Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 64 - 6. apríl 2005 – Vit eru vitandi um, at kloakkarbeiðið fer at órógva ferðsluna í Steinatúni og mið- býarlívið sum heild. Men tað fer at bøta munandi um óhumskuna á vágunum, sigur Tórs- havnar Kommuna VEGARBEIÐI eydna@sosialurin.fo Mánadagin fóru kommunu- menninir undir fyrsta partin av stóra kloakkarbeiðnum, sum nú verður gjørt í Havn- ini. Ætlanin er at leggja eina nýggja høvuðskloakk frá lokinum yvir Havnará eftir Steinatúni og J. Paturs- sonargøtu, heilt út á Frælsið Ferðslan darvað Seint mánakvøldið varð Steinatún stongt fyri allari ferðslu, meðan ein stór maskina gróv eitt petti av aðrari vegbreytini upp. Kommunan sigur, at or- søkin til, at vegurin varð stongdur, er hon, at har er ein vatnleidningur, ið má ansast eftir sum reyðagull. Týsmorgunin frá 07-09 var gjøgnumkoyring aftur loyvd, men koyrandi var bert eftir aðrari breytini, og trafikkpropparnir merktust langt út um miðbýin, tí ferðslan gekk so mikið seint. Arbeiðið, at leggja nýggja kloakk, er sera umfatandi og tað gerst ikki uttan at ferðslan verður darvað og miðbýarlívið órógvað. Men fyri ikki at órógva ov nógv, hevur kommunan valt at býta hetta arbeiðsstigið upp í fleiri partar. Fyrsti parturin av hesum arbeiði, sum nú er byrjað, er frá lokinum yvir Havnará til Tróndar- gøtu, og tað er mett at taka uml. 8 vikur. So í 8 vikur mugu bilførarar, sum hava skund, velja eina aðra leið enn Steinatún. Hetta tíðar- skeiðið verður nevniliga bert koyrandi frá Bøkjara- brekku til Jóannesar Paturs- sonargøtu, bilar, ið koma hinvegin, mugu koyra oman eftir Tórsgøtu. Hetta tíðarskeiðið verður bert loyvt býarbussunum og persónbilum at koyra ígjøgnum Steinatún. Fyri at fáa arbeiðið at ganga so skjótt sum gjør- ligt, og at tryggja arbeiðs- fólkinum á staðnum, hevur kommunan somuleiðis av- gjørt at banna tungari ferðslu í J. Paturssonargøtu, Steinatúni og Bøkjara- brekku á strekkinum mill- um Dalavegin og R.C. Effersøesgøtu. Bygdaleiðir og bilar yvir 3,5 tons mugu sostatt finna aðrar farleiðir Umleggja kloakkina Orsøkin til stóra og um- fatandi vegarbeiðið er, at kloakkirnar í býnum mugu umleggjast. – Tær stinkandi kloakk- leivdirnar fram við báta- brúgvunum í Vágsbotni, Lítluvík og úti í Rættará er ikki nakað, sum vit kunnu liva við longur. Sum lands- ins størsta kommuna hevur Tórshavnar kommuna ser- liga ábyrgd at ganga undan á umhvørvisøkinum, sigur kommunan í tíðindaskrivi. Vágirnar í býnum hava leingi trongt harðliga til eina reinsandi hond. Kloakkvatnið, sum leingi hevur runnið beint út ímill- um bátarnar, hevur fingið fólk – og serliga ferðafólk, at ógvast. Men nú verður endiliga nakað gjørt við trupulleikan. Fyrsta stigið varð tikið í fjør, tá farið var undir kloakkarbeiðið í Vágsbotni og í Mylnugøtu. Og nú er kommunan so farin undir annað stigið, sum verður tikið í smáum bitum. – Tá alt arbeiðið er liðugt hava vit eina nýggja kloakk úr Bøkjarabrekku og út á Frælsi, sum so allar kloakkir omanfyri Jóannes- ar Paturssonargøtu verða beindar í. Men tað arbeiðið verður ikki gjørt í ár, tí tað hevði