hósdagur 7. apríl 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 65 - 7. apríl 2005
Gistingarhús og matstovur í
Vinnuhúsinum
Komandi leygarkvøld
fer kendi danski und-
irhaldarin Amin Jen-
sen á pall í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði
UNDIRHALD
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tá ið Amin Jensen vitjaði í
Føroyum á Ólavsøku í fjør,
dámdi honum so mikið
væl, at hann gjørdi av at
vitja aftur í vár. Saman við
Jákup Jacobsen, ið stóð fyri
praktiska partinum av vitj-
anini hjá Amin í fjør summ-
ar, hevur danin tikið stig til
vitjanina í vikuskiftinum.
Endin á rundferð
Amin Jensen hevur verið á
rundferð í Danmark síðani í
januar mánað við showin-
um hjá sær, og hann dylur
ikki fyri, at talan hevur ver-
ið um eina sera væleydnaða
rundferð. Endabresturin á
sjálvari rundferðini verður
vitjanin í Føroyum, men
Amin Jensen sigur, at talan
tó ikki verður um heilt tað
somu framførsluna sum
vanligt, tí ikki ber til at fáa
alla útgerðina við sær til
Føroya, ið vanliga verður
nýtt í Danmark.
Tó sigur stóri danin, at
talan ikki verður um nakra
lágprísútgávu av showinum
hjá sær, sum áskoðararnir
fara at uppliva í Fuglafirði
leygarkvøldið.
- Nei, tað verður tað
sama showið, men onkrar
tillagingar verða tó gjørdar
í sambandi við umstøður-
nar, sigur Amin Jensen.
Showið hjá Amin Jensen,
Blæs på DK, hevur fingið
framúr góð ummæli í Dan-
mark, bæði frá áskoðarum
og frá ummælarum hjá
donsku miðlunum. Sjálvur
hevði Amin Jensen ikki
væntað hetta.
- Tað kom eitt sindur
óvart á meg, tí eg haldi
hesaferð fari eg til markið,
og møguligani eisini út um
mark, og tí hevði eg heldur
væntað, at onkur fór at
finnast at showinum, greið-
ir Amin Jensen frá.
Líkjast
bornholmarum
Sambært Amin Jensen eru
føroyingar sum áskoðarar
ikki heilt ólíkir borholmar-
um.
- Føroyingar eru ómeta-
liga ærukærir eins og born-
holmarar, men samstundis
eru teir eisini sjálvironiskir,
og tað dámar mær stak væl.
Eg haldi eisini, at eg sjálvur
líkist teimum, og tað er
kanska tað, ið ger, at eg
kenni meg so mikið væl
móttiknan og væl tilpassar í
Føroyum,
sigur
Amin
Jensen.
Gistingarhús- og
matstovufelag Føroya
er nú partur av
Vinnuhúsinum. Hetta
stigið er tikið, tí for-
maðurin Uni Daniel-
sen heldur, at ferða-
vinnan verður meira
sjónlig á henda hátt
VINNUHÚSIÐ
eydna@sosialurin.fo
14. mars var avgerð tikin
um, at Gistingarhús– og
matstovufelagiðskuldi ger-
ast ein partur av virksemin-
um í Vinnuhúsinum, og
fríggjdagin í farnu viku
hevði felagið eisini sín
fyrsta fund í Vinnuhúsinum.
Fleiri orsøkir
Uni Danielsen, sum er for-
maður í felagnum sigur, at
hetta stigið er tikið av fleiri
orsøkum. Fyrst og fremst, tí
at ferðavinnan á henda hátt
verður meiri sjónlig og
verður tikin í størri álvara,
um hon samstarvar við aðr-
ar vinnugreinar.
Ymiskir
trupulleikar,
sum gistingarhús og mat-
stovur striðast við, eru jú
teir somu, sum aðrar vinnu-
greinar eisini hava. T.d.
nevnir formaðurin vantandi
samskipan av øllum teim-
um mongu myndugleikun-
um, ið skulu geva loyvi til
eitt byggimál.
Uni Danielsen vónar
somuleiðis, at tað við tíðini
fara at verða fleiri yrkis-
greinar, ið eru knýttar at
ferðavinnuni, ið fara at ger-
ast partur av Vinnuhúsin-
um. T.d. bussførarar, ferða-
skrivstovur o.t. Vónin er, at
allar fyritøkurnar, sum fá-
ast við ferðavinnu, einaferð
kunnu savnast í eitt felag.
Góðar vónir
Formaðurin heldur annars
at ferðavinnan er ment
seinastu árini, og hann hev-
ur góðar framtíðar vónir.
– Fólk hava alsamt meiri
frítíð, og tey brúka alt meiri
pening uppá at ferðast. Vit
skulu bert megna at selja
okkara land sum eina ser-
staka uppliving, sigur Uni
Danielsen, formaður í Gist-
ingarhús- og Matstovu-
felagnum.
Nú nógv verður tosað um
alheimsgerð og hóttanina,
ið stendst av at arbeiðspláss
flyta til láglønarlond, vísir
Uni á, at ferðavinnan ongan
trupulleika hevur í so máta.
– Føroyska ferðavinnan
verður altíð beint her, og
hesi arbeiðsplássini enda
sjálvsagt ikki í Kina. Al-
heimsgerðin gevur økta
ferðing, lægri flutnings-
kostnað og atgongd til
nýggjar marknaðir, tí gevur
hon ferðavinnuni nýggjar
møguleikar,
sigur
Uni
Danielsen at enda.
Amin vitjar í vikuskiftinum
Amin Jensen gleðir seg ómetaliga nógv til at koma á vitjan í Føroyum í vikuskiftinum, tá ið
hann fer á pall í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Edith Mørkøre
í Ribarhús
Fríggjadagin 8. apríl
letur ein listafram-
sýning upp í Ribar-
hús í Fuglafirði. Tað
verður Edith Mørk-
øre, ið fer at sýna
akrylmálningar fram
FRAMSÝNING
eydna@sosialurin.fo
Í døgunum frá 8. til 20.
apríl hevur Edith Mørkøre
listaframsýning í Ribar-
hús í Fuglafirði. Edith
hevur fyrr sýnt málningar
fram, men við á hesi
framsýningini verða bert
nýggir málningar.
Framsýningin
hevur
fingi heitið "Lívsløtur",
av tí, at tær flestu myndir-
nar snúgva seg um ymisk-
ar støður, sum vit menn-
iskju kunnu koma út fyri
her í lívinum.
Við á framsýningini
verða 30 nýggir akryl-
málningar.
Framsýningin letur upp
fríggjadagin kl 17.00.
Fyrstu løtuna fer Jákup
Heinesen at spælia á tang-
entar, og eisini verður bjó-
ða kaffi/the og smákøkur.
Opið verður soleiðis:
Fríggjadagin 8/4 frá kl
17.00 til 20.00.
Leygardagin 9/4 frá kl
11.00 til 16.00.
Sunnudagin 10/4 frá kl
14.00 til 18.00.
Til og við 20 apríl er
opið somu tíðir sum Pidd-
asahandil, gerandisdagar
frá kl 15.00 til 17.30 og
leygrdag frá kl 11.00 til
13.00.
Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Edith
Mørkøre sæst
her við
tveimum av
teimum 30
akrylmálning
unum, sum
verða at
síggja í
Ribarhúsið
frá 8.–20.
apríl
Gistingarhús- og Matstovufelagið er nú ein partur av
Vinnuhúsinum. Hetta fer at gera ferðavinnuna meiri sjónliga,
og hetta er samstundis fyrsta stig av vónini hjá Uni Danielsen,
um at allar fyritøkur í ferðavinnuni einaferð kunnu skipast í
egnum felag