mikudagur 6. apríl 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 64 - 6. apríl 2005
2. apríl hevði Alz-
heimersfelagið árs-
aðalfund. Á skránni
var nevndarval, eins
og tikið varð saman-
um arbeiðið, sum er
framt innan økið
seinasta árið. Niður-
støðan var, at nógv er
hent, men at tað
framvegis er sera
langt á mál
ALZHEIMERSFELAGIÐ
Á
aðalfundinum
varð
nevndin í Alzheimersfelag-
num øll endurvald, og hon
skipaði seg soleiðis. Sigrun
Mohr, formaður, Sofus
Joensen,
næstformaður,
Randi Absalonsen, kassa-
meistari,
Siborg
Arge,
skrivari og Erna Háberg,
nevndarlimur. Tiltakslimir
eru Unna Næs Petersen og
Joan Árting.
Hvat er hent?
Á fundinum varð eisini tik-
ið samanum málsetningin,
ið varð settur á seinasta
aðalfundi, og hugt at um
málini, ið tá vórðu sett, eru
nádd. Tá setti felagið sær í
kortið, at:
1. Vit skuldu skipa fyri
skeiðum fyri avvarð-
andi.
2. Vit skuldu skipa fyri
evnisdegi saman við bý-
og bygdaráðum.
3. Vit vónaðu, at demens-
miðstøðin varð veru-
leiki.
Í oktobur varð skipað fyri
skeiði fyri avvarðandi. Tá
ið av tornaði, høvdu so
nógv teknað seg, bæði av-
varðandi og starvsfólk inn-
an demensøkið, at neyðugt
var at býta tey upp í tveir
bólkar. Sum altíð, tá ið Elsa
Zachariassen hevur undir-
víst, vóru fólk vælnøgd.
Hyggja vit at øðrum
arbeiðssetningi okkara, at
skipa fyri evnisdegi saman
við bý- og bygdarráðum,
kunnu vit tíverri bara stað-
festa, at her er millum lítið
og einki hent enn. Ætlanin
er ikki slept, tørvurin er
ikki minni, enn hann var
fyri einum ári síðan, men
ein orsøk er at finna í, at
mestsum øll okkara ar-
beiðsorka er farin til hjarta-
barn okkara, nevniliga tað
triðja málið, ið felagið setti
sær á seinasta aðalfundi:
Demensmiðstøðin.
Vón-
andi fer felagið tó at kunna
skipa fyri tílíkum evnisdøg-
um komandi árið.
Men
miðstøðin
fyri
minnisveik er nú vorðin
veruleiki, hóast tað leingi
sá svart út. Um eitt gott ár
er verkætlanin liðug, og
fyri okkum hevur tað stóran
týðning, at henda roynd
eydnast væl, bæði fakliga
og fíggjarliga.
Fakliga gongur, sum tað
skal, vit hava dagliga vitj-
andi, sum tykjast trívast
væl, og avvarðandi eru
fegin um tiltakið. Fíggjar-
liga skal tað eisini eyðnast,
og nevndin fyriskipar ym-
isk tiltøk, ið skulu fáa fatur
á tí, ið restar í, so at ætlanin
kann fullfíggjast. Vit halda
hetta verða eina sera spenn-
andi verkætlan, sum, tá ið
hon endar í 2006, m.a. skal
leggjast fyri ta Norður-
lendsku ráðstevnuna, ið
føroyska Alzheimerfelagið
verður vertur fyri her í Før-
oyum.
Skulu vit taka samanum,
hvat er hent innan demens-
økið síðan seinasta aðal-
fund, so kunnu vit stað-
festa, at hóast alt hendir
rættiliga nógv. Um stutta
tíð letur Heimið við Valla-
líð upp, og vóna vit, at hetta
heimið fær eina góða
byrjan. Fyrr í ár lat Tjarnar-
garður upp. Tjarnargarður
er ellisheim, har pláss er
fyri 12 búfólkum. Aftur at
tí er dagtilhald við plássi
fyri 16 heimabúgvandi
fólkum við demens. Ætlan-
ir eru um at útbyggja Tjarn-
argarð, so pláss verður fyri
fleiri, sum hava tørv á
hjálp. Eisini úti á bygdun-
um verður tikið stig til
bygging av sambýlum og
ellis- og røktarheimum.
Men vit mugu sjálvandi
halda á at gera vart við okk-
um, so korini gerast betri
hjá hesum fólkum, ið eru so
illa fyri. Tað er sera um-
ráðandi, tá ið bygt verður,
at hava í huga, hvussu fólk
eru fyri likamliga, sálarliga
og andaliga, tá ið avgerð
verður tikin um, hvussu tey
skulu búgva, og hvørjum
tey skulu búleikast saman
við.
Tørvur á kunning
Tað er framvegis stórur
tørvur á at kunna um sjúk-
una. Vit hava eisini fingið
áheitanir um at skipa fyri
skeiðum og ymiskum øðr-
um fyri at útbúgva fólk,
upplýsa um sjúkuna, at
greiða fólki frá sjúkueyð-
kennum, og hvussu tú skalt
vera um tey sjúku. Tórs-
havnar Býráð hevur nú
eisini lýst við skeiði og
tikið stig til at útbúgva
nýggjar demenssamskipar-
ar.
Eisini starvsfólki innann
serforsorgina hevur tørv á
kunning, og miðstøðin hev-
ur fingið áheitan frá ser-
forsorgini um at skipa fyri
skeiði fyri starvsfólkinum
har.
Nevndin fyri Alzheimer-
felagið setti seg í samband
við Nørrebros erindrings-
center um at skipa fyri
skeiði um reminiscens í
Føroyum. Hetta er ein ar-
beiðsháttur, har ið sansirnir
hjá tí einstaka verða stimbr-
aðir við lutum við ymiskum
skapi, tilfari og innihaldi
ella við lesnaði, frásøgn og
sangi. Hetta hevur víst seg
at geva góð úrslit aðra-
staðni.
Hesum játtaðu tey, og
hevur felagið Synergi eftir
áheitan frá okkum tikið sær
av øllum tí praktiska hes-
um viðvíkjandi. Skeiðið
verður veruleiki, um nóg
nógv tekna seg. Nóg nógv
eru minst 30. Hetta, at
skipað verður fyri skeiðum
í Føroyum, er eitt gott og
bíligari høvi hjá starvsfólki
innan eldraøkið at dagføra
sína vitan, og vóna vit
sjálvandi, at undirtøkan
verður góð.
Væntandi verður lýst við
einum øðrum skeiði um
stutta tíð. Tað er tann navn-
frama danska Jane Verity,
búsitandi í Australiu, sum
kemur henda vegin. Hon er
eitt av undangongufólkun-
um
innan
demensøkið.
Umframt at hava skeið fyri
fakfólki í tveir dagar fer
hon at halda ein almennan
fyrilestur.
Altjóða demenstiltøk
og -skeið
Á norðurlendska ársfundin-
um sum í fjør varð hildin í
Kalmar í Svøríki, varð m.a.
avgjørt at fara undir nýggja
verkætlan við fíggjarligum
stuðli frá Norðurlendska
ráðharraráðnum.
Henda
verkætlan lýsir, hvussu góð
dagumlætting fyri fólk við
demenssjúkum kann skip-
ast. Arbeiðið er liðugt, nú
skal faldarin týðast til øll
tey norðurlendsku málini,
og úrslitið verður lagt fram
á norðurlendska fundinum í
Álandi í døgunum 19.,20.
og 21. mei í ár. Tvey umboð
frá okkara felag verða við.
Demensdagarnir,
sum
verða hildnir í Bella Centr-
inum á hvørjum ári, verða í
døgunum 8. og 9. mei í ár.
Hetta er sera áhugaverd
ráðstevna, har alt tað nýggj-
asta innan demensøkið
verður lagt fram, evni í ár
er: Kunnleiki og samstarv.
Fyriskiparar
eru
"Hu-
kommelsesklinikken"
á
Ríkissjúkrahúsinum og tað
Danska Alzheimerfelagið.
Vit verða ætlandi við har
við tveimum umboðum fyri
okkara felag.
Á hvørjum ári hava de-
menssamskiparar ársfund í
Danmark, har føroyskir
demenssamskiparar sleppa
við á jøvnum føti við
danskar. Hetta er eitt for-
um, har alt tað nýggjasta
verður tikið fram og við-
gjørt. Eitt umboð frá Mið-
støðini var tí við á hesum
fundi, og ætlan okkara er, at
ein fer á fundin komandi
heyst.
Virkisætlan komandi
árið
1. Felagið
skipar
fyri
skeiðum fyri avvarð-
andi.
2. Skipað
verður
fyri
evnisdegi saman við bý-
og bygdaráðum.
3. Arbeiðið við Miðstøð-
ini
fyri
minnisveik
heldur fram.
4. Norðurlendski fundurin
í Føroyum 2006 skal
fyrireikast.
eys
Alzheimersfelagið:
Nógv er hent seinasta árið
Fríggjadagin læt upp fram-
sýning í Leikalund í Klaks-
vík við 24 oljumálningum
av Arnoldi Vegghamar.
Dávur Winther, mentan-
arleiðari, lat framsýningina
upp. Hann fegnaðist um, at
Leikalund enn eina ferð
hevði tikið stig til eina
spennandi og áhugaverda
listaframsýning og segði
millum annað
- Teir málningar, vit her
hyggja at, geva okkum øll-
um okkurt at hugsa um,
eina uppliving, eina kenslu
ella eina fatan, sum kann
vera ymisk frá persóni til
persón. Vit fáa nakað sam-
skifta um, kanska eina fe-
lags uppliving og hugurin
reikar. Vit fáa nakað at vera
saman um. Tí hava vit so
ómetaliga nógv at takka
fyri, tá vit sleppa at sígga
málningar, sum hesar. At
ein listarmaður vil lata okk-
um síggja sínar málningar,
læna sínar brillur og ígjøg-
num tær, síggja hvussu
hann upplivir umheimin, og
hvat hann leggur merki til.
Hvat hann vil fortelja okk-
um. Tú verður varðugur við
ymiskt og mátar at síggja
umverðina uppá, frá einum
øðrum sjónarhorni, enn tað,
tú sjálvur ert vanur við. Jú,
av sonnum kann sigast, at
vit gleðast saman við lista-
málaranum og málningum
hansara, ið sum sagt verður
um: "Eru fullir av vári og
summari"!
Framsýningin hjá Ar-
noldi Vegghamar verður
opin allan apríl mánaða.
-ave-
Vegghamar
í Leikalund
Vegghamar, "Morgun"
Listamaðurin Arnold Vegghamar við málningin "Fjall"