týsdagur 5. apríl 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 63 - 5. apríl 2005
Vágskvinnur vunnu ein
tryggan sigur, tá ið tær
leygardagin vóru og vitjaðu
VÍF í Vestmanna. At sig-
urin skuldi gerast so mikið
sannførandi, tí VB hevur
havt tað rættuliga trupult
móti VÍF fyrr í kappingar-
árinum, og eitt nú var um
reppið, at vestmannakvinn-
ur tóku VB á bóli í Vági
herfyri.
Men leygardagin var
eingin ivi, tí VB var nógv
tað betra liðið.
Fyrstu 10 minuttirnar var
VÍF omaná, men so tók VB
seg saman og leyp avstað.
Tær løgdu seg skjótt á odda
við einum fimm málum, og
so var spenningurin fokin.
Enn einaferð var Daiva
Tomaite stóri spælarin hjá
VB, tí hon við sínum 13
málum skeyt hon meiri enn
helmingin av øllum mál-
unum hjá VB.
VÍF-VB 13-25(7-13)
VÍF: Ioana Rapa 7,
Torgunn Johansen 2, Alis
Høghamar 1, Nikolina
Eyðbjørnsdóttir 1, Linda
Johannesen 1, Finngerð
Jensen 1
VB: Daiva Tomaite 13(5),
Rannvá Augustinussen 7,
Gurið Mortensen 3,
Christina Holm 1,
Laila Jespersen 1
Brotskøst: VÍF 1(0), VB
5(5)
Útvísingar: VÍF 2, VB 2
Dómarar: Kristian
Johansen og Dánjal
Samuelsen
Við einum sigri á Kyndli
leygardagin
kom
StÍF
ájavnt við Kyndil í stigum á
stigatalvuni í Sunset-kapp-
ingini, og av tí at stranda-
kvinnur hava betur mál-
mun, yvirhálaðu tær havn-
arliðið.
Í fyrra hálvleiki gekk tað
annars rættuliga javnt á, og
tað var Kyndil, sum var á
odda við einum máli í
steðginum.
Men í seinna hálvleiki
tók StÍF sær um reiggj og
vann ein tryggan sigur.
Kyndil fekk bert tað eina
málið fyrstu 18 minuttirnar
av seinna hálvleiki, og hetta
dugdi heimaliðið at gera
sær dælt av.
StÍF-Kyndil
22-16(9-10)
StÍF: Rebekka Justinussen
7(1), Poula Olsen 5, Malan
Petersen 5, Súnfríð B.
Jacobsen 3, Rósa Johansen
1, Paula Høgnesen 1
Kyndil: Randi S. Wardum
6(1), Ann-Mari Wang 4(1),
Hildur Høghamar 2, Linda
Weihe 2, Kari-Ann
Petersen 1, Ása Apol 1
Brotskøst: StÍF 3(1),
Kyndil 3(2)
Útvísingar: StÍF 1, Kyndil
1
Dómarar: Hannis Wardum
og Heri Petersen
Formula-deildin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1
ÍF
2
2 - 0 - 0
5
3
2
6
2
Skála
2
1 - 1 - 0
5
1
4
4
3
KÍ
2
1 - 1 - 0
5
4
1
4
4
EB/Streymur
2
1 - 1 - 0
2
1
1
4
5
HB
2
1 - 0 - 1
5
5
0
3
6
NSÍ
2
1 - 0 - 1
2
2
0
3
7
VB
2
0 - 1 - 1
1
2
-1
1
8
B36
2
0 - 1 - 1
0
1
-1
1
9
TB
2
0 - 1 - 1
1
5
-4
1
10 GÍ
2
0 - 0 - 2
4
6
-2
0
Sunset-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1
VB
9
9 - 0 - 0
740
451
289
31
2
Stjørnan
10
9 - 0 - 1
687
460
227
31
3
Neistin
9
6 - 0 - 3
645
496
149
22
4
Søljan
10
5 - 0 - 5
644
555
89
18
5
VÍF
10
4 - 0 - 6
549
559
-10
13
6
StÍF
10
2 - 0 - 8
522
643
-121
9
7
Kyndil
10
3 - 0 - 7
470
640
-170
9
8
Tjaldur
8
0 - 0 - 8
314
767
-453
0
Komandi leygardag
verður stór heilsu-
renning í Klaksvík.
