hósdagur 7. apríl 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 7. apríl 2005
9
Nýggj stand-
mynd
avdúkast
Havn:
Hósdagin 28.
apríl verður standmynd-
in "Veðrur" avdúkað utt-
an fyri Smiðjuna í Lítlu-
vík.
Standmyndin, ið er
stoypt í bronsu á Kultur-
støberiet Løvholmen í
Svendborg, hevur havn-
armaðurin, Rógvi Han-
sen gjørt.
Eitt slíkt tiltak fer ikki
aftur við borðinum uttan
at verða markerað, og tí
hevur býráðið sett upp
eina skrá fyri henda
seinnapartin, tá stand-
myndin skal avdúkast.
Á hesi samkomuni fer
Havnar Ungdómshorn-
orkestur at spæla, áðr-
enn borgarstjórin, Heðin
Mortensen bjóðar væl-
komin. Hildur Eyðuns-
dóttir, ið er forkvinna í
mentamálanevndini fer
síðani at flyta fram røðu,
áðrenn
standmyndin
verður avdúkað av Heð-
ini Mortensen.
Eftir
hetta
spælir
Havnar Ungdómshorn-
orkestur aftur, og síðani
verður boðið til kaffi í
Smiðjuni í Lítluvík.
sb.
Ókeypis blað
eina ferð um
vikuna
Blaðið Dimmalætting er
nú farið undir eitt nýtt
átak, við at geva út eitt
blað ókeypis eina ferð
um vikuna. Hetta átakið
byrjaði við útgávuni í
gjár.
Hereftir fer týsdags-
blaðið at verða borið út í
hvørt hús, í fyrsta um-
fari bert til húsarhaldini
í økinum, har bløðini
frammanundan
verða
borðin út. Men arbeitt
verður við at útbyggja
týskvøldsútberingina,
soleiðis at eisini Suður-
oyggin og Sandoyggin
koma við sum skjótast.
Orsøkin til hetta stigið
er, at Prentmiðstøðin,
sum stendur fyri prent-
ingini og útberingini av
Dimmalætting
og
Sosialinum, nú eisini fer
undir reklamuútbering
til øll húsarhald týs-
kvøld.
Í samband við, at týs-
kvøldsblaðið nú verður
ókeypis, lækkar hald-
aragjaldið nakað. Hald-
ararnir av bløðunum utt-
an fyri útberingarøkið,
fáa tó bløðini borin til
dyrnar sum vanligt við
postinum dagin eftir.
sb.
- Vit hava keypt
maskinur, sum eru
settar upp á virkinum
og fara nú eisini at
framleiða wc-pappír,
køkspappír og
pappírshandklæði,
sigur Jógvan Óli á
Fríðriksmørk, sum er
annar stjórin á P/F
Stranda Máling
FRAMLEIÐSLA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
P/F Stranda Máling vil nú
hava fleiri bein at standa á.
Tá ið summarið fer at
nærkast, fer virkið so smátt
undir at framleiða wc-
pappír,
køkspappír
og
seinni eisini pappírshand-
klæði.
- Vit hava ikki tikið hetta
stigið, tí virkið er illa fyri
fíggjarliga - ella tí, at vit
hava ásannað, at tíðin við
føroyskari máling er farin.
Vit hava góð hølir, sum eru
tøk, og vit hava avlopstíð,
og tí halda vit, at hetta er
ein góður møguleiki til tess
at fáa virkinum fleiri bein
at standa á, sigur Jógvan
Óli á Fríðriksmørk, sum
saman við Eivindi Jacob-
sen, eru høvuðsmenninir
aftan fyri P/F Stranda
Máling.
Felagið
hevur
keypt
maskinurnar til framleiðslu
av wc-pappíri og køks-
pappíri, sum upprunaliga
stóðu á Viðareiði. Hesar
eru keyptar fyri tveimum
mánaðum síðan og eru
síðan settar upp í bygn-
inginum hjá P/F Stranda
Máling.
Praktiskir
trupulleikar
– Vit hava keypt maskin-
urnar frá Blika í Havn, sum
hevur átt tær seinastu árini.
Eg haldi, at framleiðslan
hjá Blika steðgaði um ta
tíðina, verkfallið var á ar-
beiðsmarknaðinum
fyri
tveimum árum síðan. Nak-
að av vørulagri hevur verið
á goymslu, sum er selt
síðan, men eg haldi ikki, at
nøkur serlig framleiðsla
hevur verið av pappírs-
vørunum
seinastu
tvey
árini.
Jógvan Óli vísir á, at tað
serliga
vóru
praktiskir
trupulleikar sum gjørdu, at
Blika gavst við framleiðsl-
uni av pappírsvørum.
- Sum eg havi skilt, var
virksemið hjá Blika ikki í
egnum hølum, og somu-
leiðis noyddust tey at flyta
fólk ímillum. Annars gekk
framleiðslan hjá felagnum
væl, sigur hann.
