Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 64 - 6. apríl 2005 Teir, sum vóru 20 ára gamlir í 1941, eru 84 ára gamlir í dag og teir, sum vóru 50 ára gamlir, tá ið teir fóru til Íslands, høvdu verið 114 ára gamlir í dag! So, tað er greitt, at flestu av teimum 250 monnunum liggja undir flagi í dag. Teir, sum enn eru á lívi frá hesi tíðini, hittust aftur á Hotel Hafnia seinasta fríggjadag. Sosialurin var inni á gólvinum og heilsaði hesum monnum, sum høvdu nógv at práta um og nógv at minn- ast aftur á SAVNAÐUST AFTUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinasta fríggjadag vóru einir 20 gamlir menn savn- aðir á Hotel Hafnia í Havn, har teir fyri fyrstu ferð síðan 1941 fingu høvi at tosað saman um gamlar dagar, tá ið teir vóru yviri í Reykjavík og bygdu flog- vøll fyri bretska hervaldið. Nakrir av hesum monnum hava sjálvsagt hitst áður í hesi mongu ár – og summir hava kenst alt lívið, tí fleiri vóru úr somu bygdum ella av somu oyggj, og somu- leiðis vóru fleiri brøður millum teir, sum fóru til Íslands. Aðrir hava ivaleyst eisini verið saman til skips. Men hetta var so fyrstu ferð í 64 ár, at teir eftirlivandi vóru samlaðir og kundu tosa um tað, sum teir vóru saman um undir seinna heimsbardaga. Sosialurin var inni á gólvinum á Hotel Hafnia hendan dagin, tá ið teir savnaðust, men vit vóru ikki við, tá ið menninir sessaðust við vældekkað borð við te, kaffi og væl- smakkandi lagkøkum og øðrum, sum var menu’in hendan dagin. Tað var bretski konsulin í Føroyum, sum tíðliga á sumri í 1941 vendi sær til føroyskar myndugleikar um at fáa 800 føroyingar yvir til Reykjavíkar at byggja flogvøll. Í lýsing varð sagt, at áhugi var fyri monnum í 20-50 ára aldri. Ein og hvør kundi tekna seg til at fara til Íslands, og bretar vildu tryggja teimum 8 tímar ar- beiðsdag. Sagt varð eisini, at lønin, sum føroysku ar- beiðsmenninir skuldu fáa, var tann sama, sum eitt nú íslendingar, ið teir komu at arbeiða saman við, fingu. Ferðin til Íslands og heimaftur var ókeypis. Í Íslandi skuldu menninir fáa "rúm" at búgva í, men skuldu sjálvir gjalda fyri mat. Tó fingu teir fríar kokkar. Tá ið samanum kom, búðu føroyingarnir, sum fór til Íslands, í tjøldum, sum minna um indiánaratjøld. Føroysku arbeiðsmennin- ir skuldu velja sær álitis- menn, sum skuldu vera millumlið millum føroying- arnar og bretska hervaldið og íslendsku yvirvøldina. Gamlir menn Á Hotel Hafnia hendan dagin hittu vit Torbjørn Lisberg, sum er ættaður úr Fámjin og Jákup Michael Mikkelsen, sum býr á Toft- um. Tað eru teir báðir, sum í fyrsta lagi hava tikið stig til at samla hesar menninar aftur nú 64 ár seinni. Lýst hevur verið í bløðunum, og ringt hevur verið kring landið - frá einum til annan. Onkur kendi annan, sum aftur kendi ein triðja, og soleiðis hevur tað eydnast Torbjørn og Jákupi at savna teir flestu eftirlivandi frá hesi tíðini. Tó var onkur millum teir, sum eru á lívi, ið ikki hættaði sær og tann eini maðurin, sum var møtt- ur hendan dagin, fór avstað aftur, áðrenn sjálv løtan byrjaði. Og soleiðis er tað nú einaferð, tá ið árini gerast so mong. Teir, sum vóru 20 ára gamlir í 1941, eru 84 ára gamlir í dag og teir, sum vóru 50 ára gamlir, tá ið teir fóru til Íslands, høvdu verið 114 ára gamlir í dag! So, tað er greitt, at ein stórur partur av teimum 250 monnunum liggja und- ir flagi í dag. Torbjørn Lisberg og Ják- up Michael Mikkelsen siga, at tá ið lutfalsliga fáir før- oyingar teknaðu seg at fara til Íslands í aldrinum 20-50 ár, var aldursmarkið tikið burtur, og soleiðis fóru eis- ini fleiri avstað, sum vóru millum 16 og 20 ár. Tað eru serliga hesir menninir, sum eru á lívi í dag og sum kundu vera við hendan dagin á Hotel Hafnia. Meðan vit práta, koma fleiri og fleiri eldri og gamlir menn inn á gólvið. Lagið er gott, og tað skilst, at her er nógv at práta um. Menn heilsast og spyrja hvønn annan, hvørjir teir eru – og hvaðani teir eru. Tveir brøður úr Hesti eru millum teir, sum møttir eru. Longu inni á gólvinum byrja teir so smátt at tosa um hesa tíðina, og ymiskt er, hvat teir minnast. Onkur minnist væl onkra hending, onkur annar minnist eina aðra, og soleiðis "hjálpa" teir hvørjum øðrum at minnast meginpartin av hesi tíðini aftur. - Tú, Jákup Michael! Lógu vit ikki inni á Skála- fjørðinum og bíðaðu eftir destroyaranum, sum skuldi fylgja okkum yvir til Ís- lands, í einar seks dagar? spyr Torbjørn Jákup Mich- al, meðan vit práta. - Nei, sigur Jákup Micha- el. Vit lógu ikki so leingi, kanska einar tríggjar dagar ella so. Føroyingarnir skuldu yv- ir til Íslands við bretska skipinum, Ben-May-Chee, og meðan teir lógu og bíðaðu á Skálafjørðinum, minnist Torbjørn, at skipað varð fyri dansi. Og soleiðis gongur prát- ið, aftur og fram. Tað, sum ein minnist væl, minnist ein annar minni væl – og øvut. Lítið er at ivast í, at hetta var ein minnilig løta hjá hesum monnum á Hotel Hafnia hendan dagin. Til Íslands Í nevndaráliti í einum løg- tingsmáli frá 1941, sum kallast "Bræv viðvíkjandi íslandsarbeiðarunum", síggja vit, at teir 250 føroy- ingarnir fóru úr Havn, 26. mai, við bretska skipinum, Ben-May-Chee. Skipið fer fyrst inn á Skálafjørðin, har bíðað verður eftir herskip- inum. Teir leggja leiðina yvir um hav til Íslands, 29. mai. Meðan teir lógu á Skála- fjørðinum og bíðaðu, fóru summir av monnunum av tosa um, hvørt teir mundu liggja og bíða fyri onga løn. Aðrir hildu, at hóskandi var ikki at krevja løn fyri hesa tíðina, tí tað var av felags áhuga, at teir fingu herskip 250 føroyingar bygdu flogvøll í Íslandi í 1941: 64 ár seinni savnaðust teir aftur Av 250 føroyingum, sum fóru yvir til Reykjavíkar at byggja flogvøll fyri bretska hervaldið í 1941, eru bert fáir eftir á lívi í dag. Seinasta fríggjadag savnaðust teir eftirlivandi til prát og hugna á Hotel Hafnia. Onkur hættaði sær ikki at koma – og ein teirra, sum var møttur, avgjørdi at fara heimaftur, tí hann orkaði kortini ikki at verða við til løtuna Mynd: Jens Kristian Vang