hósdagur 7. apríl 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 65 - 7. apríl 2005
Fúrstin í Monaco deyður
Rainier fúrsti doyði í
gjár eftir at hava stýrt
Monaco í 56 ár
MONACO
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í gjár doyði Rainier fúrsti í
Monaco 81 ára gamal.
Rainier var av Grimaldi-
ættini, sum hevur sitið við
ræðið í Monaco í meiri enn
700 ár. Hann tók við vald-
inum í 1949. Í 1956 gjørd-
ist hann kendur um allan
heimin, tá hann giftist við
amerikonsku filmskvinn-
uni Grace Kelly.
Tey seinastu tíggju árini
hevur fúrstin havt vánaliga
heilsu. Tann 7. mars varð
hann fluttur á sjúkrahús, tí
hann hevði trupulleikar við
hjartanum og andadráttin-
um,
og
gjáramorgunin
doyði hann.
Rainier og Grace Kelly
áttu trý børn, og einasti
sonurin, tann 47 ára gamli
Albert prinsur, tekur við
eftir faðirin.
UTTAN ÚR HEIMI
Slaka fyri Sharon
Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, hitti fyrra-
dagin umboð fyri niðursetufólkini, sum eftir ætlanini
hjá stjórnini skulu flytast úr Gaza-geiranum í summar.
Niðursetufólkini eru ímóti ætlanini hjá stjórnini, og
tey hava hótt við at seta hart ímóti hørðum, men fund-
urin týsdagin verður tikin sum eitt tekin um, at tey kort-
ini eru til reiðar at samstarva við myndugleikarnar,
skrivar Reuter. Eitt av umboðunum hjá niðursetufólk-
unum viðgekk aftan á fundin við Sharon, at í veruleik-
anum hava tey einki at velja í, og at tey tí hava slakað
fyri at varðveita ta ísraelsku eindina, sum hann tók til.
Øll niðursetufólkini verða kortini ikki flutt so langt
burtur. Á fundinum týsdagin tosaðu partarnir um at
byggja eina nýggja bygd nærhendis býnum Nitzan,
sum er 20 kilometrar norðan fyri Gaza-geiran.
Flogfeløg í vanda
Altjóða loftferðslufelagsskapurin IATA vil nú hava teir
politisku myndugleikarnar kring heimin at skarva av
avgjøldunum, sum flogfeløgini skulu gjalda.
Sambært IATA gera fleiri lond sær dælt av loft-
ferðsluni við alt ov nógvum og dýrum avgjøldum, og tað
kemur flogfeløgunum illa við, tí tey eru frammanundan
tyngd av tí høga oljuprísinum. IATA sigur, at í ár kostar
oljan flogfeløgunum 30 milliardir krónur í eykaút-
reiðsum, og tað hevur gjørt, at fleiri feløg hanga í einum
klønum tráð. Eitt nú stríðast tey amerikonsku Unites
Airlines og US Airways við at sleppa undan húsagangi.
Stjórin í IATA, Giovanni Bisignani, sigur við AP, at
tað er órímiligt, at flogfeløgini hava stórt hall, sam-
stundis sum flogvallirnir hava stórt avlop í rakstrinum.
Hann sigur, at flogfeløgini flúgva við halli, meðan øll
hini, sum hava samband við loftferðsluna, hava avlop.
Tað seinasta árið er ferðafólkatalið hjá flogfeløgun-
um vaksið umleið seks prosent, men tað er kortini ikki
nóg mikið. Í síðsta mánað noyddist sveisiska felagið
Swiss at leggja kongin, og tað er nú partur av tí týska
Lufthansa.
Undir illgruna fyri morð
Russisku herdeildirnar í Kekenia hava tikið ein mann,
sum er undir illgruna fyri at hava verið uppií, tá seks
útlendskar sjúkrasystrar vórðu myrdar í Kekenia í
desember í 1996.
