mikudagur 6. apríl 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 64 - 6. apríl 2005
Gera kvetti av oljuni
Í fíggjarlógini í ár hevur norska stjórnin roknað við at
fáa góðar 204 milliardir krónur burtur úr oljuni, men
hetta tal er alt ov lágt.
Metingin hjá fíggjarmálaráðnum er grundað á, at
oljuprísurin er 230 norskar krónur fyri tunnuna, men í
seinastuni hevur prísurin ligið oman fyri 300 krónur
fyri tunnuna. Heldur hesin prísurin sær, verða
inntøkurnar hjá ríkinum góðar 52 milliardir krónur
størri enn mett á fíggjarlógini, skrivar Aftenposten.
Samstundis veksa skattainntøkurnar frá oljufeløgun-
um við umleið 27 milliardum krónum, men teir peng-
arnir koma ikki í ríkiskassan fyrr enn næsta ár.
Í hesari vikuni hevur prísurin á olju úr Norðsjónum
verið oman fyri 360 norskar krónur fyri tunnuna, og
verður tað varandi, kann tað geva norska ríkiskassan-
um nógv meiri, enn stjórnin metti, tá fíggjarlógin bleiv
gjørd.
Fleiri klaga
Alt fleiri danir kæra seg um, at tey hava ikki fingið ta
røttu viðgerðina í heilsuverkinum, og at tey tí vilja
hava endurgjald.
Í fjør fingu myndugleikarnir 1.100 fleiri klagur enn
í 2003. 4.900 fólk kærdu seg um viðgerðina, og 43
prosent av teimum fingu viðhald, skrivar Politiken.. Í
teimum flestu førunum fingu fólk viðhald, tí tey kundu
havt fingið betri viðgerð, enn tey fingu, ella tí at fólk
høvdu fingið skaða undir viðgerðini í heilsuverkinum.
Fyri einum ári síðani skipaðu myndugleikarnir fyri
einum átaki við upplýsingum um, nær og hvussu fólk
kunnu klaga um viðgerðina í heilsuverkinum, og hetta
er ivaleyst orsøkin til, at klagurnar vóru so nógvar í
fjør.
Heldur Kina enn Taiwan
Tann katólski biskuppurin í Hongkong, Joseph Zen,
vil vera við, at Vatikanið er til reiðar at kvetta sam-
bandið við Taiwan og at taka upp samband við stýrið í
Kina ístaðin fyri.
Við blaðið South China Morning Post sigur biskupp-
urin, at hetta var ein trupul avgerð hjá Vatikaninum,
men at hon er tikin nú. Samstundis verður víst á, at
kinesiska stjórnin sendi Vatikaninum samkenslufjarrit
sunnudagin í sambandi við deyða pávans, og at sam-
stundis søgdu kinesiskir embætismenn seg vóna at fáa
betri viðurskiftið við pávasætið í Rom. Men treytin
var, at Vatikanið kvettir sambandið við myndugleikar-
nar í Taiwan, løgdu teir afturat.
Hildið verður, at umleið átta milliónir katolikkar eru
í Kina, og sambært biskuppinum í Hongkong fáa teir
kinesisku katolikkarnir ikki størri frælsi, fyrr enn
Vatikanið stovnar diplomatiskt samband við Kina.
Eitt mistak
Amerikanska filmskvinnan Jane Fonda iðrar seg nú
um, at hon lat seg avmynda saman við einari mynd av
norðurvietnamsiskum loftverjukanónum í 1972.
Myndin elvdi til øsing í USA, og nógvir amerikanarar
høvdu hug at leggja filmskvinnuna undir landasvik.
Í dag sigur Jane Fonda, at myndin var eitt mistak, tí
hon visti fullvæl, at norðurvietnamesar fóru at
misbrúka myndina. Í samrøðu við sjónvarpið CBS um
vikuskiftið segði hon, at hon sveik teir amerikonsku
hermenninar, sum vóru í Vietnam, og tað landið, sum
hevði givið henni so nógv gott. Men hon legði afturat,
at so langt hugsaði hon ikki ta løtuna, myndin bleiv
tikin.
