mikudagur 6. apríl 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 6. apríl 2005
3
Samskip takkar fyri hjálpina
Á samkomu í Havn
fríggjadagin í sein-
astu viku, nýtti skipa-
felagið Samskip høvið
at takka føroysku sjó-
bjargingarstøðini fyri
arbeiðið, støðin
gjørdi, tá farmaskipið
Jøkulfell sakk
TØKK
Edvard Joensen
Fríggjadagin i seinastu viku
var samkoma á skrivstov-
uni
hjá
skipafelagnum
Samskip í Havn, har aðal-
stjórin i íslendska felagnum
handaði setta leiðaranum á
føroysku sjóbjargingarstøð-
ini eina viðurkenning fyri
arbeiðið, føroyska MRCC
støðin gjørdi í samband
við, at farmaskipið Jøkul-
fell sakk norðan fyri Før-
oyar fyrr i vár.
Tað var sjálvur forsetin í
Eimskip, Knútur G. Hauks-
son, sum handaði Jóan Jac-
obi Jacobsen, settum leiðara
á MRCC støðini í Føroyum,
ein
kekk
áljóðandi
100.000,- krónur sum viður-
kenning fyri tað arbeiðið,
sum støðin gjørdi í samband
við bjarging og leiting, tá
Jøkulfell sakk, greiðir Joel
undir Leitinum, stjóri í
Samskip Føroyar, frá.
– Leiðslan í felagnum
hevur alla tíðina, síðan van-
lukkan hendi, ætlað, at før-
oyska sjóbjargingarstøðin
skuldi fáa eina viðurkenn-
ing. Og gjørt varð so av at
gera tað í samband við, at
eitt ár var liðið, síðan Sam-
skip byrjaði regluliga sigl-
ing upp á Føroyar, greiðir
Joel undir Leitinum frá.
Tað er nógv hent hetta ár-
ið, síðan Samskip byrjaði
regluliga sigling við eini
lítlari skrivstovu í Klaks-
vík, sigur hann.
Í dag hevur felagið tvær
rutur millum Føroyar og út-
heimin við hvør sínari
føroyskari havn. Klaksvík
og Kollafirði.
Skipið, sum fer úr Klask-
vík, siglir upp á Imming-
ham í Bretlandi og Rotter-
dam í Hollandi. Hendan
rutan er nú broytt frá fyrr at
hava havt fráferð úr Klaks-
vík mánadag til at fara
avstað hóskvøld klokkan
23.00.
Hin rutan, Samskip hevur
til og úr Føroyum, er úr
Kollafirði til europeiska
meginlandi og Skandinavia,
sigur Joel undir Leitinum.
Joel undir Leitinum vátt-
ar fyri Sosialinum, at ætlan-
ir eru um ymiskar útbygg-
ingar i Kollafirði. Hann vil
tó enn ikki siga nakað
nágreiniliga um, hvat hesar
útbyigngar fara at umfata.
Bert tað, at talan er um eina
ætlan, sum fer at gera
Samskip sjónligari í Kolla-
firði og Føroyum sum heild.
Knútur G. Haukson, stjóri í
Samskip, handaði Joen Jacobi
Jacobsen, settum leiðari á
sjóbjargingarstøðini, ein kekk
sum viðurkenning fyri tað
arbeiðið, sjóbjargingarstøðin
gjørdi, tá Jøkulfell sakk
Mynd: Jens Kristian Vang
Leygardagin 9. apríl
verður regluliga kór-
stevnan hildin. Stevn-
an verður í ár í Eyst-
urskúlanum, og tólv
kór umframt felags-
kór fara at hava fram-
førslu
KÓRSTEVNA
Edvard Joensen
Tólv ymisk kór umframt
stórt felagskór fara at lut-
taka á kórstevnuni, sum í ár
verður hidlin á Eysturskúl-
anum. Stevnan verður hild-
in leygardagin 9. apríl, og
byrjað verður við felags-
venjing frá morgninum,
sigur kórsambandið.
Stóra konsertin í sam-
band við kórstevnuna verð-
ur í skúlanum klokkan
17.00 seinnapartin, har
kórini fara at framføra hvør
sína skrá, eins og felagskór
fer at syngja, áðrenn og eft-
ir at tey ymsu kórini sleppa
framat.