Tvær av sjúkrasystrunum vóru úr Noregi, og hinar
fýra vóru úr Kanada, Spania, Niðurlondum og Ný Sæ-
landi. Klokkan fýra um morgunin tann 17. desember í
1996 komu umleið 15 uppreistrarmenn inn á sjúkra-
húsið, sum tær arbeiddu á. Sjúkrasystrarnar lógu og
svóvu og vórðu skotnar í songini.
Tilburðurin skakaði altjóða hjálparfelagsskapirnar,
sum høvdu sent fólk til Kekenia at veita hjálp, og altjóða
Reyði Krossur tók alt fyri eitt síni hjálparfók úr Kekenia.
Samstundis kravdi reyði Krossur, at teir russisku
myndugleikarnir skuldu finna drápsmenninar. Nú siga
russar, at teir hava tikið ein 30 ára gamlan mann, sum
helst var ímillum teirra, sum søktu at sjúkrahúsinum.
Steinaldarporno
Týskir fornfrøðingar hava funnið tvær 7200 ára gamlar
leirmyndir, sum ímynda ein mann og eina kvinnu, sum
hava samlegu, og sambært blaðnum Der Spiegel eru
hetta teir elstu lutirnar av hesum slagnum, sum til eru.
Harald Stauble, ið er fornfrøðingur á fornfrøðisavn-
inum í Sachsen, fann myndirnar, og hann sigur, at ann-
aðhvørt hava maðurin og kvinnan samlegu, ella er talan
um eitt ella annað slag av dansi, men sjálvur heldur
hann tað fyrra vera tað mest sannlíka.
Sambært einari uppgerð hjá
Danske Bank eiga danir
579.000 krónur í part. Tá
eru fastar ognir, virðisbrøv,
bilar, innbúgv og reiður
peningur tald saman.
Seinastuni árini er virðið
á sethúsum, íbúðum og
summarhúsum
hækkað
nógv í Danmark, og tað
hevur havt við sær, at í dag
eru húsini hjá dønum 2.000
milliardir krónur verd. Har-
umframt eiga danir 2.200
milliardir krónur í pen-
sjónsgrunnum. Bilarnir eru
mettir til 186 milliardir
krónur og innbúgvið til 92
milliardir krónur, sigur
metingin hjá Danske Bank.
Danir væl fyri fíggjarliga
Tey seinastu 20 árini
er talið á katolikkum í
Afrika tvífaldað, og
nú vilja tey hava tann
næsta pávan. Tey
halda seg eisini hava
tað besta valevnið
PÁVAVAL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Meiri enn tveir triðingar av
øllum katoplikkum í heim-
inum búgva nú á syðru jarð-
arhálvu. Harafturat økist
talið á katolikkum skjótari í
Afrika enn nakra aðrastaðni,
og tí er tað ikki so løgið, at
teir afrikonsku katolikkarnir
halda seg hava rætt til tann
næsta pávan.
At bara 13 av teimum
120 kardinalunum, sum
skulu velja tann næsta
pávan, eru úr Afrika, hevur
sambært eygleiðarum í
Rom ongan týdning, og teir
viðganga samstundis, at
teir afrikonsku katolikkar-
nir hava eitt veruliga væl
egnað valevni at vísa á. Tað
er tann 72 ára gamli niger-
iski kardinalurin Francis
Arinze, sum hevur verið ein
av teimum ovastu leiðarun-
um í Vatikaninum. Hann
ber orð fyri at vera líka
konservativur
sum
Jó-
hannes Páll Annar og sigst
eisini hava somu guðfrøði-
ligu sjónarmið sum hann.
Mong halda, at hann
verður tann fyrsti svarti
pávin, verður hann valdur,
men so er ikki. Í árunum frá
189 til 217 , var tann svarti
Viktur Fyrsti pávi. Frá 311
til 314 æt pávin Miltiades,
og hann var eisini svartur,
og frá 492 til 496 sat tann
svarti Gelasius Fyrsti í
pávastólinum í Rom.
Vilja hava svartan páva
Rainier fúrsti sat við ræðið í
Monaco í 56 ár