Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. september 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

EDVARD JOENSEN Svínáir: Í vikuni vóru tvey nýggj stálannlegg løgd í við alistøðina hjá Vestlaks beint norðan fyri Svínáir. Talan er um betring av arbeiðs- umstøðunum heldur enn út- bygging, sigur Frímund Hansen, stjóri í Vestlaks. Eitt norskt framaskip var á Eiði við útgerðini, sum varð flotað og sett saman inni í havnini á Eiði. Síðan sleipaði brunnbáturin Vest- borg, sum Vestlaks eigur, útgerðina suður um Kross, har hon var løgd. Frímund Hansen sigur, at tveir stórir plastringar, sum framman undan lógu á øk- inum, vórðu tiknir burtur, nú hesi nýggju búrini komu. Talan er um tvey annleg á 24 ferðir 24 metrar, sum ætlað eru at hava smolt gangandi í. Smoltið kemur av smoltstøðini á Viðareiði og frá smoltstøðini Laksá í Oyndarfirði. Tað verður alt Alistøðin hjá Vestlax í Svínáum hevur fingið tvey nýggj stálann- leggum, sum komin eru úr Noreg og løgd út í vikuni upp til eini 700 gram í Svín- áum og fer síðan helst aftur í ringar á Fuglafirði og Oyndarfirði, sigur Frímund Hansen. Hendan nýggja íløgan kostar einar seks milliónir krónur, sigur stjórin. Hann sigur, at tað hava verið gjørdar stórar íløgur seinnu tíðina, men at tær hava verið neyðugar, og at pláss hevur verið fyri teimum, sum hann tekur til. Um marknaðarviðurskifti ÓLAVUR Í BEITI Í gjár skuldi »Pelagos« seta kós móti Spaniu og ætlanin er at trolarin skal fiska í altjóða sjógvi. Fyrradagin var endaligi sølusáttmálin undirskrivað- ur millum JFK Seafood og keyparan, og sambært stjór- anum, Hanus Hansen, eru teir nøgdir við søluprísin. »Pelagos« seldur til Spania JFK Seafood roynir eisini at selja »Fram«. Arbeitt verður í løtuni við at fáa rækjuskip fyri loyvi hjá »Palla hjá Marionnu« Nú verður so roynt at selja »Fram« eisini. Hesir báðir trolararnir vórðu uppruna- liga keyptir úr Vestmanna at skaffa »Næraberg« fiski- grundarlag. Um 3 vikur Viðvíkjandi spurninginum, um ætlanin er at keypa ella leiga trolara til óbrúkta rækjuloyvið, sum JFK Trol hevur frá »Palla hjá Mari- onnu«, sigur Hanus Hansen, at abreitt verður í løtuni við málinum og um ikki so nógvar vikur er hetta komið uppá pláss eisini. – Enn er nakað tíðliga at siga, hvat gjørt verður, sigur Hanus Hansen, men ætlanin er komin so væl áleiðis at, vit fáa eitt skip aftrat at fiska rækjur um fáar vikur. Nýggj alibúr í Svínáum Nýggju alibúrini hjá Vestlax vórðu flotað og sett saman í Havnini á Eiði Mynd: Edvard Joensen í løtuni sigur Frímund Hansen, stjóri á Vestlaks, at sílaprísurin sær út til at fara at lækka munandi. Í Japan vænta teir, at lækkingin fer at verða eini 20 prosent. Og tað er øgiliga nógv. Vestlaks hevur nakað væl av sílum, so rímiligt fer tað at merkjast á úrslitinum, sigur stjórin. Men hann sig- ur, at tað fer kortini ikki at gera, at teir fara at gevast at ala síl. 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 167 - 1. september 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein »Allur bati bøtir« – gongd er komin á málið um tey heim- leysu SOSIALURIN hevði í seinastu viku eina sam- røðu við Martin, sum annaðhvørt svevur á berajólum á Skansanum ella heldur til á Her- berginum í Frelsunnarherinum. Blaðgreinin skelkaði føroyska samfelagið. Tey fægstu vistu, at føroyska samfelagið hevði ikki pláss – ella hjartarúm – til nakrar føroyingar, sum av eini ella aðrari orsøk eru komnir illa fyri. SÍÐANI hevur Sosialurin fylgt greinini upp við samrøðu við leiðaran á Herberginum, Niels Edvard Olsen. Harafturat tók Útvarp Føroya hetta álvarsama og syrgiliga mál upp í mið- vikusendingini mikukvøldið. M.a. tosaði Útvarpið við