hósdagur 7. apríl 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 65 - 7. apríl 2005
Meðan at kalla øll lond í Europa, sum ikki eru limir í ES,
hava sera nógv vinnuligt, búskaparligt og mentanarligt
samstarv við ES, so er øðrvísð við Føroyum. Av ávísum or-
søkum ræddust føroyskir politikkarar og vinnulívsmenn ES
sum hin versta. Hjá nøkrum var tað ein vælgrundaður ótti
fyri fiskigrunnunum, sum lá frammaliga í huganum. Aðrir
høvdu ampa av tí demokratiska hallinum í ES og uppaftur
aðrir høvdu moralskar og átrúnaðarligar trupulleikar av
einum møguligum nærri samstarvi við Europæiska
Samveldið.
Mangt umbroytist á mansins ævi, verður sagt. Hetta er
ikki minst galdandi fyri ES. Flokkar t.d SF í Danmark,
sum áður skýggjaðu ES sum hin versta, hava broytt støðu
og eru nú heitir talsmenn fyri limaskapi. Ísland og Noreg,
sum bæði upprunaliga vóru harðir andstøðingar mótvegis
ES hava nú umvegis EBS avtaluna so tætt samstarv, at
menn í álvara tala um "limaskap uttan limaskap". Kemur
tú á tal við íslendskan politikkara ella vinnulívsmann, so
er eingin endi á teimum hálovingum, ið falla ES í lut. Ís-
lendskir flokkar eru farnir at skifcta orð um møguligan
limaskap. Her sanniliga umvent í holuni!
Hvussu ber tað nú til, at støðan er so grundleggjandi broytt?
Er ES broytt? Eru gomlu mótstøðulondini- og flokkarnir
broytt? Svarið er ikki einfalt. Víst er ES broytt. Opinleikin
er størri og samveldið hevur markerað seg sterkt á altjóða
leikpallinum í spurningum um mannarættindi, demokrati,
menning og frið. Hetta hevði alt verið óhugsandi fyri bert
15 árum síðan. Múrurin er rapaður og altjóðagerðin er yvir
okkum øllum. Alt hetta hevur elvt til eitt rák, sum skjótt ber
móti meira og tættari samstarvi, meira samhandli, fríum
flutningi av kapitali, vørum og arbeiðsmegi. Alheimurin
gerst alt meira ein marknaður. Her kann ein velja at vera
uttanfyri hetta rák ella kanska beinari hendan meldur fyri
skjótt at dragna afturúr og gerast eftirbátur ella ein kann
velja at taka avbjóðingina upp og troyta teir ómetaligu
møguleikar henda avbjóðing gevur einum framkomnum
landi við einum vælútbúgvnum fólki og einum vælvirkandi
vinnulívi.
Líta vit aftur at grannum okkara, Íslandi og Noregi, so
síggja vit hvussu nógv hesi lond fáa burtur úr samstarvin-
um við ES. Samstarvið á mentanarøkinum tryggjar eitt nú
íslendskari films- og tónleikaframleiðslu stórar upphæddir.
Granskingarsamstarvið merkir, at sera stórar upphæddir
floyma úr ES grunnum til íslendska gransking. Hetta gevur
so aftur eitt veldugt avkast í inntøkum og førleikamenning
í Íslandi. Samstarvið mennist og økist í hvørjum og er við
til at fáa búskap, mentan og gransking at blóma, alt meðan
tær almennu Føroyar standa hendur í lumma sum Kánus og
hyggja at - lata møguleikarnar fara aftur við borðinum. Vit
lata til standa, meðan aðrir troyta møguleikarnar.
Nú frættist, at løgmaður ætlar sær at vitja ES høvuðs-
borgina í Bruxelles. Hetta er sera skilagott. Vónandi er
hendan vitjan ein byrjan til eitt nýtt og økt samstarv við
ES, eitt samstarv við nýggjum og meira fjølbroyttum inni-
haldi. Tíðin er komin at byrja at hugsa um EBS avtalu
millum ES og Føroyar.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Meira samstarv við ES
- sjálvandi!
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Sunneva Tyril
heilsuatstøðingur
Orðatakið sigur, at munur
er á monnum, men í hesum
føri fari eg at vísa á, at
munur er á kvinnum.
Eg ætli mær at samanbera
tvær greinar, sum hava stað-
ið í bløðunum. Hin fyrra var
seinast í februar og skrivað
av Inge Lovise Pedersen.
