Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 6. apríl 2005 9 Fogh dagførir felagsskapin Danski forsætisráð- harrin vil lata føroy- ingar sjálvar gera av, hvussu og nær teir vilja fremja yvirøkur. Hann kallar tað eina modernisering av ríkisfelagsskapinum YVIRTØKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo – Hetta er tann støra broyt- ingin í forholdinum millum Føroyar og Danmark, síð- ani heimastýrislógin kom í gildi. Tað segði Anders Fogh Rasmussen, eftir at hann hevði skrivað undir eina yvirlýsing um at leggja uppskot fyri løgtingið og fólkatingið at seta yvir- tøkulóg í gildi. – Yvirlýsingin er ein nú- tímansgerð og menning av ríkisfelagsskapinum. Hetta er eitt stórt fet fram, og av- talan undirstrikar, at í ein- um modernaðum ríkisfel- agsskapi eru tað føroyingar sjálvir sum gera av í hvønn mun, teir vilja yvirtaka málsøki, segði danski for- sætisráðharrin. Hann hevur síðani fyrstu dagarnar sum forsætisráð- harri roynt at havt eitt betri samband við føroyskar myndugleikar, enn undan- maðurin Poul Nyrup Ras- mussen megnaði. Og nýggja yvirtøkulógin, sum ynskjum hjá landsins leiðslu á møti, er enn eitt dømi um hetta. Avgerðin í Føroyum Hvørki Anders Fogh Ras- mussen ella Jóannes Eidesgaard vóru varnir við sínum orðum, tí teir løgdu báðir upp til, at yvirtøku- lógin er ein stórhending í sambandinum millum Før- oyar og Danmark. – Føroyingar eiga nú av- gerðina. Eg havi altíð tikið undir við, at framtíðin hjá føroyingum verður avgjørd av føroyingum sjálvum, og tað er nú gjørligt, segði Anders Fogh Rasmussen. Jóannes Eidesgaard rósti danska forsætisráðharran- um fyri sín Føroyapolitikk, sum løgmaður helt verða meira konstruktivan enn hjá undanfarnum donsku forsætisráðharrum. Felags yvirlýsing Við støði í núverandi stjórnarskipanarligu støðu Føroya og samsvarandi sjálvsavgerðarrætti Føroya fólks sambært altjóðarætti eru Føroya løgmaður og Danmarkar forsætisráðharri samdir um: • At virka fyri at fremja skipan, har føroyskir myndugleikar kunnu taka við ábyrgdini av øllum mál- um og málsøkjum, undantikið ríkisstjórnarskipan, ríkisborgararættur, Hægstrirættur, uttanríkis-, trygd- ar- og verjupolitikkur umframt gjaldoyra- og peninga- politikkur. Skipanin hevur sostatt við sær, at málsøki o.a. kunnu verða yvirtikin í størri mun enn sambært heimastýrislógini frá 1948, • At einstøku yvirtøkurnar verða framdar sambært føroyskari avgerð og á ein slíkan hátt, at føroyskir myndugleikar samstundis taka við útreiðslum, ið eru tengdar at málsøkjunum, og føstum ognum, sum eru beinleiðis knýttar afturat teimum, • At tryggja setanarviðurskifti hjá avvarðandi starvs- fólkum sum liður í skipanini viðvíkjandi framtíðar yvirtøkum, • At virka fyri, at skipanin viðvíkjandi at taka yvir málsøki verður framd við gildi frá 29. juli 2005, • At halda fram við samráðingunum um skipan, har Føroya landsstýri kann gera ávísar altjóðarættarligar sáttmálar. *** Føroya løgmaður og Danmarkar forsætisráðharri eru harumframt samdir um: • At virka fyri, at rakstur og ogn hjá dønum í Vága Floghavn verður flutt føroyskum myndugleikum. Samstundis verður neyðugur peningur at fíggja dag- føringina av floghavnini fingin til vega á tann hátt, at eginpeningurin í Íleggingargrunninum fyri Føroyar verður niðurkapitaliseraður samsvarandi. Semja er um at seta ein føroyskan-danskan serfrøðingabólk at áseta tøkniliga og búskaparliga gundarlagið. Á hesum grundarlagi boðar landsstyrið frá áhuga sínum, at verkætlanin verður framd. Í Keypmannahavn hin 4. apríl 2005 Jóannes Eidesgaard, Føroya