mikudagur 6. apríl 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 64 - 6. apríl 2005
Tá prix semifinalan fór av bakkastokki í
Trongisvági leygarkvøldið, vóru tað tvey
lokal andlit, ið fóru fyrst á pall
PRIX 2005
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tvey lokal andlit komu fyrst á pall, tá semifinalan í Prix
Føroyar kappingini fór fram í Trongisvági leygar-
kvøldið.
Jákup Magnussen, kendur útvarpsmaður, er av Tvør-
oyri og var sostatt á heimavølli, hóast hann í gerandis-
degi sínum heldur til í Havn.
Hann hevur verið frásøgumaður øll umførini í ár, eins
og undanfarin ár.
Hann kundi bjóða einum øðrum lokalum navni á pall.
Jonhild Andreasen Nielsn, sangarinna og fyrrv. prix-
luttakari, setti í eginleika av forkvinnu í mentarnarnevnd
Tvøroyrar Býráð prix tiltakið leygarkvøldið.
Hon fegnaðist m.a.um, at prixið kom á vitjan
suðureftir, so suðuroyingar eisini fingu høvi at vera við
og at hoyra, og so onnur eisini fingu høvi at vitja
suðureftir. Og tá tey bæði fóru av palli, var klárt til tøttu
finaluna í Trongisvági.
Leygarkvøldið sendi
Svf beinleiðis úr
Suðuroynni og tað
hendir ikki á hvørjum
degi. Tað hendi sein-
ast til kommunuvalið
fyri 8 arum síðani.
Men enn er nakað
eftir á mál tøkniliga,
innan tøkningarnir
hjá Svf eru nøgdir við
sendimøguleikarnar,
kaðalstyrki og annað
tílíkt
SVF OG PRIX
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Svf bussurin var hjartað í
myndaframleiðslu og hevði
eisini leiðsluna um hendi
viðvíkjandi hvør skuldi á
og av nær leygarkvøldið.
T.d. stýrdu teir eisini Jákupi
Magnussen, frásøgumanni.
Á kommunuvalinum fyri
8 árum síðani sendi Svf
beinleiðis úr Suðuroynni.
Síðani er tað ikki hent.
Men nú hevur Svf fingið
hendur á tøkni, sum ger tað
møguligt at senda beinleið-
is og tað gjørdi Svf um
vikuskiftið. Høvið var prix
semifinalan í Trongisvági,
men eisini onnur innsløg og
sendingar hava verið bein-
leiðis, t.d. kjak og Ment-
anartíðindi.
Bæði Úf og Svf høvdu
riggað
sendiútgerð
og
sendibussar til uttanfyri
høllina á Tvøroyri. Hetta er
samstundis fyrsta prixum-
far hesaferð, sum er bein-
leiðis í Svf, tí hini hava bert
verið at sæð á netinum.
Men sambært tøkningun-
um í Svf bussinum leygar-
kvøldið, so er enn nakað á
mál, innan tað eru nøktnadi
umstøður tøkniliga at ar-
beiða undir, hóast tað í dag
ber til at senda beinleiðis.
- Tá vit fyri 8 árum síðani
sendu beinleiðis frá komm-
unuvalinum, so høvdu vit
800 telefonlinjur. Nú hava
vit eina og alt er digitalt
komprimerað. Men góðsk-
an er ikki hin allar besta, tí
møguleiki er bert fyri at
senda við 2 megabitt og 4
hevði verið betur og 8 er
ysnkilgt. Vit hava lænt tveir
kassar, sum senda og mót-
taka. Hetta er útgerð, ið
kostar eini 170.000 krónur.
Fyribils er hetta lænt, men
kanska hon veður keypt,
søgdu tøkngingarnir í Svf
bussinum vónríkir leygar-
kvøldið; Bjarnheðin í Hoy-
vík, Rúni Kjær og Herluf
Sørensen.
Svf sendi beinleiðis
Hetta var fyrsta ferðin í ár, at SvF hevur seint beinleiðis frá Prix’num
Mynd: Álvur Haraldsen
Tey lokalu
byrjaðu
showið
Jákup Magnussen og Jonhild A. Nielsen
Mynd: D.Olsen