Seinra greinin var í bløð-
unum 4. apríl, og hana hevði
Annemi Joensen skrivað. Í
báðum førum umrøða tær
heilsuatstøðingarnar. Hin
fyrra er sera positiv, men í tí
seinnu greinini vísir grein-
skrivarin vanvirðing fyri
einum øðrum fakbólki, sum
viðkomandi átti at dugað at
samstarva við.
Fyrst til greinina hjá Ingu
Lovisu Pedersen, leiðandi
sjúkrasystir í Birkerød. Hon
kennir heilt væl til heils-
uatstøðingarnar og undrast á
sjúkrarøktarfrøðingarnar í
Føroyum, at teir vita so lítið
um henda fakbólk. Út-
búgvingin tekur tilsamans 3
ár. Heilsuhjálparaútbúgv-
ingin tekur 15 mánaðir, tað
er grundarlagið. Síðani tek-
ur
heilsu-atstøðinga-út-
búgvingin 21 mánaðir.
Eg fari at loyva mær at
endurgeva brot úr greinini,
har hon skrivar:
„Tit kollegar, formaður
og nevnd, skulu vita, at
henda útbúgving er í topp í
allari tí grundleggjandi
sjúkrarøktini, eisini, ella
sjálvandi eisini í observati-
ónini, sum tit sjúkrarøktar-
frøðingar halda bara tit
duga. Hetta er ein væl
útbúgvin fakbólkur, sum
vit í Danmark ikki kunna
vera fyriuttan." Sitat endað.
Inga Lovisa Pedersen
sigur víðari: „Heilsuatstøð-
ingar arbeiða á næstan øll-
um deildum í sjúkrahús-
verkinum á ellis- og røktar-
heimum, har teir eisini eru
leiðarar. Á psykiatriskum
deildum eru heilsuatstøð-
ingarnir mettir javnt við
sjúkrasystrarnar."
Hon undrast og spyr, og
eg endurgevi: „Er tað
soleiðis, at mín fakbólkur
her heima er tann einasti, ið
dugir nakað? Ella er tað
soleiðis, sum tað sær út,
ella sum eg haldi tað sær út:
mig alene vide - mig alene
bestemme." Sitat endað.
Gløgt er gestsins eyga.
Eisini nevnir hon onnur
aktuell evni í føroyska
heilsuverkinum. Tað skal
eg lata liggja á hesum sinni.
Í greinini hjá Annemi Jo-
ensen sigur hon nógv um
høga
vitanarstøðið
hjá
sjúkrarøktarfrøðingum. Jú,
tað hava vit heilsuatstøðing-
ar stóra virðing fyri, men
álvaratos, skulu nú øll vera
frøðingar av einum ella øðr-
um slagi fyri at kunna vera
til gagns í hesum samfel-
agnum, vit liva í?
Annemi roynir at gita sær
til, hví henda vánaliga (í
hennara verð) útbúgving
endiliga skal setast á stovn í
Føroyum. Kann tað hugs-
ast, at okkum trýtur sjúkra-
røktarfrøðingar? Jú, tað
verður ført fram av teirra
egna fakfelag, men ein
kanning í norðurlondum
fyri um leið einum ári síð-
ani vísti, at einki norður-
land var so væl fyri sum
Føroyar viðvíkjandi sjúkra-
røktarfrøðingum.
Hon spyr, um orsøkin
aftur er at fáa møguleika at
trýsta sjúkrarøktarfrøðing-
arnar úr teimum størvum,
teir altíð hava røkt?
Hetta er tann ótrúligasti
pástandurin, eg havi hoyrt.
Sjúkrarøktarfrøðingar sita
jú í ØLLUM leiðandi størv-
um í okkara heilsuverki, og
teir verja borg, so tað stend-
ur eftir. Vit hava ikki ein
møguleika at fá nakað starv,
um so er, at ein sjúkrarøkt-
arfrøðingur
søkir
sama
starv, og hví er tað? Jú, sami
fakbólkur er í hvørjum
króki innan heilsuverkið og
hevur sera stórt orð at siga.
Man tað ikki bæði hoyrast
og síggjast í hesum døgum.
Eg
kundi
spurt,
hví
sjúkrarøktarfrøðingarnir
mótarbeiða okkara fakbólki
við til dømis at seta slíka
óhøviska grein í bløðini.
Sum Annemi sjálv førir
fram, so hava vit ein sjúkr-
arøktarafrøðiskúla, meðan
heilsuatstøðingarnir ongan
skúla hava, men teirra krav
til myndugleikarnar er at
fáa ein flokk aftrat um árið
á sjúkarøktarafrøðiskúlan,
enn fleiri frøðingar.
