Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-06, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 6. apríl 2005 27 fara at hoyra einari farnari tíð til. Seinasta stigið í Teirri Tigandi Kollvelting- ini er endin á politikkinum, eitt skrædl sum endar í um- ferðum av mótmælum, kúgan og vónloysi. Nøkur uppskot um, hvat kann gerast “Men kann politikkurin verða skaptur av nýggjum, so at vit sleppa undan hesi vanlukku gongd? Finst ein nýggj dagsskrá, sum vit kunna fevna, so at fólka- stýrið verður bygt upp- aftur? Ber tað til at fáa fat- ur á trupulleikum sum sosi- alum órættvísi, ójavna og skeivum maktbýti, so at politikkur aftur gerst ein vøra, fólk vilja keypa? Kann globaliseringin myndast soleiðis, at hon kemur øllum til góðar og ikki bara nøkrum fáum?“ spyr Noreena Hertz og heldur fram: “Eg haldi, tað ber til, at ein nýggj dagsskrá er møgulig, at endurstovna sambandið millum tað sosiala og tað búskaparliga og at taka fasta avgerð um, at øll hava rætt til rættvísi uttan mun til, hvar tey eru stødd. Orsøkin til, at hetta ikki er gjørt, er ikki bara tað, at seráhugamál verða vard ella at tilfeingi vantar, men tí at moralsk imperativ, ábyrgd og politiskur vilji vanta.” Endamálið við bókini hjá Noreenu Hertz er ikki at skapa eina nýggja búskap- arliga ideologi. Fremsta endamálið er at vísa á ta skeivu gongdina í heimin- um: at tann óavmarkaða kapitalisman, sum hevur frítt at fara um allan heim við globaliseringini, fær so stórt vald, at fólkaræðini virka ikki longur. At stjórn- irnar og parlamentini eru undir eftirliti hjá stórfyri- tøkunum í staðin fyri, at myndugleikarnir hava eftir- lit við teimum. At munurin millum rík og fátæk lond og rík og fátæk fólk í londun- um veksur alsamt. At politikararnir røkja ikki longur áhugamálini hjá fólkinum, men áhugamálini hjá kapitalinum. At poli- tikkur er vorðin búskapur. Og at búskaparvøkstur merkir ikki, at øll, men bara tey fáu fáa tað betur. Kortini endar hon sína bók við nøkrum tonkum um, hvat kann gerast. Og eg fari eisini at enda hesa sendirøð við at endurgeva tað, hon mælir til. Í fyrsta lagi krevur henda nýggja dagsskráin, at tær stóru fyritøkurnar missa síni rættindi innan fyri landamørk. At fyritøkur veita politiskum flokkum stuðul til valstríð er at halda demokratiið fyri spott og ber eina skipan víðari fram, sum røkir áhugamálini hjá teimum fáu – tað rekur út heldur enn inn. Í praksis merkir hetta, at tað kvørkratak, sum fyritøk- urnar hava á politikkinum, má loysast, og at tey lond, sum ikki longu hava gjørt hetta, muga fremja ný- skipanir soleiðis, at tað almenna fíggjar valstríðini. Allur privatur stuðul til valstríð hevur bindingar við sær. Skula fólk aftur fáa álit á politikarunum, muga teir prógva fyri veljarunum, at teir arbeiða fyri almenning- in, ikki fyri tey fáu. Í øðrum lagi muga politikararnir gevast við at halda, at tá tað regnar á prestin, so dryppar á dekn- in. Arvurin frá Reagan og Thatcher hevur rættvísgjørt alt frá vælferðarveitingum til fyritøkur til skattalætta hjá teimum ríku. Tað er eyðsýnt, at krystallklár fakta andøva ímóti hesi teori. Ójavnin økist, meðan fyritøkurnar leggja vinn- ingin inn undir seg, tá tær fáa skattalætta ella studn- ing og hugsa ikki um lokalsamfelagið. Í praksis merkir afturvísingin av hesum sjálvsagda sannleika ikki einans, at neyðugt er at halda uppat við at veita fyritøkum vælferðartænast- ur, men neyðugt verður at gjøgnumhugsa alla skip- anina við javning gjøgnum skattarokningina og al- mennu útreiðslurnar. Ein heimur við vardum íbúðar- økjum við síðuna av ghettoum er ikki einans samvitskuleysur, hann er hættisligur. Politikararnir muga gevast við stórorðað- um lyftum og við at látast sum um, at alt man fara at laga seg sum frálíður. Skal alt laga seg til tað besta, krevjast hørð val og rað- festingar. Í triðja lagi mugu tey einstøku londini hava eftir- lit við fyritøkunum. Neyð- ugt verður at gera reglur í staðin fyri at taka reglur av, og í summum førum eigur at verða umhugsað, um ikki staturin skal yvirtaka rakst- urin av kollektivum hent- leikum. Stovnar, sum stríð- ast ímóti monopoltendens- unum, muga styrkjast og fáa størri játtanir. Møgu- leikin at eiga fleiri fjølmiðl- ar eigur at verða avmark- aður. Tað eigur at vera skylda hjá fyritøkunum at greiða frá sosialum og