Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 6. apríl 2005 29 Svimjikapping hevur verið í Havn um vikuskiftið. Øll átta feløgini í landinum luttóku við 85 svimj- arar tilsamans. Serliga hava teir yngru svimj- arnir gjørt vart við seg SVIMJING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fuglafjarðar Svimjifelag stóð seg best og vann 30 gull, 5 silvur og 5 bronsu. Havnar Svimjifelag vann 24 gull, 27 silvur og 15 bronsu, meðan Ægir vann 16 gull, 4 silvur og 1 bronsu. Umframt trý tey fremstu feløgini luttóku eisini Tvøroyrar Svimjifelag, Flot, Vágs Svimjifelag, Skeggjar og Reki. Fýra føroysk met Elspa Mørkøre gjørdi enn einaferð vart við seg, tí umframt at seta trý bólkamet í bólki 4, setti Elspa eisini tvey føroysk met í ávíkavist 100 metrar og 200 metrar frísvimjing. Natalia Reinhardt úr Ægir setti føroyskt met í 200 metrar firvaldarsvimjing, og harumframt setti Fuglfjarðar Svimjifelag føroyskt met í 4 ferðir 50 metrar blandað. Føroysku landsliðs- kvinnurnar settu eisini nýtt landsliðsmet, tá ið tær luttóku í 4 ferðir 50 metrar frísvimjing. Fimm silvurnálir og fýra bronsunálir vóru býttar út í sambandi við kappingina. BRIDGE tíðindaskriv Leygardagin varð skipað fyri FM kapping fyri blandað pør í Bridge. Kapp- ingin fór fram í Bridgehúsinum í Havn. Spælt varð barometur kapping og 36 spøl vóru leikt. 10 pør høvdu boðað frá luttøku. Tað vóru teir báðir, Rói á Rógvu Joensen og Heðin Mouritsen, ið skipaðu fyri kappingini og gjørdu teir eitt framúr gott arbeiði. Kappingin var sera spennandi, hóast tey bæði, Súsanna Martinsdóttir og Danny Danielsen, byrjaðu best og lógu á odda stóran part av kappingini. Tað var ikki fyrr enn í síðsta umfarinum, at tað eydnaðist teimum báðum, Marjun Rest- orff og Arnbjørn Sivertsen at taka fyrstaplássið og vinna kappingina. Støðan: 1. Marjun Restorff og Arnbjørn Sivertsen 2. Súsanna Martinsdóttir og Danny Danielsen 3. Katrin Jacobsen og Dia Jacobsen 4. Fríðhild Petersen og Bogi Simonsen 5. Kristina Ottarsdóttir og Andras Róin 6. Benadicta Ellingsgaard og Halldor Ellingsgaard 7. Súsanna Dam og Jens Pauli G. Nólsøe 8. Jórun Johannesen og Johannes Skaarup 9. Maria Christiansen og Marner Joensen 10. Ásla Weihe og Hanus Bærentsen Spæl: Dia Jacobsen fekk í hesum spælinum nakað at hugsa um, tá ið hann sat við hesari hondini og skuldi taka støðu til, hvat hann skuldi meldað. Sp B109872 Hj E2 Rú KB854 Kl - N - E - S - V Dia 1kl - 1hj 1sp - 5hj - p - p ?? Dia hevði eina sera torføra avgerð, hann kundi velja millum at dobla 5hj ella melda 5sp/6rú. Dia metti 5sp at vera besta boð og fór ein niður. Tað er umráðandi at hava eina avtalu við makkarin um slíkar sekvensir. Eitt nú, hvat munurin er á dobl og pas frá sunnan. Kjakast kann um hetta á heimasíðuni hjá Føroya Bridge Samband www.bridge.fo. FM LIÐ Leygardagin 9. apríl verða tvey tey síðstu umførini í liðkappingini í 1 og 2 deild í bridge leikt. Spælt verður í Sjómansskúl- anum í Klaksvík og verður byrjað kl 10:00. Liðið hjá Allani Dal- Christiansen ligg- ur á odda í 1. deild, liðið hjá Boga Simon- sen er nr. tvey og líka í hølinum á honum er liðið hjá Dia Jacobsen. Í 2. deild eru tað fleiri lið, ið hava møguleika fyri at flyta upp, liðið hjá Jór- un Johannesen, Óla Holm og Haldur Ell- ingsgaard eru nokk bestu boð uppá ein uppflytara, meðan liðið hjá Ingolf S. Ols- en eisini hevur ein møguleika. Marjun og Arnbjørn Føroyameistarar Johan í eldin í kvøld Johan B. Hansen verður einsamallur føroyingur á vøllin- um í kvøld, tá ið fyrru hálvfinalurnar í donsku steypakapp- ingini eru á skránni DANSKAR HÁLVFINALUR Jóannes Hansen Kristi Himmalferðardag er steypafinalan á skránni í donskum fótbólti. Soleiðis hevur tað verið í 50 ár, og soleiðis verður tað eisini í ár. Enn er ikki greitt, hvørji tey bæði feløgini fara at verða, sum skulu stríðast um steypasigurin, men í kvøld fer ivaleyst góð ábending at fáast. Fyrru dystirnir í hálvfin- aluni eru á skránni í kvøld. Feløgini hjá tveimum før- oyskum útisetum eru partur av hálvfinaluni, men tað verður bara annar teirra, sum verður á vøllinum. Tað er verjuspælarin hjá Hor- sens, Johan Byrial Hansen. Horsens er einsamalt úr næstbestu deildini millum trý feløg úr superliguni. Tað eru tey trý feløgini, sum í løtuni eru á trimum teimum ovastu plássunum í landskappingini. Í kvøld skulu Johan og Horsens spæla á heimavølli móti FC Midtjylland, sum er numm- ar tvey í superliguni, og sum leygardagin vann 1-0 á oddaliðnum í Brøndby. Í hinari hálvfinaluni hitt- ast grannarnir og risarnir í donskum fótbólti, Brøndby og FCK. Todi Jónsson er heldur ikki hesa ferð mill- um teir útvaldu hjá FCK. Hesar næstu dagarnar skulu Brøndby og FCK hittast tríggjar ferðir. Í kvøld verður fyrra steypaupp- gerðin í Brøndby. Sunnu- dagin tørna liðini saman í Parkini í landskappingini. Áhugin fyri tí dystinum er so mikið stórur, at tað verður roknað við at hvør stólur og krakkur í Parkini verður upptikin. 20. apríl er seinna umfarið í hálvfin- aluni í steypakappingin á skránni. Í landskappingini hevur Brøndby bara fingið tvey stig í trimum teimum fyrstu umførunum. Brøndby venj- arin, Michael Laudrup, fjalir á ongan hátt, at hann gongur hægri upp í lands- kappingina, enn hann gongur upp í steypakapp- ingina. Men tað er eingin ivi um, at tað eisini í kvøld fer at verða, sum danir plaga at siga, gået til vafl- erne. Tá ið FCK spælarar- nir síggja gula og bláa Brøndby búnan, og tá ið Brøndby spælararnir síggja hvíta ella svarta FCK bún- an, er tað sum at rætta hundi brand. Jóhan Byrial Hansen er einasti føroyingurin, ið skal royna seg í fyrru hálvfinalunum í donsku steypakappingini, sum verða leiktar í kvøld Mynd: Álvur Haraldsen HS-stevnan05