Luttakarnir fáa
bæði møguleika at
kanna eftir, hvussu
hvussu stendur til
við konditiónini og
blóðtrýstinum,
samstundis sum
renningin er skipað
sum ein kapping
HEILSA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Leygardagin 9. apríl kl.
14.00 verður stór heilsu-
renning í Klaksvík. Tað
er Føroya Shell í Norð-
oyggjum, sum saman við
rennifelagnum
Treysti
skipar fyri. Umframt at
renna, so kunnu luttakar-
arnir, um teir ynskja tað,
eisini mála blóðtrýstið -
bæði áðrenn og aftaná
tey hava runnið. Tað er
Hjartafelagið, sum kem-
ur at taka sær av hesari
uppgávuni.
Áhugin fyri renning er
nógv vaksin tey seinastu
árini, og fyri hvørt ár, sær
man fleiri og fleiri, sum
renna og jogga. Hetta er
bara gott, tí øll vita,
hvussu umráðandi tað er
at røra seg. Umframt at
fáa fríska luft, so er tað
gott fyri øll heilsutøl.
Sjálvt um áhugin fyri
renning er nógv vaksin,
so eru tað fleiri, sum ikki
fáa tikið seg saman, og tí
halda fyrireikararnir tað
verða eitt gott hugskot
við hesum tiltaki.
Fyri øll
Sum sagt, er tað renni-
felagið Treysti, sum kem-
ur at samskipa tiltakið og
útflýggja
teir
start-
nummur á startinum,
sum er á økinum uttan
fyri Shellstøðina. Tiltak-
ið byrjar kl. 14.00, og
verður tað formaðurin í
Heilsunevndini
hjá
Klaksvíkar Kommunu,
Rani Nolsøe sum setur
kappingina
í
gongd.
Runnið verður frá Shell-
støðini
og
heimeftir
Nólsoyar Pállsgøtu. Tá
komið verður til Norðoya
Sparikassa verður farið
eftir Skúlavegnum og
yvir til KFUM. Síðani
verður runnið norður
eftir Heygavegnum og
oman gjøgnum Biskop-
støðbrekkuna og norður
aftur eftir Nólsoyar Pálls-
gøtu. Málið er á Shell-
støðini. Av tí at tiltakið er
ætlað øllum - eisini teim-
um sum ikki eru von at
renna, er teinurin einans
3 km - tó verður eisini
ein bólkur fyri rennarar,
sum eru vanir at renna.
Hesir rennarar renna
teinin tvær ferðir - t.v.s. 6
km.
Føroya Shell í Norð-
oyggjum
hevur
gjørt
avtalu við Hjartafelagið
um at verða á staðnum
áðrenn og eftir tiltakið,
og fara tey at bjóða øllum
teimum,
sum
renna,
møguleikan at fáa mált
blóðtrýstið - bæði áðrenn
og aftaná, um áhugi er
fyri tí.
Eisini kapping
Samstundis sum hetta er
ein heilsurenning, so
verður
tiltakið
eisini
skipa sum ein kapping,
og tí verða luttakararnir
bólkaðir soleiðis: Menn,
kvinnur, dreingir sum eru
føddir millum 93 og 98,
gentur, sum eru føddar
millum 93 og 98. Dreing-
ir, sum eru føddir seinni
enn 98 og gentur, sum
eru føddar seinni enn 98.
Umframt hesar bólkar, so
kunnu veteranar eisini
melda seg til. Hetta eru
tey, sum eru fødd í 59 og
áðrenn. Sum sagt, so
verður eisini ein bólkur
fyri rennarar, sum vilja
royna teinin á 6 km.
Nummar 1, 2 og 3 í
hvørjum bólki fáa heið-
ursmerki, og lutakast
verður millum øll, sum
hava runnið, har vinning-
urin er eitt Viðskiftakort
á Kr. 1.000,- frá Føroya
Shell í Norðoyggjum. Á
málinum bjóðar Shell-
støðin kaffi og Føroya
Bjór vatn. Tilmelding til
tiltakið, sum er ókeypis,
kann gerast á Shellstøð-
ini í seinasta lagi hós-
kvøldið 7. apríl.
Um áhugin vísur seg at
verða fyri hesum tiltaki,
er meiningin, at tað skal
verða afturvendandi.
Heilsurenning
í Klaksvík
StÍF-Kyndil 22-16
Strandakvinnur
yvirhálaðu Kyndil
VÍF-VB 13-25
Tryggur sigur til VB