Raðfylgjan, kórini fram-
føra í, er funnin við luta-
kasti. Fyrsta kórið, sum
framførir, er Glymur, og
síðan er raðfylgjan hendan:
Ljómur, Vestmanna Sang-
kór, Nólsoyar Sangkór,
Kristiliga
Sangkórið,
Rútmiska kórið í Hoydøl-
um, Vágakórið, Felagskór-
ið Gøta/Leirvík, Kamar-
kórið, Dreingjakórið undir
Brúnni, Kórið í Kvívík og
at enda Havnarkórið.
Til at stjórna felagskórin-
um eru ikki færri enn seks
av kórleiðarunum hjá teim-
um luttakandi kórunum.
Mánakvøldið veðru
fundur í Norður-
landahúsinum, har
kvinnupolitisk virk-
semi fer at standa á
skránni. Fleiri menn
verða millum fyri-
lestrahaldararnar
KVINNUPOLITIKKUR
Mánakvøldið klokkan 19.30
veðru fundur í Norður-
landahúsinum, har evnið
verður kvinnupolitiskt virk-
semi.
Í tíðindaskrivi siga fyri-
reikararnir, at fundurin
verður skipaður sum pall-
borðsfundur, har áhoyrar-
arnir eftir innleggini sleppa
at seta pallborðinum spurn-
ingar um tey evni, sum
hava verið viðgjørd.
Umframt beinleiðis fyri-
lestrakend innlegg, verður
eisini eitt sindur av løttum
undirhaldi á fundinum, siga
fyrireikararnir.
Skráin, sum løgd er fyri
fundin, sær soleiðis út:
Hans Pauli Strøm fer at
greiða frá uppskotinum frá
Útnorðurráðnum
til
samtyktar: »Arbeiði fyri at
kvinnur fáa øktan leiklut í
at taka politiskar avgerðir«.
Rúna Sivertsen greiðir frá
hvat tær hava arbeitt við í
Útnorðurbólkinum og hvat
skal henda í framtíðini.
Annika Olsenfer at tosa
um, um vit skulu broyta
hugburin í skúlanum og
vekja áhugan hjá kvinnum
fyri politikki.
Eyðun Andreassen hug-
leiðir um spurningin: »Hví
gongur tað so striltið at fáa
kvinnur aktivar og er tað
neyðugt? Verjir tað demo-
kratiið, um fleiri kvinnur
verða politiskt aktivar? Ella
skulu kvinnur verða ver-
andi í køkinum?«
Øssur Winthereig fer at
hugleiða um, um vit skulu
útbúgva valevnini til at
koma í fjølmiðlar? Hvat
kann ein krevja av valevn-
um ella fólkavaldum í sam-
band við valsendingar í
fjølmiðlum? Er tað í lagi, at
jounalistar kasta ìrunubløkî
eftir fólkavaldum?
At enda fer Marjun í
Kálvalíð at framføra ein ein-
mansleik við einum spísk-
um, skemtiligum vinkli til
kvinnur, menn og politikk.
ej
Vaksandi
klamydia-
títtleiki
Talið av klamydia-vert-
um í Føroyum hevur
verið støðugt vaksandi
síðani 1997
Hetta staðfestir lands-
læknin, sum hevur sent
tíðindabræv út hesum
viðvíkjandi.
Talið á klamydiatil-
burðum í Føroyum er
støðugt vaksandi. Í 2004
vóru 988 vertir (prøvar)
kannaðir á Landssjúkra-
húsinum fyri klamydia,
og av hesum vóru 146
positivir. Tvs., at 14,8 %
av vertunum vóru posit-
ivir. Talið hevur verið
støðugt vaksandi síðan
1997, har ið 20 vóru
positivir.
Viðmerkjast skal, at 1.
juli 2001 var kanning-
arhátturin á starvsstovu
Landssjúkrahúsins
broyttur, og eigur hetta
sín stóra lut í, at fleiri
positivir vertir vóru
funnir.
Í Danmark hevur talið
á klamydia eisini verið
vaksandi seinastu árini.
Tølini fyri 2004 eru ikki
endaliga tøk enn, men
sambært Heilsustýrin-
um fer tað at vera hægri
enn 20.000. Tað veru-
liga talið á fólki, ið
smittað er við klamydia
í 2004, verður mett at
vera eini 50.000. Við-
víkjandi
gongdini
í
Danmark seinastu árini
verður víst til talvu 2.
-jm
Fundur um kvinnupolitiskt virksemi
Kórstevna leygardagin
Stóra konstevnukonsertin í ár verður í Eysturskúlanum í Havn leygardagin 9. apríl klokkan 17.00