Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 6. apríl 2005 15 til prát og hugna á Hotel Hafnia at fylgja sær á leiðini til Íslands. Nógvir av monnunum høvdu ikki tikið mat við sær heimanífrá, tó at teir vistu, at treytirnar vóru, at teir sjálvir skuldu halda seg við mati. Men eftir samráð millum amtið og bretsku hermegina í Føroyum, varð matur sendur umborð á skipið til ferðina úr Føroy- um til Íslands. Sostatt fingu teir bæði mat og ferð ókeypis. Ferðin yvir til Íslands gekk væl, og eftir at hava siglt í bert 26 tímar, løgdu skipini til bryggju í Reykja- vík. Bæði Torbjørn og Jákup Michael minnast ógvuliga væl, hvussu skjótt Ben- May-Chee sigldi! Í bryggjuni í Reykjavík stóðu vognar hjá bretska hervaldinum fyri teimum og koyrdu teir og tað, teir høvdu við sær av viðføri, til Skerjafjørð, har ein lega varð sett upp til 800 mans. Torbjørn og Jákup Mich- al siga, at allir føroyingar- nir búðu í tjøldum, einir 5- 6 mans í hvørjum tjaldi. Í tjøldunum vóru madrassur, og haraftrat fekk hvør mað- ur tvey teppi. - Eingin hiti var, men kortini vóru vit ongantíð kaldir. Hitin kom frá okk- um sjálvum, sum búðu í tjøldunum. Í leguni ótu teir í barakk- um, men maturin var ikk nógvur, og tað var ikki al- tíð, at teir fingu mettuna við tí, sum borðreitt varð við. Teir fingu tí loyvi at keypa sær breyð, sum teir fingu niðan úr býnum. - Vit arbeiddu 8 tímar um dagin í tveimum vaktum, og minnist eg rætt, arbeiddi fyrra vaktin frá klokkan 06- 14 og hin seinna frá klokk- an 14-22. Vit arbeiddu aðruhvørja viku á fyrru vaktini og aðruhvørja viku á teirri seinnu. Torbjørn og Jákup Mich- ael siga, at teir arbeiddu saman við íslendingum og bretum, og teir halda, at talan var um einar 800 mans tilsamans. - Tímalønin lá millum 1,70 og 1,90 íslendskar krónur, og minnist eg rætt, var íslendska krónan tá eini 0,85 oyru. Jákup Michael sigur, at kostnaðurin fyri matin var 2,50 krónur um dagin – ella einar 17,50 krónur um vik- una. - Haraftrat noyddust vit at keypa breyð, tí ov lítil matur fekst í leguni, sigur hann. Heimferðin Seinasti arbeiðsdagurin hjá føroyingunum í Íslandi var 19. september 1941, og dagin eftir fóru menninir umborð á skipið í Reykja- vík, sum skuldi sigla teir heim til Føroya. Sambært nevndarálitin- um, vit nevndu í áðni, kundi hetta skipið - av ókendum orsøkum- ikki fara avstað av Reykjavík, men avgjørt varð, at føroy- ingarnir skuldu fara um- borð á norska skipið, Berg- ensfjord, sum lá fyri at fara til Bretlands við fólki. Ferðin við Bergensfjord gekk uttan um Føroyar til Bretlands, hagar teir komu, 25. september. Bæði Torbjørn og Jákup Michael minnast, at ikki færr enn fýra herskip fylgdu við Bergensfjord, sum tá var eitt velduga stórt skip, úr Íslandi til Bret- lands. - Eitt herskip sigldi framman fyri okkum, eitt aftanfyri og síðan sigldi eitt skip hvørjumegin skipssíð- una. Tann 27. september fóru føroyingarnir umborð aftur á Ben-May-Chee, sum førdi teir heimaftur til Før- oya. Teir stevndu inn á Skálafjørðin, 28. septemb- er, og 29. september komu menninir til Havnar. - Av teimum 250 føroy- ingunum, sum fóru yvir til Íslands at byggja flogvøll, vóru at kalla allir har yviri, til uppgávan var lokin, siga Torbjørn Lisberg og Jákup Michael Mikkelsen. At enda siga teir, at før- oyingarnir á heimferðini úr Íslandi við Bergensfjord búðu á niðasta dekki, sum var fimta dekkið á skipin- um. - Hetta var í ringastu krígstíð, og vit vóru eini 4.000 mans við skipinum. So, tað hevði ivaleyst verið torført hjá okkum at slopp- ið uppaftur úr skipinum, um vit vórðu álopnir av týskarum – ella høvdu siglt á eina minu, siga teir báðir. Hugnaligt er at hittast aftur, og nógv er at práta um eftir so mong ár Mynd: Jens Kristian Vang Ymiskt er, hvat teir minnast frá ferðini í Íslandi fyri 64 árum síðan, men tað, sum onkur hevur gloymt, minnist onkur annar Mynd: Jens Kristian Vang