mikudagur 6. apríl 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 6. apríl 2005
13
Tensingkórið »Sound
of Glory« í Havn fær
forvitnisliga vitjan úr
Noregi í summar, tá
tvey vinakór koma á
vitjan. Til hetta til-
takið krevst sjálvandi
peningur – og tómar
fløskur!
KÓRVIRKSEMI
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: Hesar komandi dag-
arnar kunnu fólk í Havn
vænta at fáa eina heldur
sjáldsama vitjan.
Uttanfyri standa nøkur
frísk ungfólk, sum eru í
ferð við at savna inn fløsk-
ur til eitt gott endamál.
Og tað góða endamálið
er eitt summartiltak fyri
sangglaðan ungdóm, sum
kórið »Sound of Glory« í
KFUM í løtuni er í ferð við
at fyrireika.
Hetta er eitt tiltak har
hetta tensing-kórið fær vitj-
an av tveimum vinarkórum
úr Noregi, og har tey fara at
syngja saman og annars
hugna sær saman úti og
inni.
– Vit royndu hetta við
innsavningini av fløskum í
2003, tá vit fóru til Pragh.
Og tað eydnaðist so mikið
væl, at vit hava hug at
royna aftur í ár, sigur
Meinhard Arge, ein av
monnunum handan Sound
of Glory Tensing.
Samanhald
Fløskuinnsavningin
fer
fram á tann hátt, at teir
ungu kórlimirnir fara at
ganga hús úr húsi og spyrja,
um fólk liggja inni við
tómum fløskum.
Byrjað verður í kvøld og
verður hildið á til leyg-
ardagin. Henda dagin hava
fólk eisini sjálvi høvi at
koma við fløskum niðan í
KFUM, har kórlimirnir
fegnir taka ímóti teim.
Hetta sama varð gjørt í
2003, og tá upplivdu tey í
kórinum at samanhaldið
gjørdist munandi betri, tí
tey ungu nú høvdu eitt
felags mál at arbeiða fram
ímóti.
Hetta gjørdi helst eisini
sítt til, at túrurin í Pragh
varð so sera góður.
Norsk vitjan
Í summar er ætlanin at
skipa fyri hesum summar-
tiltakinum,
tey
nevna
»FO:05«, har tvey vinakór
úr Noregi koma á vitjan, -
Hinna Tensing og kórið við
tí heldur sjáldsama navnin-
um »Bukkende Bruse« úr
økinum nærhendis Stavan-
ger.
Í Sound of Glory hava
teir ungu kórlimirnir sjálvir
arbeitt í longri tíð við at
fyrireika hetta tiltakið, sum
verður í døgunum 20. til
27. juli.
Ætlanin er at vísa norsku
gestunum ein stóran part av
landi okkara, men tað
størsta tiltakið verður uttan
iva tann stóra konsertin í
Norðurlandahúsinum
mánakvøldið 25. juli.
Har fara hesi trý kórini at
syngja hvør sær og saman,
og tí er líkt til at øll fáa eitt
spennandi kvøld í Norður-
landahúsinum.
Umframt
glaðan gospelsang verður
eisini drama, dansur og
annað á skránni hetta
kvøldið.
Sound of Glory hevur
venjingar sínar hvørt miku-
kvøld kl. 19 í KFUM. Og
sagt verður, at nýggir sang-
arar eru vælkomnir við.
Sangglaður ungdómur savnar fløskur
til summartiltak
Felagsskapurin er góður í Sound of Glory. Í summar fáa tey høvi at fáa nýggjar vinir, tá tvinni norsk kór koma á vitjan
Nýggjur sjálvhjálparbólkur
Týskvøldið 19. apríl verður hugnaløta
fyri kvinnur, sum hava ella hava havt
krabbamein í undirlívinum
SJÁLVHJÁLPARBÓLKUR
tíðindaskriv
Ein nýggjur bólkur er nú stovnaður undir Føroya
Felag móti Krabbameini. Bólkur-in er fyri kvinnur,
sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívinum.
Endamálið við bólkinum er:
1. at hesar kvinnur koma saman at tosa, stuðla og
hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.
2. at vera málgagn og fremja áhugamál hjá
kvinnum við krabbameini í undirlívi, mótvegis
myndugleikum og heilsuverki
3. at savna vitan og royndir á øllum økjum, hvat
viðvíkur krabbamein í undirlívi
4. at fremja upplýsandi og vegleiðandi virksemi um
krabbamein í undirlívi
Bólkurin hevur gjørt av at skipa fyri eini hugnaløtu
umleið sættu hvørja viku fyri kvinnur, sum hava
ella hava havt krabbamein í undirlívi.
Endamálið við hugnaløtuni er at hava eina
hugnaliga løtu saman. Og at hesar kvinnur koma
saman at tosa, stuðla, hjálpa hvør aðrari og veita
hjálp til sjálvhjálp.
Hugnaløtan verður í hølunum hjá Føroya Felag
Móti Krabbameini á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn
týskvøldið 19. apríl 2005 kl. 19.00.
Tey, sum ynskja at taka lut í tiltakinum, verða
biðin um at boða frá á tlf. 317959 ella á 217959
Hóast fleiri bíðaðu
til fánýtis eftir buss-
inum týsmorgunin,
so koyra bussarnir,
tað sigur Bogi Har-
aldsson á teknisku
deild hjá býráðnum
BUSSLEIÐIN
eydna@sosialurin.fo
Hóast ferðslan framyvir
darvað av kloakkarbeiðn-
um í miðbýnum, so fara
býarbussarnir at koyra
sum vant. Bygdaleiðir og
onnur tung ferðsla sleppa
tó ikki at nýta Steinatún
sum farleið komandi 8
vikurnar.
Av tí at ein misskiljing
var íkomin týsdagin um
eina av bussleiðunum í
Tórshavnar
Kommunu,
eru fólk farin at ivast í,
hvørt bussarnir fara at
koyra komandi átta vik-
urnar, tá vegarbeiðið fer
fram.
Bogi
Haraldsson
á
býráðnum kann tó sláa
fast, at bussleiðin fer at
koyra sum vant.
– Ferðslan fer sjálvsagt
at verða darvað nakað,
men bussleiðin fer at
koyra. Bussarnir, ið koyra
o m a n í g j ø g n u m
Bøkjarabrekku koyra sum
vant, meðan bussarnir, ið
koma
frá
Jóannesar
Paturssonargøtu gera eina
lítla broyting. Í staðin fyri
at steðga í Steinatúni sum
vant, snara teir nú um
hornið við Frelsunar Her-
in, og steðga í Tórsgøtu í
staðin, upplýsir Bogi Har-
aldsson á teknisku deild.
Bussarnir koyra
• roynd sum óroynd
SJÓNLEIKARASKEIÐ
tíðindaskriv
Nú er aftur eitt spennandi sjónleikaraskeið fyri ung,
ið hava hug at royna seg á sjónleikarpallinum.
Frá morgni til myrkurs verður improviserað,
spælt og agerað.
Við Eyð Matras sum undirvísara í »improvisa-
tión« og Hjørdis Johansen sum undirvísara í
»teatersport«, verður lagt upp til spennadi og
stuttligar avbjóðingar.
Hevur tú hug til eitt øðrvísi vikuskifti við látri og
avbjóðingum, so er hetta nakað fyri teg.
Um tú ongar royndir hevur innan sjónleik, er tað
nú tú skalt melda teg, - og hevur tú royndir innan
sjónleik, er tað upp á tíðina at tú meldar teg.
Skeiðið verður hildið 8.-10. apríl í skúlanum á
Ziskatrøð í Klaksvík, og gist verður í Skótahúsin-
um.
Tú fært meira at vita um skeiðið, um tú vendir tær
til MáF, Meginfelag áhugaleikara Føroya, tlf.
315624, maf@maf.fo, www.maf.fo.
Sjónleikaraskeið fyri ung