hósdagur 7. apríl 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 7. apríl 2005
7
Sjey ára gamla Ella
Káradóttir heldur, at
hjálmurin er cool.
Gjáramorgunin fekk
hon ein hjálm frá
Ferðslutrygd, og nú
eigur hon tríggjar
FERÐSLUTRYGD
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: Við strúkandi ferð
skundar Ella sær avstað á tí
slætta gólvinum. Her er vítt
um at fara inni í tí stóra
pakkhúsinum.
Her eru ymiskar forðing-
ar settar upp, soleiðis at
hon kann fara millum
hesar, samstundis sum hon
skal ansa eftir ikki at fara út
um frámerkini í gólvinum
Hon er á rulluskoytum – og
hon hevur sjálvandi eisini
hjálm á høvdinum. Fyri
hana er tað at hava hjálmin
uppi á høvdinum ikki óvan-
ligt, tí tað ger hon altíð.
– Tá eg súkkli ella tá eg
eri á rulluskoytum, brúki eg
altíð hjálm. Og tað eeer
cool, sigur sjey ára gamla
Ella
við
eftirnavninum
Káradóttir, og sum er úr
Hoyvík.
Saman við 279 øðrum
børnum var hon eisini við
til tiltakið hjá Ferðslutrygd
fyrrapartin í gjár.
Fær øgiliga ilt
Ella gongur til dagligt í 1.
flokki í Hoyvíkar skúla. Og
tá hon frætti um tiltakið hjá
Ferðslutrygd varð hon øgi-
liga spent.
Hon fekk at vita, at har
skuldi ymiskt spennandi
verða á skránni, m.a. skuldi
TrøllaPætur og Omman
vitja, og so skuldu tey eisini
syngja nógv.
Umframt alt hetta so
skuldu børnini eisini fáa
ein hjálm frá ferðslutrygd –
genturnar ein reyðan og
dreingirnir ein bláan.
Hvat tey í hennara flokki
hava lært um ferðslu og
ferðslutrygd, er ilt at siga.
Men Ella var kortini fult
greið yvir, at ein eigur at
brúka hjálm.
– Brúkar man ikki hjálm,
so kann man bróta høvdið,
um man dettur ella smekkar
seg í.
– So fær ein eisini øgiliga
ilt, og so kann blóð koma úr
høvdinum, sigur Ella, sum
longu hevur staðið á rullu-
skoytum eina góða løtu inni
í stóra pakkhúsinum.
Er cool
Ellu dámar sera væl at
súkkla og at standa á rullu-
skoytum, saman við vin-
konunum.
Tá hon ger tað, fer hon
altíð í hjálmin – ella hjálm-
arnar, tí hon eigur í roynd
og veru tveir hjálmar
frammanundan heima við
hús.
Hóast hon altíð brúkar
hjálm, so hevur hon higartil
verið heppin, tí hon er enn
ikki dottin, meðan hon hev-
ur súkklað ella hevur staðið
á rulluskoytum.
Men hóast tað, ætlar hon
framvegis at brúka hjálm-
arnar – og eisini tann
nýggja reyða, sum hon í
gjáramorgunin fekk frá
Ferðslutrygd.
– Eg haldi, at hjálmurin
er cool. Og tað halda vin-
konurnar hjá mær eisini,
sigur Ella.
Hissinisøla aftur á skránna
Klaksvík: Fyri gott einum ári síðani, skipaði Útoyggja-
felagið fyri einum fundi í býráðshøllini í Klaksvíkar har
málið var, at skipa eina »hissinisølu«, eisini nevnt eitt
sølutorg í Klaksvík.
Endamálið við hesum var, at fólk av útoyggj kunnu
koma t.d. leygarmorgun við vørum at selja á torginum. Á
hissinisøluni skal, umframt vørur frá útoyggj, eisini vera
gjørligt at keypa fisk, heimavirkaðir lutir og annað. Út-
oyggjafelagið hevur nýliga havt fund við Klaksvíkar
kommunu, har hetta málið var tikið upp av nýggjum.