Er tað nú so skilagott?
Eisini hongur praktiskt
arbeiði uppi í sjúkrarøktini.
Hvør skal gera tað, tá ið alt
sjúkrarøktaraarbeiðið verð-
ur gjørt av høgt lærdum
frøðingum?
Sjúkrahjálparaútbúgv-
ingin er løgd niður fyri
nógvum árum síðani. Tann
útbúgvingin var avloyst av
teirri nýggju heilsuútbúgv-
ingini, sum er í tveimum
pørtum. Heilsuhjálparaút-
búgvingin er komin. Nú
skulu vit hava seinra partin
av hesi útbúgving, sum er
heilsuatstøðingaútbúgving.
Allarflestu heilsuatstøð-
ingar eru útbúnir í Dan-
mark. Sum er starvast einir
150 heilsuatstøðingar í Før-
oyum. Nógv av hesum
størvum eru størv, sum
sjúkrarøktarfrøðingarnir
ikki vilja hava, ella lat meg
siga, at sjúkrarøktarfrøðing-
arnir søkja ikki hesi størv-
ini. Tey eru kanska ov
strævin, ikki so spennandi,
ella líka veit eg.
Men heilsuatstøðingarnir
eru fleksiblir og ágrýtnir og
kunnu brúkast allastaðni í
heilsuverkinum. Føroyska
útbúgvingin verður fult á
hædd við aðrar líknandi út-
búgvingar í norðurlondum.
Okkara fakfelag hevur ver-
ið við í hesum arbeiði at
leggja til rættis útbúgving-
ina hjá heilsuatstøðingum.
Annemi Joensen væntar,
at Suðuroyggin verður yvir-
floymd av arbeiðsleysum
heilsuatstøðingum, tá skúlin
einaferð gerst veruleiki.
Hugflogið er frítt at fara, tó
átti ein so høgt lærdur
sjúkrarøktarfrøðingur
at
sæð møguleikar fyri sam-
starvi við heilsuatstøðingar-
nar, tí tað verður framtíðin,
um tit so vilja tað ella ikki.
Munurin millum hesar
báðar greinskrivarar er eyð-
sýndur. Inge Lovisa Peder-
sen kennir og hevur álit á
okkara starvsbólki, meðan
Annemi Joensen ikki kann
siga nakað positivt um
henda starvsbólk. Hon vil
ikki hava heilsuatstøðinga-
útbúgvingina í gongd. Hon
vil ikki hava okkara starvs-
bólk í føroyska heilsuverk-
ið. Men ikki er alt bara
svart og hvítt. Eg eri sann-
førd um, at ikki allir sjúkra-
røktarfrøðingar her á landi
hava so negativan hugburð
um heilsuatstøðingarnar,
men arbeiða væl saman við
teimum á ymsum deildum
á røktarheimum og sjúkra-
húsum o.s.fr.
Eg havi gjørt mær nakrar
tankar um navnið sjúkra-
røktarfrøðingur.
Merkir
frøði ikki vísindi, í hesum
føri
sjúkrarøktarvísindi?
Men eru nú allir frøðingar í
orðsins rætta týdningi høgt
lærdir á sínum øki, eins og
fornfrøðingar, verkfrøðing-
ar, teldufrøðingar, fíggjar-
frøðingar o.s.fr. eru tað á
sínum øki. Mær vitandi
kann eingin annar fakbólkur
gerast frøðingur uttan við
stríð og strev og nógvum
høvuðbrýggi, men knapp-
liga við einum pennastroki
gjørdust allar sjúkrasystrar
sjúkrarøktarfrøðingar. Tað
ljóðar væl, og eg havi hug at
siga, ja, fínt skal tað vera.
Rætt skal vera rætt. Eg
veit, at tann nýggja sjúkra-
røktaraútbúgvingin er ein
hægri útbúgving, ein bach-
elorútbúgving.
Sum Annemi vísir á, er
tað ein fíggjarlig útreiðsla
at seta heilsuatstøðingaút-
búgvingina í verk, men her
vinnur samfelagið peningin
aftur við at fáa ein vælvirk-
andi starvsbólk, sum kann
fara til verka, hvar tað skal
verða í heilsuverkinum.
Lønarkrøvini
verða
heldur ikki so høg, sum tá
ið frøðingarnir koma við
sínum krøvum. Aftur her er
ein samfelagsvinningur, og
eg kundi hildið fram, men
nú er nóg mikið hesa ferð.
Munur er á kvinnum