hósdagur 7. apríl 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 7. apríl 2005
3
Tað er nú greitt, at
øll arbeiðarafeløg-
ini fara at samráð-
ast saman, nú sam-
ráðingar skulu vera
um nýggjan
sáttmála
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er nú greitt, at øll tey
fýra arbeiðarafeløgini,
sum hava sagt sáttmál-
arnar upp, fara at sam-
ráðast við arbeiðsgevar-
arnar um um nýggjan
sáttmála í felag .
Tað er greitt nú í vikuni.
Tað hevur leingi verið
greitt, at Havnar Ar-
beiðsmannafelag og Før-
oya Arbeiðarafelag fóru
at samráðast saman, men
tað hevur drigið út at fáa
Havnar Arbeiðskvinnu-
felag og Klaksvíkar Ar-
beiðskvinnufelag at taka
støðu.
Men tað hava tey bæði
feløgini nú gjørt og úr-
slitið er, at øll fýra feløg-
ini fara at samráðast
saman.
Tað vátta bæði Vígdis
Johannesen, forkvinna í
Havnar Arbeiðsmanna-
felag og Hanna Isaksen,
forkvinna í Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag.
Eitt arbeiðarafelag er í
landinum afturat. Tað er
Klaksvíkar
Arbeiðs-
mannafelag, men menn-
inir í Klaksvík hava gjørt
av, ikki at siga sáttmálan
upp.
Feløgini vilja onki siga
um, hvørji krøv fara at
verða sett til arbeiðsgev-
arar.
Men bæði Ingeborg
Vinther og formaðurin í
Havnar Arbeiðsmanna-
felag hava fyrr boðað frá
í Sosialinum, at vænt-
andi, fara tey at krevja
meiri í løn, umframt
aðrar ábøtur á sáttmálan.
Ingeborg Vinther sigur at
tað er tað besta at
feløgini samráðast sam-
an og at feløgini nú fara
at gera eitt upplegg til
samráðingarnar.
Tjóðveldisflokkurin
ásannar nú, at tað var
eitt stórt mistak at
lata fólkaflokkurin
sleppa at umsita
vinnumál í undan-
farnu samgongu
VINNUPOLITIKKUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vinnupolitikkurin hevur
rætt og slætt verið ein skan-
dala seinastu árini.
Hesa niðurstøðu er tjóð-
veldisflokkurin komin til,
nú hann aftur situr í and-
støðu, eftir at hava verið í
samgongu seinastu seks
árini.
Á flokstingi tjóðveldis-
floksins í Sumba farna
vikuskiftið var Høgni Hoy-
dal komin til ta niðurstøðu,
at vinnupolitikkurin hjá
undanfarnu samgongu var
fullkomiligamiseydnaður.
– Alivinnan er lorkað
burtur
av
politiskum
ósketni, og ongin verulig
roynd hevur verið gjørd at
seta í verk ein greiðan og
visjóneran vinnupolitikk,
segði formaður tjóðveld-
isfloksins.
– Tað var eitt stórt mistak
at lata fólkaflokkin umsita
vinnupolitikkin seinastu 6
árini, tað mugu vit ásanna,
legði hann afturat.
Vinnupolitikkurin
offraður
Hesum var gamli og royndi
politikarin, Heini O. Heine-
sen, púra samdur í.
Men hetta er ikki annað
enn, hvat hann hevur ført
fra øll árini, segði hann.
– Veruleikin er, at vinnu-
politikkurin varð offraður á
fullveldisaltaraninum
ímeðan vit sótu í sam-
gongu. Og nú verður hann
offraður á sambandsaltar-
inum, legði hann afturat.
Hann segði tað skuldi tí-
verri skuldi so sterkur lútur
til sum at Føroyar fóru á
heysin, áðrenn vit funnu
útav at leggja fiskivinnuna
so til rættis, at tað bar til at
fiska.
Hann vísti á, at støðan í
fiskivinnuni í dag er tann
sama, sum hon var fyri 20
árum síðani.
– Tað er ikki nakað nýtt
fyribrigdi, at tað ikki loysir
seg at fiska upsa. Tað hevur
altíð gingið upp og niður og
tað loysti seg heldur ikki at
fiska upsa fyri 20 árum síð-
ani. Men tá var onki Kina at
skylda uppá.
Men hann ávaraði ímóti
gongdini í dag
– Vit eru ongantíð í so
stórum vanda sum nú fyri
at endurtaka øll mistøkini,
vit gjørdu í áttatiárunum, tí
danski blokkstuðulin hevur
gjørt, at vit hava fingið ein
fiskiflota, sum als ikki
stendur mát við teir fiska-
stovnar, vit hava.
Hann sipaði til saman-
leggingar av fiskiloyvum
tvørturum bólkar og at
veiðitrýstið er so nógv økt.
Vinnupolitikkurin í dag
onki broyttur, tí hann
gongur enn út uppá at drena
almennan pening út í vinn-
una.
Hann helt eisini, at Løg-
tingið var ov veikt, tí har
tordi ongin at føra ein polit-
ikk, sum gongur fjøldini
ímóti
– Har eru valfundir
hvønn dag, legði hann
afturat.
Hann helt at tað var
neyðugt at arbeiða við
vinnuni alla tíðina.
– Lógararbeiðið er ikki
nakað, sum verður liðugt.
Tað er sum at arbeiða í
einum grótbroti, tað verður
ongantíð
liðugt,
segði
Heini O.Heinesen.
