mikudagur 6. apríl 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4. og seinasti partur
VINNUBÓKMENTIR
Finnbogi Ísakson
Hetta er ikki eindømi fyri
USA. Upphæddirnar eru
smærri, men gongdin tann
sama aðrastaðni. Í Bret-
landi brúkti Labour 27 mió.
pund uppundir valið í 1997
og teir konservativu 28,5
mió. pund. Stjórnin hjá
Tony Blair hevur fingið
eina lóg samtykta, sum
setir 20 mió. pund sum há-
mark fyri, hvat ein flokkur
kann brúka í valstríðnum
eitt valár. Á Teivan rindaði
Guomintang veljarum mill-
um 15 og 45 dollarar fyri at
koma á valfund uppundir
forsetavalið í 2000.
Støddin á valfíggjarætl-
anunum er ein trupulleiki.
Peningurin kann ikki long-
ur fáast inn gjøgnum lima-
gjald, úr fakfelagsgrunnum
ella við persónligum stuð-
uli. Heldur ikki almennur
stuðul, har slíkur verður
latin, røkkur til. Tí venda
politikararnir sær sjálvandi
til vinnulívið fyri at fáa nóg
nógvan pening at ráða yvir.
Um allan heim, úr Moskva
til Paris, úr Washington til
London, fíggja stórfyritøk-
ur og handilsmenn val-
stríðið hjá politikarum og
politiskum flokkum.
Pengar og fjølmiðlar
Gevararnir eru fáir. Eitt
fjórðings prosent av ameri-
kanska fólkinum gav flokk-
unum ein dollara ella meir
til valstríð í 1995/96, hini
góvu einki. 500 tær størstu
fyritøkurnar góvu flokkun-
um 260 mió. dollarar frá
1987-96. Sjálvandi geva
stórfyritøkurnar einki uttan
at fáa okkurt afturfyri. Tær
rokna við, at stuðulin kastar
væl av sær. Sum hægsta-
rættardómarin David Sout-
er tók til: “Tað er líkt til…,
at stórir styrkveitarar fáa
betri tænastu frá politikar-
unum enn smáir styrkveit-
arar, og so er ikki um at
tala tey, sum einki lata…”
Stuðulin, sum verður
veittur
flokkunum
í
Amerika, er lógligur. Verri
er statt í Evropa, har reglur
eru í fleiri londum fyri
stuðli til politikarar og
flokkar. Vit hava hoyrt um
Helmuth Kohl í Týsklandi,
men rok hevur eisini verið í
Spania og Belgia. Og í
Fraklandi góvu fyritøkur
øllum leiðandi politiskum
flokkum so nógvan ólóglig-
an pening, at í 1993 varð
sett fullkomið forboð fyri,
at vinnulívið kundi veita
flokkunum stuðul. Í Italia
hevur skilið verið so ringt,
at fyrst í 1990-unum vórðu
kanningar av korrupsjón
gjørdar móti 40% av parla-
mentslimunum. Í Japan
noyddist liberaldemokrat-
iski flokkurin, sum hevði
stýrt í 38 ár, at lata valdið
frá sær í 1993 orsakað av
korrupsjón.
Fíggjarligt
skittføri var ein av orsøk-
unum til, at Konservativi
Flokkurin í Bretlandi tapti
fyri Arbeiðaraflokkinum.
Antin tað kann prógvast
ella ikki, so er tað vist, at
stórfyritøkur og handils-
menn við peningaligum
stuðli vilja vissa sær, at
politikararnir í minsta lagi
lurta eftir teimum, tá av-
gerðir skula takast. Hví
skuldi vinnulívið brúkt hes-
ar pengarnar, roknaði tað
ikki við, at tað fekk nakað
burtur úr tí?
Politikarar hava ikki bara
brúk fyri pengum frá
vinnulívinum, men eisini
innivist í fjølmiðlunum.
Ein góð oddagrein ella eitt
innslag í sjónvarpstíðind-
unum um kvøldið gera, at
ein politikari fær orðið á
túsundtals ella miljónir av
fólki gjøgnum ein miðil,
sum fólk hava størri álit á
enn goldnum lýsingum.
Í Bretlandi eigur fjøl-
miðlakongurin
Rupert
Murdoch bløðini Sun og
The Times og News Cor-
poration, sum hevur ræðið
á 30% av bretska upplag-
num av avvísum. Murdoch
hevur so stórt vald, at fyrst
fríggjaðu teir konservativu
til hansara og síðani Ar-
beiðaraflokkurin. Tað sigst,
at tann tiltikni spinndokt-
arin hjá Tony Blair, tann nú
fráfarni Alastair Campbell,
tók ikki av at gerast tíð-
indaskrivari hjá nýggja
floksleiðaranum í 1994 utt-
an so, at Blair játtaði at lesa
nøkur “skjøl” ígjøgnum.
