Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 64 - 6. apríl 2005 øðrum londum til fram- leiðsluna, og noyddi fyri- tøkurnar at taka sær annað skinn um bak. Í bókini verða mong onn- ur dømi nevnd, og nógv verður gjørt burtur úr tí vaksandi valdinum, sum grasrótarørslur hava. Fyri- tøkurnar lata við seg koma skjótari og skjótari. Tað tók 20 ár við trýsti frá brúkar- unum at fáa Barcleys Bank at taka seg úr Suðurafrika, men Shell flutti Brent Spar eftir fáum mánaðum, og tað tók bara eina nátt hjá Mark&Spencer at taka gen- viðgjørdan mat av hillun- um. Munurin millum stórfyri- tøkurnar og politikararnar er, at fyritøkurnar hava ikki ráð at hava ónøgd við- skiftafólk, serliga ikki um kundarnir gerast aktivt ónøgdir. Teir Progressivu og Teir Grønu Spurningurin er so, um grasrøtur og mótmæli kunna broyta politikkin, eins og tey smátt um smátt seta dagsskránna hjá stór- fyritøkunum? Kunna mót- mæli trýsta politikararnar til aftur at seta fólksins áhugamál fremst? Kunna mótmæli noyða politikar- arnar til at venda aftur til veruligt demokrati og eggja til ófalsað orðaskifti mill- um flokkarnar og til ein politikk, sum fylkir veljar- arnar? Kunna mótmæli endurstovna tað umboðandi demokratiið sum eitt for- um, har ymiskir sosialir tørvir verða vigaðir upp móti hvørjum øðrum, har alt ikki verður kroyst saman til at vera vinna ella ein- staklingur? Kunna mót- mælini gera sítt til, at vit uppfinna statin av nýggj- um? spyr Noreena Hertz. Hon svarar: “Søgan sigur okkum, at tað ber til. Bæði demokratiskar stjórnir og fyritøkur hava brúk fyri breiðum stuðli fyri at yvir- liva, og tað gevur fólkinum ómetaliga stórt vald at seta treytirnar fyri, hvussu hetta samstarvið skal skipast.” Fyrst í 20. øld kundi USA fegnast um eina væl- ferð, sum minnir um okk- ara. Eftir 30 árum var land- búnaðarframleiðslan tví- faldað, kolaframleiðslan fimmfaldað og ráoljufram- leiðslan tíggjufaldað. Kort- ini fingu bøndurnir minni fyri vøruna, og nøkur fá feløg vóru um at fáa ræðið á allari ídnaðarframleiðsl- uni. Sterkir politikarar í kommunum, statum og í Washington góvu feløgun- um fyrimunir, so at teir afturfyri fingu stuðul til sítt maktapparat. Fjølmiðlarnir avdúkaðu kammirátarí og korrupsjón millum fyritøk- ur og politikarar. Bløðini vóru avtakin við greinum og lesarabrøvum, sum spottaðu Rockefeller og Carnegie og aðrar “røvara- barónar”. Fólk kendu seg ótrygg og vórðu ill. Grasrøturnar ásannaðu, at korrupsjón og monopol høvdu ringar av- leiðingar fyri áhugamálini hjá almenninginum. Býir og bygdir gingu saman í eina sjáldsama fylking, og í fólkinum vaknaði eitt krav um broytingar. Borgara- rættindafelagsskapir vórðu stovnaðir við tí endamáli at bøta um húsaneyðina í bý- unum, at stríðast fyri teirri vónleysu støðuni hjá teim- um fátæku og at berjast ímóti misbrúki av politisk- ari og búskaparligari makt. Bólkar vórðu skipaðir, sum kravdu rættindi fyri kvinn- ur og arbeiðsmenn, og brúkararnir noktaðu alt meira at keypa vørur, sum børn høvdu framleitt av neyð. Veljararnir kravdu størri vald, og tað fekk ávirkan. Ein lóg móti kor- rupsjón kom í gildi, og amerikanarar fingu eina nýggja valskipan, sum fyriskrivaði, at veljararnir og ikki valfeløg skuldu kjósa valevnini. Ein skipan um fólkaatkvøður kom í gildi og ein skipan, sum gjørdi tað møguligt at koyra korruptar ella ódugnaligar embætismenn frá. Í 1912 stillaði ein nýggj- ur flokkur upp til kongress- valið: teir Progressivu við fyrrverandi forsetanum Theodore Roosevelt sum formanni. Undir valstríð- num segði hann: “At oyðileggja hesa ósig- randi stjórnina, at dálka hesa óhalgu samgonguna millum korruptar fyritøkur og korruptar politikarar, er fremsta uppgávan hjá ein- um statsmanni í dag.” Flokkurin fekk 25% av atkvøðunum við einari val- skipan, har tað næstan er ógjørligt hjá triðjaparti at koma framat. Flokkurin hevði ta ávirkan, at hinir flokkarnir fóru at stríðast ímóti, at stórfyritøkurnar skuldu hava valdið á poli- tikkinum. Fyri fyrstu ferð varð skipað eftirlit gjørt fyri vinnulívið, floksleið- ararnir fingu minni vald og fólkið meira. Í kjalarvørrinum av Viet- namkrígnum sóu vit fimti ár seinni, at radikalisman varð endurfødd. Hesa ferð fevndi hon um landamørk. Krøv um frið, víðkað borg- ararættindi, kvinnufríger- ing og mótstøða móti ra- sismu vóru bara nøkur mál, sum elvdu til kravgongur, sum ikki áttu sín