hósdagur 7. apríl 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 7. apríl 2005
11
VIÐMERKINGAR
Jana H. Dalsgaard
forkvinna í Felagnum
Føroyskir Sjúkrarøkta-
rfrøðingar
Skal Sjúkrarøktin takast
frá serkønu sjúkrarøktar-
frøðingunum á Føðideild-
ini og latast ljósmøðrum,
ið ikki hava neyðuga før-
leikan, at umsita?
Hvønn týðning hevur
uppbygd og ment servitan
fyri kvalitetin í
sjúkrarøktini og trygdina
hjá sjúklinginum?
Hvussu verður servitan
vird og raðfest á Lands-
sjúkrahúsinum?
Hetta eru nakrir av spurn-
ingunum vit seta okkum í
hesum døgum!
"So er aftur stríð á
Landssjúkrahúsinum, hvat
klandrast tit nú um"? spyrja
mong í hesum døgum. Eg
kenni meg noydda at greiða
gjølla frá, og kann við
røttum siga, at tað heldur
ikki hesaferð er Felagið
Føroyskir
Sjúkrarøktar-
frøðingar ella limir tess, ið
hava biðið um hendan
óneyðuga ófrið.
Tey allarflestu hava, eins
og eg, ikki enn gloymt
pínufulla málið á medi-
sinsku deild B6 fyri bert
fáum
árum
síðani,
tá
sjúkrarøktarfrøðingar í eini
roynd at betra ótolandi
umstøðurnar hjá bæði sjúk-
lingum
og
starvsfólki,
vegna m.a. manglandi re-
soursir, fingu eina sera
ósømuliga
viðferð
frá
leiðsluni. Málið, ið mundi
endað við, at øll starvs-
fólkini fóru í einum, og
deildin bleiv niðurløgd, um
ikki
Felagið
Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
í
evstu løtu, forðaði fyri tí.
Hetta mettu mong við
okkum, átti ikki at komið
fyri og slíkt má ongantíð
henda aftur.
Tá Kardiologiska starvs-
stovan varð sett á stovn,
vóru tað m.a. tveir sjúkra-
røktarfrøðingar við servit-
an, ið vóru við til at byggja
hesa deildina upp. Tær vóru
serfrøðingar á økinum, og
høvdu servitan á ikki minni
enn 6 ymiskum sergrein-
um. Til
samanberingar
kann eg nevna, at tá tær
skuldu í feriu og avloysari
fáast úr Danmark var ongin
at fáa, ið hevði meira enn
tvær av neyðugu sergrein-
unum, so annahvørt mátti
sendast boð eftir fleiri fólk-
um úr Danmark, ella máttu
kanningarnar á teimum 4
sergreinunum bíða til onn-
ur av teimum var aftur til
arbeiðis,
Hvussu
virdi
Landssjúkrahúsið arbeiðið,
sum hesar báðar gjørdu, og
hvussu virdu tey hesa
servitan?
Vit hava heldur ikki
gloymt
Scopimálið.
-
Scopideildin, sum var ein
minsturdeild,
eins
og
Kardiologiska Starvsstovan
og Føðideildin, við trimum
sjúkrarøktarfrøðingum,
sum vóru serfrøðingar á tí
økinum, tær bygdu deildina
upp, og hava gjørt eitt
megnar arbeiði. Ikki minst
hava tær harafturat spart
Landssjúkrahúsinum nógv-
an pening gjøgnum árini,
við at ganga í vakt "ókeyp-
is". Her mátti partú pilkast
við, hvat gjørdist úrslitið?
minnast tit tað, kundi hetta
kallast sparing ella møgu-
liga menning? Hvussu virdi
Landssjúkrahúsið arbeiðið,
sum
hesir
serfrøðingar
gjørdu, og hvussu virdu tey
teirra servitan?
Feskasta dømið um vant-
andi virðing fyri servitan
hjá sjúkrarøktarfrøðingum
á Landssjúkrahúsinum var
tá skurðdeild A3 lat aftur
stutt fyri jól í fjør! Varð
serlæknin í kvinnusjúkum
eftirspurd? A3 var m.a. ser-
deildin fyri gynækologi og
obstetrik. Tað var á A3 at
m.a.sjúkar
barnakonur
lógu, har konur liggja nú á
Føðideildini. Umframt tað,
var deildin útbúgvingar-
deild fyri sjúkrarøktarfrøð-
ingar bæði í kirurgi og
gynækologi og obstetrik.
Hvussu kemur servitanin
hjá sersjúkrarøktarfrøðing-
unum, ið bygdu upp og
mentu sjúkrarøktina á A3
kvinnuligu sjúklingunum í
dag tilgóðar?
Sami "arkitektur", sum
hevði ein fingur í spælinum
í øllum hesum málum hev-
ur nú aftur " rørt í pottin-
um" og hesaferð er tað
Føðideildin, ið stendur fyri
skoti. Nú skal beinast fyri
servitanini á Føðideildini! -
einasta grundgeving sigst
vera at ljósmøður ynskja
tað. Hvar eru tey fakligu
argumentini?
Hvat
við
trygdini hjá sjúklinginum?
Føðideildin ein fyri-
myndarlig deild - hví
broyta tað ið virkar sera
væl?
