mikudagur 6. apríl 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 • mikudagur • 6. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Spenningurin helt sær til síðsta leik
Tá ið níggju umfør
vóru telvað, lógu fýra
unglingar lið um lið,
og tað var ikki fyrr-
enn í síðsta umfarin-
um í umdystinum, at
tað varð greitt, at tað
ikki fór at verða neyð-
ugt við enn einum
umdysti
UNGLINGA FM TALV
Jóannes Hansen
Hóast hálv onnur vika er
liðin, síðani FM í talvi fyri
einstaklingar var á Oyra-
bakka, so loyva vit okkum
at rógva eitt sindur aftur á
aftur. Spenningurin í ung-
lingadeildini var rættuliga
stórur, og nærlagdu ungu
menninir hava uppiborið, at
eitt sindur verður gjørt
burturúr teimum.
Áhugin fyri unglinga
bólkinum var hesa ferð
rættuliga stórur. 34 høvdu
boðað frá luttøku, og hóast
seks teirra av ymsum or-
søkum fullu frá eftir fyrsta
umfarið, so var skarðin
stórur, sum stríddist um
FM heitið.
Sjáldan hevur unglinga-
bólkurin verið so opin, sum
hann var tað hesa ferð. Ofta
hevur tað verið soleiðis, at
ein upplagdur favorittur
hevur verið. Undan kapp-
ingini varð roknað við, at
einir fýra ella fimm høvdu
møguleika at gerast meist-
arar, og tá ið níggjunda og
seinasta umfarið var av eitt
sindur eftir middag páska-
aftan, høvdu fýra telvarar
sjey stig.
So var neyðugt við um-
dysti, har hesir fýra allir
telvaðu ímóti øllum. Teir
fýra vóru Jón Gregersen úr
Sandavági, Rógvi Draga-
berg úr Klaksvík, Rógvi
Mortensen úr Havnini og
Hjalti Toftum Jógvansson
úr Havnini. Í umdystinum
vóru treytirnar, at teir
høvdu 25 minuttir í part
pluss tíggju sekund fyri
hvønn leikin.
Úrslitini
vóru
hesi.
Fyrsta umfarið: Jón Greg-
ersen-Rógvi
Mortensen
0,5-0,5 og Hjalti Toftum
Jógvansson-Rógvi Draga-
berg 0-1. Annað umfarið:
Rógvi
Dragaberg-Rógvi
Mortensen 0,5-0,5 og Hjalti
Toftum
Jógvansson-Jón
Gregersen 0-1. Í triðja
umfarinum vann Rógvi
Mortensen á Hjalta Toftum
Jógvansson. Talvið millum
Jón Gregersen og Rógva
Dragaberg var tí avgerandi.
Um tað endaði remis, so
skuldu teir báðir Rógvarnir
og Jón í nýggjan umdyst.
Um Jón Gregersen vann, so
varð hann meistari, og um
Rógvi Dragaberg vann, so
varð hann meistari.
Tað var tætt og spenn-
andi, og úrslitið var, at
Rógvi Dragaberg vann. Teir
vóru báðir í tíðarneyð, og
pinnurin hjá Jón datt fyrst.
- Eg haldi, at hann stóð
eitt sindur betur, men vit
vóru báðir kroystir av tíð-
ini, sigur nýggi unglinga-
meistarin í talvi, Rógvi
Dragaberg, tá ið vit ynskja
honum tillukku við meist-
araheitinum.
Rógvi
Dragaberg
er
føddur 18. juni í 1990, og
er tískil 14 ára gamalur.
Rógvi hevur longu telvað í
fleiri ár. Eingin ivi er um, at
hann hevur fingið íblástur-
in frá eitt nú beiggjanum,
Rúna Dragaberg, sum vann
FM fyri unglingar í 2002,
eftir at hann tvær ferðir
frammanundan hevði verið
rættuliga tætt við, men
hevði snávað í síðstu um-
førunum.
Í unglingabólkinum eru
nógvir árgangir. Onkrir,
sum luttóku hesa ferð, vóru
væl yngri enn nýggi meist-
arin, og aðrir vóru væl eldri.
Aldursmarkið er tjúgu ár.
Fleiri av teimum, sum
luttóku í landsliðsbólkinum,
høvdu havt aldur at tikið lut
í unglingabólkinum, men
teir valdu sjálvandi at stríð-
ast, har mótstøðan kundi
roknast við at verða størst.
Millum hesar vóru Rani
Baldursson, Sjúrður Thor-
steinsson og Helgi Dam
Ziska, sum vann unglinga-
kappingina í fjør.