tveir, sum halda til á herberginum, leiðaran á Herberginum og við landsstýris- kvinnuna í almannamálum, Helenu Dam á Neystabø. SENDINGIN bendir á, at blaðgreinin í Sosial- inum er tikin í ramasta álvara og hon fær nú avleiðingar. Sum er, fær Frelsunnarherurin eina játtan, sum er 250.000 krónur at reka Herbergið fyri. Men landsstýriskvinnan vil arbeiða fyri at hækka hesa játtan. UM henda játtan verður hækkað, ber kanska til at skipa fyri einum daghaldi fyri tey heim- leysu. Sum nú er, hava tey einki stað at halda til um dagin, eftir at Herbergið er stongt klokk- an 10 fyrrapart og til tað letur uppaftur klokkan 22 á kvøldi. Tí fjakka tey runt. Sita í skýlum, á Skansanum, á Tinganesi ella koyra runt í býbussunum!!! EIN hækkað játtan er kærkomin hjá teimum heimleysu og Herberginum. Men hetta er ikki nóg mikið. Ein politikkur má leggjast á hesum øki. Hann kann t.d. miða ímóti eini roynd at fáa hesi heimleysu upp á rættkjøl aftur, at fáa tey í viðgerð, í arbeiði ella í eina terapi, so tey aftur síggja eina meining við lívinum. Ein skipan við íbúðum ella kømurum átti eisini at verið ein partur í einum slíkum politikki. GREINIRNAR og sendingarnar hava eisini víst, at eingin vil taka ábyrgd av hesum heim- leysu. Kommunurnar kasta tey frá sær og vísa tey til Almannastovuna, sum aftur koyrir tey víðari, háost tað helst er forsorgarlógin, sum skuldi komið hesum samfelagsbólkinum til góða. Ein politikkur á hesum øki má eisini greitt staðfesta, hvør hevur ábyrgdina av teim- um, sum koma soleiðis fyri, at gøtan, Skansin ella Herbergið í Tórsgøtu eru einastu tilhalds- støðini. TAÐ kann ikki vera rætt, at tey koma longur út í óføri, tí byrokratiið ikki finnur út av tí. Men gongd er komin á hetta mál og hækkar játtanin á fíggjarlógini sum fysta stig, skal staðfestast, at »allur bati bøtur«! EYÐUN KLAKSTEIN Trupulleikin við teimum heimleysu fer at vaksa, og tað er umráðandi, at komm- unurnar ikki lata eyguni aftur fyri trupulleikanum og vóna, at landsmyndugleik- arnir fara at loysa trupul- leikan. Tað heldur Elin Linden- skov, sum er formaður í sosialu nevnd hjá Tórshavn- ar býráð. Tað er í høvuðsstað- num, at tey heimleysu úr øllum landinum savnast, tí har er í minsta lagi eitt Her- berg at leita sær skjól í á nátt. - Kommunurnar eiga at taka ábyrgd í málinum um tey heimleysu og ikki bara lata landsmyndugleikarnar hava trupulleikarnar, sigur Elin Lindenskov. - Besta loysnin er helst, at kommunur og landið í felag royna at betra um um- støðurnar hjá teimum heim- leysu. Ansa eftir ghettoum Elin Lindenskov kennir seg sannførda um, at trupulleik- in við teimum heimleysu fer bara at økjast næstu árini, tí stórt trýst verður lagt á bú- staðarviðurskiftini í høv- uðsstaðnum í eini komandi oljuvinnu. - Vit eiga at byggja al- mennar leiguíbúðir, men lógarverkið fyri slíkar íbúð- ir manglar, og tað er ein stórur trupulleiki. Her eiga landsmyndugleikarnir at syrgja fyri, at tað finnist ein verulig lóg um leiguíbúðir, heldur Elin Lindenskov. - Loysnin hjá teimum, sum eru ringast fyri, er kanska eitt heim, men vit eiga at ansa eftir, at vit ikki fáa ghettoir. Elin Lindenskov sigur, at tað er ongantíð rættiliga staðfest, hvør hevur ábyrgd- ina av, at fólk hava ein bú- stað. Kunnu altíð gera okkurt Tann heimleysi Martin Eliassen, sum Sosialurin hevði samrøðu við í leygar- dagsblaðnum, segði seg verða noyddan at flyta til Havnar, hóast hann heldur vildi verða í Klaksvík. - Tað er trist, at fólk verða noydd at flyta úr teirra heimstaði og til høvuðsstað- in, men soleiðis er gongdin ivaleyst allastaðni, sigur El- in Lindenskov. Hon er tó ósamd við teimum, sum føra fram, at tað eru landsmyndugleikarnir, sum