Føðideildin er ein fyri-
myndarlig deild, og eigur
avgjørt ikki at rørast !
Og sum sjúkrarøktar-
frøðingur á Føðideildini
sjálvar skriva í skrivi nú um
dagarnar; citat;
"Vit hava í Føroyum í
dag, eftir okkara bestu
sannføring, eina so flotta
heilsutænastu til hesar
barnafamiljur, at vit næstan
kundu farið í onnur lond og
selt skipanina, sum eitt nú
fiskidagaskipanin verður
seld. Vit kunna í øllum før-
um erpa okkum av nógv
lægri, um ikki lægst barna-
deyða tað fyrsta liviárið hjá
barninum, tá vit samanbera
við hini norðanlondini. Tað
átti at sagt politikarunum,
at her er ein skipan, vit eiga
at vera varin við at broyta,
og um vit skulu broyta eigur
tað at gerast so tilvitað, at
vit kenna meginpartin av
ringvirkningunum gjøgnum
alla skipanina og samfelag-
ið sum heild, áðrenn broyt-
ingin verður sett í verk.
Spurningurin er, fara vit at
megna at varveita positivu
útlitini fyri okkara dýra-
barasta tilfeingi, nevniliga
børnini".
Uppskotið hjá "Leiðsl-
uni" Ein háðan ímóti ser-
sjúkrarøktini og sjúkra-
røktarfrøðingum, ið hava
bygt upp og mennt hesa
servitan - Sjúklingurin
ikki í miðdeplinum!
Felagið Føroyskir Sjúkra-
røktarfrøðingar mótmælir
harliga ætlaðu umlegging-
ini á Føðideildini, ið er
onki minni enn ein háðan
ímóti
sjúkrarøktini
og
sjúkrarøktarfrøðingum og
setur trygdina hjá sjúk-
linginum í vanda. Nú er
niðurgerðingin av servitan
hjá sjúkrarøktarfrøðingum
fullkomin, tí "Leiðslan" á
Landssjúkrahúsinum ætlar
at siga 8 sersjúkrarøkt-
arfrøðingar á Føðideildini
úr starvi og seta ljósmøður,
sum ikki eru sjúkrarøktar-
frøðingar áðrenn og tí ikki
hava neyðugan førleika, inn
á deildina í teirra stað, at
yvirtaka sjúkrarøktina og
sjúkrarøktarleiðsluna.
(Næstan allar ljósmøðurnar
á LS hava útbúgving úr
Danmark og hava tí ikki
útbúgving
sum
sjúkra-
røktarfrøðingar
áðrenn).
Danmark er einasta stað,
har tað ber til,at læra til
ljósmóðir uttan at vera
sjúkrarøktarfrøðingur
áðrenn, alla aðrastaðni er
hetta eitt krav. Tað er ikki
nógmikið við teimum ljós-
møðrum, ið longu vóru í
starvi, tað skulu fleiri til
svaraði leiðslan starvsfólk-
unum á Føðideildini á fundi
8. mars, tað er undirritaða
vitni til.
Einasta argumentið hjá
leiðsluni at fremja hesa
broyting er, at ljósmøður
ynskja tað. Tað hevur alt
tað eg veit um verið ar-
beiðsloysi millum ljósmøð-
ur í Føroyum. Um ljósmøð-
ur ynskja at arbeiða sum
sjúkrarøktarfrøðingar,ella
at yvirtaka sjúkrarøktina
krevst tað, at tær útbúgva
seg fyrst til sjúkrarøktar-
frøðing og fáa løggilding
sum sjúkrarøktarfrøðingur!
Teirra fakliga grundgev-
ing fyri at yvirtaka sjúkra-
røktina er, at tær sum les-
andi hava verið í praktikk í
6 vikur á neonatalari deild
og verið til próvtøku í tí.
Hetta meta tær vera nóg-
mikið -. Hetta er sjálvsagt
ikki nóg mikið og heilt
burtur við!- Um vit argu-
menteraðu líka óseriøst,
kundu vit mótsatt ført fram,
at tá vit sum lesandi vóru í
praktikk á gynækologisk-
ari-, obstetretriskari- og
føðideild í fleiri mánaðir í
lestrartíðini(eg sjálv var í 4
mánaðir) og til próvtøku í
øllum hesum sum viðvíkur
føðingini, og harafturat
hava sjúkrarøktarfrøðingar
á Føðideildini altíð verið
við til hvønn einasta føðsil,
ja, so kunnu vit bara yvir-
taka føðslarnar- tað hevði
verið sparing ! Men, hetta
høvdu vit sjálvsagt ikki
boðið føðikonunum, og so
mikið av virðing hava vit
sum fakbólkur fyri arbeið-
inum og vitanini hjá ljós-
møðrum, tí vænta vit eisini
teirra virðing fyri okkara
servitan og erfaring sum
sjúkrarøktarfrøðingar
og
ikki minst trygdini hjá
sjúklinginum. Onnur sam-
anbering er, um ein tann-
lækni verður settur at ar-
beiða sum lækni, ein lærari
í Vøggustovu ella barna-
garði ella ein pædagogur
sum lærari í t.d. matema-
Sjúklingurin stóri taparin!
Framhald á næstu síðu