mikudagur 6. apríl 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 • mikudagur • 6. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Tá ið hálini eru stór,
sum tey mangan hava
verið, nú so nógvur –
og smáur – upsi
hevur verið at fingið,
standa menn og
kryvja í nógvar, nógv-
ar tímar. Hetta ar-
beiðið verður lættari,
nú skipini fáa kryvji-
maskinu
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Týsdagin landaðu partrol-
ararnir, Safir og Smaragd,
hjá Beta í Saltangará. Teir
høvdu eini 250 kør av fiski,
sum viga eini 140.000 pund
tilsamans.
Hetta er ikki nakar stórur
túrur hjá skipunum, og líkt
er til, at heldur minni upsi
er at fáa í løtuni.
Men sum skilst, er vant-
andi fiskiskapur ikki einsa-
møll orsøkin til, at skipini
ikki høvdu meira í lastini,
nú tey komu inn at landa.
Kryvjimaskinu
Sosialurin skilir, at reiða-
ríið, sum eigur skipini, hev-
ur avgjørt at seta kryvji-
maskinu í skipini, og tað er
hetta arbeiði, sum nú skal
gerast, áðrenn farið verður
útaftur.
Nógv hevur verið frammi
um, at vaktirnar umborð á
partrolarunum eru rættiliga
langar, tá ið nógvur fiskur
er at fáa, og hetta ætlar fe-
lagið, sum eigur Safir og
Smaragd, nú at gera nakað
við.
Eru hálini stór, sum tey
mangan hava verið, nú so
nógvur – og smáur – upsi
hevur verið at fingið,
standa menn og kryvja í
nógvar, nógvar tímar.
Hetta
gongur
útyvir
neyðugu hvíldina, og tí eru
menn mangan útkoyrdir, tá
ið túrurin er av.
ChevronTe
xaco næst-
størst í
heiminum
OLJUFELØG
Jan Müller
Amerikanska oljufe-
lagið ChevronTexaco,
so fekk tillutað leiti-
loyvi á føroyska land-
grunninum í 2. útbjóð-
ing, telist nú millum
heimsins allarstørstu
oljufeløg. Nú um dag-
arnar keypti felagið
upp eitt annað stórt
oljufelag, amerikanska
UNOCAL
fyri
18
milliardir dollars ella
umleið 100 milliardir
krónur. Við hesum
keypinum flutti Chev-
ronTexaco frá einum
fimtaplássi til eitt ann-
aðpláss av heimsins
størstu oljufeløgum.
Nú er bara ExonMobil
størri. ChevronTexaco,
sum er eitt av mest
virknu feløgunum á
Atlantsmótinum og nú
eisini partur av leit-
ingini við Føroyar, ar-
beiðir í løtuni fram-
vegis við at finna ein
pall at bora avmark-
ingarbrunnar
við
markið
í
summar.
Komandi vikurnar fara
at vísa um tað verður
egg ella ungi. Sera
torført er at fáa bori-
pallar til hetta farvatn-
ið í løtuni.
- Skipini fiskaðu í
tveir dagar og fingu
340.000 pund av góð-
um upsa, sigur Ragn-
ar Olsen, reiðari
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ragnar Olsen, reiðari hjá
Beta, heldur, at upsafiski-
skapurin seinastu dagarnar
hevur verið heldur slakari,
enn hann var, tá ið hann var
bestur í vár.
- Vit plaga at siga, at
besta tíðin er í februar og
mars, og nú vit eru komin
út í apríl mánaða, er líkt til,
at tað tekur heldur longri
tíð hjá skipunum at fáa túr.
Hann sigur, at Bakur og
Stelkur á seinasta túri vóru
úti tað mesta av eini viku,
og tað hevur ikki verið
vanligt hjá hesum báðum
skipum, sum annars hava
fiskað rættiliga væl, síðan
tey komu í flotan.
Roktúrur
Um
páskirnar
gjørdu
nýggju skipini hjá Beta
kortini ein av sínum bestu
túrum.
- Teir vóru á Bill Baily og
fingu uppí eftir tveimum
døgum. Veiðan vá stívliga
340.000 pund, og hetta var
góður upsi.
Ragnar sigur, at tað ser-
liga var páskaaftan, at
skipini høvdu síni bestu hál
hendan túrin.
- Teir hava síðan verið úti
aftur á Bill Baily, men nú
hevur verið minni at fingið,
sigur hann.
Reiðarin sigur, at Bakur
og Stelkur koma innaftur at
landa í dag, og hann vænt-
ar, at skipini eru full undir
lúkurnar.
- Eg vænti eisini, at hini
pørini hjá okkum koma
innaftur at landa, tá ið
hendan vikan fer at halla,
sigur Ragnar Olsen.
Bakur og Stelkur høvdu
roktúr á Bill Baily
Bakur og Stelkur høvdu roktúr um páskirnar. Teir fingu stívliga 340.000 pund í tveir dagar. – Hetta var góður upsi, sigur
reiðarin, Ragnar Olsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Safir og Smaragd skulu
hava kryvjimaskinu
Kryvjingin umborð á Safir og
Smaragd fer at fella lættari,
nú skipini fáa kryvjimaskinu
Mynd: Vilmund Jacobsen