líka, bæði í London og Washington og vóru um at íbirta kollvelt- ing í Fraklandi í mai 1968. Ein avleiðing av øllum hesum var stríðið ímóti dálking. Teir gomlu flokk- arnir fingu dálking við í stevnuskránna, og í fleiri londum vórðu grønir flokk- ar skipaðir. Teir Grønu fingu so við og við umboð- an í mongum vesturevro- peiskum parlamentum og í Evropatinginum, teir hava nú í skjótt nógv ár sitið í stjórn í Týsklandi og hava eisini sitið ella sita í stjórn í Fraklandi, Belgia, Italia og Finnlandi. Hesir flokkar vístu seg at duga sera væl at leggja niður markaskjøl millum høgra og vinstra, og eins og teir Progressivu í Amerika hava Teir Grønu dugað væl at vunnið veljar- ar, sum áður vóru trúfastir móti teimum gomlu flokk- unum. Líkskapurin millum teir amerikansku Progressivu, evropeisku umhvørvis- rørsluna og dagsins hend- ingar er eyðsýndur: fólk eru vónbrotin av myndugleik- unum og vraka tann gamla politikkin, eru illgrunasom mótvegis stórfyritøkunum, eru fús at fara út á gøturnar at mótmæla, nýta brúkara- trýst sum politiskt og bú- skaparligt vápn, leypa gam- alt orðaskifti um búskap um og tosa heldur um lívs- virði, duga at sameina idealismu við egináhuga- mál og eru ikki knýtt at flokspolitikki, sum er grundaður á stættastríð. Tey góðu úrslitini hjá teimum Progressivu og um- hvørvisfólkunum siga okk- um, at myndugleikarnir kunna lata við seg koma, men enn er ógreitt, um teir vilja lata mótmælini móti Teirri Tigandi Kollvelting- ini við seg koma. Í ein viss- an mun er hetta við at henda. Fyrrverandi franski forsætisráðharrin Jospin mælti til at stovna ein Heimsumfatandi Um- hvørvisfelagsskap. Clinton helt røðu í Belgia beint eftir 11. september, har hann segði, at “tað kann ikki góðtakast, at heimurin hev- ur eitt slag av reglum fyri tey ríku og eitt annað slag fyri tey fátæku”. Sum for- maður í ES mælti fyrrver- andi belgiski forsætisráð- harrin Verhofstadt til “heimsumfatandi bindandi avtalur um etikk og um- hvørvi”. Í Bretlandi strídd- ist Arbeiðaraflokkurin fyri at lækka kostnaðarstøðið. Tað tykist sum at flokkar- nir stúra fyri øktari fólks- ligari mótstøðu og so smátt ásanna, at kapitalisman hevur fingið ov víðar ræsur. At flóðin lyftir ikki øll før, at stórfyritøkurnar eru kanska vorðnar ov sterkar. At tað er tíð uppá at skúgva ta ráu kapitalismuna hjá Reagan og Thatcher frá sær. Sosialt rættvísi kann aftur gerast politiskur móti – í hvussu so er hjá mið- og vinstraflokkunum. Higartil hava tað mest- sum bara verið vøkur orð, men ongar gerðir. George Bush hevur í sínum poli- tikki sett áhugamálini hjá vinnulívinum fremst. 350 miljardir dollarar í skatta- lætta, sum tey ríku fingu gagn av. Eftirlit við um- hvørvinum viknað og royndarboringar á íshavs- leiðum. Minni eftirlit við vinnuni, serliga oljuvinn- uni. Lobbyistar frá flog- feløgunum fingu at vita frá republikanarum í Kon- gressini, at teir máttu av ideologiskum orsøkum styðja sjónarmiðið hjá republikanarum um ikki at nasjonalisera trygdina á flogplássunum. Bush hev- ur ikki viljað góðkent Kyoto-avtaluna um um- hvørvið, hann hevur ikki viljað skrivað undir eitt uppkast um at dagføra Konvensjónina um biolog- isk vápn frá 1972, hann er ímóti Altjóða Straffirætt- ardómstólinum, og hann vildi ikki góðkenna ST- sáttmálan um forboð móti at spjaða hondvápn, tí hann vardi amerikanskar vápna- framleiðarar. Landið, har vandarnir við Teirri Tigandi Kollveltingini eru størstir, er eisini landið, har stjórnin sjálv gagnar kollveltingini. Skula myndugleikarnir møta avbjóðingini frá Teirri Tigandi Kollveltingini muga teir læra av royndun- um hjá teimum Progressivu og umhvørvisfelagsskap- unum, tá teir leita eftir loysnum. Teir muga brúka sítt vald til at krevja lýdni frá fyritøkunum. Teir muga vinna sambandið við fólkið aftur og virka fyri at geva fólkinum størri vald, mill- um annað við at nýta nýggja tøknifrøði til at spyrja fólkið til ráðs. Teir muga minnast til, at fólk ynskja ikki longur eina verð, har alt snýr seg um vakstrartøl og kapital- streymar, har ójavnin bara veksur. Miseydnast alt hetta, skriva myndugleikar- nir í roynd og veru undir sín egna deyðadóm. Heimurin, vit liva í, verður so stýrdur av stórfyritøkunum, markn- aðurin fer at standa oman fyri lógina, og politisk val Tað kostaði Shell dýrt, tá teir í 1995 vildu sleppa sær av útslitna oljuboripallin, Brent Spar Framhald av síðu 25