Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 64 - 6. apríl 2005 Prix Føroyar semi- finalan 2005 í Trong- isvági leygarkvøldið var eitt tónleikaupp- livilsi, har tónleikurin náddi hæddirnar beinanveg og helt sær har alt kvøldið. Hvør náddi hægstu tindar- nar, dugdi og kundi ongin við vissu spáa um. Men tó, mong tordu og metingarnar vóru nógvar og ym- iskar. Og kjakið og metingar eftir semi- finaluúrslitið hava nátt bæði harðveð- urshæddir og riðið heldur niðarlaga. Fólk hava eina støðu til prixið, men eru tó sera ósamd um, hvør situr inni við rætta úrslitinum. Tað tyk- ist, sum gongur hvør maður við sínum facitlista yvir prix semifinaluna í lumm- anum, men listarnir samsvara ikki PRIX 2005 Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Eftir Prix Føroyar semi- finaluna leygarkvøldið hevur rættiligt kjak tikið seg upp um úrslitið, kapp- ingina sum heild, og um teir, ið komu víðari. Í yms- um miðlum og netsíðum gongur kjakið, t.d. pop.fo, prix.fo og á gfestival.com. Og støðið er kanska held- ur ivasamt, tí tað kemur fyri, at farið verður eftir manni, heldur enn bólti, fyri at nýta eina vending úr ítróttarheiminum. Og sum heild tykist, sum fleiri hava mett kapingina sum ein fótbóltsdyst, har úrslitið var greitt frammanundan, og ein við vissu kundi siga t.d. 2-0, og so var ikki meira um tað. Men soleiðis er ikki við list, heldur ikki tónlist. Kjakið er mest sum at lurta eftir morgunfimleiki har rópt verður; tak støðu! Og sveigja, sveiggja... Men ístaðin skal støða takast - helst frammanundan kanska - og so er at kjakast, ilskast ella fegnast. Kjakið er neyðugt, sunt og skal til, men støðið skal haldast, tí annars ríða vit ov niðarliga og vísa ikki virð- ing. Og er tað nakað, sum merkti semifinalutónleikin leygarkvøldið, so var tað, at støðið var høgt. Berføttir Alt var gjørt til reiðar und- an stóra leygarkvøldinum í Trongisvág iog lagt var upp til eitt stórt kvøld, sum tað eisini bleiv. Longu fríggja- morgun stóð ljóðútgerðin uppi og bleiv roynd við Sigrid Sivertsen og ungum stjørnuskotum úr Havn, sum høvdu konsert fyri skúlaungdómi. Síðani komu ljóðroyndirnar báðar næstu dagarnar á tamb. Útvarp og sjónvarp høvdu brynjað seg væl og sendu beinleiðis. Fitt av fólki var komið, tá Lama Sea sum fyrsti bólkur fór á pall. Men høllin er stór og nógv skal til at fylla hana, men javi streymurin av fólki gjørdi góðan mun, og brátt munti. Og Lama Sea tóktust als ikki at hugsa um, at enn var rúm fyri fleiri í høllini. Í svørtum, og allir berføttir, settu teir ferð á við sínum glaða tónleiki og skemtiligu tilgongd. Lætt og gott. Og gjøgnumført og ongin ivaðist í, at manningin hugnaði sær á pallinum, meðan ein stór lamamynd hekk á einum teppi á bak- vegginum á pallinum. Fýrverk So kom All That Rain á pall. Har var nógv tilfar í stilla endanum, men so sanniliga eisini løg við lívi í, og sera væl swingandi eindin og samanspæli varð enn eianferð prógvað. Og tá rokkurin skal "koyra", so duga teir í ATR at fáa alt á rull og at fáa tyngd í. Løgini eru góð og nýggi sangarin - Rókur -ger eisini mun. ATR hava støðugu venjingina og formurin var í topp. Og framførslan fekk eyka ferð við braki og fýr- verki og ballónum, ið sveimaðu millum fjøld og tónleikarar. Høgni og sveiggj Lawets var annar av yngru semifinaluluttakaruum. Men eisini teir, eins og Lama Sea, løgdu til brots og tað riggaði beinanveg. Uttan himpr. Og trygt og gott og við humor gekk leiðin avstað við ferð og við góðari framførslu, ið fekk tætt samband við fólkið. Fólk var komið í rætta huglagið og sveiggjaði við í Lawts showinum. Broytt huglag So kom, líksum fram úr ongum, nakað heilt nýtt og øðrvísi í mun til tað, ið verið hevði frammanundan. Makrel stóð á palli og stillisliga byrjaði fram- førsla og tónleikur. Handan pallin koyrdi eitt teldustýrt ljósshow. Ju, beinanvegin kom rætta Makrel huglagið sum mjørki millum manna, meðan Ári stóð millum tey bæði mikrofonstativini, sum vóru vavd í ljósketur. Makrel er ein heild og tónleikurin egin. Nógv verður koyrt uppá hugløg, men botnurin er góður og sera vælspældur, so krydd- ast kann við margfaldum guitarljóðum. Bólkurin gerst bara betri og tryggari. Makrel megnaði at hug- taka og at skapa eina sjáld- sama heilstoypta fram- førslu. Kristleif og fleiri Lítla orkestrið hjá Kristleifi Zachariassen er vorðið størri og øðrvísi. Leygar- kvøldið var tað Búi Dam, ið stóð við el-guitaranum í hond (og ikki Heðin Z. Davidsen). Og umframt Arnold og Rógva, so var eisini ein nýggjur maður, nevniliga Óli Olsen, ið leikti harmoniku. Kristleif hevði óivað ringastu uppgávuna, tí so nøkulunda í miðum kvøld- inum krevur tað sín mann at syngja stillan country- vals, meðan kustar kína trummum og akk. bassurin spælir. Men maðurin í hvítbotn- aðum gummiskóm megn- aði at framføra sín stilla og laid back kenda tónleik til fulnar. Og framførslan Eitt, tvey, Prix. Tak støðu! O Kristleif hevði óivað ringastu upp- gávuna, tí so nøkulunda í miðum kvøldinum krevur tað sín mann at syngja stillan countryvals, meðan kustar kína trummum og akk. bassurin spælir