oyðilagt býarlívið at stongt miðbýin so leingi, sigur Bogi Haraldsson á teknisku deild. – Vit eru vitandi um trupulleikarnar av at órógva ferðsluna og miðbýarlívið. Men tað er neyðugt at gera ábøturnar á kloakkskipan- ina í býnum – til fyrimunar fyri umhvørvið, fólksins trivna, umdømi býarinnar bæði burturi og heima og ferðavinnuna, sigur hann. Stóð tað upp til verkfrøð- ingarnar, varð alt økið stongt allatíðina, meðan arbeiðið varð framt. Tað ber tó ikki til, og tí verður ferðslan bert tarnað, sigur hann. Fyri at bøta um viðurskiftini at koma í Müllers Pakkhús, hevur Tórshavnar kommuna gjørt eina ætlan fyri, hvussu Lágakei kann knýtast til gongubreytina, ið er við bátabrúgvarnar í Vágsbotni. Arbeiðið verður liðugt miðjan juni í ár Müllers Pakkhús Hesi seinastu árini hevur Müllers Pakkhús, sum Tórshavnar kommuna nú eigur og rekur, verið karm- ur um nógv mentanartiltøk, m.a. samkomur, móttøkur, framløgur, tónleikatiltøk og fjølbroyttar framsýningar, t.d. søluframsýningina Gluggaglæmu. Umframt alt hetta plagar Müllers Pakk- hús eisini at verða nýtt sum framsýningarhøli á Lista- stevnuni. Ein bági hevur tó verið, at tíðarinnar tonn hevur sett síni sjónligu merki í um- hvørvið við Lágukei og Høgukei. Hetta ger, at tað hevur verið heldur torført og ólagaligt hjá fólki at komið av Skálatrøð í Müll- ers Pakkhús, serliga myrku tíðina á árinum. Har eru nevniliga eingi gøtuljós, gróttrappan upp á Høgukei er slitin og ójøvn, og fram við Skeivapakkhúsi er óslætt og tí ikki heilt vanda- leyst at ganga. Fyri at betra um hesi viðurskifti, hevur Tórs- havnar kommuna gjørt eina ætlan fyri økið, sum í høv- uðsheitum snýr seg um at hampa og fríðka um, og knýta saman Lágukei við verandi gongubreyt við bátabrúgvarnar í Vágs- botni. Brúgv og trappur Har Rættará rennur í sjógv á Skálatrøð, verður gjørd ein træbrúgv. Nýggj trappa skal gerast upp á Høgukei, og fram við Skeivapakk- húsi verður bryggjukantur- in breiðkaður, so at pláss verður fyri beinkjum, har til ber at seta seg at njóta vakra sýnið av smábátunum við brúgvarnar. Beint út fyri, við stabbarnar, fara eisini Westward Ho og Norðlýsið at liggja. Við brúgvarendan mill- um Skeivapakkhús og Müllers Pakkhús verður gjørd ein trappa við høgum trinum í sjógv, og við Lágu- kei skal nýggjur bátadráttur við lunni gerast. Somuleiðis verður alt økið steinsett av nýggjum. Rekkverk verður gjørt fram við trappum og bryggju- kanti, og gøtuljós sett upp. Sum frá líður kemur tí Müllers pakkhús og um- hvørvið úti í Rættará at standa sum eitt virðiligt og prýðiligt minni um eina farna tíð. Tað er P/f Guttesen og Staksberg sum ger arbeiðið fyri kommununa, og ætlan- in er, at tað skal verða lið- ugt um miðjan juni í ár. eys Trafikkproppur í Steinatúni: Kloakkirnar verða umlagdar Orsakað av stóra holinum í vegunum, varð øll ferðsla stongd í miðbýnum frá 09-12 týsdagin. Ferðslupropparnir merktust um allan býin av tí sama. Framyvir verður ferðsla loyvd, men bert annan vegin, nevniliga frá Bøkjarabrekku og móti Jóannesar Paturssonargøtu Mynd: Jens Kr. Vang Høgligari at koma í Müllers Pakkhús