Hinvegin iðrar Jane Fonda seg ikki um, at hon tók lut
í tíggju sendingum hjá norðurvietnamesiska útvarpin-
um, har hon fanst at teimum amerikonsku bumbu-
álopunum á Norðurvietnam. Hon iðrar seg heldur ikki
um, at hon mælti amerikonsku flogskiparunum til at
rýma úr flogvápninum.
UTTAN ÚR HEIMI
Tann víðgongdi
eysturríkski høgra-
politikarin Jørg Haid-
er hevur stovnað
nýggjan flokk
EYSTURRÍKI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Jørg Haider er aftur á veg
upp í eysturríkskan poli-
tikk. Mánadagin fór hann
burtur úr Frælsisflokkin-
um, sum hann sjálvur var
við til at stovna, og sam-
stundis kunngjørdi hann, at
hann hevði stovnað flokkin
Samgongan fyri Eysturríkis
Framtíð. Á einum tíðinda-
fundi boðaðu hann og syst-
irin, Ursula Haubner, frá, at
tann nýggi flokkurin ætlar
sær at fáa fatur á teimum
nógvu veljarunum, sum
hava vent Frælsisflokkinum
bakið tey seinastu árini.
Jørg Haider elvdi til
rumbul í ES, tá Frælsis-
flokkurin fekk 27 prosent
av atkvøðunum á tjóðar-
tingsvalinum í Eysturríki í
1999 og kom upp í stjórnar-
samgonguna. Undir val-
stríðnum hevði Jørg Haider
róst
hersetingarpolitikk-
inum hjá Nazitýsklandi, og
tað gjørdi, at ES hevði hug
at seta Eysturríki uttanfyri,
tá Frælsisflokkurin kom
upp í stjórnina.
Samgongan fyri Eystur-
ríkis Framtíð hevur longu
kravt nýval, og tað sama
hava sosialdemokratarnir
og Tey Grønu gjørt, men
enn
hevur
Wolfgang
Schússel, kanslari, ikki lat-
ið við seg koma.
Haider roynir aftur
Samd um at minnast pávan
Belgiska løgreglan
hevur brúkt myndir,
sum samanbera
amerikanska forsetan
við eina apu
BELGIA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Belgiski innanríkisráðharr-
in, Patrick Dawael, var fá-
orðaður, tá hann mána-
kvøldið skuldi greiða frá,
hví løgreglan hevur brúkt
myndir, sum bera ameri-
kanska forsetan saman við
eina apu.
– Eg havi ikki sæð hasar
myndirnar fyrr, og eg haldi
hatta vera ósømiligt, svar-
aði ráðharrin lágmæltur.
Tað
var
blaðið
Het
Laatste Nieuws, sum av-
dúkaði, at løgreglan hevði
nýtt myndirnar sum lið í at
læra løgreglumenn, hvussu
umráðandi tað er hjá løg-
regluni at duga at tulka
andlitsbragdið hjá fólki.
Myndirnar vístu, hvussu
andlitið á amerikanska for-
setanum var, tá hann er
hugsunarsamur, og hvussu
tað broytist, tá hann heldur
røðu ella tosar við fólk, og
myndirnar vórðu so bornar
saman
við
tilsvarandi
myndir av apum.
Sambært fronsku tíð-
indastovuni
AFP
kann
innanríkisráðharrin
fáa
trupulleikar av málinum, tí
tað er komið fram, at hann
hevur mælt løgregluni og
øðrum myndugleikum til at
brúka tilfarið.
Bush samanborin við apur
Viðhaldsfólkini hjá teimum báðum fótbóltsfeløgunum í polska býnum Krakow, Wizla Kraków og Cracovia, eru tiltikin harðrend,
og tað hendir meiri enn so, at ófriður undir og aftan á dystir ímillum feløgini kostar mannalív. Men í sambandi við deyða
pávans vóru viðhaldsfólkini samd um at minnast hann í felag. Sjálvur helt pávin við Cracowia á yngri árum
Mynd: Reuters