hósdagur 7. apríl 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 65 - 7. apríl 2005
Formaðurin í Mið-
flokkinum kallar
nýggju yvirtøku-
lógina fyri ein syrgi-
ligan glæntrileik.
Danski forsætis-
ráðharrin hevur givið
føroyingum eina
skúmbanan, og so fær
hann frið, men føroy-
ingar vilja og tora
einki
YVIRTØKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
– Hetta er stutt og greitt ein
syrgiligur glæntrileikur.
Tað
sigur
løgtingsmaðurin Jenis av
Rana, sum er alt enn nøgd-
ur við nýggju yvirlýsingina
hjá løgmanni og danska
forsætisráðharranum um at
gera eina yvirtøkulóg.
Hann samanlíknar yvir-
lýsingina
við
eina
brochuru, kallar hana eina
skúmbanan frá Fogh og
heldur, at hetta er sum við
nýggju klæðunum hjá keis-
aranum.
– Tað er tað reina bluff at
billa fólki inn, at hetta skal
føra okkum á sjálvstýris-
leið. Hetta er í besta føri ein
modernisera heimastýris-
lóg, og heimastýrislógin
ella danir hava ongantíð
verið nøkur forðing fyri, at
føroyingar kunnu yvirtaka
málsøki, sigur Jenis av
Rana.
Sum ein hjún, ið ikki
tora
Løgtingsmaðurin fyri Mið-
flokkin heldur, at yvirlýs-
ingin ger hvørki til ella frá,
tá tað ræður um størri
sjálvstýri til føroyingar.
– Tú kanst samanbera
hetta við eini hjún, sum
ætla sær út at ferðast. Tey
setast aftur, tí gamli Smyril
er ikki nóg góður at sigla
við. So kemur Norrøna, og
tá eru umstøðurnar betri,
men tey fara ikki alíkavæl.
Og tá ið so nýggja Norrøna
kemur, so er tað eitt fantast-
iskt framstig, og nú er lag á
manni at fara avstað.
– Tey fáa sær altíð tær
nýggjastu brochururnar og
vísa tær fyri vinum og
kenningum, men tey fara
ikki avstað alíkavæl. Tey
tora ikki, og tað kann gera
tað sama, hvussu góðar
brochururnar og skipini
eru.
– Soleiðis er eisini við
fullveldinum. Vit kunnu
yvirtaka málsøki og taka
loysing, um vit vilja. Men
vit vilja ikki. Vit hava ikki
torað, og vit tora framvegis
ikki. Tí er tað nakað tvætl
at siga, at yvirtøkulógini
skal vera eitt so stórt fram-
stig, sigur Jenis av Rana.
Skúmbanan frá Fogh
Tað eru ikki hissini ákoyr-
ingar, sum yvirtøkulógin
fær frá formanninum í
Miðflokkinum. Hann held-
ur, at danski forsætisráð-
harrin hevur verið sera
snildur.
– Hvør leiðari vil ikki
hava frið í sínum ríki. Fogh
er væl nøgdur, tí hann hev-
ur givið føroyingum eina
skúmbanan, og so er friður.
Fogh er genialur, hann
gevur føroyingum eitt skjal,
og so veit hann, at hann fær
frið, heldur Jenis av Rana.
– Hetta kann samanlíkn-
ast
við
ævintýrið
um
nýggju klæðini hjá keisar-
anum. Øll siga, at yvirtøku-
lógini er eitt stórt framstig,
men eingin torir at siga, at
keisarin er spillnakin.
– Eg haldi, at undirskriv-
ingin yvirlýsingini skuldi
verið gjørd tveir dagar
fyrri, enn hon varð gjørd, tí
so kundi hon verið gjørd í
sambandi við føðingar-
dagin hjá H. C. Andersen til
at heiðra hann fyri ævin-
týrið um nýggju klæðini hjá
keisaranum, sigur Jenis av
Rana.
Yvirtøkulógin er tað reina bluff
– Yvirtøkulógin kann samanlíknast við ævintýrið um nýggju
klæðini hjá keisaranum. Øll siga, at yvirtøkulógini er eitt stórt
framstig, men eingin torir at siga, at keisarin er spillnakin, sigur
ein bersøgin Jenis av Rana, sum kallar avtaluna við danir fyri
eina skúmbanan frá Fogh
– Tað er ikki longur
avgerandi, hvat danir
halda um eina yvir-
tøku. Nú eru tað
føroyingar, sum taka
avgerðina, og tað er
gott, sigur Anfinn
Kallsberg, fyrrver-
andi løgmaður fyri
fullveldissam-
gonguna, um nýggju
yvirtøkulógina
YVIRTØKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nýggja avtalan við danir
um eina yvirtøkulóg er eitt
stórt framstig, og hon er
millum annað eitt úrslit av
fullveldissamráðingunum
við danir, sum slitnaðu.
Tað heldur Anfinn Kalls-
berg, sum var leiðari fyri
fullveldissamgonguna frá
1998 og seks ár fram.
