hósdagur 7. apríl 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 7. apríl 2005
5
- Skal eg fygja
treytunum hjá ALS,
má eg seta sonin hjá
mær á trappusteinin á
ansingarstovninum
til tey lata upp, so eg
kann fara til arbeiðis.
Hetta sigur ein ung
kvinna, sum ALS ikki
metir vera tøka á ar-
beiðsmarknaðinum,
tí hon ikki hevur
barnaansing kl. 6 á
morgni
ARBEIÐSLOYSI
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Reglurnar í ALS skipanini
gera tað nærum ógjørligt
hjá fólki við smáum børn-
um at koma í arbeiði aftur.
Óbeinleiðis tykist tað so-
statt sum, at skipanin er við
til at fasthalda fólki í ar-
beiðsloysinum, heldur enn
at hjálpa teimum úr tí.
Hetta er niðurstøðan hjá
tveimum
arbeiðsleysum
kvinnum, Sosialurin hevur
tosað við. Báðar hava tær
gjørt alt fyri at kunna átaka
sær tey størv, ALS hevur
boðið teimum, men ALS er
ikki til at vika. Megna tær
ikki at fáa onkran at ansa
børnunum, uttanfyri van-
liga upplatingartíð hjá ans-
ingarstovnunum, eru tær
ikki longur tøkar á arbeiðs-
marknaðinum. Onnur er
tískil koyrd úr skipanini og
er nú undir Almannastov-
uni. Hin bíðar á fjóðru viku
eftir svari uppá skrivligu
frágreiðingina, ALS hevur
kravt frá henni. Men mest
sannlíkt er tað, at eisini hon
hevur útlit til at gerast al-
mannaklientur innan leingi.
Skilur onki
– Eg havi greitt ALS frá, at
skal eg fylgja teirra treytum
fyri at koma í arbeiði, má
eg seta son mín á trappu-
steinin á ansingarstovnin-
um, har hann kann sita og
bíða, til starvsfólkini koma
til arbeiðis og taka hann inn
tveir tímar seinni. Hetta
sigur ein 30 ára gomul
kvinna, sum varð biðin um
at átaka sær eitt starv, har
hon skal byrja kl. 6 á
morgni mánadag og kl. 7
hinar dagarnar í vikuni.
Kvinnan gjørdist meir
enn fegin, tá hon fekk
arbeiðsboð frá ALS eftir at
hava gingið arbeiðsleys í 3
mánaðir. Hon gjørdi bein-
anvegin alt, hon kundi, fyri
at fáa lítla sonin ansaðan
teir tímarnar, áðrenn ans-
ingarstovnurin letur upp.
Tað eydnaðist lutvíst, men
ongin var, sum kundi ansa
dronginum kl 6 mána-
morgun. Hetta fekk ALS
boð um, og dagin eftir fekk
kvinnan at vita, at øll út-
gjøld frá ALS harvið steðg-
aðu. Samstundis varð hon
biðin um at koma við eini
skrivligari frágreiðing um,
hví hon ikki kundi átaka
sær tað arbeiðið, hon hevði
fingið bjóðað.
– Eitt tað fyrsta, eg
gjørdi, tá eg kom inn í
skipanina, var at fylla eitt
oyðiblað út, har eg upplýsti
um mínar umstøður. Eg má
siga, at eg nú havi sera ilt
við at skilja, hví eg skuldi
koma við teimum upplýs-
ingunum, tá teir nú kortini
eru púra óviðkomandi. Eg
skilji heldur ikki, hví ALS
yvirhøvur bjóðaði mær
hatta
arbeiðið,
tá
tey
frammanundan vóru púra
greið yvir, at eg ikki kundi
átaka mær tað, sigur kvinn-
an.
Bróta
barnaverndarlógina?
– Tað eru nú fýra vikur síð-
ani, eg sendi skrivligu frá-
greiðingina, men eg havi
onki hoyrt enn. Tað tók
ALS 25 tímar at boða mær
frá, at eg ikki longur fekk
nakað útgjald. Tí tykist tað
ógvuliga løgi, at tað skal
taka fleiri vikur at taka
støðu til nakað so einfalt,
sum at eg onga barnaansing
havi, og sum eg longu havi
greitt teimum frá fleiri
ferðir, undrast kvinnan.
