Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 64 - 6. apríl 2005 Hetta skakandi útlit er ein vurdering og framskriving, sum amerikanski finans- bólkurin Goldman Sachs, sum bæði er kent og umtókt, legði fram í vikuni sum fór. Teir meta, at olju- prísurin fer at hækka skjótt og nógv, teir nevna tað eitt ”super- spike” tíðarskeið, har prísurin sum ein odd- ur stingur seg upp. Í dag liggur prísurin á Brent-olju úr Norð- sjónum á umleið $55 BÚSKAPUR Rolf Guttesen Rg@geogr.ku.dk Fer tað at halda? Men spurningurin er, hvussu haldgóð argument- ini hjá Goldman Sachs eru? Summi halda, eitt nú Børsen.dk;1.3.05, at fram- skrivingin hjá felagnum mest skal tæna egnum áhugamálum. Kunnu teir fáa virðið at hækka í teimum orkufeløgunum, har teir sjálvir hava stór áhugamál og partabrøv, so hava teir vunnið ein bíligan profitt. Prísurin á ráolju hevur í ár verið í støðugum vøkstri, sum mynd 1 vísir. Hetta er olja frá Brent-feltinum í Norðsjónum, sum er tann standardvøra, sum brúkast í Europa. Prísurin var umleið $40 á nýggjárinum, men er síðan hækkaður við meira enn triðingi til umleið $55. Men hin vegin, hyggja vit at næstu kurvumyndini, mynd 2, so sæst, at oljuprís- urin roknaður eftir 1996 prístali, fyrr hevur verið har uppi. Men tað var í serligum krepputíðum, sonevndu aðru oljukreppuni, millum 1980 og 1985. Tá var prís- urin eina stutta tíð uppi á $90 fyri tunnuna. Tá brúkti USA 4,5% av tjóðarfram- leiðsluni uppá olju, og hús- arhaldini har brúktu 7,2% av inntøkuni uppá olju. Hesi tøl brúkar Goldman Sachs í framtíðarmetingini. Tá prísurin var uppi á $80- 90 í í 80-unum, hugsaðu amerikanarar so smátt um at spara, men sum mynd 2 vísir, so fall prísurin skjótt aftur, og harvið sparihug- urin. Í kanningini hjá Gold- man Sachs grava teir hesi tøl fram aftur. Argumentið er, at um prísurin, sum eitt ”super-spike”, fer uppá $105 aftur, so svarar tað bert til 3,6% av tjóðarúr- tøkuni, ella 5,3% av út- reiðslunum hjá einum með- al húsarhaldi. Hesi tøl eru sostatt væl lægri enn til- svarandi í 80-unum. Amerikanskir bilar slúka benzin Goldman Sachs vísir eisini á, at USA at kalla einki hevur gjørt fyri at minka um oljunýtsluna. Ameri- kanskir bilar eru enn stórir og tungir, og koyra bert fáar kilometrar uppá liturin av ”gasoline”. Fyri at eftir- spurningurin av álvara skal minka, so skal prísurin á benzini so høgt upp, at amerikanarar fara at vera nøgdir við at koyra í van- ligum, ”smáum” bilum. Benzin-prísurin í USA er nú komin uppá umleið $1,7 fyri eina gallon. Goldman Sachs metir í frágreiðingini, at hesin prísur skal heilt uppá $4 fyri gallon, áðrenn tað av álvara fer at minka um eftirspurningin. Kina er í dag næst- størsti brúkari av olju í Heiminum Í 2003 fór Kina fram um Japan sum oljubrúkari. Bert USA liggur enn framman- fyri. Í fjør vaks nýtslan í Kina við 15%, men fram- leiðslan bert við 2%. So- statt eigur Kina ein stóran part av vøkstrinum í eftir- spurningi í allari verðini, eini 40%. Kina noyðist tí at innflyta vaksandi nøgdir av olju, og er soleiðis við til at trýsta oljuprísin upp. Teir royna eisini at sleppa uppí olju- framleiðslu ymsastaðni í Verðini, har kinesarar ikki hava verið aktivir fyrr (newswote.bbc;3.4.05). Teir hava fingi rættindir í Iran. Við Cuba fara teir at royna eftir olju á havøki- num. Í Venezuela, sum er størsta oljulandið í Suður- amerika, og heimsins fimta størsta olju-útflutningsland, eru kinesarar farnir at fyri- reika oljupumping. Hetta er politiskt við- kvæmt, tí USA dámar einki at fáa kapping har, tí teir vilja helst hava einarætt til hetta ”heimabeiti”. Kanska var tað tí USA í tí dulda stóð aftanfyri kupp-roynd móti forsetanum Hugo Chavez. Hann er teimum ov vinstarsinnaður. Heima eiga kinesarar nógva olju, men gomlu keldurnar á landi geva ikki so væl longur. Men off- shore stendur væl til. Teir hava tó ongan serliga kunn- keika til off-shore olju- vinnu. Tí hava teir millum annað roynt at keypt sær eitt stórt amerikanskt felag, Unocal, sum hevur know- how á hesum øki. Nú skal amerikansk vitan á hesum øki hjálpa kinesarum á leið. Samanhangur millum oljuprís og dollarkurs Tað er eitt ávíst samband millum tann generelt veika dollaran og so teir hækk- andi oljuprísirnar. Dollarin sum, vegna tey tvey so- nevndu ”twin deficits”, hevur tendens til at vikna enn meira. Twin deficits hugtakið vísir til, at USA hevur eitt rimmar hall bæði á landshúsarhaldinum og í uttanlandahandlinum. Hesi hall ella undirskot skulu á onkran hátt be- talast. Higartil hevur tað verið møguligt, tí út- lendskir bankar, ílegging- argrunnar, spekulantar og tjóðbankar hava keypt amerikanskar statsobliga- tiónir og onnur virðisbrøv, so hallið er dekkað inn. Veiki dollarin ger tað áhugavert hjá summum investorum í staðin at keypa upp rávøru í staðin fyri virðisbrøv. Teir keypa eitt nú olju, sum í longri tíð hevur havt hækkandi prís. Um Euro/Dollar: Óvissa á báðum síðum Annars hevur ikki verið tað stóra at skriva um á valuta- marknaðinum, hóast onkrir dagar hava víst ein ”ner- vøsan” tendens. Men sum kurvumyndin vísir hevur dollarin ligið um 1,29 í mun til euro. Men mánadag fyrrapartin lá euro aftur eitt sindur veikari. Í USA vístu tøl, at færri nýggj jobs komu til, enn væntað var. Samstundis minkaði ar- beiðsloysisprocentið. Men búskapurin sum heild er framvegis í góðum vøkstri. Á Europa-síðuni fekk tað ikki ta stóru ávirkan á euro- kursin, at tann sonevnda stabilitetssáttmálin, sum er grundarlagið undir euruna, bleiv gjørd meira elastisk, tá ráðharrar og forsetar møttust seinast. Danska blaðið Politiken heldur framvegis, at tað var ein skilagóð avgerð, sum ger tað møguligt hjá teim stóru londunum, Týskland og Frankaríki, at seta meira ferð á búskapin. Blaðið heldur, at júst tað, at eingin reaktión var at síggja á valutakursunum, var besta konkreta prógvið. Fram- vegis er arbeiðsloysi alt ov høgt bæði í Frankaríki og Týsklandi, og vøksturin í búskapinum á einum lágum støði. Stóri spurningurin, sum enn er ósvaraður, er lang- tíðarárinið av hesum nýggja gummisáttmála. Oljuprísurin úr $55 upp í $105 í næstum? Kinesisk framleiðsla og nýtsla av olju, mio Tunnur/Dag Nýtsla Framl. 1980 1,8 2,1 1985 1,9 2,4 1990 2,2 2,8 1995 3,2 3,0 2000 4,8 3,3 2005 7,2 3,8 Í 2003 fór Kina fram um Japan sum oljubrúkari. Bert USA liggur enn frammanfyri. Í fjør vaks nýtslan í Kina við 15%, men framleiðslan bert við 2%