Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 64 - 6. apríl 2005 Løgmaður og forsætismálaráðharrin undirskrivaðu mána- dagin 4. apríl í ár avgerðandi og týdningarmikla yvirlýsing um framløgu av yvirtøkulóg. Yvirtøkulógin er eitt stórt frambrot. Við hesum fáa føroyingar eitt avgerðandi amboð til at fremja tey stig á tí sjálvstýrisleið, ið føroyingar sjálvir ynskja og vilja halda. Nýggja yvirtøkulógin verður í næstum løgd fyri tingið, og verður hon ætlandi sett í gildi á ólavsøku. Sum flestøll minnast, so rendi fyrra samgongan seg fasta í fullveldismálinum. Lagt varð tí á annan bógv við Tvøroyraskjalinum, men so kom tann samgongan ikki longur. Henda samgongan hevur so tikið málið upp aftur. Við at tala um eina breiða tjóðskaparliga semju hevur verið samráðst við danir um eina skipan, sum í roynd og veru flutti sjálvstýrismálið heim til Føroya. Hetta er eydnast við yvirlýsingini, ið varð undirritað mánadagin. Við tí yvirtøkulóg, sum fylgir av yvirlýsingini, kunnu øll málsøki yvirtakast, tá føroyingar sjálvir taka avgerð um tað, uttan nøkur neyvari nevnd mál nevniliga stjórnarskipan danska ríkisins, heimarætt, hægstarætt, uttanríks-, trygdar- og verjupolitikk og so gjaldoyra- og peningapolitikk. Í yvirtøkulógini verður sostatt ásett, hvørji mál ikki kunnu yvirtakast. Av hesum fylgir so, at øll hini kunnu yvirtakast. Sostatt verða økini, sum kunnu yvirtakast, munandi víðkað og tilgongdin verður nógv lættari. Dómsvald, revsirættur, persóns-, familju- og arvarættur, fíggjarrættur og útlend- ingamál eru dømi um stór og týdningamikil mál, ið ikki eru nevnd í heimastýrislógini, men sum føroyingar eftir nýggju lógini kunnu velja at gera til føroysk málsøki. Øll mál kunnu sostatt yvirtakast, uttan tey, ið sum nevnt beinleiðis eru tengd at ríkisfelagsskapinum. Tað er vorðið sagt, at yvirlýsingin er eitt frambrot á sjálvstýrisleið. Hesum eru vit samd í. Tá hugsað verður um, hvussu nógva orku undanfarna samgonga legði í hetta málið uttan at koma úr stað, so má ásannast, at yvirlýsing- in, sum varð undirskrivað mánadagin er eitt diplomatiskt og politiskt bragd. Yvirlýsingin kemur at standa fyri eftir- tíðini sum ein varði í politisku starvsleið løgmans. Tá, ið sjálv yvirtøkulógin er vorðin samtykt, er tjóðskaparliga semjan um sjálvstýrisleið og sjálvstýristilgongd so at siga fingin umborð. So skuldi politiskur friður valda um eitt hitt størsta málið í føroyskum politikki. Síðan kann sam- gongan fara undir at loysa tey mongu politisku mál, sum hava ligið á láni tey seinastu árini. Her eru stór mál at taka upp á øllum samfelagsøkjum og frá nú av er eingin um- bering fyri ikki at loysa hesi stórmál. Skulu vit taka samanum, so er yvirlýsingin sum nevnt størsta frambrot á sjálvstýrisleið síðan heimastýrislógina. Yvirlýsingin merkir eina nútímansgerð av politisku tilgongdini í sjálvstýrismálinum. Hetta er gott, men hetta er kanska ikki tað stóra frambrotið í sjálvum sær. Tað stóra frambrotið er, at danska stjórnin við at undirskriva yvir- lýsingina hevur viðurkent føroyingar sum eitt fólk sam- bært fólkarættin eins og stjórnin hevur viðurkent okkara tjóðskaparliga sjálvsavgerðarrætt. Nú eru flestu forðingar fyri føroyskum tjóðarfrælsi beindar burtur. Nú er avgerðin okkara og bert hvørja leið, ið vit ætla at halda. DAGSINS MEINING Sosialurin Frambrot á sjálvstýrisleið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Vit hildu lyftið: Sjálvstýrissemjan er funnin Hetta er størsta søgu- liga hendingin síðani heimastýrislógina frá 1948. Sjálvstýrismálið er nú føroyskt burtur- av. Tað er ikki longur neyðugt við samráð- ingum við danir um yvirtøkur. Nú kunnu føroyingar yvirtaka mál og málsøki gjøgnum løgtingslóg, um vit ynskja tað, og tá vit ynskja tað John Johannessen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin Við Javnaðarflokkinum á odda hava vit í dag tikið tað størsta veruliga sjálv- bjargnisstigið, sum tikið er í føroyskari søgu síðani heimastýrislógina í 