Vit fingu ikki orðið á
Bjarna Djurholm áðrenn
blaðið fór til prentingar.
Tað er nú okkurt,
sum bendir á, at øll
Suðuroy verður
skipað í eitt felags
barnaverndarøki
BARNAVERND
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú verður kanska øll Suð-
uroy skipa í eitt barna-
verndarøki.
Tað eru ábendingar um
eftir at allir borgarstjórarnir
í Suðuroy hittust á fundi
fríggjakvøldið at tosa um
nærri samstarv ímillum tær
sjey kommunurnar í Suð-
uroy.
Eitt av teimum málum,
sum varð umrøtt, var,
hvussu Suðuroyggin skal
skipast í barnaverndarøki.
Nýggja lógin um barna-
verndir sigur, at tað skulu
minst 1500 fólk búgva í
hvørjum barnaverndarøki.
Útfrá hesum hevur Vágs
Kommuna tikið stig til at
leggja syðru helvt í Suð-
uroy í eitt barnaverndarøki ,
sum skal umfata Sumbiar-
Vágs- Porkeris- og Hovs
Kommuna.
Kristin Michelsen sigur,
at á borgarstjórafundinum
fríggjakvøldið boðaðu tær
smáu kommunurnar í sðyru
helvt, altso Sumbiar-, Por-
keris- og Hovs Kommuna
frá, at tær vildu heldur hava
eina barnavernd fyri alla
Suðuroy.
Sum skilst eru aðrar
kommunur í Suðuroy eisini
meiri sinnaðar fyri tí.
Hetta gevur Vágs Komm-
unu ein trupulleika, tí tað
búgva ikki 1500 fólk í
Vági. Sostatt má Vágs
Kommuna verða við í hes-
um samstarvinum, antin
tað so verður við góðum
vilja, ella ikki.
Nú skal so Vágs Komm-
una viðgera málið av
nýggjum.
Tað skulu minst tríggir
limir sita í eini komandi
barnavernd.
Í kvøld verður
skipað fyri gongu-
ferð runt í Hvalba
Í kvøld skipar Kunning-
arstovan á Tvøroyri fyri
gonguferð í Hvalba.
Kunningarstovan
á
Tvøroyri ætlar at gera
gonguferðir til fastan tátt
á skránni hvørt hóskvøld
Síðsta hósdag skipaðu
Kunningarstovan á Tvør-
oyri fyri gonguferð runt á
Tvøroyri, har nøkur fólk
vóru við og tá varð borið
upp á mál at fara til
Hvalbiar í dag.
Tey siga, at tey, sum
eru rakt av nýggjasta
mótaherðindi á økinum,
sum er at ganga við skíð-
stavum, eru vælkomin at
hava teir við.
Men tey, sum ongar
stavir eiga, skulu endi-
liga ikki halda seg aftur,
tí hetta er eitt tiltak fyri
øll.
Í kvøld er ætlanin at
hittast við Kirkjugarðin í
Leirbøi í Hvalba klokkan
19 og síðani verður farið
ein túr runt í bygdini.
Fríggjakvøldið hittust
borgarstjórarnir í
Suðuroy á fundi at
tosa um tættari
samstarv
SAMSTARV
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Borgarstjórarnir í teimum
sjey kommununum í Suð-
uroy eru sinnaðir at sam-
starva meir.
Tað er niðurstøðan eftir
ein fund ímillum borgar-
stjórarnar
í
Suðuroy
Fríggjakvøldið.
Tað var Tvøroyrar Býráð,
sum kallaði borgarstjórar-
nar í hinum seks kommun-
unum í Suðuroy á fund.
Á fundinum skuldu borg-
arstjórarnir umrøða møgu-
leikan fyri at endurstovna
felags kommunanala fe-
lagsskapin, sum var í Suð-
uroy fyri einum 15 árum
síðani.
Kristin Michelsen, borg-
arstjóri á Tvøroyri, sigur, at
tað vísti seg at allir borg-
arstjórarnir eru sinnaðir at
endurstovna felagskomm-
ununa.
Nú fer so hvør borgar-
stjóri at leggja málið fyri
sítt bý- ella bygdaráð, sum
nú skulu taka støðu til
málið.
Ætlanin við hesi felags-
kommununi er at allar
kommunurnar í Suðuroy
skulu samstarva og draga
eina línu mótvegis mynd-
ugleikum í Havn, tá ið mál
av felags áhuga eru til við-
gerðar.
Felagskommuna var í
Suðuroy fyri einum 15 ár-
um síðani, men tað datt
niðurfyri.
fyri
nøkrum
árum síðani royndi Tvør-
oyrar Kommuna at endur-
skipa samstarvið, men tá
var ongin áhugi fyri tí í
Vágs Býráði, so tann
royndin datt niðurfyri.
Men nú roynir Tvøroyrar
Býráð so einaferð afturat
og hesuferð tykist um um
at áhugin er størri.
Suðuroyingar hugaðir
fyri at samstarva meir
Kristin Michelsen sigur, at tað
er stórur áhugi fyri at endur-
skipa felagskommununa í
Suðuroy
Fara til gongu í Hvalba í dag
Havnarfólk og kvinnurnar
í Klaksvík samráðast saman
Vinnupolitikkurin ein
skandala seinastu árini
Felags barnavernd
fyri alla Suðuroynna
Tjóðveldisflokkurin offraði vinnupolitikkin á fullveldisaltar-
inum, sigur Heini O.Heinesen