Stjórin sigur, at talan er
um tríggjar høvuðseindir av
maskinum, sum nú eru
settar upp í hølunum hjá
P/F Stranda Máling.
- Eg haldi, at hetta eru
góðar maskinur, hóast tær
ikki eru nýggjar. Hetta eru
maskinur sum bara koyra.
Tær kunn samanberast við
eina gamla Harley David-
son, sum hann tekur til.
Jógvan Óli sigur, at slíkar
maskinur eru dýrar at
keypa í dag, men í hesum
førinum er íløgan ikki so
stór, tí maskinurnar eru
keyptar bíliga.
Bein at standa á
- Vit høvdu hølini tøk, sum
vit kundu hugsað okkum at
brúkt betur – og vit hava
avlopstíð, nú sjálvt mál-
ingavirkið er so nógv
automatiserað. Somuleiðis
kundu vit hugsað okkum at
havt fleiri bein at standa á.
Tí hava vit avgjørt eisini at
fara undir framleiðslu av
pappírsvørum.
Hann sigur, at ætlanin er
at fara varliga í gongd.
- Vit fara at byrja spaku-
liga í summar, soleiðis at
vit kunnu læra maskinurnar
og útbúnaðin annars at
kenna – og tá ið heystið
kemur, er ætlanin at seta
meira ferð á. Síðan vænta
vit, at framleiðslan fer at
koyra, sum hann tekur til.
Jógvan Óli sigur, at teir
eru sera spentir upp á
nýggju framleiðsluna.
- Tað er soleiðis, at
maskinan, sum kemur at
framleiða
pappírshand-
klæði, væntandi kemur í
gongd nakað seinni enn
hinar. Hetta er ein nýggjari
og
meira
sjálvvirkandi
maskina, sum eisini var við
í keypinum.
Hann vísir á, at talan
verður um tilsamans fleiri
dygdir av pappírsvørum
sum er neyðugt fyri at
nøkta eftirspurningin.
- Væntandi er, at summi
av sløgunum fara at geva
lítlan vinning og onnur
meira, men samanumtikið
vænta vit, at henda fram-
leiðsla fer at geva eitt íkast
til virkið, sigur Jógvan Óli
á Fríðriksmørk at enda.
Tað var strandingur-
in, Jóhan Thorleifs-
son, sáli, sum legði
lunnar undir
málingavirkið á
Strondum. – Eg haldi,
vit kunnu siga, at
hetta var hansara
lívsverk, sigur Jógvan
Óli á Fríðriksmørk
STRENDUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var Jóhan Thorleifsson,
sáli, sum í 1975 fór undir at
framleiða máling á Strond-
um, og í 1996 keyptu Jógv-
an Óli á Fríðriksmørk og
Eivind Jacobsen virkið.
- Eg haldi, vit kunnu
siga, at tað var Jóhan Thor-
leifsson, sum legði grund-
arlagið undir tað virkið,
sum vit hava í dag. Hetta
var hansara lívsverk, sigur
Jógvan Óli á Fríðriksmørk
um mannin, sum doyði
herfyri.
Jóhan Thorleifsson var
strandingur, men búði í
Havn í nógv ár. Hann var
ógiftur maður, var skips-
føraralærdur og hevði siglt
nógv úti.
Eingin steðgur
Jógvan Óli vísir á, at P/F
Máling er væl fyri í dag, og
øll árini síðan 1975 hevur
virkið framleitt máling.
- Jú, eg vil siga, at virkið
er væl fyri, og soliditeturin
er góður.
Stjórin sigur, at málinga-
virkið á Strondum er ikki,
sum so nógv annað í sam-
felagnum, farið á húsa-
gang, og virkið er ongantíð
sanerað.
- Við árunum er virkið
vorðið útbygt, og fram-
leiðslan av máling er
rationaliserað, soleiðis at
brúk er ikki fyri so nógvum
fólki sum áður, sigur
Jógvan Óli á Fríðriksmørk.
Á málingavirkinum á
Strondum arbeiða trý fólk.
Málingavirkið á Strondum er væl fyri
Stranda Máling byrjaði í 1975. Øll árini síðan hevur virkið framleitt máling. Í dag er virkið so
rationelt, at bert trý fólk taka sær av allari framleiðsluni á virkinum
P/F Stranda Máling fjøltáttar framleiðsluna:
Fer at framleiða pappírsvørur
- Vit høvdu hølini tøk, sum vit kundu hugsað okkum at brúkt
betur – og vit hava avlopstíð, nú málingavirkið er so nógv
automatiserað. Somuleiðis kundu vit hugsað okkum at havt
fleiri bein at standa á. Tí hava vit avgjørt eisini at fara undir
framleiðslu av pappírsvørum, sigur Jógvan Óli á Fríðriksmørk