mikudagur 6. apríl 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Uni, Eyðun og Terji
eita teir, sum er kom-
nir víðari í finaluna í
Prix Føroyar 2005. Og
tað eru fegnir vinn-
arar, ið vit hitta eftir
semifinaluna, men
eitt sindur illa við ella
ovfarnir eru teir ev
heita kjakinum um
aldur, ivasamar
vinnarnar og annað
PRIX 2005
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Uni við Gogo Blues, Eyðun
og Showmenn og Terji Ras-
mussen og Band. Soleiðis
eita teir, ið komu í finaluna
í Prix Føroyar 2005. Og teir
eru fegnir vinnarar.
- Sjálvandi eri eg fegin.
Eg hevði ikki væntað tað, tí
nógvir góðir tónleikarar
vóru við í semifinaluni, og
vónleyst var at siga, hvør
fór at vinna. Eg hevði onga
hóming, men tá eg kom á
pallin kendist alt rætt og
bólkurin bleiv ein eind
beinanveg. Onki við at ein
skuldi berjast fyri at fáa tað
at swinga, sigur Uni úr
Gogo Blues.
Um finaluvónirnar sigur
hann, alt kann henda og at
hann sum so ikki hevur
nakrar vónir. Og størsta
týdningin hevur tað at lata
tónleikin so væl úr hond-
um, sum ein kann. Uni er
eisini fegin um, at út-
lendskir dómarar vera við
til finaluna, tí teir koma við
opnum sinni og taka støðu
eftir tí teir hoyra júst tá.
Eyðun
- Ja, sjálvandi eri eg ein
glaður maður og væl nøgd-
ur, sigur Eyðun.
Men ymsar metingar
hava verið frammi eftir
semifinaluna.
- Ja, men ein má ansa
sær, so hetta ikki verður
persónligt, tí eg og onnur
hava onki gjørt, uttan at
meldað okkum til. Og t.d.
eri eg fyrstuferð við til prix
og eri tískil ikki ein, ið
gongur aftur og aftur, men
eg meti, at tað gekk væl í
Trongisvági, sigur Eyðun.
- Nógvar atfinningar
hava verið, m.a. um hvat vit
kunnu bjóða útlendingum,
men eg havi meldað til og
uppfatað hetta sum eina
føroyska tónleikakapping.
Men eg eri partvís samdur
við atfinnarunum. Kanska
skal dómarasamansetingin
endurskoðast, og tað teir
hava at halda seg til í døm-
ingini, metir Eyðun, sum
nevnir Makrel og Lawets
sum góðar bólkar.
-
Atfinningarnar
eru
náðileysar, men eg fái eis-
ini okkurt positivt at vita.
Metingarnar eru nógvar og
øll siga ikki sína meining.
Men tá ein er tónleikari og
frammi í Føroyum, so má
ein tola slíkt, sigur Eyðun.
Hann heldur tað vera
áhugavert, at fokus verður
sett á aldur í so stóran mun.
- Mínar tónleikaligu fyri-
myndir eru eldri enn eg, t.d.
U2 og Eric Clapton. Hví
kann tað ikki snúgva seg
meira um tónleikin?, spyr
Eyðun.
Hann er heldur ikki
samdur í, at hann við at
taka gamla lagið "Dansa"
við, royndi at vinna nøkur
lættvunnin stig, tí sambært
reglunum, so kunnu 25%
av tilfarinum vera gamalt
tilfar.
- Hatta lagið swingar væl
og tað koyrir sera væl, tá vit
spæla tað. Og vit kendu tað
kanska, sum okkurt tílíkt
vantaði hjá okkum, tí skráin
annars var nakað still, sigur
Eyðun.
Um vónirnar í finaluni
sigur Eyðun, at nú mugu
teir umhugsa hesa nýggju
og eitt sindur óvæntaðu
støðuna. Nakað av nýggj-
um verður kanska at hoyra,
men ikki alt.
- Men tað besta eg kann
gera, er at svara á pallinum,
og so vóna, at eg kann tað,
sigur Eyðun, og tilsipanin
til kjakið eftir semifinaluna
er ikki ring at hóma.
Terji
Eisini Terji Rasmussen er
sera fegin um, at hann og
bólkurin komu víðari.
- Longi væntaði eg ikki,
at tað fór at ganga so, tí so
sera nógvur góður tónleik-
ur var at hoyra, t.d. All That
Rain og Kristleif, sigur
Terji, sum ikki smæðist fyri
at viðganga, at tey smá-
brek, sum vóru í framførsl-
uni hjá honum og gomlu
fressunum, tey áttu hann
sjálvur og má taka tey á sín
kappa.
- Eg fór t.d. nakað niður í
næsta lagnum, sigur Terji,
sum eisini er púra ovfarin
av at hoyra, at fokus verður
sett á aldur í so stóran mun,
men annars hevur hann als
ikki sæð ella fylgt við í tí,
sum hevur verið frammi
eftir semifinaluna.
- Men eg skilji ikki hetta
við aldrinum. Ein fótbólt-
spælari má gevast, tí tað
forbjóðar seg sjálvt. Men
ein tónleikari spælir longi
og gerst ofta betri. Tað gera
listafólk flest. Og eg ætli
mær so at halda fram við at
spæla til eg doyggi, sigur
Terji avgjørdur.
- Men ein áhugaverdur
spurningur er; Um tað er
røtt avgerð, at vit komu
víðari, so høvdu vit eisini
komið víðari, tá vit vóru 23
- ella 24 ár, tí tá gjørdu vit
t.d. føstufressaplátuna, sig-
ur Terji.
- Tað er kanska nakað við
hesum, at tá ein er ungur
kemur tað innanífrá, men tá
ein gerst eldri, so gerst tað
meira eitt hondverk. Men
eg havi ilt við at góðtaka alt
hetta við aldri. Eg meini so
við, eg eri ikki eingang 40
enn. Og eg havi ongantíð
hugsað um at fáa nakað at
ljóða sum eitt ávíst tíðar-
skeið ella nakað tílíkt. Eg
skrivi bara sangir, so einfalt
er tað, sigur Terji.
Viðvíkjandi finaluni met-
ir hann, at tá er tað dags-
formurin, sum hevur týdn-
ing.
- Tað er næstan sum í fót-
bólti, smáflennir Terji.
- Vit fara at umhugsa,
hvat vit skulu gera í final-
una, men tá vit er komnir so
langt, so fara vit at royna at
koma allan vegin, sigur
Terji Rasmussen.
Fegnir vinnarar
Um tað er røtt avgerð, at vit komu
víðari, so høvdu vit eisini komið víðari,
tá vit vóru 23 ella 24 ár, tí tá gjørdu vit
t.d. føstufressaplátuna, sigur Terji.
Mynd: Álvur Haraldsen