mikudagur 6. apríl 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 64 - 6. apríl 2005
– Skulu vit upp í
elituna, verða vit
noydd at taka okkum
heilt alvorliga saman
og at gera alt øðrvísi
enn vit gera nú
FØROYAR OG
FRAMTÍÐIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Føroyar eru reyvin á
fjórðu deild og skulu vit
upp í elituna, verða vit
noydd at taka okkum heilt
alvorliga saman.
Tróndur
Djurhuus,
menningarleiðari á Føroya
Tele, legði ikki fingrarnar
ímillum á flokstingi tjóð-
veldisfloksins í Sumba um
vikuskiftið.
Opinskáraður og bersøg-
in segði hann sína meining,
tá ið hann var biðin um at
halda fyrilestur um, hvar
Føroyar skuldi vera í al-
heimsgerðini.
– Tað er alt annað enn
sjálvsagt, at Føroyar fara at
menna seg. Í veruleikanum
hevur tað ongantíð verið so
lítið sjálvsagt, sum nú.
Hann er bangin fyri, at
støðan í Suðuroynni er ikki
annað enn ein forsmakkur
uppá, hvat kemur at henda í
øllum Føroyum, taka vit
okkum ikki heilt alvorliga
saman.
– Í so máta hava suður-
oyingar gjørt okkum eina
stóra tænastu við at vísa
okkum,
hvussu
støðan
verður í øllum landinum,
taka vit okkum ikki saman
og fara til verka á ein heilt,
heilt annan hátt enn higar-
til.
– Samstundis vísir støðan
í Suðuroy øllum føroying-
um, hvussu stórur tørvur er
á, at vit taka eitt heilt annað
skinn um bak.
Menningarleiðarin á Før-
oya Tele vísti á, at longu
ídag er okkara brutto-tjóð-
arúrtøka ikki meiri enn gott
helvtin av tí sum tann
norska er fyri hvørt fólki og
tveir triðingar av tí hjá døn-
um.
– Og sum tað gongur í
løtuni, verður gloppið bara
størri og størri.
Hann sigur, at spurning-
urin er, hvar Føroyar skulu
vera í alheimsgerðini.
– Skulu vit vera í reyvini
á 4. deild, ella skulu vit
vera í elituni.
Skuldi nakar ivast, er
støðan hjá Tróndi Djurhuus
tann, at í dag eru Føroyar
rætt og slætt í reyvini á
fjórðu deild.
Og tá hugsar hann bæði
vinnuliga, menningarliga,
granskingarliga og polit-
iskt.
Ein oreingiligur
veruleiki
Tróndur Djurhuus sigur, at
alheimsgerðin snýr seg ikki
um meiri samhandil, tí vit
hava havt nógvan samhand-
il í øldir og hann verður
neyvan nogv størri, enn
hann er í dag.
– Tað, sum alheimsgerðin
serliga snýr seg um, er at
fleirtjóða
fyritøkurnar
vinna longur og longur
fram heldur enn staturin.
Hann helt, at tað var
burturvið at brúka orku
uppá at kjakast um nakað,
sum vit onki fáa gjørt við
kortini.
– Tað ger akkurát tað
sama, hvat vit føroyingar
halda um alheimsgerðina, tí
hon er ein óreingiligur
veruleiki, sum vit onki fáa
gjørt við og tí er tað burt-
urspilt at kjakast um tað.
– Í framtíðini verður tað
ikki nóg mikið at hava
nátúruríkidømi til taks. Í
framtíðini verður tað heldur
ikki nóg mikið tætt við
marknaðin, sum selt verður
til.
– Í framtíðini verður tað
so, at fleirtjóðafyritøkurnar
fara at leggja tey væl løntu
menningarstørvini í teim-
um londum, har kapitalurin
kennur seg heima.
– Hinvegin fara tey at
leggja tey lægstløntu størv-
ini í londunum, har tey
keypa seg til arbeiðsmeg-
ina.
Føroyar mitt ímillum
Tróndur Djurhuus sigur, at
sostatt hava føroyingar bara
ein einasta møguleika. Og
tað er at vit gera okkum so
lokkandi, eggjandi og nytt-
ugan hjá teimum stóru fyri-
tøkunum sum gjørligt.
– Vit hava ongan annan
møguleika, staðfesti hann.
– Vit verða altíð eitt
pinkalítið land, sum aldrin
kemur at seta dagsskránna.
Vit eru heldur ikki serliga
dugnalig og tí hava vit ikki
uppiborið at sita til borðs
við teimum stóru og sostatt
hava vit heldur ikki uppi-
borið at verða serliga
frammarlaga
ímilllum
heimsins lond.
Hann sigur, at tað er júst
hetta, sum verður tann stóra
avbjóðingin í framtíðini.
Og tað er í evstu løtu at vit
taka hesa avbjóðing upp,
legði hann afturat.
Hann sigur, at í løtuni er
tað so, at tað eru nógv onn-
ur lond, har tað loysir seg
betri hjá fleirtjóða fyritøk-
unum at leggja tey lægst-
løntu størvini.
Tað eru eisini nógv onnur
lond, har tað loysir seg betri
at leggja tey hægst løntu
størvini.
– Føroyingar liggja mitt
ímillum og tí liggja vit sum
reyvin í fjórðu deild: Vit
eru hvørki vælegnað sum
láglønarland og ella sum
hálønarland.
– Sum støðan er í dag,
fær kapitalurin ikki brúkt
okkum og tað er okkara
trupulleiki, segði menning-
arleiðarin á Føroya Tele.
Hann sigur hann hevur
hoyrt politikarar í útjaðara í
Føroyum, siga, at bjarg-
ingin hjá hansara bygd var
at flakavirkið var opið at
fleiri almenn arbeiðspláss
verða flutt til bygdina.
– Eg eri milt sagt
ósamdur. Av marknaðarlig-
um orsøkum er tað ógvu-
liga sannlíkt at nakar fer at
leggja ófaklært arbeiði í
hansara bygd.
– Og tað er heldur ongin
gongd leið at skipa almenn
størv, ið hava sum fortreyt
at tey vinnilgu størvini eru
har eisini.
Fiskavirking ikki
frægari enn ein kiosk
Tróndur Djurhuus sigur, at
hvat viðvíkur láglønarlond-
um, sum Kina, er okkara
trupulleiki tann, at har gera
tey ikki bara arbeiðið nógv
bíligari enn vit klára tað.
– Tey gera tað eisini nógv
betri, staðfestir hann.
Hann helt, at tað átti at
fingið allar kirkjuklokkur
at ringt við ófrættakendum
tóna, at hoyra at fólk, sum
hava skil fyri slíkum, meta,
at Fiskavirking kann seljast
fyri 160 milliónir.
– Er nógv størsta fyritøka
í okkara høvðusvinnu ikki
verd meiri enn 160 skallut-
ar milliónir??, spurdi hann
rættiliga vantrúgvin.
– Tað er ikki frægari enn
ein kiosk!
– Hví er størsta fyritøka í
okkara høvuðsvinnu ikki
verd eina heila milliard?
spurdi hann síðani.
Tá ið tað ikki fæst meiri
fyri Føroya Fiskavirking
enn 160 milliónir, má tað
vera tí, at tað er onki álit á,
at hon fer at kasta nakað
serligt av sær í framtíðini.
Tað fekk hann at stað-
festa, at útgangsstøðið fær
ikki verið annað, enn at
flakavinnan hevur onga
sum helst framtíð í Føroy-
um,
– Saltfiskaframleiðslan
hevur helst eina framtíð,
men ikki flakavinnan –
uttan so, at vit fara at gera
okkara heilt serligt.
Mugu tosa við hvønn
annan
Spurningurin er so, hvat er
til ráða at taka.
Tróndur Djurhuus segði,
at einastu ráðini eru at í
framtíðini mugu vit gera alt
øðrvísi enn vit gera í dag.
Og hann legði dent á, at
hann meinti alt, tí soleiðis
sum vit arbeiða í dag, bæði
vinnuliga politiskt og á
annan hátt, verða vit ver-
Føroyar eru reyvin av fjórðu d
Tróndur Djurhuus helt, at tað átti at fingið allar
kirkjuklokkur at ringt við ófrættakendum tóna, tá ið
mett verður Fiskavirking kann seljast fyri skallutar 160
milliónir. Tað er ikki frægari enn ein kiosk, segði hann