Hesi skjølini vóru forsíður í
Sun uppundir tvey tey und-
anfarnu valini, sum Labour
tapti. Allar
forsíðurnar
styðjaðu teir konservativu.
Á einari forsíðu var yvir-
skriftin: “Tað var Sun, sum
vann!”, tá Neil Kinnock
hevði tapt í 1992. Campbell
gjørdi tað greitt fyri Blair,
at hann vann ikki, uttan
hann fekk Murdoch í part
við sær.
Blair fekk samband við
Murdoch, sum bað hann
halda talu á síni árligu
ráðstevnu, sum í 1995 var
hildin á Hayman Island úti
fyri Avstralia. Ongin avtala
varð gjørd, men fáur ivast í,
at Murdoch fekk at vita, at
Arbeiðaraflokkurin fór ikki
at nerta hansara fjølmiðla-
ríki. Seks vikur undan
valinum í 1997 gjørdi Sun
eitt søguligt skifti og segði
sínum 4 miljónum lesarum,
at “Sun styðjar Blair”.
Ein fyrrverandi blaðstjóri
á The Times hevur sagt, at
Murdoch styðjaði Margaret
Thatcher, og at tey prátaðu
javnan saman. “Vit kalla
hann ofta í skemti “harra
forsætisráðharri”, men tað
er ikki bara skemt longur. Á
mangan hátt er hann land-
sins spøkilsis-forsætisráð-
harri.”
Mótmæli og boykott
Í heiminum við Teirri Tig-
andi Kollveltingini halda
nógvir borgarar, at staturin
røkir ikki teirra áhugamál
longur, og teir ansa tí meir
og meir eftir sær sjálvum.
Fólk fara beinleiðis til tann,
sum tey halda kann gera
nakað, nevniliga stórfyri-
tøkurnar. Tað verður gjørt
við at mótmæla. Mótmæli
førdu til, at Monsanto,
heimsins størsti framleiðari
av genviðgjørdum fræi, var
um at fara á húsagang.
Báðu megin Atlantshav
fylkjast fólk og hótta við
boykotti
og
negativari
umtalu fyri at fáa fyritøkur
at broyta handilspraksis og
fyri at vísa á veikleikar í
sjálvari skipanini. Stjórn-
irnar umbera seg við, at
globaliseringin avmarkar
teirra virkisfrælsi, og at
neyðugt er at hava búskap-
arligan vøkstur. Fólkið skil-
ir hetta, sum at stjórnirnar
svíkja tað eftirlit, tær eiga
at hava við, hvussu fyri-
tøkurnar vinna pening, og
fólkið tekur tí sjálvt róður í
hond. Minkandi áhugi fyri
politikki merkir ikki, at
áhugin fyri samfelagnum er
minkaður. Grasrótarørslur-
nar mennast, meðan lima-
talið í politiskum flokkum
minkar. Prosentparturin av
amerikanarum, sum eru
uppi í stríðnum fyri nær-
umhvørvinum, trífaldaðist í
nítiárunum. Í 2000 vísti ein
amerikansk meiningakann-
ing, at 25% av amerikanar-
um vóru til reiðar at vera
við í einum boykotti í
onkrum ávísum máli – ein
vøkstur uppá 50% eftir 10
árum.
Í 1995 vildi Shell sleppa
sær av við tann útslitna
oljuboripallin Brent Spar í
Norðsjónum. Hann varð
sleipaður út á djúpt vatn í
Atlantshavinum, har ætlan-
in var søkkja hann. Al-
menna hugsanin noyddi
Shell í staðin at toga skipið
inn á norskan fjørð, har
hann varð tikin sundur.
Greenpeace og fjølmiðlar-
nir stóðu saman um at mót-
mæla.
Umsitingarstjórin
hjá
Shell,
Herkstroter,
segði tá:
“Vit tóku avgerðir, sum
vit aftaná sóu vóru skeivar.
Vit vóru trekir at skilja, at
umhvørvisfelagsskapir,
brúkarasamtøk
og
so
framvegis vóru í ferð við at
fáa makt. Samstundis vóru
teir, sum vit plagdu at halda
okkum til [almennir stovn-
ar og vinnustovur] í ferð
við at missa makt”.