løgmaður Anders Fogh Rasmussen, Danmarkar forsætisráðharri – Um yvirtøkur eru ein fyrimunur fyri føroyska fólkið, so er Sambandsflokkurin sinnaður at verða við. Vit siga ikki nei bara fyri at siga nei, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sam- bandsflokkinum, sum fegnast um, at ein nýggj avtala er gjørd við danir YVIRTØKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo So hendi tað, sum tókist verða ómøguligt. Bæði Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin fegn- ast um eina nýggja avtalu millum føroyingar og danir um yvirtøkur. Í blaðnum í gjár segði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, at nýggja yvirtøkulógin kann gerast ótrúliga áhugaverd. Og í dag sigur Kaj Leo Jo- hannesen, formaður í Sam- bandsflokkinum, at avtalan við danir er sera positiv fyri føroyingar. – Hetta verður ein mod- ernisering av heimastýris- skipanini, og tað er nakað, sum flokkarnir í samgong- uni avtalaðu í samgongu- skjalinum. Enn er ikki eitt komma broytt, men tá ið yvirtøkulógin verður løgd fyri løgtingið á ólavsøku, hava vit sett nakað á sporið, og so kunnu vit fara veruliga til arbeiðis, sigur Kaj Leo Johannesen. – Hetta er sera positivt fyri føroyingar, og tað er Føroya fólk, sum eigur ær- una fyri hesa avtaluna – ikki nakar ávísur politiskur flokkur ella persónur. Vilja fremja yvirtøkur Sambandsflokkurin hevur verið tann mest sambands- sinnaði flokkurin í føroysk- um politikki, men nú er flokkurin við til at gera ein nýggja lóg, sum skal gera tað lættari hjá føroyingum at fremja yvirtøkur heilt fram at fullveldinum. – Grundsjónarmiðið hjá Sambandsflokkinum er, at vit vilja fremja tann polit- ikk, sum tænir Føroya fólki best. Eru tað fyrimunir við at yvirtaka eitt málsøki, so eru vit sinnaðir at verða við í tí. Vit siga ikki nei bara fyri at siga nei, og vit siga heldur ikki ja bara fyri at siga ja, sigur Kaj Leo Jo- hannesen. – Tíðirnar broytast so skjótt, og vit mugu hyggja eftir, hvat nútíðin og fram- tíðin hevur at bjóða. Sam- bandsflokkurin hevur kanska verið í so konser- vativur, men vit skulu eisini flyta okkum. Vil tað siga, at tit eru sinnaðir at gera ítøkligar yvirtøkur, tá ið nýggja yvirtøkulógin er samtykt? – Um Sambandsflokkur- in metir, at tað tænir Føroya fólki, og tað er fíggjarliga forsvarligt at gera eina yvirtøku, so er Sambands- flokkurin sinnaður at verða við í yvirtøkum. Hugsar meira um onnur mál Kaj Leo Johannesen held- ur, at ein av størstu fyri- mununum við nýggju yvir- tøkulógini er, at fullveldis- málið verður avgreitt, og politikararnir kunnu fara at arbeiða við at loysa aðrar stórar trupulleikar í samfel- agnum. – Vit missa arbeiðspláss hvønn einasta dag, og tað gera vit millum annað tí, at politikararnir ikki hava verið nóg góðir til at gera nakað við teir veruligu trupulleikarnar í samfelag- num. Fullveldislandsstýrið brúkti alla sína orku til fullveldismálið, og tí vóru onnur týðandi mál gloymd. – Nú hava vit fingið eina avtalu við danir, sum øll kunnu liva við, og nú skulu vit til arbeiðis fyri at tetta skrokkin. Frameftir kunnu vit brúka okkara framrætt- aðu orku til at gera nakað við trupulleikarnar, sum eru í okkara samfelag, og skapa umstøður fyri fleiri arbeiðsplássum her á landi, sigur Kaj Leo Johannesen. Sambandið fegnast um avtalu við danir – Um Sambandsflokkurin metir, at tað tænir Føroya fólki, og tað er fíggjarliga forsvarligt at gera eina yvirtøku, so er Sambandsflokkurin sinnaður at verða við í yvirtøkum, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum