Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 6. apríl 2005 23 deild andi reyvin á fjórðu deild. – Tað fyrsta, vit mugu gera, er, at øll í samfelag- num, politikarar, fólk, fyri- tøkur, granskingarstovnar, o.s.fr. mugu byrja at tosa við hvønn annan. – Í dag eru vit ómetaliga røsk at tosa um hvønn ann- an. Vit tosa um tey alment løntu og um vinnuna, men tað er sjáldan at vit tosa við hvønn annan. Hann vísti á, at danskir serfrøðingar meta, at tað, at danir í sjeyti- og áttatiárun- um lærdu seg kynstrið at tosa við hvønn annan, eigur í dag heiðurin av minst einum fjórðingi av tí vøkstri, sum hevur verið í útflutninginum í Danmark hesa seinastu fjórðingsøld- ina. – Men tað ber ikki til at menna nakað burturúr ong- um. Tað ber ikki til at hyggja eftir, hvussu tey hava gjørt í Korea og so at gera tað sama í Føroyum. Tað tey gera í Korea í dag, verða tey uttan iva nóv dugnaligari til enn føroy- ingar í nógv ár afturat. Menningarleiðarin á Før- oya Tele heldur, at før- oyingar eiga at gera sum danir gjørdu fyri árum síð- ani. – Teir settu tey allarbestu høvdini í Danmark saman í eitt nýskipanarráð. Ráðið fekk ein einasta, sera ein- faldan spurning at svara. Spurningurin var: Hvad skal Danmark leve af? – Í royndunum av svara hesum spurningi er eitt veldugt apparat farið ígongd í Danmark. Tróndur Djurhuus sigur, at ein kjarni í øllum roynd- um at menna eitt land, er at eyðmerkja teir møguleikar, sum eru í einum landi. – Hjá okkum snýr tað seg sostatt um at eyðmerkja tey sereyðkenni, vit hava í Før- oyum og sum gera, at vit kunnu gera okkum gald- andi í alheimsgerðini. Hann segði, at í Danmark tóku tey fyri árum síðani upp samstarv við Silicon Valley í USA og finnlend- ingar. Endamálið við tí sam- starvinum var, at partarnir skuldu meta um hvønn annan og teir møguleikar, hvør annar hevði. – Hvat Danmark viðvík- ur, var niðurstøðan, at Dan- mark skuldi leggja stóran dent á, at menna vørur og tænastur til altjóða markn- aðin.Orsøkin til ta niður- støðina var, at danir hava altíð verið dúgiligur til at nøkta tørvin hjá hvørjum øðrum. – Tað vóru nevniliga Grundtvig, háskúlarørslan, lutafeløgini fakfelagsrørsl- an, sum vóru viðurskifti sum vóru mett at vera heilt serlig fyri Danmark. Í Finnlandi varð dentur lagdur á tøknifrøði og tað er Nokia eitt gott dømi um. Ì dag er Nokia so stórt, at fer tað á heysin, rýkur eisini botnurin undan landsbú- skapinum í Finnlandi. – Á fakmáli eitur tað, at "benchmarka" seg , tað er at vit skulu samanbera okkum við onnur. Og tað er hetta, sum eisini føroyingar eiga at gera. Hann sigur, at hvat hans- ara egna arbeiðsplássi við- víkur, verður ikki roynt at samanbera Føroya Tele við SEV ella Strandferðsluna. – Tað, sum vit royna at sammeta okkum við, eru fyritøkur í Singapore. Bangilsi settu okkum 50 ár aftur í tíðina Hvørji tey serligu eyðkenni hjá føroyingum kunnu verða, hvar okkara serliga styrki liggur og hvat við sostatt skulu leggja dent á í altjóða kappingini, hevur Tróndur Djurhuus onki boð uppá. Men hann hevði kortini nøkur fyribils boð uppá hetta: – Tað skerst ikki burtur, at hvat sjóvinnutænastum viðvíkur, hevur tað ikki hilnast so illa hjá føroying- um. – Tað er ikki av ongum, at so stórur eftirspurningur er eftir okkara sjómonnum. Hann heldur eisini, at tað er neyðugt at leggja meiri vitan í fiskivinnuna, so at hon ikki bara snýr seg um at skera flak. Hann heldur eisini, at ein stór styrki hjá føroyingum er, at vit hava lætt við at fara út í verðina at arbeiða í longri tíð. – Hetta er eitt serføroyskt fyribrigdi. Skal ein dani heimanífrá at arbeiða í meiri enn 14 dagar, skal hann hava bæði konu og børn við sær, umframt dag- pening og annað. Hann heldur eisini at vit hava eina serliga styrki í sambandi við ílegugransk- ing. – Tað var einki minni enn ein gøla, so illa politikarar- nir hagreiddu tað málið, tá ið tað var frammi fyri nøkr- um árum síðani. Ræðslan fyri ílegugransking setti føroyskan búskap eina hálva øld aftur í tíðina. Tróndur Djurhuus frábað sær at okkara politikarar einaferð afturat vísa seg sum slíkar ræðuskítar. – Tað førir onga leið at politikarar sita bebbaræddir fyri øllum vanlukkum, ið koma rapandi inn á okkum, ditta vit okkum at gloppa dyrnar til umheimin. Hann helt, at tað sum umræður er at lofta øllum góðum tankum ístaðin fyri at mótarbeiða teimum - og so eiga vit eisini at bera yvir við at mistøk henda á vegnum. Men hann helt eisini at tað kravdi sterkar fyritøkur fyri at kunnu lofta teimum góðum hugskotunum og hann helt eisini, at tað kravdi, at hesar fyritøkur samstarva. – Lat so hesar sterku fyri- tøkurnar fáa góðar arbeiðs- umstøður. Petta tær ikki sundur. At petta tær sundur meti hann at vera eitt so stórt mistak, at hann kallaði tað eina deyðssynd. Tróndur Djurhuus sigur, at tað er ongin føroysk fyri- tøka er so stór, at hon kann metast sum annað enn ein ein lítil flugulortur í al- heimshøpi. – Tí vera vit ongantíð annað enn samstarvsfelagir hjá teimum stóru, fleir- tjóðað fyritøkunum. Kunnu útvega eina heila milliard Spurningurin er so, hvussu øll hendan nýskapanin skal fíggjast. Tróndur Djurhuus sigur, at tað er heilt óvanliga ein- falt at útvega føroyska sam- felagnum eina heila milli- ard til gransking og ný- skapan. – Tað einasta, sum krevst, er at Løgtingið fer til ar- beiðis og selur tær almennu fyritøkurnar. Hann segði, at hann hetta er nakað, sum vit hava bíðað eftir í nógv ár, men umberingarnar fyri at lata vera, fáa ongan enda. – Fyrst mátti bíðast til prospekt vórðu gjørd og so bíðaðu vit eitt langt og annað breitt eftir tí. Tá ið tað ikki kundi brúkast long- ur, varð umberingin at tað mátti vera gjøgnumskygnið í søluni. Nú hava vit so bíðað eftir tí í eitt langt og annað breitt. Og tað er bara at bíða eitt sindur afturat, so kemur onkur umbering afturat Tróndur Djurhuus helt, at hetta var fullkomiliga óneyðugt. – Tað er bara at fara til verka. Er veruligur vilji til staðar, kann Løgtingið av- greiða málið upp á ein mánað, so at tær almennu fyritøkurnar kunnu seljast fyri eina hálva til eina milliard hvør. Hann hugsaði her um Føroya Tele og Føroya Banka. – Fer Løgtingið til verka nú, kann tann fyrsta hálva ella heila milliiardin fáast til vega fyri summarferi- una. Tróndur Djurhuus sigur, at uppgávan hjá politikar- um verður sostatt at fáa greiði á, hvussu hesin pen- ingur verður brúktur, so at hann ger mest gagn, men her í hvussu so minst ein milliard íð kann brúkast til at menna føroyska sam- felagið fyri. Samanspæl ímillum nógvar partar Men hann reisti eisini spurningin um, hvørjar kreftir í samfelagnum mót- arbeiddu eini slíkari gongd. Ì hesum sambandi helt hann, at vinnulívið var alt ov lítið nýskapandi. – Okkara vinnulív er sprottið úr eini mentan, har tað varð lofta, sama hvussu illa tað arbeiddi. Hann helt eisini at granskingin dugdi illa at selja seg og at fjølmiðlarnir als ikki røktu sína uppgávu. – Tað er ikki samfelags- gagnligur journalistikkur at hava kjaksendingar um vit skulu hava eitt virðligt løgmanssetur, ella um løgtingslimir skulu hava 25.000 krónur í løn, tí tað einasta ið fæst burturúr, er øsa fólk upp. Tróndur Djurhuus heldur eisini, at fakfeløgini eru yvirhøvur burtur úr vón og viti. Her vísir hann á, at í grannalondum okkara hava fakfeløgini langt síðani ásannað støðuna og taka virknan lut í arbeiðnum at menna samfelagið uttan at óttast útlendska luttøku í vinnulívinum, sum vit kenna tað herheima. Í hesum sambandi legði hann afturat, at tað eru serliga fakfeløg hjá teimum ófaklærdu uttanlands, sum taka lut í hesum arbeiðnum. Hann endurgav Lilian Knudsen, forkvinnu í Kvindelig Arbejderfor- bund, sum heldur, at tað er sálvsagt, at danskir arbeiðs- gevarar flyta framleiðsluna í láglønarlond, tí har gera tey eitt gott arbeiði fyri ein fimting av lønini. Tróndur Djurhuus heitti tí á fakfeløgini um at taka virknan lut í arbeiðnum at menna samfelagið ístaðin fyri at læsa seg føst í tað gamla. Hann helt eisini, at em- bætisveldið mátti broyta hugburð ístaðin fyri at hvør fulltrúði neyðheldur um sítt egna kongsríki og torir at lata nakran annan sleppa framat. – Men tað alla ringasta av øllum eru politikararnir, tí teimum stúri eg mest fyri í hesum sambandi, segði Tróndur Djurhuus. – Fólkaræðið hevur tann stóra veikleika, at tá ið ein politikari er valdur so er endamálið at verða aftur- valdur og tað er ein skrúva við ongum enda, sum hevur ta avleiðing at alt ov fáar mennandi avgerðir verða tiknar. Andstøðan skal spæla við Men hann helt eisini, at flokkarnir gjørdu alt ov lítið við at førleika menna sínar politikarar. – Tað hevur onki við fólkaræðið at gera, at fólk koma á ting inn av gøtuni taka avgerðir í eyst og vest. Skulu vit hava fólkaræðið, krevst at politikarar út- búgva seg til at umboða fólkið. Hetta skal ikki skiljast sum um at Tróndur Djur- huus heldur, at tað skulu bara akademikarar sita á tingi. Men hann heldur at tað hevur stóran týdning, at flokkarnir skúla sínar politikarar í at føra politikk, tí hann heldur, at tað politiska arbeiðið er alt ov ovskipað. – Tað hevði kanska eisini gjørt tað lættari at fingið samgongu og andstøðu at samst um tey stóru og yvirskipaðu málini, sum er vanligt í okkara granna- londum. – Tað ber ikki so væl til í løtuni, tí mangan eru flokk- arnir ikki samdir innan- hýsis, av tí at t tað oftani er tann persónliga marker- ingstrongdin, sum er avger- andi. Hann ivaðist ikki í, at sum støðan er í løtuni, hevur tað størri týdning hjá eini andstøðu at fella eina samgongu, enn tað hevur at føra politikk. – Tað krevst ein hug- burðsbroyting, tí tað er í andstøðu, at tað av álvara krevst statsmannskapur. Tí eigur ein andstøða at spæla við, allastaðni har hon kann, fyri at menna samfelagið, segði Tróndur Djurhuus. Bruttotjóðarúrtøkan í Norðurlondum Hetta er bruttotjóðarúrtøkan fyri hvørt fólki í ymsum norðurlondum. Sum tað sæst, er brutto- tjóðarúrtøkan fyri hvønn føroying ikki meiri enn gott helvtin av tí, hon er fyri hvønn norðmann Noreg: 37.800$ Danmark: 31.100$ Ísland: 30.900$ Svøríki: 26.800$ Føroyar: 22.000$ Grønland: 20.000$ (Kelda: CIA – The World Factbook – Juli 2004)