Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 64 - 6. apríl 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. John Nolsøe ættaður av Tvøroyri andaðist sunnudagin 3. apríl, 70 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum mikudagin 6. apríl kl. 17.00 til Smyril. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju hósdagin 7. apríl kl. 13.00. Familjunnar vegna Marna, Kaj og Knút Tey, ið vilja minnast John, kunnu lata Sinnisbata eina peningagávu. Dagurin 6. apríl. Sixtus. Pávi. Deyður ár 126. Tíðindaskriv Jørn Astrup Hansen hevur – samsvarandi starvssátt- málanum – ynskt at fara úr starvi sínum sum forstjóri í Føroya Banka. Jørn Astrup Hansen kom í starv tann 1. januar 1993 sum stjóri í Sjóvinnubank- anum, sum á heysti 1992 var komin í fíggjarligar trupulleikar. Sjóvinnu- bankin legði í apríl 1994 saman við Føroya Banka, og Jørn Astrup Hansen helt fram sum forstjóri í saman- lagda bankanum, Føroya Banki. Jørn Astrup Hansen verður tann 1. mai 2005 av- loystur í starvinum sum forstjóri í Føroya Banka av Janusi Petersen, sum síðan samanleggingina í 1994 hevur verið stjóri í bankan- um. 37 ára gamli Magni Mikkelsen av Toftum hevur í hesum døgum framsýning av 24 listarverkum í Runa- vík. Stílur hansara er egin og serstakur LISTAFRAMSÝNING Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Runavík: »Magni Mikkel- sen av Toftum hevur lista- framsýning á Hotel Runa- vík«. Soleiðis ljóðaði tað í innbjóðingini, tá hotellið, sum áður kallaðist Sjó- mansheimið, lat upp dyrnar á fyrsta sinni í farna mán- aði. Í samband við hesa hend- ing høvdu fyristøðufólkini á hotellinum skipað soleið- is fyri, at hesin toftadrong- urin kundi sleppa at sýna fram nakrar av málningum sínum fyri gestunum. Inni í matarhøllini hingu ikki færri enn 24 málningar eftir Magna, sum tey seinnu árini hevur havt sítt dagliga starv á verkstaðn- um Stíggjur í Runavík. Ikki kann sigast annað enn at fólk dáma myndir hansara, tí longu nú hevur hann selt meiri enn helm- ingin av hesum myndum. Framsýningin hjá Magna á Hotel Runavík er opin hesa vikuna aftrat. Hesar 24 myndirnar á framsýningini eru allar teknaðar við penni á pappír og síðani litaðar við vatn- litum. Tey, ið kenna til Magna siga, at stílurin hjá honum nú er eitt sindur øðrvísi enn áður, tí tær eru meiri einfaldar, hava størri flatu og hava ikki so nógvar smálutir. Radiatorar og horn Magni er føddur í 1967 og er ættaður av Toftum. Hann hevur búð meginpartin av lívi sínum í Føroyum, men búleikaðist eitt stutt skifti í Danmark. Hann flutti til Havnar at búgva í 1973 og hevur gingið í skúla á Sernáms- deplinum, til hann sum 21 ára gamal fór í starv á Verk- staðnum Vón. Á vári 1997 flutti hann til Runavíkar at búgva og fekk starv á Verkhúsinum Stíggi, har hann enn hevur sítt dag- liga starv. Tey sum kenna Magna siga, at hann er róligur og stillførur av lyndi, men hevur kortini ein miðvísan atburð. Sum listamaður er hann hegnisligur sum fáur, og sæst hetta aftur í hansara egna og heilt serstaka myndaheimi. – Magni teknar tað sum hann sær og leggur merki til. Hetta er kortini øðrvísi enn tað, sum fjøldin av fólki leggur merki til og sær. – Hann teknar tað sum er inni í rúminum, teknar linj- urnar har loftið og gólvið møta hornunum. Og hann teknar radiatorarnar, ofta trídimensjonalt, kontaktir og aðrar smálutir í rúmin- um, verður sagt um Magna. Allar hesar myndirnar setur hann hegnisliga sam- an á myndflatunum, har hann deilir myndflatuna upp í partar. Linjurnar ganga ofta úr einari mynd í aðra og tengjast á henda hátt at hvørji aðrari og skapa soleiðis eina stóra heildarmynd. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Magni luttekur á lista- framsýningum. Hann hevur áður sýnt fram, saman við øðrum í Danmark. Nýggjur stjóri í Føroya Banka Janus Petersen tekur við sum forstjóri í Føroya Banka 1. mai 2005 - Hann teknar tað sum hann sær Arna Clementsen av Sandi andaðist leygardagin 2. apríl á Landssjúkrahúsinum, 74 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Sands kirkju mikudagin 6. apríl kl. 14.00. Vegna familjuna Sólbjørg og Herálvur Móttøka á Felagsskúlanum Í samband við at Hans Erland í Brekkunum fer úr starvi sum skúlastjóri á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, verður almenn móttøka á Felagsskúlanum leygardagin 9.apríl 2005 frá kl.16.00-18.00. Sunda kommuna Eiðis kommuna Magni teknar við penni á pappír og litaðar við vatnlitum Magni er ein hegnisligur listarmaður