Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 6. apríl 2005 11 VIÐMERKINGAR Lat flakavinnuna falla? Magni Laksafoss Lurtaði eftir fimmaranum tá heitið var "Fiskaframleiðsla í Kina - ræðumynd ella møguleiki?". Nógv áhuga- verd sjónarmið vóru við í sendingini - var ikki samdur í øllum, men tað er sjálvsagt heldur ikki meiningin. Stóri spurningurin í send- ingini var, um vit skuldu lata flakavinnuna falla. Eitt av teimum sjónar- miðunum í fimmaranum sum undraðu meg mest, og sum ofta hava undrað meg seinastu tíðina, eru sjónar- miðini hjá fleiri av búskap- arfrøðingunum. Hugtøk sum "Creative De- struction" og "lat falla tað, sum ikki kann standa" verða oftari og oftari havd á lofti av búskaparfrøðingum, og verða sett fram sum ein ævigur sannleiki. Hesi hug- tøk hanga neyvt saman, og vil eg tí siga mína hugsan um bæði hugtøk undir einum. Vinnarar og taparar Í einum búskapi eru altíð vinnarar og taparar. Tí má man tryggja sær, at tilfong- ið, tvs. arbeiðsmegi, rávøra og kapitalur, kann sleppa at fara hagar, sum tað gevur størst íkast til búskapin. Vit kunnu t.d. ímynda okkum, at tvey flakavirki standa lið um lið á einum keikanti í Føroyum. Annað virkið hevur stórt avlop, meðan hitt virkið hevur stórt hall. Um marknaðurin fær loyvið til at gera sum hann vil, vil virkið við halli fara av knóranum, meðan væl rikn- að virkið vil vaksa og mennast. Her má almenni myndu- leikin sjálvandi lata falla tað, sum ikki kann standa. Eingin ivi um tað. Um tað almenna her hevði valt at geva taparanum studning, vildi hetta einans gjørt, at góða virkið hevði havt verri umstøður at ment seg, tí rávøran og arbeiðsmegin høvdu verið brúkt til tað verra virkið. Um marknaðurin hevði fingið frið, vildi rávøran, arbeiðsmegin og kapitalurin farið til betur riknað virkið, og samlaða úrslitið hevði verið munandi betur. Her er samstundis talan um "Creative Destruction" í tí líki sum Joseph Schum- peter skrivaði um í 1942. Creative Destruction Hetta hugtak kom fram í 1942 av Joseph Schumpeter í hansara bók "Capitalism, Socialism and Democracy" og viðgjørdi eina prosess, sum støðugt broytti búskap- in innanífrá við at bróta niður gamlar vinnur sam- stundis sum nýggjar byggj- ast upp. Berandi drívmegin er innovatiónir - nýhugsan - entreprenørar. Vit kunnu eisini siga, at Creative Destruction hendir, tá okkurt nýtt drepur okkurt gamalt. Eingin ivi er um, at hetta hugtakið kann siga okkum eina rúgvu um hvussu veru- leikin hongur saman og at hetta hugtakið altíð skal havast í huga tá vit síggja at "gamlar" vinnur eru hóttar, tí vit skulu altíð ansa okk- um, at vit ikki bjarga goml- um vinnum, sum tapa í eini kapping. Vinnur mugu hava loyvið at doyggja um aðrar vinnur skulu hava møgu- leika fyri at vaksa. Út frá hesum kemur ráðgevingin vit stundum hoyra: "lat falla tað, sum ikki kann standa". Ikki altíð allur sannleikin Trupuleikin er, eins og við so mongum øðrum, at vit skulu ansa okkum ikki at yvirnýta hetta hugtakið. Hugtakið bleiv m.a. yvir- nýtt undir dotcom-bløðruni, har allir leiðarar og búskap- arfrøðingar tosaðu um, hvussu creative destruction vildi seta ein nýggjan búskap í staðin fyri tann gamla. Í veruleikanum brast dotcom- bløðran! Í døminum omanfyri bleiv nevnt at tvey virki stóðu lið um lið á sama keikanti og niðurstøðan var, at tað besta fyri samlaða búskapin var, at lata betur riknað virkið fáa rávøruna og arbeiðsmegina og lata virkið við halli fara av knóranum. Hvat nú um veruleikin var, at virkið við avlopi stóð í Kina? Hevði tað framvegis verið tað besta fyri føroyska samfelagið at latið rávøruna farið til Kina? Hvat so við arbeiðsmegini? Skal kapi- talurin eisini fara til Kina? Er hetta betur fyri føroyska samfelagið? Er hetta "creat- ive destruction" ella er hetta bara "destruction"? Liggur "creative"-parturin ikki í hesum føri í Kina? Spurningurin her er ikki um hvat loysir seg best fyri einstaka virkið - spurningur- in er, hvat loysir seg best fyri samfelagið! - Tí gerst spurn- ingurin sera torførur til tíðir. Ogn føroya fólks? Eitt annað sjónarmið sum ofta hevur verið nevnt er, at fiskurin er ogn føroya fólks. Um vit siga, at hetta er so- leiðis, eiga vit so ikki tryggja okkum at hetta virðið verður gagnnýtt best møguligt? Lat okkum taka eitt dømi. Stórur partur av livrunum verða framvegis blakaður fyri borð heldur enn at verða latnar til livravirkið. Her er talan um at tveita ogn føroya fólks fyri borð heldur enn at gagnnýta eina rávøru. Sjálvsagt áttu vit at lóggivið at livrarnar skuldu takast inn til lands, soleiðis at ognin ikki bleiv tveitt burtur. Á sama hátt áttu vit at lóggivið fyri, at okkara fisk- ur ikki fór av landinum óvirkaður. Sjálvsagt skulu vit ikki halda fiskinum aftur fyri einhvønn prís, men sum støðan er í dag, lata vit hann fara alt ov lætt. Vit kundu t.d. lóggivið eins og íslend- ingar, soleiðis at tað ikki loysti seg alt ov væl at landa uttanlanda. Um vit ikki lóggeva, men bara lata standa til, vilja flakavirkini og livravirkið møguliga geva hall í kom- andi árum. Skulu vit lata falla tað, sum ikki kann standa, sjálvt um talan ein- ans er um, at vit hava polit- ikkarar sum ikki tora at lóg- geva fyri at verja okkara ogn? Er hetta "creative de- struction" ella bara "de- struction"? Ongin nýggjur vinnari Trupuleikin við øllum hes- um er, at um creative de- struction hugtakið skal geva meining í einum búskapi mást tú hava vinnugreinir sum vinna. Tvs. at fyri at lata taparan falla, mást tú hava ein vinnara. Vit hava ongan nýggjan vinnara í føroyska búskapinum, sum kann rættvísgera at vit lata "gamlar" vinnur falla. Tað, sum í stóran mun hevur útkonkurrerað flakavinnuna er vøksturin í almennu út- reiðslunum. Seinastu 10 árini hevur landskassin økt sínar út- reiðslur til rakstur og íløgur við 120 prosentum - tvs. at landskassin hevur meiri enn tvífalda sínar útreiðslur. Samstundis hava kommun- urnar økt sínar útreiðslur við 200 prosentum - tvs. at kommunurnar í dag brúka tríggjar ferðir so nógvan pening til rakstur og íløgur í mun til fyri 10 árum síðani. Nýggi "vinnarin" í før- oyska búskapinum er sostatt almenni sektorurin. Skulu vit lata flakavinnuna falla fyri at geva rúm fyri al- menna sektorinum? Kunnu vit liva av at útflyta almenn- ar tænastur? Eg haldi, at í staðin fyri at búskaparfrøðingar hálova marknaðinum og "creative destruction" og tosa um "lat falla tað, sum ikki kann standa", áttu teir heldur at ávarað móti stóra vøkstrin- um í almennu útreiðslunum. Um almenni sektorurin hevði vaksið minni, høvdu tær virðisskapandi vinnur- nar fingið meiri rúm til vøkstur og ikki verið undir eins stórum trýsti og í dag. Hvørji eru ráðini? Eg haldi at hugtakið "creat- ive destruction" er sera áhuga vert. Eg vildi einans ynskt, at meiri bleiv tosað um "creative"-partin og minni um "destruction"- partin. Tað eg hugsi um er, at einasta ráðgeving vit hoyra í løtuni er, at vit mugu "lata falla tað, sum ikki kann standa". Tað hevur tikið mong ár at byggja tey virkini upp sum standa í dag - men tað tekur einans stutta tíð at bróta tey niður aftur. Vit mugu duga betur at menna tað vit hava heldur enn bara "lata tað falla, sum ikki kann standa". Vit eiga heldur at tosa um hvussu vit fremja nýhugsan og innovatiónir heldur enn einans at tosa um at lata ver- andi falla. Tí tað er gjøgnum nýhugsan og innovatiónir at vit skapa vinnarar - taparnir skulu nokk koma og fara av sær sjálvum. Vit mugu hava dirvi og áræði til at taka uppgávur- nar á okkum og vera við til at menna hetta landið. Vit mugu vera við til at skapa vinnarar. Lat flakavinnuna falla? Lat okkum nú venda aftur til innleiðandi spurningin - "skulu vit lata flakavinnuna falla?" Eg eri ein av teimum búskaparfrøðingunum sum meinar, at flakavinnan í tí líki hon hevur í dag kann ikki liva leingi afturat. Niðurstøðan hjá mær er tann, at vit mugu finna eina loysn uppá at tillaga okkum til veruleikan - tvs. tryggja okkum at vinnan fær tillaga seg til broytta veruleikan. Her hugsi eg ikki einans um at vinnan sjálv skal tillaga seg, men minst líka nógv at tær politisku rammirnar skulu gerast betur, soleiðis at vinnan ikki einans kann yvirliva, men soleiðis at hon eisini kann mennast og vaksa í komandi árum. Tað er jú av fiskinum og fiska- virking vit liva av í Føroy- um, og sum vit eisini kom til at liva av í nógv ár framyvir. Okkara politikkarir hava í so máta ikki víst seg at duga at gingið fremst og víst leiðina - vónandi verður hetta betur komandi tíðina, tí komandi árini verða ikki lættari enn tíðin í dag. Lívsins skandala Russiskt kostnaðarstøði? Malenda Arnholdsdóttir, formaður í Javna Tað ljóðar, sum um tað er ein skandala. At talið av børnum við Downs Syndrom ikki enn er lækkað í Danmark. Eg kann ikki lata hetta fara aftur við borðinum. Haldi, at hetta er soo ræðuligt. Vil gera tað greitt. Eg haldi, at tað at royna at finna nøkur ávís menniskju - áðrenn tey eru fødd - fyri at forða teimum lívið, er at gera nakað blóðskeivt! Eg ynski í hvussu so er ikki at gjalda mín skatt, fyri at vit skulu gera tað sama í Føroyum. Eg haldi ikki, at vit, sum ikki hava eina ávísa nakka- legd, Downs Syndrom, mongolismu ella hvat vit nú skulu kalla tað, hava rætt til at forða nøkrum øðrum at sleppa at liva. Áheitan mín Góðu tit, sum ráða fyri borgum her á landi! Latið okkum ikki brúka tíð og pening til at oyðileggja lívið hjá okkara samborg- arum, men heldur hjálpa hvørjum øðrum til at liva eitt virðiligt lív - øll saman! Rói Egholm Tað hevur verið sagt í longri tíð, at føroyingar ikki eru kappingarførir innan fiskaframleiðslu. Nú eru vit í tí støðu, at vit hava loyvt russum at taka ímóti føroyskum fiski bein- leiðis frá føroysku bátun- um. Tað vil siga, at russar arbeiða føroyskan fisk við russiskum lønarlagi við føroyskan bryggjukant. Hesin fiskur fer bein- leiðis til útlond at verða virkaður og kann síðani koma inn aftur á ES- marknaðin í beinleiðis kapping við føroyskar úr- dráttir. Føroyskum framleiðar- um vantar ímillum eina hálva og eina krónu fyri hvørt kilo av rávøru fyri at verða kappingarførir og harvið virka bróðurpartin av føroyska upsanum her á landi. Um vit loyvdu russiskum lønum inn um føroyskan bryggjukant, nevniliga inn á føroysku virkini, so høvdu føroysku virkini spart uml. 1,50 - 2,00 krónur fyri hvørt kilo. Úrslitið hevði verið, at virkini høvdu fingið neyð- uga skiftisavlopið og skip- ini kundu eisini fingið upp til 1,00 krónu meiri fyri hvørt kilo, ið tey landaðu til føroysk virkir í mun til at landa til russar. Hetta er ein álvarsstøða fyri Føroyar sum fiski- vinnutjóð. Sum er, avreiða vit eina møguliga virðisøk- ing av føroyska tilfeingin- um til útlendingar, meðan føroyska verkafjøldin noyðist at finna sær nýggj- ar vinnuvegir??? Um vit loyva russum/bí- ligari útlendingum inn á føroysk virkir, so høvdu vit varðveitt virðisøkingina í Føroyum, meðan føroyska verkafjøldin eisini í hesum føri noyðist at finna sær nýggjar vinnuvegir. Tvinnir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur. Men hava vit politikarar og verkafelagsfólk, sum tora at taka illa umtóktar av- gerðir? Tað eru fleiri ár síðani, at bæði íslendsk og norsk flakavirkir fóru at nýta útlendingar í fiskafram- leiðslu á landi, tí at tað gjørdi framleiðslukostnað- in lægri. Um vit skulu gera okkum vónir um at minka um nøgdina av heilum, óvirk- aðum fiski, ið fer av land- inum, so mugu vit bøta um kappingarførið hjá før- oysku virkjunum. Um tað er eingin ivi.