– Hendan yvirtøkulógin
líkist nógv tí, sum vit
royndu at samráða okkum
til við danir. Men tá slitn-
aðu samráðingarnar, tí dan-
ir vildu ikki viðurkenna
føroyska sjálvsavgerðar-
rættin. Tað hava teir nú
gjørt í hesi avtaluni, sigur
hann.
– Tað er í grundini bara
tveir munir millum hesa
yvirtøkulógina og hana,
sum vit arbeiddu við. Vit
ætlaðu at yvirtaka nøkur
málsøki samstundis, sum
lógin varð samtykt, og okk-
ara lóg skulu avgreiða leik-
lutin hjá fólkatinginum og
løgtinginum, so tað var
bara upp til landsstýrið at
gera yvirtøkur, sigur An-
finn Kallsberg.
Slagið skal standa í
Føroyum
Men hóast munur er ætlan-
ini hjá fullveldissamgong-
uni og nýggju yvirtøkulóg-
ini, so er Anfinn Kallsberg
væl nøgdur við avtaluna
við danir, sum Jóannes
Eidesgaard,
løgmaður,
skrivaði undir mánadagin.
– Tað er ikki longur av-
gerandi, hvat danir halda
um eina yvirtøku. Nú eru
tað føroyingar, sum taka
avgerðina, og tað er gott.
Slagið um sjálvstýrið skal
standa í Føroyum, sigur
Anfinn Kallsberg.
Men klára tit at gera nakrar
yvirtøkur í samgonguni,
hóast nýggju yvirtøku-
lógina?
– Vit hava fingið nakrar
yvirtøkur í samgonguskjal-
ið, og tað er tað, sum vit
hava kunna fingið semju
um í hesum samstarvinum.
Fullveldisløgmaður væl nøgdur
Formaðurin í Sjálv-
stýrisflokkinum er
fegin um, at nú kann
friður koma í tað
áhaldandi stríðið
millum danskar og
føroyskar myndug-
leikar
YVIRTØKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Løgtingsmaðurin Kári P.
Højgaard heldur, at yvirlýs-
ingin hjá løgmanni og
danska forsætisráðharran-
um um at gera eina nýggja
yvirtøkulóg boðar frá góð-
um í sambandinum millum
Føroyar og Danmark.
– Tað er gott, at vit um-
síðir kunnu fáa frið í tí
áhaldandi stríðnum millum
føroyskar
og
danskar
myndugleikar. Um lógin
kemur at innihalda tað,
sum tað verður lagt upp til í
yvirlýsingini, so er hon eitt
framstig fyri føroyingar,
sigur Kári P. Højgaard, sum
er einasti tinglimur fyri
Sjálvstýrisflokkin.
Taka stig frameftir
Hann heldur, at tað týdn-
ingarmesta í lógini er, at
føroyingar verða viður-
kendir av dønum sum eitt
sjálvstøðugt fólk, og at
føroyingar sjálvir kunnu
gera av, um teir vilja fremja
yvirtøkur.
– Tað er umráðandi, at vit
taka stig frameftir og ikki
binda okkum fastari í
danska ríkið. Um endaliga
yvirtøkulógin kann syrgja
fyri tí, so er tað at fegnast
um.
– Yvirtøkulógin kann
lætta um mannagongdina,
tá ið vit skulu taka yvir, og
ósemjur við danir kunnu
ikki forða fyri yvirtøkum.
Nú vóni eg, at tær ítøkiligu
yvirtøkurnar, sum verða
fyrireikaðar, eisini kunnu
gjøgnumførast í hesum val-
skeiðnum, sigur Kári P.
Højgaard.
– Tað er gott at fáa frið
Sandágerði: Eitt sum mangan
hevur verið til hindurs fyri
grindadrápi í Havn eru teir
tríggir steinarnir, ið liggja nakað
úr landið á eystursíðuni av
Sandagerðisvík.
Bæði grindaformenn og ikki
minst grindamenn hava leingi
ilskast inn á hesar steinar, og
hava ynskt teir tiknar burtur. Og
tað verða teir nú við tí arbeið-
inum sum byrjar seinni í hesum
mánaðinum.
Próvstagarðurin og eitt økið
uttanum vórðu friðað í 1978, og
tí varð málið fyrst lagt fyri
friðingarmyndugleikarnar, sum
nú hava viðgjørt málið. Náttúru-
friðingarnevndin hevur avgjørt at
loyva undantak eftir løgtings-
lógini um náttúrufriðing, og hesa
avgerð hevur Yvirfriðingarnevn-
din staðfest.
Um miðjan apríl verður farið
undir hetta arbeiðið, og tá hetta
er liðugt, er ætlanin at pumpa
meira av sandi inn í víkina.
Rættiliga stórar nøgdir av
sandi vórðu miðskeiðis í áttati-
árunum pumpaðar inn í Sanda-
gerði, sum ikki bert gjørdist ein
góð hvalvág, men eisini hitt mest
vitjaða frítíðarstaðið í høvuðs-
staðnum góðveðursdagar, bæði
hjá børnum og vaksnum.
sb.
Lættari at drepa grind