umhvørvisligum viður- skiftum. Tað er ikki nóg mikið at byggja politikkin uppaftur innan fyri landamørk. Í ein- um heimi, har kapitalurin er globalur, má politikkurin verða bygdur uppaftur glo- balt eisini. Fyrst muga vit fáa mekanismur, sum hjálpa fólki at stríðast móti órætt- vísi. Øll fólk, hvar tey enn eru stødd, muga fáa tey rættindini, sum vit í tí ríka partinum av heiminum halda vera eina sjálvfylgju. Øllum arbeiðsmonnum og –kvinnum muga tryggjast tey somu grundleggjandi rættindini til eitt minsta- mark fyri standardum fyri heilsu, trygd og vælferð á arbeiðsplássinum, og tey skula ikki kunna sigast upp uttan rímiliga grundgeving. Fleirtjóða fyritøkur skula ikki hava møguleika at skúgva hesi rættindi til viks uttan mun til, hvar tær hava sítt virksemi. Misnøgdin heldur fram at bólgna í einum heimi, har fólk ikki hava rættindi. Tí er tað avgerandi, at tær fyritøkur, sum fremja ágang, verða drignar til svars, hvar tær so eru. Og at offrini fáa endurgjald. Stjórninar í teimum ríku londunum muga broyta lógarverkið soleiðis, at tær stóru fyritøkurnar standa til svars fyri sínum dóttur- feløgum, hvørjum landi hesi so virka í. Haraftrat muga allir arbeiðarar hava atgongd til ein globalan grunn fyri rættarhjálp. Tínæst verður neyðugt at stovna ein heimsumfatandi sosialan stovn. Hesin stovn- ur skal viga upp ímóti heimshandilsfelagsskap- inum WTO og skal verja mannarættindini, arbeiðs- standardir og umhvørvið. Stovnurin má hava líka hvassar tenn sum WTO og líka effektiv amboð at fremja sínar ætlanir. Saman við WTO má stovnurin verða undirlagdur ein sem- ingsstovn, sum kann sóna handil við onnur áhugamál, tá stovnarnir bresta saman – og tað fara teir ivaleyst at gera. Vit í teimum ríku londun- um á norðaru hálvu muga hjálpa menningarlondunum at bera kostnaðin av hægri globalum standardum. At enda muga vit hjálpa teimum, sum eru taparar í globaliseringini. Í minsta lagi muga vit strika skuld- ina og venda kapitalstreym- inum, sum rekur norður. Hjálpin, sum er fallin 45% til tey mest tilafturskomnu londini síðani 1990, má økjast munandi. Allar forð- ingar fyri landbúnaðar- og klædnavørum úr menning- arlondunum muga beinast burtur. Órættvísar handils- reglur gera, at tey missa úti- við tvær miljardir dollarar hvønn dag. Umframt alt hetta tørvar okkum nýggjan pening fyri at kunna fremja hesi mál. Heiminum tørvar ein glo- balan skattamyndugleika, møguliga knýttur at ST. Myndugleikin má hava vald at krevja inn óbein- leiðis skatt, td á dálking og orkunýtslu, sum so aftur kann brúkast til umhvørvis- vernd. Hesin myndugleikin skal eisini hava rætt til at krevja inn beinleiðis skatt frá fleirtjóða fyritøkum. Heilsuavgjøld á tubbaki og alkoholi eiga at verða brúkt til at fíggja ein globalan heilsugrunn. Hesi seks stigini eru bara byrjanin til eina virkisætlan um at stoypa globalisering- ina av nýggjum. Tey um- boða ein møguleika at sóna tann globala búskapin við sosialt rættvísi, eitt stað at byrja, tá vit nærkast teim- um grundleggjandi spurn- ingunum, sum Tann Tig- andi Kollveltingin elvir til. Noreena Hertz endar sína bók við hesum orðum: “Ein betri heimur er møguligur: ein heimur við størri javna, rættvísi og einum veruligum demokra- tii. Men her er ein ávaring: Fara tey, sum hava valdið, ikki í holt við hesar spurn- ingar, so fara tey, sum Tann Tigandi Kollveltingin hevur gjørt rættindaleys, ella tey, sum tala teirra vegna, at halda fram, til tey hava hamrað seg ígjøgnum vald- sins dyr við øllum ráðum, sum hugsast kunna. Skal heimur okkara framvegis vera merktur av dagsins skeiva valdsbýti, og fer ójavnin at halda fram at økjast, sum hann hevur gjørt 20 tey seinastu árini, so koma mótmæli í staðin fyri politikk. Tá verða mót- mæli og øði stovnsfest, meðan demokratiið doyr, eisini í teimum statunum sum eru stoltir av at vera demokratiskir. Fólkið tekur ikki statin til sín aftur, fyrr enn staturin tekur fólkið til sín aftur. So leingi fyrimun- irnir við globaliseringini ikki gagna fleiri, fara fólk at halda fram at gera upp- reistur móti globaliser- ingini.” Noreena Hertz:The Silent Takeover Á norskum: Den tause revolusjonen Fyri fáum døgum síðani kom bókin á donskum og kallast: Den tavse magtovertagelse Alistair Campbell var kanska meira enn nakar maðurin, sum fekk Tony Blair á ovastu rók í bretskum politikki