Kvinnan bíðar sostatt
framvegis eftir at fáa at
vita, um hon fær karantenu
frá ALS ella heilt verður
koyrd úr skipanini. Hon
ivast sostatt eisini í, um hon
kann loyva sær at venda
sær til Almannastovuna, so
leingi, hon ikki veit, hvør
niðurstøðan hjá ALS verð-
ur.
– Eg gangi nu í einum
ongamannalandi og bíði og
havi góðar stundir til at
undra meg yvir, hvørji
menniskju lógirnar í hesum
landinum í grundini skulu
verja. Hvørja ferð eg komi
við eini grundgeving, kann
ALS vísa á eina lóg ella
paragraff, sum staðfestur,
at mín orsøk ikki er nóg
góð. Eg kundi sjálvandi
gjørt álvara av tí og sett
sonin á trappusteinin hjá
ansingarstovninum. So havi
eg brotið barnaverndarlóg-
ina og missi kanska sonin,
so møguliga kann eg tá
koma undir paragraffina
hjá ALS, sum snýr seg um
undantøk, sigur kvinnan
beiskliga.
Gjørdist
almannaklientur
Hin kvinnan slapp í fyrsta
umfari ikki inn í ALS skip-
anina, tí hon var uppá
vegin. Heldur ikki hon var
mett at vera skikka til at
vera í skipanini, tá hon kor-
tini skuldi í burðarfarloyvi
4 mánaðir seinni. Seinni
varð hendan avgerðin hjá
ALS tó ógildað. Kvinnan er
nú aftur tøk á arbeiðs-
marknaðinum, men ikki
nóg tøk til at koma inn í
arbeiðsloysisskipanina
sambært
reglunum
hjá
ALS. Hon varð nevniliga
koyrd úr skipanini, tí hon
varð noydd at siga nei til
eitt starv frá 17 til 21 á
kvøldi, tí hon ikki hevði
barnaansing.
– Tá eg meldaði meg inn
í ALS, var tað tí mítt
hægsta ynski er at koma
aftur í arbeiði. Eg haldi
meg hava roynt alt fyri at
fáa tað at bera til, men
krøvini eru nærum ómenn-
iskjalig, so tíverri var tað
ikki nokk. So í staðin fyri
fáa eitt arbeiði gjørdist eg
almannaklientur – og tað
var ongantíð meiningin,
sigur kvinnan.
– Tað er ikki uppgáv-
an hjá ALS at loysa
barnaansingartrupul-
leikar hjá sínum
limum. Sum flest
onnur, verða tey
arbeiðsleysu eisini
noydd at laga seg til
arbeiðstíðirnar hjá
stórum parti av
føroyska arbeiðs-
marknaðinum, sigur
Elisabeth O. Gaardbo,
stjóri á ALS
ARBEIÐSLOYSI
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Arbeiðstilboðini hjá ALS
endurspegla í stóran mun
ófaklærda føroyska ar-
beiðsmarknaðin, har ein
partur av arbeiðinum er í
skiftisvaktum. Tí verður tað
ikki mett at vera ein ser-
støða, at fólk ikki hava
barnaansinging uttanfyri
vanliga upplatingartíð hjá
ansingarstovnum.
Hetta
sigur Elisabeth O. Gaardbo,
stjóri á ALS, í viðmerking
til trupulleikan, at limir
siga seg ikki kunna taka av
ávísum arbeiðstilboðum, tí
tey ikki hava barnaansing.
Mugu sjálvi finna
loysn
Elisabeth O. Gaardbo kann
ikki gera viðmerkingar til
tey ítøkiligu málini, sum
verða tikin upp í blaðnum í
dag, men vísir á nakrar
meginreglur, sum eisini
umfata tær báðar kvinn-
urnar. Sambært stjóranum í
ALS er hetta ikki ein van-
ligur trupulleiki, men hon
ásannar, at tey renna seg í
hann av og á, og tá eru
sinnaði at geva fólki eina
ávísa freist til at finna eina
loysn. Men tað er ikki upp-
gávan hjá ALS at loysa
ansingartrupulleikar fyri
sínar limir, staðfestir hon.
– Meginreglan fyri at
vera limur í ALS er, at tú
ert tøkur á arbeiðsmarkn-
aðinum. Tí seta vit sum út-
gangsstøði krav um, at lim-
ir við smáum børnum hava
barnaansing í vanligari ar-
beiðstíð. Samstundis verða
tey kunnaði um, at tey
sjálvi mugu finna eina
alternativa ansingarloysn,
um tey fáa eitt arbeiðstil-
boð, sum krevur tað, sigur
Elisabeth.
Hon leggur afturat, at
ALS ikki væntar, at fólk
finna eina loysn á einum
slíkum trupulleika eftir
nøkrum fáum tímum. Men
verður ongin loysn funnin
innan rímiliga tíð, er ikki
annað at gera, enn at geva
liminum karantenu ella
koyra hann úr skipanini, tí
hann ikki kann metast at
vera tøkur á arbeiðsmarkn-
aðinum.
Lítið uppsøkjandi
arbeiði
Sum er, virkar ALS í høv-
uðsheitum sum eitt millum-
lið millum tey arbeiðstøku,
og teir arbeiðsgevarar, sum
venda sær til ALS. Spurd,
hví ALS onki uppsøkjandi
arbeiði ger, fyri at gera
arbeiðstilboðini meir fjøl-
táttaði, sigur stjórin
– ALS hevur gjørt lítið
við uppsøkjandi arbeiði.
Hinvegin leggja vit orku í
at førleikamenna okkara
limir, so tey fáa fleiri
møguleikar
á
arbeiðs-
marknaðinum sum heild.
Eitt nú arbeiða vit í løtuni
við at menna júst arbeiðs-
ávísingarøkið og tey før-
leikagevandi tiltøkini. Men
tað vil altíð vera okkurt, tú
kundi ynskt tær øðrvísi.
Tað er sjálvboðið, um
arbeiðsgevarar venda sær
til okkum, men ynskiligt er,
at fleiri nýta henda møgu-
leika.
Ómenniskjalig krøv hjá ALS
Stjórin í ALS:
Tilboðini endurspegla arbeiðsmarknaðin
– Tey arebiðsleysu verða noydd at laga seg til somu umstøður,
sum øll onnur á arbeiðsmarknaðinum, staðfestir Elisabeth O.
Gaardbo, stjóri á ALS
Havn: Nú tað líður móti
vári, og alt fleiri bátaeig-
arir og siglarar gleða seg
til at fara á flot og gera
siglitúrar, er alneyðugt at
eisini
verður
hugsað
meira um trygdina um-
borð á bátunum. Tí skip-
ar Tórshavnar Bátafelag
fyri stórum tiltaki í Vágs-
botni leygardagin kl.14.
Har verða fleiri ymisk
tiltøk: Gummibátatæn-
astan vísir, hvussu ein
gummibátur verður út-
loystur, og onnur trygd-
arútgerð verður víst.
Høvi verður eisini at
sløkkja eld við eldsløkkj-
ara og brandteppi.
Bjargingarroynd við
tyrluni og vaktar- og
bjargingartænastuni er
eisini á skránni, umframt
tað at teldutøkna miða-
savnið og streymkortið
verða víst fram. Somu-
leiðis verður vegleiðing í
fyrstuhjálp.
– Og so skal tað eisini
verða hugnaligt at síggja
alt hetta, so høvi verður
at keypa sær ein drekka-
munn við køkum og boll-
um, og sjálvandi eisini
sodavatn til børnini, sum
helst eisini fáa møguleik-
an fyri einum stimitúri,
verður sagt í einum tíð-
indaskrivi.
Innkomni peningurin
fer til at stuðla liðugt-
gerðini av tí teldutøkna
streymkortinum
og
miðasavninum.
sb.
Góð ráð til bátaeigarar