0: Hanus Eliasen 40. 1-1: Súni Olsen br 50. 2-1: Gunnar Nielsen 70. 2-2: Krzystof Popczynski 75. 3-2: Magni á Lakjuni 78. 4-2: Silva de Sylla 83. 4-3: Eyðolvur R. Petersen sjálvmál 90. Dómari: Eiler Rasmussen ÍF: Allan Joensen — Eyðolvur R. Petersen, Poul Ennigarð, John Thomsen, Fritleif í Lambanum — Hanus Eliasen, Símun Eliasen, Høgni Zachariassen, Rúni Elttør (Magni á Lakjuni, 68.) — Gunnar Niel- sen (Bartal Eliasen, 86.), Silva de Sylla (Atli Petersen, 90.) Gult kort: Silva de Sylla, Símun Eliasen GÍ: Hallur Hansen — Áslakur R. Petersen, Atli Greg- ersen (Kaj Ennigarð, 69.), Robert Rzeczycki, Hanus Jacobsen — Hans Pauli Petersen, Sámal Joensen, Símun Louis Jacobsen (Jónreid Dalheim, 87.), Krzy- stof Popczynski — Súni Olsen, Poul Arni Jacobsen Gult kort: Súni Olsen, Áslakur R. Petersen FAKTA UM DYSTIN TB var nærri sigrin- um í dystinum móti B36, men ein vælleik- andi Jákup Mikkelsen syrgdi fyri, at dystur- in endaði málleysur FORMULADEILDIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo B36 var greiður favorittur at vinna dystin, tá ið teir vitj- aðu á Sevmýri, hóast árs- talsfelagið í Havn hevði fingið eina vánaliga byrjan upp á árið við at tapa fyri NSÍ á heimavølli í fyrsta umfarinum. Men tvøra- menn, sum eisini fingu eina vánaliga byrjan upp á kapp- ingarárið, prógvaðu, at øll liðini í fremstu deildini kunnu vænta sær ein truplan dyst, tá ið tey vitja á Tvør- oyri. Vælskipað verjuspæl Tá ið TB vitjaði á Skála í fyrsta umfarinum, var ein av trupulleikunum, at teir ikki stóðu seg nóg væl í verjuni og høvdu hug til at fara ov langt fram. Hetta høvdu tvøramenn arbeitt við undir venjing í vikuni, og tað var týðuligt, at teir høvdu lært av mistøkunum á Skála. Verjuspælararnir vóru ógvuliga disciplineraðir og lógu tættir í mótstøðu- monnunum, sum ongantíð fingu fótin fyri seg. Við so royndum monnum sum brøðrunum Óla og Jón Johannesen, umframt Predrag Zivkovic í verjuni, er lítið at ivast í, at TB hevur rutinuna í lagi í aftastu ketuni. B36 hevði fingið afrik- anska spælaran Óbi við á liðið, eftir at loyvið hjá honum var komið upp á pláss, og hann mannaði álopið saman við unga Levi Hanssen, sum eisini var nýggur á liðnum í mun til dystin móti NSÍ. Tað vóru annars gestirnir úr Havn, sum byrjaðu dystin betur, og teir høvdu ein hálvan møguleika tíðliga í dystinum. Mikkjal Thomas- sen skallaði ein bólt fyri føt- urnar á Levi Hanssen innan fyri verjuna hjá TB, men ungi álopsmaðurin fekk ikki veruligt skot á bóltin, og tí spurdist einki burturúr. So líðani tók TB meiri yvir, og heimaliðið hevði nakrar hálvar møguleikar. Mesti vandin var tó á ferð, tá ið TB hevði deyðbóltar, og serliga í sambandi við fríspørk vóru tvøramenn vandamiklir. Einar tríggjar ferðir fyri steðgin noyddist Jákup Mikkelsen at vísa, hvør dugur er í honum, tá ið ávíkavíst Óli og tvær ferðir Jón Johannesen royndu seg við skotum upp á mál. Skapa einki Tað var rættuliga rótut til tíðir, og sjáldan var nakað samanhangandi spæl at síggja. TB royndi fyri ein stóran part at leypa væl- mannaða miðvøllin hjá B36 um, men tá ið dystast var á miðvøllinum, ar- beiddu teir báðir Alexander Jovevic og Einar Petersen sum hestar á sentrala mið- vøllinum hjá TB, har teir dystaðust við so navnfram- ar B36-leikarar sum Fróða Benjaminsen, Inga Højsted og Mikkjal Thomassen. Tí einu ferðina var eisini um reppið, at tað fór at lukkast hjá TB at seta hol á, men í Jákup Mikkelsen framdi tríggjar fantombjarg- ingar í einum og sama álopi, og trúfastu áskoðararnir hjá TB mundu halda, at málið hjá B36 var gandað. B36 royndi at trýsta nak- að móti endanum av dystin- um, men tað gekk sera striltið hjá FM-kandidatun- um at spæla seg til nakrar veruligar málmøguleikar. Tað er ikki nóg mikið hjá teimum