Víða um tóku fólk undir
við mótmælunum. Týskir
brúkarar boykottaðu ben-
sinstøðirnar hjá Shell –
tann eina dagin fall sølan
50%. Umdømið hjá Shell
versnaði.
Konservativa
bretska stjórnin royndi at
sannføra fólk um, at loysn-
in, sum Shell hevði valt, var
tann, sum skaddi umhvørv-
ið minst. Noreena Hertz
skrivar, at í hesum førinum
vísti tað seg, at Shell og
stjórnin høvdu rætt, men tá
var ov seint til, at Shell
slapp undan skaða.
Umframt at fara uttan um
politisku skipanina í um-
hvørvismálum, tóku brúk-
ararnir seg eisini saman um
viðurskiftini í handilslívin-
um. Shopping – tað at
keypa – fekk so við og við
størri moralskan týdning.
Teir nýggju katedralarnir
hjá miðalstættini eru hand-
ilsmiðstøðir við stórum
parkeringsplássum.
For-
brúkararnir krevja etiskan
handil, og tað er eitt sjónar-
mið, sum eisini enska kirkj-
an tekur undir við. Í nýggju
bønarbókini New Start
Worship fáa tey trúgvandi
hesi ráð:
“…hvar
vit
keypa,
hvussu vit keypa og hvat vit
keypa er ein livandi frá-
boðan um, hvat vit trúgva
uppá… Shopping, sum fær
kundan at gera etiskar og
trúarligar metingar, kann
vera nærri teirri tilbiðjan,
Gud vil hava, enn nógvar
frómar bønir í kirkjuni…
Taka vit leiklutin sum Guds
tænarar í álvara, eru tey,
sum keypa, tilsamans ein
óføra sterkur bólkur…”
Tað næsta brúkaratiltakið
var at gera vart við, hvussu
vøran varð framleidd. Í
apríl 1996 varð ameri-
kanski
almenningurin
skelkaður, tá tað kom fram,
at ungfólk í Honduras,
summi ikki meira enn 13
ára gomul, seymaðu Wall
Mart-klædnavøruna Kathie
Lee. Tey arbeiddu 20 tímar
um samdøgrið fyri 2 kr. um
tíman. Tann best umtókti
talkshowverturin
Kathie
Lee Gifford fekk 5 miljónir
dollarar um árið afturfyri,
at plaggið hevði hennara
navn. Hon skar útúr at
gráta, tá hon á landsum-
fevnandi sjónvarpi fekk at
vita um skilið. Saman við
øðrum fór hon í hernað
móti Wall-Mart og øðrum
klædnaframleiðarum, sum
misbrúktu ung og børn í
Nr. 64 - 6. apríl 2005
25
Tann tigandi kollveltingin
Tann stóri studningurin frá stórfyritøkum til politiskar flokkar at brúka í valstríðnum
er eitt álvarsmál, skrivar Noreena Hertz. Hví hava flokkarnir brúk fyri so nógvum
pengum? Jú, tann hugsjónarligi munurin er mestsum horvin, og tí noyðast flokkarnir at
útgreina munin gjøgnum marknaðarføring og penganýtslu. Dagsins politikkur styðjar
seg meir og meir til fjølmiðlasamskifti gjøgnum sendingar og reklámur. Lýsingar í
bløðum, í tíðarritum, reklamufilmar á kaðal- og fylgisveina-TV og Internetið eru
leiðirnar at fáa fatur á einari veljarafjøld, sum gerst alsamt støðuleysari. Uppundir
amerikanska forsetavalið í 2000 tjentu sjónvarpsstøðirnar 600 mió. dollarar. Síðani
1990 hava reklama og PR eisini verið natúrligur partur av valstríðnum í Bretlandi.
Flokkarnir brúktu eina miljard dollarar til forsetavalið í USA í 2000. Men tað kostar
eisini at koma í kongressina. Ein sessur í senatinum kostar í miðal 6 mió. dollarar. Hetta
merkir sjálvandi, at tað eru bara tey ríku, sum kunna gerast senatslimir. Ein brúkti 36
mió. dollarar fyri at fáa ein senatssess. Ein annar 50 mió. dollarar úr egnum lumma fyri
at gerast borgarstjóri í New York. Og ein triði brúkti 30 mió. dollarar úr egnum lumma,
tá hann royndi at gerast senatorur fyri Kalifornia, men tapti valið. Hvussu kann eitt val
vera frælst og rættvíst, tá bara tey múgvandi kunna stilla upp?
Framhald á næstu síðu
Misnøgdin heldur fram at bólgna í einum heimi, har
borgararnir ikki hava rættindi, staðfestir Noreena Hertz