eiga alla og fulla ábyrgd av teimum heimleysu. - Tað er altíð okkurt sum kommunurnar gera, um ikki annað so lata stuðul til Her- bergið hjá Frelsunarherin- um. Fleiri pengar til Herbergið Sosiala nevnd hjá Tórs- havnar býráð ætlar at við- gera málið um tey heim- leysu í næstum. - Vit fara at hava fundir Kommunurnar mugu taka ábyrgd - Tað er ábyrgdarleyst av kommunum at siga, at tær einki fáa gjørt fyri at hjálpa teimum heimleysu, heldur Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð - Tað er altíð okkurt sum kommunurnar gera, um ikki annað so lata stuðul til Herbergið hjá Frelsunar- herinum, heldur Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd hjá Tórshavnar kommunu við Herbergið og Blákross- caféina fyri at vita, um vit kunnu gera nakað í felag fyri tey heimleysu, sigur El- in Lindenskov, formaður í nevndini. Hon heldur, at Frelsun- arherurin til dømis hevur prógvað, at tað er ein fe- lagsskapur, sum tað kann lítast á, og tí sigur hon seg verða sinnað at umhugsa, um Herbergið hjá Frelsun- arherinum ikki kann fáa eina størri játtan næsta ár. Í løtuni letur Tórshavnar kommuna 200.000 krónur til Herbergið. Nakað fór við flóðini og nakað er helst endað í skeivum køggum Hvannasund: Fongríka hav. alla vikuna hevur grind verið at sæð á Norðhavinum og mikudagin eydnaðist at fáa rakstur á ein stóran grindaflokk, sum varð rikin inn í Hvannasund. Talan var 60 hvalir hvurvu í Eysturoynni faktisk um tveir bólkar, og annar legði beinini fyrst, hin beint eftir. Grind hevur júst verið í Hvannasundi og tí varð avgjørt at eystari partur av Eysturoynni, tað er úr Gjógv og suður í Æðuvík, skuldu fáa heimapartar. Men ymiskt er hent, meðan hósnáttin spakuliga gleið fram móti hósmorgni og endaliga úrslitið var, at eysturoyingar í staðin fyri at fáa góðar 100 hvalir í heimaparti fingu ikki meir enn 48 hval. Hesir vóru fluttir við smábátum og við sandbátinum Vón til Norðagøtu. Sýslumaðurin í Eysturoynni veit ikki hvar teir 60 horvnu hvalirnir eru. Nógmikið var ikki til alla oynna og tí tók hann avgerð um, at býta teir 48 hvalirnar til bygdirnar í Gøtu Kommunu. Kommunan hevur átikið sæt at beina rovini av vegnum. Grindin varð annars býtt soleiðis, at 99 hval vóru býttir til Klaksvíkar og sama tal til bygdirnar fyri eystan. Savnsmynd Vit søkja eftir einum MARKNAÐARFÓLKI at byrja beinanvegin P/F VIT er ein KT-fyritøka, sum arbeiðir við menning av dynamiskum webloysnum, ráðgeving innan e-business & umsiting av teldunetum. Umframt hetta eigur og rekur P/F VIT internetportalin in.fo. 10 starvast í løtuni hjá P/F VIT. Farodane eigur 80% av P/F VIT og starvsfólkini eiga hini 20%. P/F VIT - undir Bryggjubakka 17 - FO-100 Tórshavn tel. 31 99 14 - e-mail: vit@vit.fo - url:www.vit.fo Ert tú civil/marknaðarøkonomur ella hevur útbúgving/royndir á sama stigi og heldur tú, at hugtøk sum "KT", "e-business", "Extranet", "World Wide Web", "Portal", "The New Economy", "Nasdaq" og "Internet" ljóða spennandi, so er starvið sum marknaðarfólk hjá okkum kanska nakað fyri teg. Sum marknaðarfólk hjá okkum fært tú m.a. ábyrgd av at selja og marknaðarføra: - Internetportalin in.fo - Dynamiskar webloysnir - e-business loysnir - Standardskipanir Bæði í Føroyum og uttanlands. Hevur tú hug at royna teg sum marknaðarfólk í einari dynamiskari og spennandi fyritøku í vøkrum umhvørvi undir Bryggjubakka, so er bert at senda okkum eina umsókn við upplýsingum um útbúgving, royndir o.a. Løn og arbeiðstíðir verða at avtala nærri. Um tú hevur hug at vita meira um starvið sum marknaðarfólk hjá okkum, ert tú vælkomin at ringja 319914 og spyrja eftir Óla Olsen. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. september 2000