Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 64 - 6. apríl 2005 Skeið fyri kvinnur við krabbameini Mikudagin 6. apríl skipar Føroya Felag Móti Krabbameini fyri einum skeiði fyri kvinnur við krabbameini. Talan er um eitt skeið í húð– og andlitsrøkt og smyrsli KRABBAMEIN Eydna@sosialurin.fo Komandi mikudag fer Elsa í Garði, ið er útbúgvin kostmetologur, at hava eitt skeið fyri krabbameins- raktum kvinnum. Skeiðið hevur fingið heitið »Look good - feel better«, og fer at snúgva seg um and- litsrøkt og at leggja make-up. Útsjóndin hevur týdning Jancy Gaardlykke, ið er ráðgevandi sjúkrarøktar- frøðingur hjá Føroya Felag Móti Krabbameini, sigur á heimasíðuni hjá felagnum, at krabbameinsvið- gerðin við t.d kemoterapi og strálum hevur stóra ávirkan útsjóndina. Viðgerðin er tí við til at geva eina broytta kroppsuppfatan. Hetta kann hava við sær, at kvinnan møguliga kennir seg meira sjúka enn hon í veruleikanum er. Kanningar runt um í heimi vísa, at fleiri kvinnur, sum eru raktar av krabbameini og sum fáa eftirvið- gerð við kemoterapi og strálum styrkja um sjálvs- álitið, um tær fáa upplæring og undirvísing í at røkta teirra útsjónd við góðari húðrøkt og make-up. Hetta ger eisini at tær kenna størri vælveru. Nýggjan íblástur Tí bjóðar felagið nú øllum kvinnum, sum eru raktar av krabbameini, á skeið í húð- og andlitsrøkt og at leggja make-up, soleiðis at tær kunnu fáa hugskot, nýggjan íblástur og hjálp til at varðveita útsjóndina og kenna seg væl. Skeiðið verður í hølunum hjá Føroya Felag Móti Krabbameini á Grønlandsvegi 58, Tórshavn, miku- dagin 6. apríl 2005, frá kl. 14.00 til 17.00, og tað er ókeypis at luttaka. Tær kvinnur, ið ynskja at luttaka, kunnu boða frá luttøku hjá Føroya Felag Móti Krabbameini telefon 317959/217959, ella á Onkologisk Ambulatorium á Landssjúkrahúsinum telefon 313540 lokal 6211 ella lokal 6210. Dúgvan farin á beding Klaksvík: Fríggjadagin í farnu viku fór strandfara- skipið Dúgvan á beding. Hetta kemur kortini ikki at ávirka Leirvíksfjarðarleiðina stórvegis. Tær komandi tríggjar vikurnar, meðan Dúgvan er á beding, fer Ternan at røkja hesa siglingina ístaðin. Einasta broytingin, sum hetta fer at hava við sær, er helst tann, at bilførar mugu vera eitt sindur fyrri við ferjuleguna við bilum sínum, tí Ternan ikki tekur eins nógvar bilar og Dúgvan. sb. Spennandi dagur fyri føroyskar úlvar Kvívík: Leygardagin bjóða skótarnir í Kvívík til árliga úlvadagin í bygdini. Hetta er ein dagur, har úlvaungar úr øllum landin- um eru bodnir til ein hugnaligan dag, sum vónandi eydnast væl eisini til veður. Dagurin byrjar kl. 9 á morgni við morgunábiti, og síðani verður hildið á við ymiskum virksemi til seint seinnapartin. Tá endar tiltakið við einum stórum legubáli við bátahylin, har úlvarnir fara at hugna sær og fáa okkurt gott afturvið til matna. sb. – Hvørja ferð ein fyri- tøka skal seljast, so koma tað so nógvar politiskar meiningar, at einki hendir. Polit- iska skipanin er ikki egnað til at keypa og selja fyritøkur, sigur Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka PRIVATISERING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Forstjórin í landsins størsta peningastovni heldur lítið um privatiseringsarbeiðið hjá landinum. – Vit kunnu bara stað- festa, at tað gongur ikki serliga væl við at privati- sera almennar fyritøkur, soleiðis sum ætlanin hevur verið í nógv ár. Grunnarnir, sum eiga fyritøkurnar, sleppa ikki at taka handils- ligar avgerðir, tí politiska ávirkanin er so stór, sigur Jørn Astrup Hansen. Hann sipar til Fíggingar- grunnin og Framtaksgrunn- in, sum hóast teir skulu eit- ast fyri at vera sjálvstøðugir grunnar, í grundini ikki hava veruligt vald yvir fyritøkunum hjá sær. – Skipanin er gjørd so- leiðis, at tað er ikki saman- hangur millum reelt vald og formelt vald. Grunnarnir hava kanska tað formella valdið, men tað reela valdið er hjá tí politisku skipanini. Grunnarnir kunnu ikki virka suverenir, tá ið politikkarar alla tíðina vilja blanda seg, og landsstýrið velir nevndina í grunnun- um, sigur Jørn Astrup Han- sen. Landið hevur valdið Tað hevur verið eitt aftur- vendandi tema í føroyskum politikki seinnu árini, at fyritøkur sum Atlantsflog, Føroya Banki, Fiskasølan, Fiskavirking og aðrar skulu privatiserast, men enn hev- ur tað ikki eydnast at selja nakra av hesum fyritøkum. Ein týðandi orsøk til hetta er, hvussu grunnarnir, sum eiga fyritøkuna, eru skipaðir, heldur bankastjór- in. – Tað er ein problematisk konstruktión, sum grunnar- nir hava. Aðrastaðni hevur tú grunnar, sum kunnu virka óheft, men soleiðis er ikki í Føroyum. Her varð- vetir landið sítt vald, hóast talan skal eitast at vera um óheftar grunnar. Landsstýr- ið velir nevndarlimir – enn- tá hvørt ár í Framtaks- grunninum – og landsstýrið fær eisini yvirskot frá fyri- tøkum hjá grunninum. – Hvørja ferð ein fyritøka skal seljast, so koma tað so nógvar politiskar meining- ar, at einki hendir. Politiska skipanin er ikki egnað til at keypa og selja fyritøkur, sigur Jørn Astrup Hansen. Forstjórin í Føroya Banka heldur, at tað verður sera trupult at fíggja føroyska ali- vinnu frameftir. Tí verða krøvini til ali- vinnuna fleiri og størri, enn tey hava verið FÍGGING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Føroyska alivinnan er í stórum trupulleikum, og tað verður sera trupult at finna kapital í Føroyum til veruliga at fáa gongd í vinnuna aftur. Tað heldur forstjórin í Føroya Banka, sum eisini viðurkennir, at leikuturin hjá bankanum verður ikki heilt tann sami sum áður. – Vit hava staðfest, hvussu nógv vit kunnu tapa av alivinnuni, og vit fara ikki so langt næstu ferð, sigur hann. Samlaðu tapini í før- oysku alivinnuni liggja sambært eini meting hjá Føroya Banka væl oman fyri eina millard. Fígging- arstovnar hava mista eina hálva milliard, fyritøkurnar hava mist eina hálva milli- ard í eginpeningi, og fóður- framleiðarar hava mist eina fjórðings milliard. – Vit fara at seta størri krøv um eginpening, um vit skulu halda fram at fíggja alivinnuna, men tað verður helst trupult at tann neyð- uga kapitalin til alivinnuna í Føroyum, sigur Jørn Astrup Hansen. Trupult at fíggja Hóast Føroya Banki hevur havt stór tap av alivinnuni, síðani ILA og lágir prísir settu vinnuna í eina undan- taksstøðu, so er bankin væl førur fyri at bera hesi tap. – Vit hava mist nógvar pengar, men vit klára at bera tapini, tí bankin er so sterkur. Men vit mugu ásanna, at tað er blivið truplari at fíggja føroyska alivinnu. Eindirnar eru blivnar størri og meira krevjandi, og vágin er eisini stórur. Tí skulu tað aðrir til enn bara vit fyri at fáa gongd í alivinnuna aftur, sigur Jørn Astrup Hansen. Føroya Banki hevur yvir- tikið nøkur av stóru ali- brúkunum í landinum, men tað er ikki ætlanin, at bank- in skal gerast alari. – Tað er lættari at selja nakað, sum er í gongd, og tí reka vit nøkur alibrúk fyri- bils. Men tað er bara í eini yvirgangstíð, og vit ætla okkum ikki í longdini at reka alibrúk, sigur hann. Politiska skipanin er óegnað til at selja fyritøkur Krøvini til alivinnuna verða størri – Vit kunnu bara staðfesta, at tað gongur ikki serliga væl við at privatisera almennar fyritøkur, soleiðis sum ætlanin hevur verið í nógv ár. Grunnarnir, sum eiga fyritøkurnar, sleppa ikki at taka handilsligar avgerðir, tí politiska ávirkanin er so stór, sigur Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka