Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 6. apríl 2005 7 Nýggj kirkja skal byggjast á Glyvrum Kirkjuráðið tosaði fyrst um at útbyggja verandi kirkju. Men niðurstøðan varð kortini ein onnur: Vit mugu byggja eina nýggja kirkju. Og í løt- uni verða fyrireiking- ar gjørdar til hetta KIRKJULÍV Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Glyvrar: Um nøkur ár fer kirkjufólkið á Glyvrum at kunna fara í eina spildur- nýggja kirkju. Kirkjuráðið hevur nevni- liga tikið avgerð um, at byggjast skal onnur kirkja á øðrum staði í bygdini. Tann verandi kirkjan varð vígd í mai mánaði í 1927, men varð útbygd nakað í 1981. Síðani tá er virksemið í kirkjuni økt munandi, soleiðis at tørv- urin á størri hølum er øktur samsvarandi. Spurningurin var frammi, um ein skuldi fara undir enn eina útbygging. Men seinni varð henda ætl- anin kortini slept, og tí verða nú fyrireikingar gjørdar til bygging av eini nýggjari kirkju. Av tí at so stutt er fráliðið í fyrireikingum, er einki áramál sett á og heldur eingin kostnaður. Kostnaðarmikil loysn Henda ætlanin við teirri nýggju kirkjuni er kortini ikki av nýggjari dato. Í longri tíð hava skiftandi kirkjuráð á Glyvrum arbeitt við eini ætlan um at byggja uppí og umbyggja verandi kirkju. Í hesum sambandi varð heitt á tríggjar arkitektar um koma við sínum hug- skotum um, hvussu hetta kundi verða gjørt. Men eftir at kirkjuráðið hevur arbeitt hesi uppskot- ini ígjøgnum, saman við sakkønum fólki, var niður- støðan rættiliga greið: Hetta fór at gerast ein rætti- liga kostnaðarmikil loysn. - Og eitt aftrat: Henda kostnaðarmikla loysnin fór heldur ikki at geva eitt nøktandi úrslit, sigur kirkjuráðið. Eitt samt kirkjuráð valdi tí ístaðin eina aðra loysn, og fór undir at kanna møgu- leikarnar fyri bygging av nýggjari kirkju á Glyvrum. Henda umsóknin varð send til teir kirkjuligu myndugleikarnar, dóm- próstaráðið, stiftsstjórnina og til landsstýrismannin í mentamálum. Allir hesir myndugleikar hava verið á staðnum, og er semja teirra millum um, at rættast er at byggja eina nýggja kirkju. Hóskandi stað Fyrireikingarnar til hesa stóru ætlanina eru tískil longu farnar í gongd av álvara. Í februar mánaði í ár fekk kirkjuráðið í høvuðsheitum loyvi at byggja hesa nýggju kirkjuna. Samstundis varð loyvi givið til at útvega sær tekningar og annars at gera tær neyðugu fyrireikingar- nar. Í løtuni verður arbeitt við at fyrireika eina arkitekta- kapping, eins og ein ar- beiðsbólkur er settur at út- vega pening fyri at fram- skunda arbeiðið. Samstundis við alt hetta, verður leitað eftir einum góðum og hóskandi staði at seta kirkjuna á. Sum er stendur kirkjan nærum krógvað niðanfyri vegin, men óhugsandi er ikki at tann nýggja kirkjan kemur at standa á einum meiri sjónligum staði. Men sum skilst, eru prest- ur, kirkjuráðið og kirkjufólkið sera spent uppá hesa verkætlanina, sum tey vóna gerst veruleiki um ikki alt ov mong ár. Eldfimur leikur fer at ferðast Sjónleikur: Bólkurin Willieboys, sum varð stovnaður herfyri, bjóðar seg nú at koma og spæla sjónleik fyri teimum, ið áhuga hava fyri. Leikurin, sum bólkurin bjóðar seg fram við er leikurin um kenda ævin- týrið "Eldførið" hjá H.C. Andersen. Hetta er ein barnaleikur, sum tað tekur um hálvan tíma at spæla. Við í leikin- um eru bert tveir leikarar, so trupult skuldi ikki verið at ferðast við leikinum. Leikstjóri er Elin á Rógvi. Tey, ið hava áhuga fyri leikinum, kunnu venda sær til skrivstovuna hjá Meginfelag Áhugaleikara Føroya. sb. Góð hug- skot um upsa og plastikk- posar Kapping: - Hvussu kann meiri fáast burtur úr ups- anum? Tað var evnið, sum ein bólkur úr fiski- vinnuskúlanum í Vest- manna hevði sett sær fyri at kanna. Úrslitið av hesum kann- ingum lá sum grund fyri teirra íkasti til føroyska partin av kappingini "European Business Game" sum varð hildin í farnu viku. Tað sum hesir næming- arnir komu fram til var so mikið gott, at teir struku avstað við sigrinum í hesi kappingini. Vinnarabólk- urin skal í summar lut- taka í evropeisku kapp- ingini fyri miðnámsskúl- ar, sum verður í italska býnum, Ravenna. Ein onnur verkætlan kall- aðist "P/F Plastic Fanta- stic", har tríggir studenta- skúlanæmingar hava sett á stovn eina fyritøku. Henda fyritøkan skal framleiða plastikkposar, sum eru gjørdir úr tilfari, ið ikki dálkar. Hesir posarnir hvørva hinvegin úr náttúr- uni eftir trimum árum. Plastic Fantastic tekur góð atlit til umhvørvið í heiminum og hevur eisini eitt gott altjóða støði, tí framleiðslan liggur í Póllandi, og sølustrategi’- in fevnir um alt Europa. sb. Glyvra kirkja stendur niðanfyri vegin á Glyvrum, og er ikki løtt at fáa eyga á tá ein koyrir framvið. Nýggju kirkjuni skal útvegast eitt meiri ásýnligt øki Skipaflotin í Vest- manna og á Toftum verður ríkaður við einum nýbygningi aftrat seinni í hesum mánaðinum SKIPASMÍÐ Snorri Brend Havn: 25. apríl verður serlig orsøk at veittra við Merkinum í Vestmanna og á Toftum. Umframt tað, at fólk kunnu hátíðarhalda Flagg- dagin, verða somuleiðis lætnir tveir trolarar til bygdirnar báðar henda sama dagin. Tað eru smápartafeløgini Hansa Maria á Toftum og Dúgvuberg í Vestmanna, sum hava latið hesar báðar trolararnar byggja í Havn. Skrokkarnir til báðar trolararnar vórðu sleipaðir úr Polen á Havnina í heyst, og hevur síðani verið ar- beitt við at gera teir lidnar inni í stóru byggihøllini hjá Tórshavnar Skipasmiðju. Og fríggjadagin í farnu viku vórðu teir báðir trolar- arnir koyrdir út úr høllini og seinni sjósettir. Eftir ætlanini skulu teir latast báðum reiðarí’unum 25. apríl. Trolararnir komnir undan taki Kappingar kvøld á Margarin- fabrikkini Havn: Fríggjakvøldið verður ein sindur øðr- vísi kapping á Marg- arinfabrikkini. Hetta kvøldið fer Barnaráðið at skipa fyri kappingum í mongum ymiskum greinum, so sum fótbólti, teldum, playstation, dansi, hoppibandi og øðrum. Tiltakið byrjar kl. 18 og endar kl. 21:30. sb. Teir gera klárt at koyra trolaran á sjógv Mynd: Jens K. Vang