1948. Jóannes Eidesgaard, løg- maður, og Anders Fogh Ras- mussen hava við felags- lýsingini í dag lagt navn til eitt nýtt tíðarskeið í føroysk- um politikki. Sjálvstýris- málið er ikki longur eitt stríð ímillum føroyskar og danskar myndugleikar, men eitt føroyskt mál burturav. Tíðin, har neyðugt var at biðja danir um loyvi at sleppa at taka yvir málsøki er av. Vit hava yvirtikið sjálvt sjálvstýrismálið, so- leiðis at tað nú beinleiðis er Føroya fólk, sum gjøgnum Løgtingið ger av, nær máls- øki verða yvirtikin og hvørji málsøki verða yvirtikin. Sterk semja — C lykilin Tað hevur síðani fullveldis- landsstýrið staðið púra greitt, at ikki bar til at røkka semju og loysnum á sjálv- stýrismálinum, uttan at Javnaðarflokkurin gjørdist lykilin. Hvørki bar til at finna semju við danir ei heldur flokkana millum her heima. 31. januar í fjør eydnaðist Javnaðarflokkinum at skipa samgongu við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin í breiðari politiskari semju um sjálvstýrismálið. Nú gott ár seinni hava vit rokkið semju við danir. Einari sterkari semju um eina yvirtøkulóg við stór- um meiriluta av Løgtingin- um og øllum Fólkatingin- um aftanfyri. Á ólavsøku í ár kemur yvirtøkulógin í gildi og harvið eitt nýtt tíðarskeið í føroyskari søgu. Vit valdu gott og virðiligt samskifti og fingu veru- ligar loysnir. Virðilig og góð loysn Tá Løgtingið og Fólkatingi í hvør sínum lag samtykkja yvirtøkulógina, verða A og B listarnir í heimastýrislóg- ini ikki longur galdandi. Tað vil siga, at tað ikki longur verður ásett á nøkr- um lista, hvørji mál vit kunnu yvirtaka. Og heldur ikki verður kravt, at vit skulu samráða okkum fram til loyvi at yvirtaka. Í staðin verður høvuðs- reglan í Yvirtøkulógini galdandi, sum sigur at øll mál, sum ikki eru knýtt at sjálvari fullveldistøkuni, kunnu yvirtakast, tá meiri- luti er fyri tí á Løgtingi. Stóra nýskipanin við yv- irtøkulógini er, at hon legg- ur upp í hendurnar á før- oyskum myndugleikum einamøllum at gera av, nær málsøki bæði innanfyri og uttanfyri heimastýrislógina koma á føroyskar hendur. Andstøðan kann vera við Vit hava uttan iva rokkið einari loysn á sjálvstýrismál- inum, sum eisini Tjóðveld- isflokkurin og Miðflokkurin í andstøðu eiga at kunna taka undir við. Hetta serliga, tá hugsað verður um, at allir flokkar á Løgtingi halda fram í arbeiðinum at gera føroyska stjórnarskipnarlóg. Og at tað í stjórnarskipanar- lógini greitt skal vera ásett, hvussu vit føroyingar skulu bera okkum at, um vit eina- ferð í framtíðini koma til ta avgerð, at vit velja at siga upp verandi ríkisrættarligu støðuna. Men spurningurin, um andstøðan vil vera við, er ein spurningur, hvørt Tjóð- veldisflokkurin er til reiðar at góðtaka, at avgerðin nú liggur hjá føroyingum. At sjálvstýrisstríðið nú er ein spurningur um politiskan meiriluta á Føroya Løg- tingi, heldur enn áhaldandi herróp og stríð við danir um endaliga málið, uttan at røkka úrslitum. Mín vón er, at eisini Tjóðveldisflokkurin ynskir at vera við til at skapa breiða semju um størsta sjálvstýrisstigið, sum tikið er síðani 1948. Svar til Johan Petersen Jógvan á Lakjuni landsstýrismaður Johan Petersen spyr í bløð- unum, nær eg sum lands- stýrismaður í útvarps- og sjónvarpsmálum fari at leggja fjølmiðlaábyrgdar- lógina fyri tingið. Nú er tað soleiðis, at hóast landsstýrismaðurin í mentamálum umsitur fjøl- miðlarnar, kringvarpslóg- ina o.s.fr., so umsitur hann ikki fjølmiðlaábyrgdarlóg- ina. Fjølmiðlaábyrgdarlógin er lógarmál og verður tískil umsitin í Innlendismála- ráðnum, og best er hjá Johan at venda sær hagar at fáa meira at vita. Annars eru samgongu- flokkarnir samdir um at yvirtaka fjølmiðlaábyrgd- arlógina, men eg havi skilt, at bíðað hevur verið eftir yvirtøkulógini. Nú, ið tað røkist fyri, at hon verður sett í gildi á ólavsøku, skuldi einki forða fyri, at fjølmiðla- ábyrgdarlógin verður løgd fyri tingið í næstu tingsetu. Vónandi verður tað so, tí tørvur er á henni! Fjølmiðlaábyrgdarlógin