Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 6. apríl 2005 5 Páll Sólstein er ein dugnaligur og seriøs- ur tónleikari. Hetta hevur hann ofta víst í ymiskum tónleika- høpi. Seinasta viku- skifti vísti hann sítt serliga kynstur at skriva løg og ikki minni hegni at útseta løgini KONSERT Orð og myndir: Dávur Winther Páll Sólstein hevur ofta verið í Føroyum og spælt í ymiskum tónleikahøpi, kanska flestu ferðir í Før- oya Symfoniorkestri. Hann er útbúgvin valdhornspæl- ari og hevur sín gerandis- dag á Kongaliga Kapellin- um sum hornspælari. Allar tangentarnar Løgini og útsetingarnar vístu, at Páll hevur hollan tónleikaligan kunnleika, við støði í tí klassinska. Tó lat hann ikki heilt sína for- tíð liggja, sum gamal rokk- tónleikari í ymiskum or- kestrum í Klaksvík, sum ungur. Hetta kom til sjóndar í fleiri løgum, har Páll hevði valt at hava ein rútmiskan bass undir, og slapp Arna Ludvík sera væl frá sínum bass leikluti. Við í tónleikinum var eisini ein feril av jazz og nýmótans sniði. So Páll Sólstein vísti við sínum nýggja tónleiki, at hann kann spæla uppá "allar tan- gentarnar." Annars gevur hesin samansetningur av instrumentum eina sera fjølbroytta ljóðmynd, so- leiðis at tú sum áhoyrari ongantíð keddi teg. Men heldur nutu oyruni marg- feldni í tónleikinum. Sangarnir Karl Martin Samuelsen og Anna Maria Olsen vóru ein spennandi greipa, sum stuðlaðu væl hvønnan annan — men vístu sanniliga sín førleika einsæris eisini. Tey megn- aði væl at lúka teimum krøvum, sum verða sett til klassiskar sangarar. Symfoniskt og heilskapað Tónleikabúnin við tí ser- ligu útsetingini, gav hvørj- um ljóðføri sær møguleika at vísa og royna seg. Tó legði eitt heilskapað og symfoniskt samspæl fram- førsluna á eitt serligt støði. Páll Sólstein hevur víst hvør hann er — Tað er stuttligt, at ein so væl út- búgvin maður, sum hevur ein so krevjandi dag, eisini tekur sær stundir til at lata føroyskan skaldskap í ein so serstakan og tignarligan búnað og lata okkum fáa lut í hesum. Konsertir vóru í Atlantis fríggjakvøldið og í Læraraskúlahøllini sunnu- kvøldið. Konsertin fríggjakvøldið var ein serlig uppliving av teimum fáu og mentanar- húsið Atlantis var ílatið í serstakan og hugnaligan búnað til høvið. Hesaferð spældu í Aldubáruni: Ólavur Olsen - trompet Andras olsen - trombone Sámal Peteren — violin Jógvan Zachariasen — fagot Ólavur Jacobsen — guitar Andrea Heindriksdóttir — floytu Arna Ludvík — bass Stamen Stantchev - klaver Karl Martin Samuelsen og Anna Maria Olsen - sang Páll Sólstein — horn og klaver Aldubáran við nýggjum tónleiki eftir Páll Sólstein Løgini vóru gjørd til hesar yrkingar: Rennur áin morgunglað - eftir Christian Matras Mei mynd Barnsligt minni Reikar tú úti um kavalond Í mei er so stuttligt - eftir Tummas N. Djurhuus Kvøld - eftir H. A. Djurhuus Lív - eftir Steintór Rasmussen Hoyrdu tit havsins andalag - eftir William Heinesen — Týðing Chr. Matras Veðurhvíld á vetri Træið Páll Sólstein hevur latið føroyskan skaldskap í nýggjan tignarliga tónleikabúna Symfoniska samspælið legði framførsluna fríggjakvøldið á eitt serligt støði