mikudagur 6. apríl 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gekk sera væl og fólk tókt-
ist taka hana til sín, hóast
hetta var at seta ferðina
rættiliga nógv niður, eftir at
kvøldið sum heild hevði
gingið við, at tónleikarar
høvdu baksast við at fáa
fjøldina upp í ferð.
Kristleif tóktist standa á
tryggari grund við Arnold
og Rógva sum tónleika-
ligum botni, og við einum
hvítrandaðum botni kring
teir heldur stóru gummi-
skógvarnar. Gjøgnumført
bóndablues og gras, ella
hvat slíkt eitur á fakmáli.
Go
So vóru tað GoGo Blues.
Lagt var beinanvegin til
brots og tað riggaði frá
fyrstu løtu. Trummur og
bassur swingaðu og Uni
fekk loyvi at hugna sær. Og
tað sá út og ljóðaði, sum tað
var tað hann gjørdi.
GoGo er blues, sum tað
eigur at vera og framførslan
var eisini sum hon skuldi.
Hon prógvaði, at GoGo
hava megnað at vekja
blueskensluna í føroyska
lurtaraskaranum og at teir
fáa loyvi at halda seg til sítt
- treytaleyst, tí stílurin er
reinur og júst sum hann
eigur at vera.
I’m Gone er ein landa-
plága, óivað ein av teim fáu
í Føroyum, sum kemur
undir tónlistaslagið blues.
Fressar
Terji
Rasmussen
Band
streyk avstað, sum fressar í
føstu. Har var trýst á og
tónleikurin er væl lagdur
tilrættis.
Handverkið kom til sín
rætt hjá royndu tónleikar-
unum og Terji kundi gera
tað, ið hann dugir best; at
standa á palli og at hava
samband við fjøldina. Var
nakar veikleiki, so var tað í
onkrum lag, at Terji sjálvur
kanska passaði meira uppá
at halda seg til framførslu,
heldur enn sangin.
Hjalti slapp at spæla rock
og solo og gjørdi tað væl,
sum so ofta. Og hinir fress-
arnir hjá Terja gjørdu tað,
teir duga best, nevniliga at
spæla tað teir eru mentir og
hugna sær við góðum út-
setingum.
So nógvar røddir
Tað nevndist lagið, sum
Eyðun Nolsøe og Show-
menn løgdu fyri við. Og
røddirnar manglaðu ikki, tá
Kim Jens Marni og James
sungu við, umframt at Jo-
hannes legði botn í
Fólkakendur poppur frá
Eyðuni, sum tó ljóðar eitt
sindur harðari, enn hann
gjørdi, um leitað verður
nøkur ár eftureftir.
Við góðu showmanning-
ini helt hann avstað og kom
turrur á land hinumegin.
Vælswingandi gamli kenn-
ingurin Dansa var komin in
í skránna fyri annað av
nýggju løgunum, og setti
hetta ferð á fjøldina, innan
seinasta
lagið
leygar-
kvøldið ljóðmaði frá tungu
dreingjunum innan før-
oyskan tónleik.
Prix og mentalitetur
At Eyðun Nolsøe, Terji
Rassmussen og Uni og
GoGo Blues komu víðari í
finaluna tykist at vera
sumum ein beiskur biti.
Kjakast verður av álvara
um, hvørt úrslitið er rætt,
um røttu nøvnini komu í
finaluna. Um ikki gomlu,
royndu nøvnini hava havt
sína tíð. Og hvørt dómar-
arnir gjørdu sítt. Men eisin
um, kanska meira av røtt-
um, hvørt skipanin skal
endurskoðast og hvørt tær
treytir, sum áliggja dómar-
unum at døma eftir, eru nóg
goðar.
Kjakið
er
áhugavert.
Greitt er í øllum førum, um
ein lesur bløð, netsíður og
lurtar, at prixið er nakað,
fólk hava metingar um. Og
tey yngru kenna seg snýtt
ella eru skuffaði, tí yngru
kreftirnar í semifinaluni
ikki komu á ovastu rók, har
teir royndu tóku sessirnar.
Og kjakast kann av røtt-
um - heldur enn aldur og
annað - um skipanin, døm-
ingartreytir og annað, at
prix leggur upp til, at vit fáa
ein sýnisglugga út í heim,
og so framvegis.
Men kjakið eigur ikki at
verða so skiti, sum tað er,
har oftast verður farið eftir
manni, heldur enn bólti.
Tí vit tosa ikki um ítrott
ella annað, har bert eittans
úrslit er hitt einasta rætta út
í síðstu kommatøl. Hetta er
list og harvið metingin hjá
hinum einstaka, ið telur.
Ongin svarlisti finst, ongin
facitlisti, við røttu komma-
tølunum.
So lat okkum ríða eitt
sindur niða á aftur og fáa
kjakið á eitt støði, sum er
sømuligt og sámuligt. Fót-
bóltsmentaliteturin - skilt
sum fjepparar av harða
slagnum, hooligans - hoyrir
ikki heima her, tí tað at øll
sita inni við einum úrslitið,
sum tey halda vera hitt
rætta, fyri síðani at fara út
krevja sín rætt við svørði í
hond, er ikki júst rætta
mannagongdin.
Tak støðu og fegnast ella
ilskast. Men gev teimum
frið, ið hava meldað seg til
prix og eru komin í semi-
finalu ella finalu. Ein kann
næstan smílandi siga, at tað
er ikki teirra skuld:)
Nr. 64 - 6. apríl 2005
19
Og kjakast, ilskast, fegnast...
Víðari í finaluna komu:
Eyðun Nolsøe og Showmenn, Gogo Blues og Terji
Rasmussen Band
Vald til ymsu festivalarnar:
Ólavsøkukonsert; Lama Sea
Summarfestival: Lawets
G! Festival: Makrel
Spæla í Mentanarhúsinum 16.apríl saman við norku Gåte:
Lama Sea og Terji Rasmussen Band
FAKTA
Uppi á Hálsi · Tel 35 46 80
Idé møblar sóknast eftir einum evnaríkum og
miðvísum lærlingi, ið kundi hugsað sær
útbúgving í okkara spennandi møblahúsi.
Okkurt um teg
Vit vænta av tær, at tú hevur handilsskúla-
útbúgving og hevur hug at arbeiða við
íbúðarinnrætting. Tú hevur sjálvsálit, ert
fyrikomandi og opin.
Okkurt um okkum
Vit bjóða eitt spennandi starv í einum
nútímans møblahúsi, ið setir tænastuna í
hásæti. Arbeiðsviðurskiftini eru góð við
skiftandi arbeiðstíðum innan fyri eina vanliga
arbeiðsviku. Uppi í lærutíðini er eisini
skúlagongd á Handelsfagskolen í Odder.
Umsókn
Send eina stuttorðaða lýsing, merkt lærlingur,
til okkara skjótast gjørligt. Vit hava brúk fyri
tær at byrja sum skjótast, men vit bíða gjarna
eftir tí rætta.
LÆRLINGUR
til Idé Møblar