at umbera seg við, at teir ikki hava nakrar beinleiðis áleyparar, tí ein áleypari skal eisini hava eitt sindur at arbeiða við, og hesum haltar tað eisini við hjá havnarliðnum. Gamaní trekti TB alt fólk aftur um bóltin, hvørja ferð B36 var í álopi, men fram- vegis hevur árstalsfelagið so mikið gott fólk, at tað eigur at bera til at bróta verjumúrin hjá mótstøðu- monnunum. Tað er einki at taka seg aftur í, at tað veruliga er farið at merkjast hjá B36, at felagið seinastu tvey árini hevur mist bæði John Peter- sen og Jákup á Borg, tí saknurin í teimum báðum er svárur. Komandi sunnudagin skal B36 aftur royna seg á heimavølli í Gundadali, tá ið EB/Streymur kemur á vitjan, og tað kann gerast ein trupul dystur, tí sunda- lagsmenn eru vælskipaðir í verjupartinum. TB skal sunnudagin inn í Eysturoynna, har teir skulu runavíkingar, og tað kann gerast ein ógvuliga torfør uppgáva, tí NSÍ er sterkt á heimavølli. TB-B36 0-0(0-0) Nulloysn á Sevmýri Miðvallarin hjá B36, Mikkjal Thomassen, var als ikki nøgdur við avrikið hjá B36 á Tvøroyri. Hann helt eftir dystn, at higartil í ár hevur B36 ikki megnað at skapa nóg nógvar mál- møguleikar móti liðum, ið standa kompakt afturi á vøllinum. - Vit noyðast at taka í egnan barm og ásanna, at vit ikki hava dugað nóg væl higartil. Tað vísir seg, at tá ið vit spæla móti liðum, sum eisini hava hug til at spæla, so er tað heilt øðrvísi. Tá ið vit til dømis spældu móti Skála í steypa- kappingini, høvdu skála- menn eisini hug at spæla fótbólt, og so lá væl fyri hjá okkum. Móti TB fáa vit ongantíð spælið at koyra, og vit megna ongantíð at spæla teir út, greiðir Mikkjal Thomassen frá. Sjálvur heldur Mikkjal Thomassen, at í dystunum móti bæði TB og NSÍ valdu mótstøðuliðini at dúva upp á kontraálop og langar bóltar úr verjuni niðan í álopið, soleiðis at tað ongantíð bleiv tað stóra spælið á miðvøllinum, og at hetta tykist verða eitt effektivt vápn móti B36. tn Mikkjal Thomassen, B36 - Vit skapa ikki nóg nógv Óli Johannesen, TB: - Vit kundu eins væl vunnið Krumtappurin í verjuni hjá TB, landsliðsskiparin Óli Johannesen, helt eftir dystin móti B36 á Sevmýri sunnudagin, at heimaliðið eins væl kundi fingið øll trý stigini. - Vit høvdu teir mál- møguleikarnir, ið vóru í dystinum, og teir vóru í veruleikanum ongantíð veruliga vandamiklir fram- man fyri málinum hjá okk- um, segði Óli Johannesen. Óli sigur tó, at teir eru væl nøgdir við at fáa ann- að stigið, og ikki minst eru teir fegnir um, at teir spældu ein fínan dyst, eftir at avrikið á Skála í fyrsta umfarinum hevði verið alt annað enn nøktandi. - Vit stóðu væl á vøllin- um og hildu taktikkin. Hó- ast vit vóru nærri sigrin- um, so er hýrurin á monn- um góður eftir dystin, segði Óli Johannesen. Veteranurin heldur, at ein av høvuðsorsøkunum, at tað ikki eydnaðist TB at vinna dystin, var ein sera vælleikandi Jákup Mikkel- sen í B36-málinum. - Jákup hevði fleiri framúrskarandi bjargingar, ið eg ikki vænti, at nakar annar málmaður í Før- oyum hevði tikið, segði Óli Johannesen. tn TB-B36 0-0 TB: Predrag Markovic - Predrag Zivkovic, Ace Petrovic, Óli Johannesen, Jón Johannsen - Allan Poulsen(Olivur Abrahamsen 75.), Alexander Jovevic(Birgir Rasmussen 63.), Einar Petersen, Búi Mortensen- Emmanuel Larby, Hallur Christian- sen(Eyðun Gullok Svalbard 84.). Gult kort: Hallur Christiansen B36: Jákup Mikkelsen - Allan Mørkøre, Herbert í Lon Jacobsen, Pól Thorsteinson, Alex Jose dos San- tos - Bergur Midjord, Ingi Højsted, Fróði Benjamin- sen, Mikkjal Thomassen - Levi Hanssen(Kenneth Jacobsen 59.), Óbi(Bogi Hermansen 68.) Gult kort: Mikkjal Thomassen Dómari: Petur Skarðenni FAKTA UM DYSTIN Alex Jose dos Santos og B36 gjørdu ikki tær stóru skreytirnar, tá ið teir vitjaðu TB á Sevmýri sunnu dagin