Neyðugt varð við ymdysti
millum fýra telvarar, áðrenn
Rúni Dragaberg at enda
kundi rópa seg
unglingameistara í talvi
Rk. Name
1.Rd 2.Rd
3.Rd
4.Rd
5.Rd
6.Rd 7.Rd
8.Rd
9.Rd
Pts.
1
Gregersen Jón
31w1 12s1
11w1
7s1/2
4w1 3w1/2
5s1
2s1/2
8w1/2
7.0
2
Jógvansson Hjalti Toftum24w1 9s1 7w1/2
5s1/2
6w1
10s1
3s1
1w1/2
4w1/2
7.0
3
Mortensen Rógvi
30w1
6s1
5w1
4s1/2 11w1
1s1/2
2w0
7s1
13w1
7.0
4
Dragaberg Rógvi
29s1 18w1
8s1 3w1/2
1s0
7s1
6w1
10w1
2s1/2
7.0
5
Berg Margar
32s1 13w1
3s0 2w1/2
15s1
8w1
1w0
11s1
7w1/2
6.0
6
Enghamar Jaspur
27s1
3w0
26s1
13w1
2s0
14w1
4s0
12w1
10s1
6.0
7
Nielsen Rógvi Egilstoft 21s1 14w1
2s1/2 1w1/2
8s1
4w0
12s1
3w0
5s1/2
5.5
8
Hansen Bogi
25w1 16s1
4w0
12s1
7w0
5s0 20w1
14s1
1s1/2
5.5
9
Við Streym Frida
19s1
2w0 15s1/2
26w1 10w0
16s0 27w1
24s1
20w1
5.5
10 Vormadal Rúni
23s0 28w1
22s1
18w1
9s1
2w0 11w1
4s0
6w0
5.0
11 Hansen Herborg
28s1 15w1
1s0
14w1
3s0
13w1
10s0
5w0
19s1
5.0
12 Baldursson Danny
22s1
1w0
27s1
8w0
17s1
18w1
7w0
6s0
16w1
5.0
13 Nielsen Andrias
33w1
5s0
17w1
6s0 20w1
11s0 21w1
18s1
3s0
5.0
14 Jacobsen Heiðrikkur T. 17w1
7s0
20w1
11s0 24w1
6s0 16w1
8w0
18s1
5.0
15 Dam Vagnur
34w1 11s0 9w1/2
16s1
5w0
27s1 18w0
21s1 17w1/2
5.0
16 Gregersen Fróði
20s1
8w0
23s1
15w0 27s1/2
9w1
14s0
19w1
12s0
4.5
17 Nielsen Høgni Egilstoft 14s0 21w1
13s0
29w1 12w0
25s1
19s0
28w1
15s1/2
4.5
18 Kruse Marni
26w1
4s0
19w1
10s0 25w1
12s0
15s1
13w0
14w0
4.0
19 Bjarkason Sveinur
9w0 23w1
18s0
20s0 26w1
24s1 17w1
16s0
11w0
4.0
20 Vormadal Jóhan
16w0
-1
14s0
19w1
13s0
28w1
8s0
23w1
9s0
4.0
21 Hentze Jóhan
7w0 17s0
-1
27w0
22s1
23w1
13s0
15w0
26s1
4.0
22 Nielsen Janus Egilstoft 12w0 24s1
10w0
25s0 21w0
26s028s1/2
27w1
23s1
3.5
23 Poulsen Benjamin
10w1 19s0
16w0
24s0 28w1
21s0 25w1
20s0
22w0
3.0
24 Juul Kristian Martin
2s0 22w0
29s1
23w1
14s0
19w0
26s1
9w0
25s0
3.0
25 Johannesen Eli
8s0 27w0
28s1
22w1
18s0
17w0
23s0
26w0
24w1
3.0
26 Mørkøre Mortan
18s0 29w1
6w0
9s0
19s0
22w1 24w0
25s1
21w0
3.0
27 Mortensen Johan Rói
6w0 25s1
12w0
21s116w1/2 15w0
9s0
22s0
28w0
2.5
28 Larsen Theodor
11w0 10s0
25w0
-1
23s0
20s022w1/2
17s0
27s1
2.5
29 Ellingsgaard Tummas E. 4w0 26s0
24w0
17s0
-0
-0
-0
-0
-0
0.0
30 Egholm Danjal Kj.
3s0
-0
-0
-0
-0
-0
-0
-0
-0
0.0
31 Hammer Mogens
1s0
-0
-0
-0
-0
-0
-0
-0
-0
0.0
32 Johansen Teitur
5w0
-0
-0
-0
-0
-0
-0
-0
-0
0.0
33 Petersen Jón Eli
13s0
-0
-0
-0
-0
-0
-0
-0
-0
0.0
34 Vang Jakup Marner
15s0
-0
-0
-0
-0
-0
-0
-0
-0
0.0