Semja var millum partarnar um, at ein skal arbeiða
málrættað fram ímóti at fáa hetta tiltakið framt so skjótt
sum til ber.
Enn eru nøkur praktisk viðurskifti sum skulu avgreið-
ast, áðrenn endalig støða verður tikin til hvar Hissini-
sølan skal staðsetast, verður sagt frá Útoyggjafelagnum.
sb.
1.400 tons av pappíri
Rusk: Móttøkan av pappíri til endurvinning vaks
munandi í fjør, vísir ein uppgerð frá IRF.
Mesti vøksturin kom av, at Tórshavnar Kommuna
eisini fór skipa fyri innsavning av pappíri til
endurvinning. Samlaði útflutningurin av pappíri og
pappi var góð 1.400 tons í 2004. Sama ár vóru góð 3.700
tons av jarni og metali flutt til Jarnmóttøkuplássið hjá
Tórshavnar Kommunu.
IRF fór í holt við innsavning av pappíri og pappi frá
húskjum og virkjum miðskeiðis í 2001, og fyrst í 2004
byrjaði Tórshavnar Kommuna at savna pappír inn frá
húskjum.
IRF og Tórshavnar Kommuna hava gjørt avtalu um, at
IRF tekur ímóti pappíri og pappi frá Tórshavnar
Kommunu. Hetta hevði við sær, at nøgdin av móttiknum
pappíri serliga frá húsarhaldum øktist úr góðum 2.600
rúmmetrum í 2003 til slakar 4.900 rúmmetrar í 2004.
Tórshavnar Kommuna byrjaði ikki skipaða innsavning
av pappi frá virkjum fyrrenn í fjør. Móttikna nøgdin av
pappi øktist tí lutfalsliga minni, frá sløkum 9.600
rúmmmetrum í 2003 til góðar 13.000 rúmmetrar í 2004.
IRF útflutti harvið góð 1.400 tons av pappíri og pappi í
2004 og var hetta ein vøkstur uppá góð 57% í mun til
2003.
– Søluprísurin fyri pappír og papp í 2004 javnvigaði
við flutningskostnaðin av landinum, sigur IRF.
sb.
Báðar brennistøðirnar
hava nógv at brenna –
og nøgdirnar eru
vaksandi
(Mynd: IRF)
– Uttan hjálm kann eg bróta høvdið
Ráðið fyri
Ferðslutrygd skipaði
aftur í ár fyri
serstøkum degi fyri
børnini í 1. flokki.
FERÐSLUTRYGD
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: 280 børn kunnu
halda ein øgiligan gang.
Men tey kunnu sanniliga
eisini vera still, tá okkurt
serligt er á skránni.
Og tað var tað fyrrapartin
í gjár, tá Ráðið fyri Ferðslu-
trygd skipaði fyri hjálma-
stevnu fyri 1. flokk.
Her var bæði sangur,
súkklukapping, súklurás,
pylsur og sangur og mangt
annað á skránni.
Men tá so vitjanin av
TrøllaPæturi og Ommuni
var á skránni lurtaðu børn-
ini sera væl eftir, og sungu
tess harðari við, tá tey vóru
biðin um tað.
Tiltakið varð hildið í
einum av pakkhúsunum hjá
Skipafelagnum í Havn, har
allir næmingar í 1. flokkun-
um í Føroyum vóru bodnir
við.
Hetta pakkhúsið var í
gjár karmur um hetta aftur-
vendandi
tiltakið
hjá
Ferðslutrygd við heitinum
»Hjálmur er cool«. Í sam-
band við hetta fáa øll børn-
ini hvør sín súkkluhjálm.
– Eg haldi, at hjálmurin er cool. Og tað halda vinkonurnar
hjá mær eisini, sigur sjey ára gamla Ella úr Hoyvík
Mynd: Jens Kr. Vang
280 hjálmar til børnini
280 børn úr øllum landinum
vóru savnað í gjár til árliga
ferðslutiltakið hjá Ráðnum
fyri Ferðslutrygd. Á
tiltakinum fingu tey øll hvør
sín hjálm
Mynd: Jens Kr. Vang